týsdagur 11. juni 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 107 — 11. juni 1991
Síða 9
B68 framvegis fyrsta
Sigurin til góðar
Megnaðu ikki at halda torn, tá teir tóku
GI leiðslu aftur, men leikliga framgongdin
bendir á, at fyrsti sigurin ikki er so langt
burtur
1. deild: B6—GÍ 2-2(0-1)
0-1: Magni Jarnskor
(26. min.)
1-1: Ingolf Petersen
(59. min.)
2-1: Stanislaw Scroc-
zynski (72. min.)
2-2: Rúni Justinussen
(85. min.)
GÍ plagar at hava gott tak
å 68 å Svangaskardi og
B68 stendur seg vanliga
væl i Gøtu. Fyrri parturin
av oyggjauppgerðini stað-
festi traditiónina, tí GÍ
streyk av stað við eðrum
stiginum, og tað var fult
uppiborið. Hinvegin
kunnu toftamenn iðra seg
um, at teir ikki megnaðu
at halda leiðsluna síðstu
letuna.
Best undan
lotinum
B68 kom fram um 2-1
ímóti lotinum. Enn eina
ferð fingu vit staðfest, at
viðvíkjandi skipaðum fót-
bóltsspæli roynist tað ofta
minst líka væl at hava lot-
ið ímóti sær. Tí hóast tal-
an langt frá var um niður-
spæling av GÍ miðvellin-
um, so bleiv hesin fyrra
partin av 2. hálvleiki í alt
sterri mun trýstur á egna
hálvu.
Fyrra toftamálið var
klárt skotið úr rangsteðu:
Stan leggur innfyri úr
vinstru, vindurin ber bólt-
in út í brotsteigin, har
Jákup Eli (leikti hegri
vongverji!) stútar til leys-
an Ingolf, sum drenar í
netið. Bæði hann og annar
toftamaður vóru týðuliga
rangstaddir, tá avlever-
ingin fall, men væl plaser-
aði linjuverjin gav yvir-
fyri dómaranum til kenn-
ar, at nú var javnað!
Málmans fusk
Leiðslumálið var væl
spælt, men at mál spurd-
ist burturúr, noyðist
óroyndi Trúgvi í málinum
at taka á seg: Samanspæl
í hegru endar við at Stein-
ar smýgur millum tveir
verjuleikarar til baklinj-
una. Målverjin megnar
ikki at halda lætta inn-
legginum, og Stan letur
sær ikki bjóða tvær ferðir,
tá málið gapar víðopið.
At B68 helt á við nógv
fram stýrdum spæli eftir
leiðslumálið kann í eftir-
metingini metast gáloys-
ið. Getumenn vóru vanda-
miklir í snarálopum, og
júst í slíkum javnaðu teir:
Magni sendi álopssinnaða
Rúna í hegru avstað við
frálíkum diagonalbólti.
Pólski spælarin
hjá B68, Stan
Scroczynsky,
fegnast um mál
sitt til 2-1.
Mynd:
Hilmar Jan
Hann gerst púra leysur og
smekkar í nettakið úr 13
metrum.
GÍ átti
1. hálvleik
Tikið saman um var út-
javningin upp á pláss: GÍ
hevði stóra leikliga yvir-
vág 1. hálvleik. Miðskeið-
is í hálvleikinum gav tað
úrslit: Álop verður bygt
upp við tí tolsemi, sum
ofta í hesum dystinum og
annars í flestu dystum
saknast.
Frálíkt verður av
Antoni spælt í hol til
Magna, sum úr 22 metra
fjarsteðu tekur kjansin.
Olaf átti at havt bjargað,
men hann var ov uttar-
laga staddur, og slerdi
bóltin í nettakið.
Heilt víst er, at GÍ eigur
fleiri sigrar á. Um ikki í
sama mun sum á heima-
velli móti TB, so var leik-
urin í stóran mun álops-
kendur, og teir mugu
finna seg í at vera greiðir
favorittar móti sumbing-
um á heimavelli.
B68 noyðist lata sær
lynda at halda summarfrí
í niðurflytingarvanda.
Spælið kann gerast nógv
betri. Tað er batnað, og
við hækkandi formkurv-
uni, teir plaga at vísa
seinnapartin av kapping-
ini og við Jens Christiani
og Oddmari aftur til taks,
eiga teir at varðveita steð-
una sum 1. deildarlið. Men
tað krevst at arbeitt verð-
ur fyri sakini. Um tað
longu komandi vikuskifti
ber stig í sær í Vági er
langt frá víst!
-nn-
Framhald av síðu 7
eftiransadar ålopsleikarar.
Ungi miðverjin, Tumm-
as Magnussen, vinnur
eina rúgvu av bóltum.
Tað er hansara styrki,
men hon kemur ikki til sín
fulla rætt, tá hann skal
standa fyri stórum parti
av uppspælinum við long-
um avleveringum. Bóltar-
nir flúgva omanfyri
Johnnie Skibenæs, sum
trivist best i spæli niðri á
vøllinum.
Rúni Justinussen, sum
Í seinastu minuttunum
javnaði fyri GÍ til 2-2
á Toftum, er her um at
sleppa leysur frá Eyð-
finni Jacobsen, B68.
Mynd: Hilmar Jan
Altso NSI: Finn ut av
arbeiðsbýtinum, m.a. at
Eyðun og Johnnie mynda
uppbyggjandi spælið, so
fæst meira burtur úr
fræga leikaratilfarinum!
bg 117 bg
sk