Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. juni 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Scansat/TV3 Fríggjadagin kl. 21.00: In The Heat of The Night Hevnd Tá ið Bubba og gentan Mary Ann gera seg til reiðar at fara at fiska, síggja tey, at eitt rán verður framt. Bubba roynir at steðga teimum báðum ránsmonnunum. Hann drepur mannin, meðan kvinnan sleppur til rýmingar. Tann deyði er Lane Wormlee, ein av teimum trimum ókendu breðrunum Wormlee, sum einaferð búðu í Sparta. Gillespie, sum kennir breður- nar, óttast fyri, at teir fara at koma at hevna bróðirin, og biður Bubba vera varnan. Stutt eftir koma breðurnir til Sparta, har teir fyrst hótta Mary Ann. Nakað seinni finnur Bubba eina bumbu í íbúð síni Fríggjadagin kl. 22.03: Starcrossed ne Belinda Bauer og James Spader Amerikanskur science fictionfilmur frå 1985. Tå id Joey og vinir hansara Stewy og Ralph, koma framvið einari ølstovu, rennur Joey saman við eina unga kvinnu, sum rennur undan tveimum monnum, sum líkjast nógv. Joey og vinir hansara gera hinar bangnar og taka sær av Mary, sum kvinnan eitur. Tey fara ein túr í býin. Hon vil einki siga um seg sjálva, men Joey heldur at hon er flýdd úr onkr- um eðrum landi. Hann tekur hana við sær heim og letur hana gista har. Men dagin eftir noyðast tey at rýma, tí menn- inir, sum runnu aftan á henni, royna at drepa tey við onkrum undarligum vápn- um. Tá ið tey eru sloppin frá teimum, sig- ur Mary honum, at hon kemur frá eini aðrari gongusternu, og haðani koma menninir eisini, og henni tervar hjálp at sleppa heimaftur. Leikarar: James Spader, Belinda Bauer, Pete Kowanko, Clark Johnson, Jacqueline Brooks, Ed og Roland Groenenberg. Leygardagin kl. 16.10: A-Team A-Team Gamli vinurin hjá B.A., Hulk Hogan, bið- ur A-Team hjálpa sær, tí frítíðarheimið, systir hansara rekur, er í vanda. Systirin, Dickie, hevur í fleiri ár rikið hetta frí- tíðarheimið, har hon ansar bernum eftir skúlatíð, men seinastu tíðina hevur Sonny Carter uppá ymsar mátar roynt at noyða hana at selja honum húsini. A- Feam skilir ikki rættiliga, hví Sonny, sum selir smábátar og stuttleikabátar, inum. Men so upp- at rætta navnið h já Sonny er g at hann er sonur ein ist er sloppin leysur á inaferð eina gull last og læt ein vinmann goyma gullið. Tann vinmaðurin var pápi Dickie, og hann krágvaði gullið í húsum hennara Leygardagin kl. 19.00: Normans Erøvringar — Bordsmaner Penelope Keith og Tom Conti Hetta er fyrsti filmur av trimum, sum Al- an Ayckbourn hevur skrivad. Søgan i øll- um filmunum er um somu fólk sama vikuskifti, men segan er ymisk í hverjum filmi. Fólkini eru Annie, Reg og Ruth, kona Reg, Sarah og maður Ruth, Norm- an. Annie býr saman við sjúku mammu síni í einum gomlum húsum úti á land- inum og ein onnur kona kemur eina høg- tíð at vera um mammuna, so Annie fær frí nakrar dagar. Annie ætlar loyniliga at hitta svágur sín, Norman, sum hon fyrr hevur fjasað við. Men Sarah uppdagar tað, og hon forðar fyri at tey hittast og at Annie fær frí. Leikarar: Tom Conti, Penelope Wilton, Penelope Keith, Richard Briers, Fiona Walker, David Troughten. Leygardagin kl. 21.00: Kojak Amerikonsk sendirød við Telly Savalas í høvudsleiklutinum sum veteranpolitist- urin Theo Kojak, sum dåmar væl sleiki- sneisir. Hann arbeidir å Manhattan aloft- ast — men ikki altíð — sambært reglun- um. Í fyrsta partinum skulu vit hitta allar leikararnar. Segan byggir