Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. juni 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

hr. 105 — 7. juni 1997 Fred Astaire við gulli frá álvinum og grivið hana niður nærhendis Fort Knox í vón um at hon skal vaksa seg sterri. Og broytir seg til eina menniskju og fer at leita eftir gull- inum. Týsdagin kl. 19.00: Gary Ewing ME = VS »Knots Landing« Amerikonsk sendirød við tilknyti til Dall- as. Gary Ewing er bróðir Bobby og J.R. Hann flytur saman við konu síni til Knots Landing í Suðurkalifornia at sleppa sær upp í Ewing-familjuna. Men Knots Landing er ikki júst tað, hann droymdi um. Chip og Diana eru farin úr Knots Land- ing, og privatdetektivurin Ronald Mackey hevur prógvað fyri Lilimae at Chip í veruleikanum er Tony Felice, ein kendur brotsmaður, sum legreglan leitar eftir. Gary er handtikin fyri morðið á Ciji Dunne, og Richard er horvin. Val er hørm um Gary, tí hon er vís í, at hann er ósek- ur. Abby roynir at fáa ræðið á Gary Ewing Enterprises. Fyrr hevði tað verið lætt orsaka av alkoholtrupulleikum hjá Gary, men nú er steðan ein onnur. Leikarar: Ted Shackelford, Joan Van Ark, Julie Harris, Kevin Dobson, Michele Lee, Lisa Hartman, William De- vane, Donna Mills, Constance McGashin 0.0. Tysdagin kl. 21.00: Santa Fe Trail Amerikanskur western frå 1940. Søgan fer fram áðrenn amerikanska borgara- stridid. Kavallerishefurin Jeb Stuart og menn hansara leita eftir John Brown, ein- um manni sum m.a. berjist fyri at hjålpa trælunum. Men hann er eftirlystur nógvastaðni. Jagstranin verður long og strævin og at enda noyðist Stuart at fáa hjálp frá einum fyrrverandi vini Browns, men sum nú er ímóti honum. Leikarar: Errol Flynn, Olivia de Havill- and, Raymond Massey, Van Heflin, Ronald Reagan 0.0. Colin Firth Mikudagin kl. 19.00: Lost Empires Ensk sendirød i sjey pørtum bygd å skaldsøgu hjå J. B. Priestley vid sama heiti. Søgan fer fram áðrenn fyrra heims- bardaga i Onglandi. Har kemur tann tjúgu ára gamli Richard Herncastle at ar- beida hjå mammubeiggja sinum, Nick Ollanton, og í arbeiðinum sleppur hann at ferðast nógv. Nick, sum kallar seg »Indiski gandakallurin Ganga Dun«, vís- ir Richard eina aðra verð. Hann upplivir ævintýrið Pamela Stephenson Mikudagin kl. 21.03: The Blue Lightening Amerikanskur/australskur actionfilmur frá 1987. Ævintýrarin Harry Wingate skal finna ein opal aftur til eigaran. Opalurin er stolin. Tjóvurin, Lester Mclnally, er ein ókendur drápsmaður, Robert Culp, Sam Elliott og Rebecca Gilling sum býr í Australia, har hann hevur sín egna her. Júst komin til Australia verður morðroynd fram móti Harry. Í hesum sambandi fær hann samband við Kate McQueen, eina unga kvinnu, sum hevur mist mannin undir gátuferum umsteð- um. Tey fara bæði til McInally Mikudagin kl. 22.40: You Don't have To Die Henda sendingin lysir bardagan hjå åtta åra gamla Jason Gaes og sigur hansara å herviligari krabbameinssjuku. Sendingin byggir á bókina »Min bók til børn, sum hava krabbamein<, sum Jason sjálvur hevur skrivað og vísir, hvussu hann og foreldur hansara lærdu seg at liva við óttanum, sjúkuni o.s.fr. Sendingin vísir eisini viðgerðina, Jason fekk, merg- royndir, strálu- og kemoviðgerð, og hvussu hetta hevur ávirkað hann. Sunnudagin kl. 13.00: Frítíð og náttúra Gásadalur man vera mest umredda fer- oyska bygdin seinastu árini. Filmurin, »1700 metrar frá framtíðini<, hevur fing- ið virðislenir og skapt áhuga fyri hesi fjarskotnu bygdini. Túrurin til Gásadals er ein góður túrur. Útsýnið yvir Tindhólm, Gáshólm og Mykinesfjør og Mykines er frálík, tå Gásadalsbrekkan verður gingin. Og hugtakandi er sjónin frá Skarðin- um, sum liggur einar 400 metrar uppi yv- ir dalinum, har húsini liggja í einum trunka ikki so langt frá bakkanum. Og omanfyri hava vit so tey høgu fjøll- ini, Heinafelli, Árna Fjall og Eysturtind. Men hvussu verður so gingið til Gása- dals? Fylgið við sunnudagin, tá postmað- urin í Gásadali, Solberg Henriksen, greiðir Jóhann Mortensen frá túrinum niðan í Gásadal. Hósdagin kl. 21.00: Driving Academy Amerikanskur leikur frá 1987. Bilskúla- lærarin Larry fær trupulleikar, tá ið hann skal hjálpa einum flokki at fáa koyrikort. Steðan gerst ikki betri, tá ið ein kvinnu- ligur lærari kemur at hjálpa honum. Morgunlestrar í Utvarp Føroya 10.—15. juni Hesa vikuna lesur Sigurd Bærent sen, Skopun Sálmar og bíbliuorð: Mánadagur 10. juni nr. 461 Til andans stóru náðifest Luk. 14,16 nr. 396 Komi ríki títt við megi Týsdagur 11. juni nr. 265 Ur neydardypi, Guð, til tín Luk. 14,21 Mikudagur 12. juni nr. 482 Guð kærleiks faðir, ver hjá mær Luk. 14,18 Hósdagur 13. juni nr. 462 So víða um lond, sum sólin hon sær Luk. 15,1-2 Fríggjadagur 14. juni nr. 162 Ver heilsað, fagra morgunstund Luk. 15,2 nr. 152 Hirði góði, halt tú meg Leygardagur 15. juni nr. 30 Guð, allur heimur, i høgum eins og lágum Matt. 5,20