Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. juni 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 106 — 8. juni 1991 Koyrilærari í 25 ár: At koyra bil er eitt handverk -Tað er so ymiskt hvussu tað liggur fyri, tú kanst i Sida 9 vera góður i teori, men eiðasórur bilfórari Tað eru ikki øll sum halda tað vera skemtiligt at koyra bil í nógvu ferðsluni í Havn. Tað krevst helst eisini tol- semi, tá tú umframt hetta eisini skal læra fólk at snúgva seg í ferðsluni. Og kortini hevur Óli Jac- obsen, koyrilærari í Havn júst arbeitt í hesum yrki í 25 ár. Honum dámar tað væl. Óli Jacobsen er nú farin undir at geva unga ættar- liðinum koyriundirvising, sum hann eisini gav for- eldrunum fyri 25 árum síð- ani. Frálæran er tó broytt munandi hetta tíðarskeið. Óli Jacobsen: - Eg plagi at siga, at koyring er eitt handverk. Tað er so ymiskt hvussu tad liggur fyri hjá tí einstaka. Frálæra og praktik Tu kanst hava lært teori frålæruna væl, men kanst samstundis vera eidasørur at koyra bil. Tad eru hesir bådir lutir, sum koyri lærarin skal læra næmingin at skilja, og at hava åbyrgd fyri ti, sum er kring teg. - Tey ungu duga væl at koyra bil, men tey eru eisini uppald við bili. Tá Óli Jacobsen fyri 25 árum síðani fór at virka sum koyrilærari, noyddist hann at fáa eykaloyvi frá fútanum, tí eingin bein- leiðis koyrilæraraútbúgv- ing hevði verið framman- undan. Hann hevði tá koyrt taxakoyring í tvey ár, og treytirnar fyri at fáa hetta loyvi var, at annar persón- ur skrivaði undir, at Óli dugdi til hetta arbeiði. Ein starvsbróður í Auto skrivaði undir, og Óli Jac- obsen virkaði sum koyri- lærari í tríggjar mánaðar. So fór hann til koyri- lærararoyndina. Hetta var 3. september 1966. Óli Jacobsen: - Øll koyriundirvísing fór fram í bilinum. Tá høvdu vit ikki teori, so sum vit kenna tað í dag. Vit royndu tó at gera frá- læruna so væl hóskandi i HUAVOONMOR SG þu“ < sum til bar, eftir umstød- unum. Leigaði eitt kamar Í 1973 leigaði eg mær eitt kamar í býnum, har 10 næmingar fingu innivist. Eg fekk fatur í nøkrum gomlum skúlaborðum og einari lítlari talvu. Hetta var fyrsta stigið í royndini at gera koyriundirvísingina betri og eftir teimum regl- um, sum vóru galdandi aðrastaðni. Í 1975 varð Tórshavnar Teoriskúli stovnaður, har allir koyrilærarar í Havn tóku seg saman um hetta tiltak. Hvussu lærir tú t.d. ungan, kvikan 18 ára gamal drong at koyra bil, sum oftani bert hugsar um ferð og spennandi bilar, og sum kanska er millum teirra, ið seinni eru orsøk til ferðslu- óhapp? - Tað er eisini ein partur av arbeiðinum, men eg noyðist at ásanna, at tað fer mær kalt eftir bakinum, tá eg hoyri um ferðslu- óhapp ella vanlukkur. Um tað er ein bilfgrari, sum hevur verið næmingur hjá mær, hugsi eg um hvat er skeivt, frálæran ella upp- alingin. - Hóast tú roynir at geva gentum og dreingjum somu frálæru, so ávirkar tað kortini ikki á sama hátt. Dreingir og gentir ymisk í ferðsluni Tí royni eg altíð at taka mær serliga nógv av drein- gjum, tosi nógv við teir og royni at fáa teir at kenna ábyrgð í ferðsluni. Uttan at taka dagar mill- um mannfólk og konufólk, so mugu vit ásanna, at tað er meira spæl í mann- fólkum, og at konufólkini kenna meira ábyrgd, tá tey koyra bil. - Ikki bert tað, dreingir eru uppaldir ødr- vísi enn gentur, og tað hevur týdning í frálæruni. Í 1978 stovnaði Óli Jac- obsen egna koyriskúla og hevur síðani arbeitt har. - Ahuga mín fyri tí meira menniskjansliga í at koyra bil, og at læra næmingar- nir, hvussu