Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juni 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 tíðindablaðið |sosialurin| Nr. 107 — 11. juni 1991 TB hevði snælið — VB fekk málini TB-VB 0-2 (0-1) 0-1 Jan Allan Miiller (9.) 0-2 Rúni Nolsøe (89.) Lagið mundi vera gott á vágbingum, tá teir sunnu- dagin fóru suðuraftur til Vágs, eftir at teir á Sev- mýri høvdu vunnið á arva- fíggindanum TB. Ikki nóg mikið við, at teir høvdu vunnið, men enntá við tveimum málum Orsøkin til, at vágbingar mundu vera serliga glaðir, var at teir eisini høvdu verið ótrúliga hepnir, at teir kundu vinna dystin. Serliga í seinna hálvleiki hevði tað nevniliga verið TB, sum ráddi fyri at kalla øllum ti, ið fór fram á vøll- inum á Sevmýri, meðan VB lá har afturi í verjuni og lúrdi eftir kontramøgu- leikum. Og hetta var taktikkur, ið loysti seg. Legið mál Í 89. minuttinum fekk VB nevniliga sligið sær sigurin fastan við næsta málinum. Umstødurnar kring hetta málið vóru eitt sindur løgnar. Tað, sum hendi beint frammanundan, var at Per Joensen hjá VB var á veg Stóðan, 1. deild menn B36 7 7 TB 7 4 VB 7 2 KÍ 7 23 GÍ. 7 3 NSI 7 3 HB 7 3 MB 7 2 B68 7 0 Sum 7 ] 00 196 14 I 2 1110 9 32 1.837 3 2 9- 8 7 3 2 1313 7 Í 3 7-9 7 0 4 14-13 6 2 3 5-8 6 4 3 7-14 4 i 5 9-16 3 móti málinum, tå púra rætt verður floytað fyri rang- stóðu. Hóast hetta helt vágbing- urin fram við bóltinum heilt inn móti málinum, har TB-målverjin Rolf Sø- rensen >tók ímóti< vid al- boganum í andlitið á VB- spælaranum, sum beinan- vegin datt niður. Helst ein gerð, ið gjørði Rolf fortjentan til kort. Læt mannin liggja Dómarin steðgaði tó ikki spælinum meira enn so, at hann gav boð um, at TB skuldi taka frísparkið fyri rangstøduna, og læt annars mannin verða liggjandi. Og meðan hann lá har, stóðu tveir TB-spælarar rundanum hann. Tá teir eftir øllum at dóma skiltu, at spælið var farið í gongd aftur, og at VB hevði fingið fatur á bóltinum. skundaðu teir sær at renn út fyri at trekkja VB-arar- nar í rangstøðu. Hetta sinai og brádlig bæði Jan ATI an og g Rúni blankafríir, n Állani n ýtti ru vOfU t hert at tDert á iD målid til endaliga sigurin 2-0. VB tidliga å odda Dysturin byrjadi annars vid, at TB vid stormi kom fram móti VB-målinum, og longu í fyrstu fimm minuttunum høvdu einar tvær ferdir verid ålvarsliga bod eftir vågbingum, men Bjarni Johansen stóð so væl i målinum, at einki spurdist burturúr. TB helt fram vid at trysta eina løtu enn, men so byriadi VB so spakuliga at koma fyri seg, og at VB longu i 9. minuttinum fekk fyrra málið, kom dátt við hjá TB, sum heilt týðiliga hevði lagt seg eftir at fáa eina skjóta leiðslu í dyst- inum. Eftir málið gjørdist javn- ari spæl, har bæði liðini høvdu málkjansir, men einki kom so burturúr teimum. TB hart trýst á VB Hvat TB-venjarin hevur givið monnum sínum boð um í hálvleikssteðginum ber ikki til at endurgeva vr r . Fi rn oar men ecitir iB spælinum at døma, hevur tað verið ein strangur ordri um, at nú skuldu vágbingar trýstast av øllum alvi, so TB kundi fáa mál burturúr spæli sínum. Í hvussu er legði TB allar ára í sjógv og setti á, so ein ikki kundi vænta annað, enn at tað nú fór at muna. Men hetta høvdu vágbingar óivað roknað við, tí samstundis løgdu teir seg aftur á vøllin at spæla verjuspæl og so vóna, at onkur kontra- kjansur kom framvið. Tí gjørdist úrslitið eisini hareftir, og var tað TB, sum hevði at kalla alt spælið, men VB, sum hevði teir størru kjansimar. TB hevði havt Oluf at mansuppdekka Jan Allan, men í seinna hálvleiki høvdu Jan Allan og Jón Pauli Joensen bytt um, so Jón Pauli nú var har frammi, og Jan Allan á miðjuni. Tit ringja — vit skriva NV VB-taktikkurin vann Men hvussu var og ikki, so fekk TB bara einki mål burturúr. Og tá avtornaði, hevði tann sera defensivi taktikk- urin hjá vágbingum vunnið á glaða fótbóltsspælið tvøroyrarmanna, sum ikki fingu inn í eyga hóast stóra spælyvirvág allan seinna hálvleik. At TB ikki hevði Hen- drik við, vísti seg eisini at ávirka, tí har varð ov lítil broddur í fremsta spíss- inum. Skal TB sleppa úr hesum aldudalinum — hóast liðið er á 2. plássi við tveimum stigum fleiri enn næstu liðini — má effektiviteturin fáast upp á pláss. Tað sær gott út, tá liðið hevur alt spælið, men tað nyttar ikki minsta petti, tá málini ikki fylgja við. hj. Ringið telefon 1 NSÍ eina í oddinum Av tí at EB og GÍ spældu javnt um vikuskiftid, ligg- ur NSÍ eftir sigurin á B36 einsamalt í oddinum í 2. deild hjá kvinnunum. EB og GI hittust niðri á mølini á Eiði, har tað eydnaðist nidurflytarunum úr 1. deild í fjør, GÍ, at fáa annað stigið við sær heim- aftur. Dysturin endaði nevni- liga við javnleiki 1-1. Mál- skjúttar vóru Erna Olsen, EB og Mona Hansen, GÍ. Í Runavík vóru B36- kvinnurnar komnar á vitjan at spæla stevnudystin, sum tær tó taptu til síðst. Allan fyra hálvleik og stóran part av seinna gekk javnt á, og B36 kláraði eis- ini at halda tørn til 2-2, men so var orkan uppi, og tað kvika NST-ål pið fekk valuta fyri n.økur álop við tveimum málum, so enda- liga stødan gjørdist 4-2 Eydna Hansen skjeyt tvey av målunum fyri NSI, medan Hildur Hansen og Beinta Johansen skutu hvør sitt. Målini hjå B36 skutu tær bådar ungu Ju- dith Joensen og Eva Vang. B71 møtti ikki Í Gundadali vóru sum- biarkvinnur á vitjan hjá HB, og vístu tær, at í Sumba býr eisini eitt mergjað konufólkaslag, tá tær vunnu 3-0 á HB. Margit Steinkross skjeyt øll málini hjá Sumba. Fjórði dysturin skuldi verða spældur á Skála millum Skála og B71, men av tí at kvinnurnar av Sandoynni ikki møttu, vann Skála dystin 0-0, sum fyriskrivað er í kapp- ingarreglunum, tá lið ikki møtir upp. hj. NSI 6 EB 6 GI 6 Sumba 5 B36 6 Skála 6 B71 5 HB 6 Stødan, 2 deild kvinnur 01 4 10 I Í 114 9 21 M6 58 0 1 12.7 S I 3 9.14 5 0 4 3.13 4 I 4 4-13 1 I 5 1-15 1