mikudagur 19. mars 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 54 - 19. mars 2003
Nr. 54 - 19. mars 2003
21
FAMILJU- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ
Fulltrúi til Familju- og
heilsumálaráðið
Familju- og heilsumálaráðnum tørvar ein fulltrúa at byrja skjótast til ber.
Sum fulltrúi hjá okkum sleppur tú m.a.
• at hava ábyrgd av einari neyvari stýring av útreiðslunum til serviðgerð
uttanlands
• at ráðgeva ávísum starvsfólkum innan sjúkrahúsverkið.
• at gera útrokningar sum fyri ein stóran part hevur við serviðgerð uttanlands at
gera
Førleikakrøv:
Vit kundu hugsa okkum at viðkomandi hevði útbúgving frá hægri lærustovni, so
sum cand.polit.,cand.oecon.ella cand.scient.pol.Góður kunnleiki til teldur er ein
fyrimunur. Tú dugir væl at samstarva, og hevur tú frammanundan kunnleika til
heilsuøkið, er tað ein fyrimunur.
Starvið sum fulltrúi í Familju- og heilsumálaráðnum er áhugavert og
mennandi við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum.Starvið er sjálvstøðugt,og tú
fært góðar møguleikar fyri framhaldandi eftirútbúgving.
Fyri framman standa nógvar stórar avbjóðingar viðvíkjandi fíggjarstýringini á
familju- og heilsuøkinum.Talan er fyrst og fremst at fáa stýring á útreiðslunum til
serviðgerð uttanlands, sum hesi seinastu árini er økt munandi. Serviðgerð
uttanlands eru tær útreiðslur,sum landið hevur í samband við at sjúklingar verða
sendir av landinum til viðgerðar, í flestu førum niður til Danmarkar á Ríkissjúkra-
húsið.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi
yrkisfelag.
Viðmerkjast skal, at setanin fevnir um Familju- og heilsumálaráðið og stovnar
undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalstýri og verður skipað
undir Familju- og heilsudeildini við tilvísing til Turid Arge, deildarstjóra.
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:
Familju- og heilsumálaráðið
Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2
FO 100 Tórshavn.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 02. apríl 2003 kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Turid Arge, deildarstjóra ella
Aibritt á Plógv, aðalstjóra, tlf. 30 40 50
Frítíðaravloysarar
m/k til Posthúsið
í Saltangará
Søkt verður eftir frítíðaravloysarum m/k til
Posthúsið í Saltangará at byrja sum skjótast.
Arbeiðið umfatar postútbering og postflutning.
Arbeiðstíðin kann liggja millum 07.00 og 20.00.
Arbeitt verður mánadagar til fríggjadagar.
Førleikakrøv: Koyrikort.
Postverkið ynskir av tær, at tú ert álítandi, ágrýtin,
stundislig/ur og positiv/ur.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála
millum Føroya Landsstýri og Føroya Postfelag.
Roknast kann við at arbeiðið verður í tíðini
uml. 7. apríl - 30. september 2003. Talan kann
eisini verða um styttri tíðarskeið.
Umsóknir við tilhoyrandi skjølum vera at senda
skjótast gjørligt og í seinasta lagi 5. apríl 2003
til:
Postverk Føroya
Posthúsleiðarin
600 Saltangará
Nærri fæst at vita frá posthúsleiðaranum mán- til
fríggjadag á tlf. 44 75 57.
Umboðsval
Sambært § 28 í høvuðssamtyktini verður lýst til val
hósdagin 15. apríl 2003.
4 umboð í Tórshavnar valdømi, 1 umboð í Hests
valdømi og 1 umboð í Kaldbaks valdømi eru upp á
val.
Uppskot til umboð skulu skrivliga verða sjúkrakass-
anum í hendi ikki seinni enn 1. apríl 2003.