umráðandi tað er at kenna seg sjálvan og medmenniskju síni í ferðs- luni, fekk eg á einum koyrilæraraskeiði í Noregi í 1977. - Hóast vit høvdu útbygt teori og koyriundirvísing- ina sum heild hesi árini, so var tað ein áhugaverd broyting, sum kom í, tá eg fekk vitan um, hvussu teir í Noregi undirvísti í ferðslupsykologi. Neydugt at kenna seg sjálvan - Hetta er læran um at tað er neyðugt at kenna seg sjálvan og onnur, sum tú ferðast millum í bili. Vit nýta sama frálærutilfar sum í Noregi, og tann maðurin, sum var skeið- leiðari hjá okkum, er í dag granskari í ferðslupsyko- logi. Í ár hava tveir norskir serkønir í koyriundirvísing verið í Føroyum og hildið skeið fyri koyrilærarum, og teir skipaðu eisini frá- læruna eftir sama mynstri. - Eg hugsi at hetta er rætta leiðin at ganga, um vit skulu læra ungdómin at ferðast í ferðsluni. un um)! "PÅN Oli Jacobsen, koyrilærari: - Tað er vorðið meira ! áhugavert at vera koyrilærari í dag, tí up 3 rir r bro I top IR Irulæru Í De meira serliga vid ti ferðslupsykologisku frálæruni Hvussu kanst tú ávirka bilfórarar til stórri ábyrgdarkenslu? - Eitt nú við at vísa á tilburðir í ferðsluni, orsak- að av ósketni, tosa við teir, fáa teir at skilja tað - eg kenni ongan annan møgu- leika, sum kann bøta um hesi viðurskifti. Í Danmark hava teir t.d. eina koyribreyt, sum tey ungu læra seg at koyra. Har er eitt kontroltorn við tekniskum tólum, sum koyrilærararnir kunnu gera óvirkin, soleiðis at næm- ingurin fær kenslu av, at hann ikki maktar koyri- uppgávuna. Hetta gevur næming- inum eina kenslu av, at hann skal fara varisligari fram. Tað hava teir havt góðar royndir við í Dan- mark. - Eg havi tó ikki havt so ringar royndir av teimum umleið 2000 næming- unum, sum eg havi lært at koyra bil. Hevur tú havt næmingar, sum ongantíð fingu koyri- kort? - Tað er bert hent í tveimum førum øll hesi árini. Um so er, at eg noyðist at ásanna, at fólk íkki kunnu fáa koyrikortið, havi eg sagt tað beinleiðis við tey, men eg kann ikki nokta teimum undirvísing. Bert læknin kann nokta einum næmingi at fáa koyrikort. Sjálvandi - um eg haldi at næmingurin nýtir óneyðugan pening og orku at fáa koyrikortið, so sigi eg honum tað. Er munur á at læra fólk at koyra bil í dag, og fyri 25 árum síðan? Fyrr var býurin langur og gøturnar smalar, men tå véru eingir privatbilar. Kortini vóru ferðslu- proppar tá, ti bilførarar kendu ikki so væl ferðslu- reglurnar. Eingi står ferðsluóhapp vóru kortini, tí ferðin i býnum var bert 30 km. og 50 km. uttan fyri Havnina. Stóra broytingin er at ferðaslan í dag er meira skipað og at fólk hava fingið góða frálæru. Áhugavert at vera koyrilærari Tað eisini vorðið meira áhugavert at vera er CT koyrilærari, tí upplæringin er broytt so nógv og lærutilfarið er m pen- ningin at bera seg rætt at í ferðsluni. Tá vit hava royndir áð- renn fólk fara upp til endaligu koyriroyndina, er altíð eitt evnið um menni- skjað - skeivleikar og dyg- dir, og tað er áhugavert fyri meg sum lærara at síggja, hvussu nógv næm- ingarnir hava tíkið undir við júst hesi frálæru. Er tað áhugavert at vera koyrilærari? - Mær dámar væl hetta arbeiðið. Tú hittir nógv fólk, men tað er eisini møtumikid at arbeiða við fólki, tí øll eru so ymisk. Vit kunnu íkki skapa menniskjuni eftir tí mynd, sum vit fegin vilja hava tey at vera t.d. í ferðsluni, men tað er altíð áhugavert at royna at fáa tað besta burturúr. - Tað hugsi eg er og hevur verið tað áhugaverða í hesum arbeiði, sigur Óli Jacobsen at enda. Dagny