Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juni 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 108 — 12. juni 1991 Nú gongur tað skjótt fyri seg á Svangaskarði Í fyrstu sendingini av flagi heyði ein partur fingið skaða av flutninginum, so ylur var komin i ein part av fløgunum, men mesti parturin var av besta slag, so áleggingin á Svangaskarði er nú av álvara byrjað Fyritókan á Sælandi hevur annars roynt at byrgja upp fyri skaðum í samband við flutningin: Bingjurnar við flógunum vóru í trailarum fluttar til Álborg fyri at stytta um siglingstíðina Í gjárkveldið spældi fer- oyska fótbóltslandsliðið venjingardyst í Gundadali móti svenska U 21 lands- liðnum. Ein dystur, vit venda aftur til í morgin. Meðan landsliðsleikar- arnir byrja seg út til kom- andi álvarsligar uppgáv- ur, so verður arbeitt av lívsins kreftum inni á Svangaskarði, soleiðis at heimadysturin móti norðurírum hin 11. sep- tember kann verða leiktur heima á landi. Og nú sæst í alt sterri mun, at ein grasvellur um stutta tíð verður tekur á Svangaskarði: Mánadagin vóru fyrstu flegini legd á. Tey komu til landið við Feroya leiðini mánamorg- unin. Ætlanin var, at um- leið ein triðingur av saml- aðu víddini upp á umleið 8.000 fermetrar skuldu leggjast á hesa vikuna, nú maður frá donsku fyritek- uni, ið hevur leverað fløg- ini, er á Toftum. Men so- leiðis verður tað ikki. nar, fløgini komu til Før- oya í, vóru latnar upp, kendist deymur úr teim- um, sum segði frá, at alt ikki ruggaði rætt. Stóra trýstið hevur borið hegan hita við sær, og stórur partur av flegunum er oyðilagdur, tí ylur er kom- in í. Bert fløgini i útjaðar- unum av bingjunum vóru nóg góð til álegging, með- an restin er beind av veg- num. Tey flegini, ið ikki eru merkt av ylinum, tykjast rigga væl. Fyritøkan á Sælandi hevði annars roynt at byrgja upp fyri skaðum í sambandi við flutningin: Bingjurnar við fløgunum vóru í trailarum fluttar til Álborg fyri at stytta um siglingstíðina. Nú verður arbeitt við at finna annan pakkingar- hátt, soleiðis at dygdin verður betri, tá tær báðar flagsendingarnar, ið eftir eru, koma, tvær tær næstu vikurnar. Sum í meyrutúgvu Í hesum stagnatiónstíð- um, har tosað verður ikki um „annað enn arbeiðs- loysi, er upplyftandi at koma á Svangaskarð: Alt økid, sum tað er, er merkt av arbeiði og virksemi, mest átekt eini meyru- túgvu! 8-10 maskinur og lastbilar og umleið 50 menn eru í sving. Ein partur er fulltíðararbeiði og aðrir koma at hjálpa til eftir loknan arbeiðsdag. Summir arbeiða upp á húsini við sunnaru vallar- síðu: Stoypingin er komin væl áleiðis. Húsini verða í trimum hæddum. Tvær tær niðastu eru 270 fer- metrar hver, meðan hin ovasta verður heldur Aðrir arbeiða við at gyrða alt ekið inni við hegari fylling úr tilfarin- um, ið er sprongt burtur úr, har vellurin er, og upp- aftur aðrir eru í holt við áskoðaraplássini. Talan er um seks rød við vallarend- arnar og 12 reð við vallar- síðurnar. Tilsamans verð- ur rúm fyri 12.000 áskoð- 50 mans arheiða við at legg ja grasið á arum, um allir standa, og umleið helmingin av hes- um, um teir sita. Tíðarætlanin í sam- bandi við verkætlanina heldur, og toftafólk gleða seg til at taka ímóti einum lítlum fimtingi av Feroya fólki í heyst. -nn- Broytingar á landsliðnum Av tí at ikki færri enn fýra spælarar á A-landsliðnum góvu avboð til dystin móti svenska OL-liðnum í gjár- kvgldið, varð seinasta út- tikna liðið nakað broytt. Tí sær liðið soleiðis út, sum í gjárkvgldið skuldi spæla móti svium: Málmenn vóru Jens Martin Knudsen, NSÍ og Kaj Leo Johannesen, HB. Utispælararnir vóru Jó- annes Jakobsen, VB, Mikkjal Danielsen, MB, Ari Thomasen, SÍF, Allan Mørkøre, KÍ, Torkil Niel- sen, SÍF, Jens Erik Ras- mussen, Fylkir, Eyðfinn Davidsen, MB, Kurt Mørkøre, KI, Gunnar Mohr, HB, Jan Allan Miiller, VB, Rúni Nolsøe, VB, Abraham Hansen, fF, Jens Kristian Hansen, B36 og Magni Jarnskor, GÍ. Fleiri banka uppá Sum sæst, vóru Rúni Nolsøe, VB og Jens Krist- ian Hansen, B36 nýggir í hópinum, sum tó óivað ikki hevði tíkið skaða av onkrum fleiri broytingum. Millum annað var eingin við frá TB, hóast fleiri av spælarunum har skuldu verið uppløgd landsliðs- evni. Somuleiðis hevði ikki skaðað, um onkur av ver- andi spælarum kanska fekk eina kenslu av, at ein stórri innsatsur hevði givið plássið, við at onkur annar fekk tað hesaferð. I øllum fórum eru tað fleiri spælarar, sum banka uppá landsliðsdyrnar, og sum bert høvdu fingið gott av at fingið kjansin, meðan kanska onkrir aðrir sum sagt longu hava havt sína vitjanartíð. Teir, sum vóru skaddir hesaferð og ti høvdu givið avbod, eru annars Jan Dam, HB, Kåri Reynheim, B36, Jåkup Simun Simon- sen, B36 og Tummas Eli Hansen, B36. Sosialurin var longu far- in til prentingar, tå dystur- in varð spældur, so vit fara í blaðnum í morgin at hava fråsøgn frá dystinum í orð- um og myndum. bj.