fríggjadagur 14. juni 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 110 — 14. juni 1991
Íslendskir skúlanæmingar á hópferð í Føroyum
|„Síða3
Stuldurs-herferð
Eitt stórt tal, men ikki allir íslendsku skúlanæmingarnir eru sekir í stuldri úr handl-
um í Havn, sigur Uni Vestureið, kriminalovasti
Tá >Norrgnna< skuldi fara
av Havnini til Íslands
fyrradagin, var tað um
reppið, at tveir íslendskir
skúlaflokkar sluppu ikki
við. Teir høvdu verið á
løgreglustødini í sambandi
við stuldur.
Leidaristigtak
Løgreglan hevdi fingid
fråbodanir um, at is-
lendskir skúlanæmingar
høvdu stolið úr handlum i
sølumidstødini i Havn og
ødrum handlum vid; frå-
boðaninar vóru tvær, men
Sosialurin hevur fingið
upplýst, at stolið er úr
fleiri handlum. Harum-
framt tók ein av íslendsku
ferðaleiðarunum sjálvur
stig til, at fáa løgregluna
at kanna teir næmingar,
sum hann varaði av.
Uni Vestureið, leiðari á
kriminaldeildini, upplýsir,
at tað er ikki so, at allir
íslendsku næmingarnir
hava stolið í Føroyum. Av
teim 23 næmingunum,
sum vóru á stødini, við-
gingu 13 seg sekar. Stuld-
urin umfatar klæði, prýð-
islutir, luktilsi o.a.m.
Virðið á stolnu lutunum
var ikki gjørt upp seinna-
partin í gjár.
Ikki fatur á øllum
Talan er um ein stóran
hóp av íslendskum skúla-
næmingum úr fimm ym-
iskum skúlum. Næmingar-
nir eru 14-17 ára gamlir.
Sambært fráboðanunum
hava teir verið í stórum
tali, tá teir hava verið í
handlunum, og tí hevur
verið lagamanni at gera
tað ósæddir. Tað hevur
kortini ikki eydnast betri
enn so, at ringt varð til
løgregluna.
Hini i íslendska ferða-
lagnum vóru farin um-
bord, tå løgreglan kom å
bryggjuna; hvussu nógv
hesi eru í tali er óvist.
Tískil bar ikki til at fáa
orðið á tey. Uni Vestureið
sigur, at ferðaleiðararnir
hava fingið álagt at kanna
eftir á ferðini yvir, um
nakrir av hesum næming-
unum hava stolið og
hvussu nógv.
ówh
Vakthavandi í Seyðisfirði
Hatta kenni
eg einki til
Sosialurin ringdi á løg-
reglustødina í Seyðisfirði í
gjár klokkan trý, te. tvey
íslendska tíð. Hetta var
fýra tímar eftir, at Norr-
ønna hevði lagt at.
Egill Ragnarson, vakt-
stjóri, upplýsti, at teir
kendu als einki til málið
og høvdu heldur eingi boð
fingið úr Føroyum um um
tað.
Norrønna var á Seyðis-
firði klokkan tíggju, sum
vanligt og ferðafólkini -
og harvið eisini næm-
ingaferðalagi - vóru í land,
sum vanligt og uttan
innblanding frá løgreglu-
síðu. ówh
Russari á bláman undan ótolandi viðurskiftum
Umborð aftur við makt
Dramatikkur var í luftini í
Vági í gjár. Utgávurnar av
søguni eru ymiskar, men
kjarnin tann sami: 3. stýri-
maður á einum russiskum
skipi leypa á bláman og
ætlaði sær at rýma av
skipinum, tí viðurskiftini
umborð vóru so ótolandi.
Við sær hevði hann pass
og onnur pappír í einum
plastikkposa. Millum
havnamerkið og brim-
garðin varð hjann kortini
innheintaður av tveimum
bjargingarbátum av skip-
inum. Teir sigldu inn til
bryggjuna, ið har manna-
múgvan var sum melis.
Sum teir standa á
bryggjuni, rýmir flótta-
maðurin frá landsmonn-
unum og rennur umborð á
Tjaldrið. Umborð gav
hann algoystur Martini
Andreasen, havnafúta, ið
var staddur umborð, papp-
írini, og segði, tey vóru til
hansara. Maðurin dugdi
hálvbrotið enskt.
Á bryggjuni stóð nú
annar russiskur yvirmaður,
ið helt, at tað var best at
teir fingu mannin umborð,
tí teir høvdu læknar um-
borð. Maðurin var skilliga
skelkaður og ristist sum
eitt bókablað.
Eyðbjørn Lervig, skipari
Skeivt atborið
Martin Andreasen, havna-
meistari, ið var umborð á
Tjaldrinum, tá avgjørt
varð at útflýggja russaran.
- Men aftaná eri eg
komin eftir, at tað helst
var skeivt at gera tað,
sigur Martin, ið er sera
harmur hendingina.
Sjálvur hevur hann
mangan verið umborð
russisku skipunum, og
kendi flóttamannin sum
sera fittan og fyrikom-
andi.
- Tað rættasta hevði
óivað verið at havt
mannin í varðhaldi og
boða løgregluni frá, og so
fingið at vita, hvat rættast
var at gera.
Martin Andreasen fór
beint eftir avgerðian á
skrivstovuna saman við
russiska yvirmanninum og
boðaði Árna Dam, umboð
fyri russar, frá, og hesin
skuldi síðani siga løgregl-
uni frá.
ówh
á Tjaldrinum, sigur, at teir
lótu mannin fara í land
aftur og við yvirmann-
inum. Keldur í Vág siga,
at tað hendi ikki góðvilja:
Fr
flóttamaðurin tvíhelt sær
og rópti og græt fyri at
sleppa undan, men sama
gjørdi.
ówh
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1,
Tórshavn, afholdes
Fredag den 28. juni 1991 kl. 09.30
tvangsauktion over matr.nr. 102,
Strendur, tilhørende Jafet Rasmussen.
Ejendommen er et beboelseshus, opført
på en 502 m? stor grund. Det be-
byggede areal udgør 127 m?.
Auktionen er begæret af Advokatskriv-
stovan på vegne en pant- og udlægs-
haver.
Ejendommen kan beses efter aftale med
ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til genn-
emsyn på dommerkontoret.
Færøernes fogedret,
den 12.06.97
Lasse S. Christensen
fm.
Tit ringja
— vit skriva
(2)
Ringið telefon
11820