leygardagur 8. juni 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 106 — 8. juni 1991
Arheiðsloysi í stødum
Summir skúlar fáa hópin av umsóknum frá lærarum, meðan aðrir
skúlar hava ilt við at fáa lærarar
Í ár verða væntandi fleiri
lærarafólk, sum ikki fáa
lærastarv = aftaná summ-
arfrítíðina. Umleið helvtin
av teimum, sum tekur prógv
í summar, hevur fingið
starv.
Søkt hevur verið eftir lær-
arum og vikarum til næsta
skúlaár, men størvini eru
ikki endaliga sett enn, tað
skal Landsskúlafyritingin
gera.
Inga Høgenni, forkvinna í
Føroya Lærarafelag, sigur,
at felagið ikki enn hevur
fingið nakað yvirlit, ið
sigur, hvussu nógvir um-
søkjarar eru til teir ymisku
skúlarnar. Ikki fyrr enn tá
ber til at siga, um arbeiðs-
loysier millum lærarar. Hon
heldur tó, at arbeiðsloysi er
við at koma.
Men kortini eru tað fram-
vegis skúlar, sum ikki fáa
nóg nógvar umsóknir til tey
leysu størvini. Inga Høg-
enni nevnir dømi um ein
skúla, sum søkti eftir fýra
lærarum. Fýra umsóknir
komu inn, harav tvær frá
donskum lærarum.
Tað eru fyri tað mesta
skúlar uttanfyri megingkið,
t.v.s. Eysturoynna og
Streymoynna, sum fáa
fægstu umsóknirnar. Hetta
boðar frá, at ein stórur partur
av lærarunum ikki hevur
hug at flyta til aðrar oyggjar
at búgva. Suðuroyggin er tó
undantak, tí ein stórur partur
av suðuroyingunum, sum
fær læraraútbúgving, vil
fegin venda aftur til Suðu-
royar at arbeiða.
Dagur og Vika vidgjørdi
héskvøldid spurningin um,
at skúlaráð hava sett ófak-
lærd fólk í lærarastørv,
sjálvtum fólk við útbúgving
hava sekt størvini.
Føroya Lærarafelag hev-
ur fingið nakrar kærurfrá
lærarum, sum hava verið
tilsidissettir, tá vikarstørv
og lærarastørv eru sett. I
teimum førunum hevur fel-
agið spurt skúlaráðini um,
hvussu nógv hava sekt,
hvørjir umsøkjaramir vóru,
kvalifikasjónir 0.a.t.
FLEIRI ÓLÆRD
SETT Í STARV
Sosialurin hevur frætt, at
við skúlan í Fuglafirði eru
ófaklærd tikin fram um
lærarar við útbúgving. For-
maðurin í skúlaráðnum var
ikki at hitta í gjár, og tí fekst
ikki at vita, hvussu stórt
umsøkjaratalid var. Við
Fuglafjarðar skúla eru fýra
av sjey størvum sett av
ófkalærdum, og ein lærari,
ið er farin frá við eftirløn, er
settur í eitt starvið.
Lærarafelagið hevur úrat
gera í sambandi við vikar-
og lærarasetanir.
Felagið hevur eisini klag-
að til Landsskúlafyrisiting-
ina og mótmælt lýsing eftir
vikari = til itoyggjarnar.
Avtalað var, at ein skuldi
setast til hvørja oyggj.
- Hevur hvør útoyggin
ikki sín lærara, ber ikki til at
tosa um bygdarmenning.
Eingin kann heldur vænta,
Líkt er til, at teir flestu
lærararnir vilja ar-
beiða á meginøkinum.
Til skúlarnar í Havn
vóru yvir 60 umsóknir.
(Arkivmynd)
at lærarar við útbúgving
søkja størvini, um tey ikki
eru heil, sigur Inga Høg-
enni. Hon sigur, at Lands-
skúlafyritsingin hevur brot-
ið avtaluna við aftur at lýsa
eftir einum til Dímun og
Gásadal og einum til Gása-
dals og Mykines. Størvini í
Svínoy og í Fugloy erusett.
randi
Ikki tað heilt stora
Starvsmannafelagid og landstýrið skrivaðu hósdagin undir nýggj-
an sáttmála
Nakað heilt nýtt verður
roynt í sáttmálanum, sum
Starvsmannafelagið og
landsstýrið nú hava gjørt.
