Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juni 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 107 — 11. juni 1991 Matur og mentan F - í Norðurlandahúsinum Hevur tú hug at fara út at eta ein vanligan týsdag í summar, ella hevur tú gestir, sum tú fegin vil bjóða til áhugat tiltak, so er Norðurlandahúsið svar- ið. Har ber til at fara til Føroyskt Mentanarkvøld, har borðreitt verður við ymsum sløgum av fiski, rekjum og skerpikjøti 0. 9. góðum mati. Kostnaður fyri slíkt kvøld er 150 krónur, men av tí at bert ber til at borðreiða fyri 200 fólkum og tí salurin rúmar 400 fólkum, kunnu áhugaði síggja framførsluna, hóast pláss ikki er til borðhaldið. Tá kostar atgongumerkið bert 50 krónur. Norðurlandahúsið fer nú undir summarskránna, sum er frá juní til og við august Á tíðindafundi fríggja- dagin greiddi Jan Kløv- stad, stjóri í Norðurlanda- húsinum frá ymsu tiltøk- unum, sum stovnurin hev- ur at bjóða føroyingum og útlendingum, ið ferðast hendavegin í ár. Serliga áhugavert er partur á skránni, sum hev- ur fingið heitið Føroyskt Mentunarkvgld, sum er annan hvgnn týsdag í summartíðini. Hetta tiltakið varð eisini ' roynt í fjør, og tá visti tað seg, at føroyingar eisini høvdu stóran áhuga at fara í Norðurlandahúsið at eta føroyskan mat og til fram- førslurnar, sum skuldi visa útlendingum, brot úr før- oyskari mentan. Programleiðari Mikkjal Helmsdal, sjón- leikari hevur fingið til uppgáva at samskipa ment- anarpartin av føroyakvøld- inum. Hann skal skipa skrånna og syrgja fyri øllum, sum hevur vid framførslurnar at gera. Mikkjal Helmsdal: - Vit hava roynt at skipa eina fjøllbroytta skrå, soleidis at vit kunnu vísa so nógvar síður av føroysku ment- anini, sum til ber. - Viðvíkjandi skránni, so hava vit hugsa um tilfar, sum bæði føroyingar og útlendingar kunnu hava áhuga fyri. - Her hugsi eg um, at nógvir útlendingar sum vitja í summarfritidini, eis- ini búgva hjá føroyingum. - Vit vilja oftani vísa gestum okkara tað, sum vit sjálvi halda vera áhuga- vert, og so mikið meira føroyskt kann slíkt kvold vera, tá ferðafólk fáa høvi at vera saman við føroy- ingum. Mikkjal Helmsdal byrj- aði fyri trimum vikum síð- ani at arbeiða við skipanini av mentanarkvøldunum. Ætlanin er at nakrir fastir tættir verða, eitt nú før- oyskur dansur og ljós- myndargð hjá Inga Joen- sen. Mikkjal Helmsdal: - Hin parturin verður síðani tíðindablaðið Síða 5 Mikkjal Helmsdal: - Vit hava roymt at skipa eina skiftur út so hvort sum frá- fjóllbrottta skrá, soleiðis at líður. Hetta er í høvuds- heitinum brot úr sjónleiki, klassiskur tónleikur og vísusangur. Í kvøld er skráin henda: Norðurstreymar Dansifel- ag sýnir føroyskan dans, ljósmyndargð hjá Inga Joensen, limir úr Tórs- havnar Strúkikvintett fram- fóra, Carl Johan Jensen lesur egnu yrkingar á før- oyskum og donskum máli, Hanus G. Johansen syng- ur til tekstir eftir Johan Herman Wessel og Pól F. Súsanna Tórgarð og Bir- ita Mohr framføra yrkingar eftir Róa Patursson í sjón- leiki og tónleiki. Hanus G. Johansen fram- fórir løg til tekstir eftir T.N. Djurhuus, William Heinesen, í svenskari um- seting eftir Inge Knutsson og Pål F. Dansarar úr Havn fram- føra ballettina "Gerandis- dagur í Havn" vid tónleiki eftir Paula í Sandagerði, við fylgispæli hjá Tórs- havnar Strúkikvintett. Feroyingar og út- Tað var sera trupult at fáa atgongumerki til føroya- kvgldini í Norðurlanda- húsinum í fjór summar, serliga tí fyrireikarnir ikki høvdu væntað so stóra vit kunnu vísa so nógvar síður av fóroysku mentanini, sum til ber undirtøku. I år ber til at bileggja atgongumerki i góðari tíð, á Kunningarstovuni ella í Norðurlandahúsinum. Jan Kløvstad sigur, at tað ikki ber til bert at koma nidan í Norðurlandahúsið at eta føroyskan mat. Norðurlandahúsið hevur 3 mió. krónur at nýta til mentanararbeiði árliga. Bert tann parurin, sum snýr seg um summar- skránna hjá stovninum „er mettur at vera um 800.000 krónur. Hóast rúgvusmikla skrá í summarhálvuni, sum eisini umfatar mong, mong onn- ur tilboð enn júst hetta, so er tað grundað á, at Føro- yska Metnanarkvøldid skal fíggja seg sjálvt, við at- gongumerkjunum. Dagny Kjeld & Hilda vitja I Førovum Friggjadagin 14. juni koma kendu donsku tónleikara- hjúnini Kjeld á Hilda Heick til Føroya at spæla til dans i Gundadalshøllini í Havn fríggjakvgldið 14. juni kl. 23 og i VB-høllini i Vågi leygarkvøldid 15. juni kl. 23. Tad er N.H.F. Booking i Klaksvik, sum hevur fing- ið vitjanina í lag, og i tíðindaskrivi verður upp- lýst, at tað oftani hevur verið boð eftir Kjeld á Hildu at koma til Føroyar, men at hjúnini ikki hava havt stundir fyrr enn nú. Av tí at Kjeld á Hilda spæla og syngja eldri løg, sum er at kalla gamla- mannadansur, er aldurs- markið sett til 20 ár. Spæld vera løg, sum Kjeld á Hilda eru kend fyri at framføra, td. "Vi skal gå hånd í hånd,” ” Lad os leve hver for andre" og "Ved Landsbyens gade- kær.” Umframt donsku hjúnini, fara eisini Harmonikutrioin at spæla hesi bæði kvøld- ini. Tvangsauktion På dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn afholdes Fredag den 28. juni 1991 kl. 09.20 tvangsauktion over matr.nr. 87 k, Norðraggta, tilhørende Snorri Joen- sen. Ejendommen er et beboelseshus, op- ført i 1979-80. Det bebyggede areal udgør 194,74 m? i 2 etager. Grundens areal er 770 m?. Auktionen er begæret af P/f Húsalán v/ Advokatskrivstovan. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokatkontor. Auktionsdokumenterne ligger til gennemsyn pá dommerkontoret. Færgernes fogedret, den 07.06.91 Lasse S. Christensen fm.