Havnar Sjúkrakassi
Sumbiar kommuna
Til dagrøktina í Sumbiar Kommunu verður søkt eftir
2 dagrøktarum at byrja tann 1. apríl 2003. Har-
umframt verður søkt eftir einari dagrøktarmammu
at arbeiða sum avloysara.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Komm-
unala Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðara-
felag.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Sumbiar
Kommunu á tlf. 370344 ella 213552.
Umsóknirnar skulu vera Sumbiar Kommunu í hendi
í seinasta lagi 28. mars 2003.
Sumbiar Kommuna
FO-970 Sumba
Tlf. 370344
Leiðari til
maskindeildina
Starvið sum leiðari av maskindeildini hjá stovnin-
um er leyst at søkja.
Maskindeildin hevur um hendi maskinamboð,
skerv- og asfaltútbúnað, akfør o.a. hjá stovninum,
umframt viðlíkahald av asfaltgoymsluni í Hósvík.
Amboðini eru í nýtslu kring landið – mest í sam-
bandi við gerð og hald av landsvegum. Maskin-
miðstøð er í Kollafirði og annars smiðja á Lambar-
eiði, í Øravík og Hvannasundi. Eini 25 fólk tilsamans
eru knýtt til hetta virksemið. Smiðjumeistarar hava
dagliga raksturin um hendi.
Arbeiðsuppgávur
Viðkomandi hevur samskipanina av smiðjunum um
hendi og hevur ábyrgdina av hesum virksemi.
Í høvuðsheitum er uppgávan hjá deildini rakstur av
smiðjunum, viðlíkahald av maskinamboðum og
útbúnaði, eykalutagoymsla, innkeyp av amboðum,
eykalutum o.ø.
Førleikakrøv
Sóknast verður eftir maskinverkfrøðingi ella
maskinmeistara og helst við royndum innan
nevnda virkisøkið.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars vera sambært sáttmál-
anum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum og møguligum ummælum
verða senda Landsverkfrøðinginum, Postboks 798,
100 Tórshavn og skulu vera skrivstovuni í hendi í
seinasta lagi 31. mars 2003. Merkið brævbjálvan
»leiðari til maskindeildina«.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Óla M.
Petersen, deildarverkfr., á tlf. 31 13 33
e-postur: oli@lv.fo ella lv@lv.fo
Kunngerð
um framløgu av víðkan
av byggisamtyktini fyri
Kirkjubøar kommunu
Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um
býarskipanir og byggisamtyktir við seinri broyting-
um verður við hesum gjørt kunnugt, at broytingar í
byggisamtykt/býarskipan fyri Kirkjubøar kommunu
verða lagdar fram til almenna eftirskoðan í Sólar-
magn á Velbastað, hvønn gerandisdag frá kl. 15.00
til 18.00, frá 19. mars 2003 til og við 9. apríl 2003
báðar dagar íroknaðir.
Víðkanin av verðandi byggisamtykt fevnir um
hesi øki á Velbastað, sum verða løgd út til
sethúsøki merk við B :
Partar av matr.nr. 51a og matr.nr. 5a, omanfyri erva-
vegin, frá telefonhúsinum norður til Hvíthjallar,
verður lagt út til sethúsaøki.
Partar av matr. nr. 5a, 4a, 24 og 43d, frá Stórheyggi
og norður til og við Bøllubrekku, millum bygda-
vegin og bøgarðarnar, verður lagt út til sethúsaøki.
Partar av matr.nr. 50a, 3a, 1a, 3d, 2a, 41a og 4a, sum
er øki norðan fyri Ovara Roykheygg, millum vegin
norður til Barnagarðin og landsvegin til Syðradals
norður til Mígandalsá, verður lagt út til sethúsøki.
Hesi øki verða løgd út til Almenn Frítíðarøki,
merkt við F :
Økið millum bøgarðin og landsvegin, burtur av
matr.nr. 51a niðan fyri Hvítthjallar.
Økið millum landsvegin og vegin inn til Bøllu-
brekku, burtur av matr. nr. 50a.
