Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juni 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 108 — 12. juni 1991 David og Goliat Risastóra norska ferðamanna- skipið Royal Viking Sun vitjaði Havnina við 700 amerikansk- um ferðafólkum Alt er relativt her á foldum. Tá Smyril ella Teistin leggja at í Havnini tykjast teir rættuliga stórir í mun til smærru strand- faraskipini. Men tá Nor- rýna liggur við bryggju fána tey burtur Mánadagin lá eitt risa- stórt norskt ferðamanna- skip, Royal Viking Sun á redini uttanfyri Havnina. Skipið er 37.845 tons og tá Norrgna fór avstað og sigldi fram við skipinum, var ikki nógv um Norrønu. Her var munurin millum David og Goliat. sum Månadagurin var merkt- ur av négvum amerikan- skum práti í gøtunum i Havn og eisini vórðu ferðafólkini á ferð uttan- fyri Havnina. Hetta eru fyrstu ferð at Royal Viking Sun er í Føroyum, skipið er skrå- sett á Bahama-oyggjunum og manningin er fyri tað mesta filippinarar. Allan mánadagin sigldu bátar aftur og fram við ferða- fólki. ; Skipið kom úr Íslandi og á middegi týsdagin fór tað avstað aftur, fyrst til - Edinburgh í Skotlandi, sidan til Bergen og ferðin endar í Keypmannahavn, har ferðafólkini fara heimaftur til USA við flogfari. Ferðin endar 17 juni og hevur tá vart í tríggjar vikur. jústinus Mánadagin var lívligt á Bursatanga, tá ferðafólkini vórðu flutt í land. Mynd: Kalmar Fosturtókurnar í Fóroyum Minka nógv Í fjør vórðu væl færri fosturtøkur framdar á føroysku sjúkra- húsunum. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsið var ongin forstur tóka í fjór og í fyrrárið. Í fjør vórur 81 forsturtøkur framdar innan føroyska sjúkrahúsverkið. Og kvinnurnar sum fingu tikið fostrið vórðu allar yvir 14 ár. 77 fosturtøkur vórðu gjørdar á landsjúkrahús- inum, ongin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og fýra á Svduroyar Sjúkrahúsi. Hyggja vit eftir tølunum fyri 1989 so síggja tølini annarleiðis út. Tá vórðu 93 fosturtøkur framdar á landsjúkrahúsinum, hetta er tað mesta nakrantíð, framvegis ongin á Klaks- víkar Sjúkrahúsi og tvær á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Í 1989 vórðu tilsamans 95 fosturtøkur framdar innan — er altíð á staðnum føroyska sjúkrahúsverkið. Lógligt Fosturtøka er lóglig í Føroyum, hóast lógin ikki hevur so rúmar ræsum sum tann danska, har ein og hvør kvinna kann fáa fostrið tikið, ynskir hon tað. Sambært lógini kann ein sjúkrahúslækni á før- oyskum sjúkrahúsi fremja eina fosturtgku, um lív móðurinnar er í vanda ella um sjúka ger hetta neyð- ugt. Eisini kann ein kvinna, sum ikki ynskir at eiga barnid fåa framda fostur- tøku i Føroyum. Tå skal læknin, sum fremur fost- urtøkuna, hava fingið eina góðkenning frå einum ødrum lækna. Hóast tøl ikki finnast fyri tí, so er tað vanligt, at føroyskar kvinnur, sum ynskja forsturtøku, leita sær til Danmarkar fyri at fáa hesa gjørda. jústinus VALUTAKURSIR 11.6 síðsta mán. Dollari .. 680,55 662,75 Pund ... 1134,25 1133,60 Markur . 384,70 384,04 Kréna .. 107,03 107,15 Kréna 98,62 98,55 Frankur . 113,50 113,25 Frankur . 18,700 18,670 Frankur . 450,25 451,10 Gyllin... 341,50 340,90 0,5180 0,5173 162,90 161,44 11,00 10,95 54,670 54,590 6,215 6,202 4,3700 4,4120 Dollari .. 59450 579,75 Japan Yen .... 4,8100 4,8030 Írland Pund ... 1030,00 1027,50 Griíkkaland Drakmur 3,5300 3,5060 USA Bretland V-Týskland Svøriki Noreg Frakland Belgia Sveits Holland Ítalia Finnland Ísland Eysturríki Spania Portugal Kanada Skillingur Pesetas . Escudos Kelda: Føroya Sparikassi Vanlukkutrygging Fyri ikki at verða fyri ov stórum fíggjarligum missi, um vanlukkutilburður berst á, er neyðugt at hava tryggingarviðurskiftini í lagi. Tryggingarslegini eru: Vanlukkutrygging av hjálparfólki á sjógvi og landi — løgskipa6 Tey, ið hava fólk í arbeiði á sjógvi ella landi, hava skyldu til at halda arbeiðsfólkið van- lukkutryggjað. Eigarar av skipum og bátum yvir 4 tons hava skyldu til at vanlukkutryggja mann- skapið. Heimatrygging av sjófólki løgskipad. Tey, ið vinna meir enn 1/5 av årsinnløguni av sjónum, hava persónliga tryggingarskyldu. Sjálvboðin arbeiðsvanlukkutrygging sjålvkravd. Arbeidsvanlukkutrygging fevnir um van- lukkutilburðir, ið henda í persónligum arbeiði hjá tryggjaða. Hartil fevnir henda arbeiðsvanlukkutrygg- ing eisini um vanlukkutilburðir, ið henda beinleiðis á veg til og frá arbeiðsplássi. Sjálvboðin frítíðarvanlukkutrygging sjálvkravd. Frítíðarvanlukkutryggingin verður teknað sum uppískoyti til arbeiðsvanlukkutrygging- ina, so tryggjaði eisini er vanlukkutryggjaður í frítíðini. Vanlukkutryggingin gevur nærri upplýsingar og leiðbeiningar. Ringið, skrivið ella støkkið inn á gólvið. Tað er lívsneyðugt... Í — Or Í TEROVA Foroya Vanlukkutrygging S/F Telefon 11466 & 15952 Yviri vid Strond 23 Postboks 59 + 110 Tórshavn