týsdagur 11. juni 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Friðalig
stevna
Eystanstevnan varð hild-
in í Runavík um viku-
skifti og stevnan var Ó-
gvuliga friðalig. Einki
rok var í dansinum og
tað var vanligt fyrr.
Átta bilførarar vórðu
tiknir fyri at koyra við
kenning, annars hevur
politiið í Runavík havt
lítið at gera um viku-
skiftið.
jústinus
Bátar
stolnir
Onkur hevði hug at flóta
á Eystanstevnu. Eitt 10-
mannafar varð tikið nátt-
ina til sunnudagin.
Brotið var inní bátin,
báturin er nú afturfunnin
í Havn. Og hann hevði
fingið nakað av skaða
Ein alibátur varð tíkin
úr hylinum við Bakka-
frost um vikuskifti. Hann
varð funnin aftur við
eina lítla bryggju einar
300 metrar longur inni á
fjørbinum
Vakthavandi å Politi-
stødini i Runavik sigur,
at okkurt var galid vid
motorinum og hetta er
orsøkin til at báturin ikki
er komin longur.
jústinus
Triggir AIDS til-
urðir í Feroyum
Ein er deyður av AIDS-sjúkuni í Føroyum í ár, sigur Pál Weihe,
fungerandi landslækni.
AIDS er ein veruleiki í
Føroyum. Try HIV positiv
høvdu pr. 1. januar i år
fingið sjúkuna AIDS. Og
landslæknin hevur kunn-
leika til seks sum eru
HIV-positiv.
--Vit hava spurt fung-
erandi landslæknan, Pál
Weihe, um nakar er deyð-
ur av sjúkuni?
--Jú, ein er deyður í
Føroyum av sjúkuni í ár,
sigur hann.
Tað eru nógvir før-
oyingar sum lata seg
kanna fyri at vita um teir
eru HIV-positivir. Frá
1988 og til mei-mánað í ár
eru 6357 fólk kannaði á
landsjúkrahúsinum. Harav
eru 5625 blóðgevarar, 333
eru kannaði og navnið er
komið í journalirnar og
409 eru kannaði uttan at
sjúkrahúsverkið kennir
nøvnini á teimum.
A Klaksvíkar sjúkrahúsi
eru 990 kannaði, harav eru
925 blóðdonorar, 52 sum
&
hava uppgivið navn og 13
dulnevnd.
Á Suðuroyar Sjúkra-
húsið eru 535 kannaði,
harav 515 blóðgevarar. 10
eru kannaði av sínum ein-
tingum og tey hava
uppgivið navn meðan 10
eru dulnevnd.
Fólk hava møguleika at
fara ul kommunulækna og
fáa hann at skriva ein seðil
til laboratoriini á sjúkra-
húsunum fyri at fáa fólk
kannaði, tá er tað bert
kommunulæknin sum veit
hvør verður kannaður.
Allir blóðgevarar skulu
kannast fyri at vita um teir
eru HIV-positivir, og
somu reglur eru galdandi
sum í Danmark.
jústinus
Pål Weihe, í løtuni
landslækni. Allir
blóðgevar skulu kannast
fyri HIV-smittu eftir
somu reglum, sum eru
galdandi í Danmark
Nr. 107 — 11. juni 1991
Promillur
Tveir bilfgrarar í Havn
noyddust at lata blóð um
vikuskiftið, fyri at vita
um teir uppfyltu lógar-
innar krøv, fyri at sita
edrúir aftan fyri róðrið.
Og úrslitið var, at teir
nú eru skuldsettir fyri at
koyra við kenning. Fyri
framman bíðar eitt
rættarmál í Føroya rætti.
jústinus
Friðalig
heima
Eysturoyingar eru sum
heild friðaligir innan-
durða, ella verður húsa-
ófriður ikki fráboðaður
politinum. Tí meðan
politiið í Havn hvert
einasta vikuskifti verður
boðsent orsakað av
húsaófriði, so kemur
hetta næstan ikki fyri í
Eysturoynni.
Vakthavandi á politi-
stødini í Runavík sigur,
at teir hava ikki fingið
fráboðan um húsaófrið
meðan stevnan varð, og
tað er langt ímillum, at
teir verða boðsendir or-
sakað av tílíkum.
jústinus
Sendiharravitjan
á Sosialinum
Norski sendiharrin í Danmark, Arne Arnesen,
var í farnu viku á vitjan í Føroyum, og vitjaði
hann millum annað á Sosialinum hósdagin
Norski sendiharrin var frá
týsdegnum til leygardagin
gestur hjá norska konsl-
inum í Føroyum, Dánjali
Magnussen, sakførara, i
sambandi vid almenna
vitjan, har hann millum
annað vitjaði landsstýrið,
ríkisumboðið og aðra-
staðni.
Hetta er næsta vitjans
sendiharrans í Føroyum,
síðani hann varð settur í
starv í Keypmannahavn
fyri hålvumødrum ári síð-
ani.
Ein av orsøkunum til, at
hann kom hendanvegin í
farnu viku, var at sam-
stundis vóru bæði víkinga
skipið >Gaia< og song
kvinnan Sissel Kyrkjebó
eisini á vitjan her, eins og
Norges Eksportrád skipaði
fyri framsýning á Skála-
trød.
Vitjaði fjølmidlarar
Hósdagin var so Arne
Arnesen saman vid konsl-
mum Dånjali Magnussen
og vitjaði fleiri av før-
oysku fjølmidlunum.
Millum annad var hann
å Sosialinum og kunnadi
seg um bladutgåvuna her,
hvussu tað er at vera stør-
sta føroyska blað á tann
hátt, at Sosialurin er ein-
asta blað, ið kemur út
fimm ferðir um vikuna og
annað, sum áhugavert
kundi vera at tosa um í
sambandi við blaðið.
Fyrrverandi
journalistur
Arne Arnesen er sjálvur
fyrrverandi journalistur, so
ikki var so løgid, at hann
hevði áhuga fyri tí, ið fyri-
ferst í lítla — men tó stóra
— føroyska blaðheiminum.
Sum skiltist var sendi-
harrin vælnøgdur við ferð
sína í Føroyum á hesum
sinni, og helt hann seg
hava fingið nógv burturúr.
hj.
Norski sendiharrin í
Keypmannahavn, Arne
Arnesen, sum í farnu
viku vitjaði í Føroyum,
var millum annað og
vitjaði á Sosialinum.
Mynd: Hilmar Jan
SSR SOS ss 0