á veruliga hending. Tvær ungar kvinnur verða í 1963 funnar myrdar í íbúðum sínum á Manhattan, og bleðini skriva nógv um hetta. Ein ungur, littur maður, Lewis Humes, sum verður handtikin fyri neyð- tekuroynd í Brooklyn, verður illtonktur at vera drápsmaðurin, tí hann hevur eina mynd av tveimum hvítum kvinnum uppi á sær. Lewis sigur seg skjótt at vera sek- an, hóast eingi haldgóð prógv eru. Kojak Telly Savalas sum Kojak fær illgruna um, at hetta er ikki sannleik- in Leikarar: Telly Savalas, Dan Frazer, Kevin Dobson, Demosthenes, Marioe Gortner, Jose Ferrer, Ned Beatty, Gene Woodbury, Robert Walden. Sunnudagin kl. 16.20: Matinee: Kvinnan gør mig galen Naima Wifstrand og Curt Masreliez Svenskur filmur frá 1949. Erik Cassand- er, stjóri á AB Erik Cassander Import Esport, er í fíggjarligum trupulleikum. Einasta bjarging tykist vera fastir hans- ara og ogn hennara, sum Erik hevur vón um at fáa fatur í. Erik hevur ikki sæð fastir sína í mong ár, men nú fer hon at koma at vitja hann. Langt síðani ætlaði fastir hansara at fáa hann at giftast við einari gentu, hon hevði valt honum, men tá bar hann seg undan og segði, at hann skjótt skuldi giftat við einari gentu, hann elskaði. Men hetta var ikki satt, tí Erik er framvegis ógiftur, og nú noyðist hann at finna upp á okkurt at bjarga sær í hesi stødu. Vinmaður hansara, listamaðurin Stark, fær fatur í einari gentu, sum vil „spæla við<. Hon skal látast at vera kona hansara og so finna tey nekur bern, sum tey skulu eitast at eiga. Men hver er henda kvinnan í veruleikanum, sum letst at vera kona hansara nú? Sunnudagin kl. 19.30: Rachel, Rachel Amerikanskur filmur frá 1968. Rachel Cameron er lærarinna í barnaskúlanum. Hon býr saman við mammu síni í einum lítlum býi á amerikonsku eysturstrond- ini. Hon kennir tað sum lívið fer framvið henni — tilvera hennara er bert arbeiðið og at vera um mammuna. Einaferð kem- ur gamli vinmaðurin frá barnaárunum at vitja, Nick Kazlik, og tey gerast væl. Tá vaknar Rachel, og tilveran broytist. Nr. 105 — 7. juni 1991 Mánadagin kl. 17.00: Globetrotters Ivar Dyrhaug saman vid Birthe Atke og Henning Saeter Her kappast noråmenn, danir og sviar um ferðir um alla jørdina. Programleiðari er Ivar Dyrhaug. Månadagin kl. 19.00: Cousteau Jacques Cousteau Cousteau og menn hansara å Calypso fara aftur undir ymiskar uppdagingar- ferðir um lívið í havinum ymsastaðni á jerðini. Í hesi sendingini fara vit til Heraklion á Kreta, har turkar í 1600 talinum tóku eitt venetianskt fort. Har finnast spor eftir einum herðum sjóbardaga. Partar av beinagrindum liggja og sleðast á hav- botninum saman við kúlum og einari bronsukanón, alt frá franska skipinum Therese. Síðani verður farið til suður Fraklands, har granskarar hava funnið eitt meira enn tvey túsund ára gamalt rómverskt skip. Calypso heldur fram til Martinique, har eldgos var í 1902. 30.000 fólk doyðu og býurin St Pierre varð næst- an lagdur í oyði. Farmaskipið Roraima var tað einasta skipið, ið var eftir, tað fleyt í tveir dagar til tað eisini sakk. Cousteau setti sær fyri at royna at finna okkurt av skipinum. Og tað eydnaðist at finna tað á 150 fóta dýpi, har tað liggur í tveimum pertum — stersta vrakið, ið nakrantíð er funnið. Mánadagin kl. 21.00: Finians Rainbow Amerikanskur filmur frá 1968 bygdur á ein Broadwaymusical. Segan fer fram í Rainbow Valley í Missitucky. Írin Finian McLonergan hevur stolið eina krukku