Meðan sjálvur sáttmálin
er fyri tvey ár, røkkur sátt-
málin viðvíkjandi lønini
ikki longur enn fram til 1.
juni næsta ár.
Tað gekk pørtunum so
mikið illa at samráðast, at
neyðugt var at fáa sem-
ingsfólk uppí. Og ta upp-
gávuna átók Julianna Klett,
advokatur, sær.
Mikudagin klokkan tvey
kallaði hon partarnar til
fundar, og tey hildu leingi á.
Fyrrapartin hósdagin legði
semingskonan fram sem-
ingsuppskot, ið tey síðan
togaðust um, og tá klokkan
var farin av eitt hósdagin,
skrivaðu báðir partar undir.
Landsstýrið ætlaði ikki at
geva Starvsmannaflagnum
nakra Jlønarhækkan tað
fyrsta árið, og tað vildi
Starvsmannafelagið hava.
Semingskonan mælti so til,
at lónin skuldi hækka 1.
oktober í ár. Men úrslitið
bleiv, at lénin hækkar 1.
august í ár. Sostatt verður
lønin hjá teimum í Starvs-
mananfelagnum óbroytt til
august.
Hesin lønarsåttmåli er
bert galdandi fram til 1. juni
næsta år. Tå kann lønar-
spurningurin takast uppaft-
ur. Men annars heldur sått-
målin fram til 1. juni 1992.
Tad ger ikki tann heilt
stóra munin fyri starvs-
fólkini, tå lønin fer upp 1.
august. L narhækkanin fyri
øll er 95 krónur um mán-
aðin. Aftrat ti skal tó leggj-
ast, at eftirlønargjaldid, ið er
5,5% eisini verdur roknad
av hesum krénum, og
harvið verður lønarhæk-
kanin 100,25 krónur um
mánaðin.
Spas
Næsta år verður tað ætl-
andi Samferðsluskrivstov-
an, sum umsitir koyringina
við brekaðum
Líkt er nú til, at ein
landsumfatandi skipan
verður gjørd fyri fluting
av brekaðum fólkum.
Hósdagin varð ar-
beiðsbólkurin, sum ar-
beiðir við málinum og
fundi við landsstýrið og
umboð fyri Samferðslu-
skrivstovan. Á hesum
fundinum kom fram, at
landsstýrið miðar eftir at
seta eina skipan í gildi 1.
januar. Fyrst skal tó
reglugerð gerast, og
Samferðsluskrivstovan
skal gera uppskot til
rakstur.
Í landinum eru nakrir
bussar, ið at kalla
burturav verða nýttir til
at flyta brekað fólk í.
Flesu teirra hava lift.
Summir stovnar eiga
buss, Havnin hevur sín
Skipsføraraskeid
og Klaksvikin sin.
Málið er, at tá tað upp
å nakran måta ber ul,
skulu brekað fólk ferð-
ast við vanligu almennu
flutningsførunum, ið
skulu vera so nytilig
sum gjørlig fyri brekað,
t.d. skipini.
Men so eru tað tey,
sum eru so brekað, at tey
mugu flytast í serligum
bussi. Í framtíðini verð-
ur tað Samferðsluskriv-
stovan, sum gevur veg-
leiðing um slíkan flutn-
ing og eisini umsitir
allan henda fluting.
Ætlanin er ikki at
keypa fleiri bussar til alt
landið, men heldur nýta
meira teir bussar, ið eru.
randi
+ 2 ár til skipsførara — byrjar á Føroya
Sjómansskúla týsdagin 6. august 1991
kl. 09.30 og samtíðis byrjar
Fiskiskiparaskeið
Sigid frá sum skjótast og helst áðrenn
25. juni.
Upplýsingar um kravda siglingstíð til
nautisk prógv fáast á
Skipsføraraskeid — 1 ár til v. y. (v. 0.)
|
j
Føroya Sjómansskúla
Verkstaðið »VON«
Á Dagheiminum/Dagcentrinum, deildir
undir verkstaðnum »VON«, eru nøkur
assistentstørv leys at søkja, til setan 1.
september 1991 ella eftir nærri avtalu.
Løn: Lønarflokk 11—17 + viðbót.
Nærri fæst at vita um størvini vid at
tosa vid leidaran.
Umsóknarfreist: 12. juli 1991.
Verkstaðið »VON«
Hóvabrekka 1
165 Argir
Tif. 14288