Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juni 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Jóhan Petersen, Eysturoy Alt opið - Hóast EF-spurningurin hevur verið havdur á lofti á fleiri sambandsfundum, so er stóða ikki tikin fyri EF-limaskapi í sambands- flokkinum forstaðið sum landsfundinum. Hetta sigur Jóhan Peter- sen, sum umboðar Eystur- oynna í landsfelagnum. Tað, sum eysturoying- urin serliga hefur seg við, er, at í áravís hevur eingin torað at tikið EF-málið upp - Eg sigi ikki, at tað er rætt at taka stóðu fyri EF- limaskapi og heldur ikki tað øvugta, men tað gong- ur ikki at sleppa okkum undan orðaskiftinum og eini avgerð, sigur Jóhann Petersen og leggur aftrat: - Viðurskiftini í heim- inum broytast alla tíðina, sigur Jóhan Petersen. Sum er fer 80% av føroyska útflutninginum til EF- lond, so sama um vit gera nakad ella einki, so vera vit neydturviliga fyri broytingum. Ti mugu vit taka spurningin i ålvara og hava part í broytingunum og ikki bara lata tær henda. Jóhan Petersen gevur Edmundi Joensen rætt í, at fer Noreg uppí og kanska Ísland, so hevði tað uttan iva verið fyrimunur í, at verið undan teimum í felagsskapinum, tí annars kunnu vit koma í ta støðu, at vit sleppa ikki av við føroyskar fiskavørur. Um egnu stødu sina sigur Jóhan Petersen: - Eg havi ikki tikid endaliga stødu enn, sigur hann og leggur aftrat, at so leingi vit ikki vita meira um fyrimunir og vansar vid at standa uttanfyri EF, at gerast EF- limir ella eini frí- handilsavtalu, so ber ikki til at taka støðu í málinum. - Tí mugu vit hava meira at vita, og so leingi stendur alt opið, sigur Jó- han Petersen at enda. Petur Djurhuus, Suðuroy Ikki heilt greitt... | Við rattið | er tað tú | sum ræður ferðini! tr «af HOVLIGA + FF. Nr. 108 — 12. juni 1997 Hl +” x»% rr | -] S p sy sy WWW bs LOKOMOTIVID Føroyska EF-lokomotivið er farið at draga: Finnbogi Arge, Trygvi Guttesen og Edmund Joensen. Vit hava spurt í landsnevnd Sambands- floksins um teirra stóðu til EF og til EF-stóðutakanina hjá lokomotiv- inum. Svarini benda á, at tað verður tungt at draga fyrstu tíðina... - Eg búði í Danmark, tá danir fóru uppí EF, og eg haldi ikki, at teir eru vorðnir minni danir fyri tað, burtursæð frá, at teir eru vorðnir so nógv meira effektivir, sigur Petur Djurhuus, formaður í sambandsfelagnum í Suðuroy. Í hesum liggur, at vit verða ikki minni ella verri føroyingar, fyri tað um vit verða EF-limir. Sjálvur er hann í iva í EF-spurninginum. Er tað SO, at vit - sum tað frættist at íslendingar hava fingið at vita - kunnu fáa lima- skap og kortini varðveita avgerðarrættin viðvíkjandi fiskirikidøminum við Før- oyar, so er tað i lagi. Tað avgerandi fyri Sambands- flokkin er at hava so gott samstarv vid onnur, sum til ber. Men Sambandsflokkur- in hevur ikki enn tikid av- gerd um, at rættast er at søkja um limaskap. - Á landsfundinum varð eingin avgerð tíkin um hetta, og í lokalfelagnum hava vit ikki havt spurn- ingin til viðgerðar, sigur Petur Djurhuus, ið vísir til úttalilsi hjá Edmundi Joensen í útvarpinum um, at flokkurin skal kallast saman, áðrenn Sambands- flokkurin tekur eina enda- liga avgerð. Páll Poulsen, Kollafjórður Krónur og oyru Sambandsfelagið í Norð- streymi hevur ikki tosað um EF-spurningin. Tað upplýsir sitandi formað- urin, Páll Poulsen. - Edmund hevur per- sónliga eina støðu, sum vit gll kenna og sum hann tekur út frá sær, sigur Páll Poulsen. At hann so hevur onkran í leiðsluni aftrat sær, ger tað sjálvandi ikki til floksins stødutakan. Páll Poulsen heldur, at so leingi, evnið ikki hevur verið fyri á einum lands- fundi og til atkvødu- greiðslu, so er tað - við út- spælinum frá Edmundi - á einum 'startplani', sum hann tekur til. Sjálvur heldur norð- Streymingurin, at tosið um Jan Johannesen, Unga Sambandi US íkki tikið Unga Sambandið hevur ikki vidgjørt EF-spurn- ingin og hevur tískil held- ur ikki tikið Spurninginum. Hetta upp- lýsir Jan Johannesen, for- maður í ungdómsfelag- num. - Sjónarmiðini, sum Ed- mund Joensen hevur borið fram, er eitt upplegg, sigur Jan Johannesen, ið ikki vil gera viðmerkingar til, um stóðu i formaðurin hevur verið ov braðneggjaður í sínum út- talilsum. Jan Johannesen er samdur við Edmund Joen- sen í, at fer Noreg uppí EF, so ber íkki úl hjá Føroyum at standa uttan- fyri. Hinvegin er hann ósamdur við formanninum í, at Føroyar eiga at sleppa sær upp í EF straks fyri at vera undan Noregi: at vit hvørva sum før- oyingar, verða vit limir í EF, er fjas; sama er við spurninginum um her- skyldu: hertænasta er longu sjálvboðin í flestu londum og verður søga um nøkur ár. Er tað ein fyrimunur í krónum og oyrum, so er tað í lagi at fara uppí. Spurningurin um sjálvsavgerðarrætt skal eisini havast í huganum. - Hann skal tryggjast okkum ella noyðist EF at samsýna okkum á annan hátt, eftirsum vit eru so heft at fiskivinnuni, sigur Páll Poulsen, ið roknar hetta sum ein samráðing- arspurning. sigðu - So leingi Noreg ikki fer uppí, so eiga vit at fáa ' eina so fræga fríhandils- avtalu, sum til ber, sigru Jan Johannesen, ið leggur aftrat, at Unga Sambandið helst eins og Sambands- flokkurin fer at taka enda- liga stóðu í EF-málinum í heyst.