Ovari Roykheyggur og nakað norður undir vegnum
til Barnagarðin, burtur av matr. nr. 50a.
Økið niðanfyri matr. nr. 50æ, burtur av matr. nr. 50a.
Hesi øki verða løgd út til Almennar Stovnar
merkt við E :
Partur av matr. nr. 50a, økið niðanfyri Sandheygg.
Partur av matr. nr. 50a, økið sunnanfyri Mígandalsá,
millum landsvegin til Syðradals og sethúsini
niðanfyri Barnagarðin.
Hesi øki verða broytt frá H øki til J øki:
Matr.nr. 2a Norðuri á Fløtum verður broytt frá H øki
til J øki.
Víðkanin av verðandi byggisamtykt fevnir um
hesi øki í Kirkjubø.
Partur av matr.nr. 21a í Kirkjubø.
Víst verður annars til framløgdu víðkanina av
byggisamtykt hjá Kirkjubøar Kommunu, sum er
galdandi fram til 31/12-2009.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, ið
skulu vera skrivlig, mugu verða kommunustýrinum
í hendi í seinasta lagi 11/6-2003.
Kirkjubøar Kommuna
FO-176 Velbastaður
Rætting
Av tí at dagfestingin og tíðirnar eru komnar
skeivt fyri, verður aðalfundurin lýstur av
nýggjum:
Aðalfundur
Føroya Lærarafelags og árligi limafundur hjá
Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags verða
leygardagin 3. mai 2003 kl. 10.00
á Føroya Læraraskúla
Fundarskrá sambært viðtøkum felagsins.
Innkomin mál skulu skrivliga vera komin til
nevndina í seinasta lagi
leygardagin 12.apríl 2003 kl.10.00.
Uppskot til valevni sum formaður og nevndarlimir
skulu vera komin á skrivstovu felagsins í seinasta
lagi
leygardagin 19.apríl 2003 kl.10.00.
Føroya Lærarafelag
Útbjóðing
Í samband við bygging av vardum verkstaði og
døgnumlætting í Sørvági verður:
BETONG-,TIMBUR- & SNIKKARAARBEIÐIÐ
hervið boðið út í almenna lisitatión.
Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um nýbygging
av uml. 230 m2 og umbygging av uml. 100 m3 í
tveimum hæddum.
Útbjóðingartilfarið fæst við at venda sær til komm-
unuskrivstovuna í Sørvági frá hósdegnum hin 20.
mars 2003, móti at flyta kr. 5.000,- á konto í Føroya
Banka ella Føroya Sparikassa.
Tilboð í afturlatnum brævbjálva merktur »Vardur
verkstaður og umlætting: Betong- Timbur- &
Snikkaraarbeiði«, skulu vera Kommunuskrivstovuni
í Sørvági í hendi seinast hin 17. apríl 2003. kl. 13.00.
Lisitatiónin verður sama dag kl. 13.30, har teir bjóð-
andi hava møguleika fyri at vera hjástaddir.
Sørvágs kommuna
tlf. 332004 · Fax 332952
t-postur: sorvag@sorvag.fo
Telduskeið
á Kambsdali
Hósdagar kl. 17.00-21.00
Skeið
Dagar
Kostn.
Word
27/3, 3/4, 10/4, 24/4
2600
Excel
1/5, 8/5, 15/5, 22/5
2600
Tilmelding: áðrenn 25. mars 2003
Skeiðsdepilin við Marknagil
Marknagilsvegur 77, postsmoga 177, 110 Tórshavn
Tlf. 318813, fax 313374, t-postur dt@hsh.fo
Hondlesing í
Tórshavn
í døgunum 7.-9. apríl
Hondlesarin Marita er í Føroyum. Lesir tína hond –
fortíð, nútíð og framtíð – styrki og veikleika. Ein
øðrvísi máti at síggja teg sjálvan.
Ring og bið um tíð á
tlf. 0045 39664880 aftaná kl. 16.00
www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
21
20