fríggjadagur 14. juni 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
tónleikur í Klingruni
4 050)
Svenskur harmoni-
Sunnudagin kl. 16 fara svenska harmoniorkestrið Kumla Musikk-
skúlaorkestur og harmoniorkestrið G.H.M. at hava konsert í
Norðurlandahúsinum — tilsamans 65 tónleikarar vera við
Mikudagin kom svenska
ykestrið »Kumla Musikk-
skulaorkestur« til Føroya å
vitjan í fimm dagar.
Talan er um eitt sera gott
harmoniorkestur, sum hest
seinnu árini hevur gjørt
nógv við at ferðast í onnur
lond, so sum Póland, Hol-
land og nógva aðrastaðni.
Spælararnir í orkestr-
inum liggja í aldrinum
millum 14 og 70 ár, og
Sug Erik Nerman stjórnar.
>Kumla Musikkskúlaor-
kestur< framførir fjøl-
broyttan tónleik, og er
millum annað eitt kvæda-
lag á skránni, sum Percy
Grainger hevur lagt til
rættis fyri harmoniorkest-
ur.
Sunnudagin kl. 16 skal
so svenska orkestrið hava
konsert í Klingruni í
Norðurlandahúsinum sam-
an við harmoniorkestrinum
G.H.M.
65 spælarar saman
Orkestrini bæði fara
KÍNA
millum annað saman at
spæla >Highlights from
Chess< eftir Benny And-
ersson, Tim Rice og Bjørn
Ulváus. Tilsamans 65
spælarar verða í hesum
stóra felagsorkestrinum.
Annars fer tað at verða
HIGHLIGHTS FROM CHESS
*! KNOW HIM SO WELL .
G.H.M. sum letur konsert-
ina upp við at bjóða svi-
unum vælkomnum við
menuettini úr >Drottning-
holmsmusikken< eftir
svenska tónaskaldið Johan
Helmich Roman.
Umframt marsjir fer
ONE NIGHT IN BANGKOK
G.H.M. eisini at spæla
kenda sálmalagið >Tolin
bíða, trongdir líða< eftir
Berggren. Martin Mourit-
sen, sum stjórnar G.H.M.,
hevur lagt hetta lagið til
rættis fyri harmoniorkest-
ur. hj.
|
|}
Nr. 110 — 14. juní 1991
Foroyingar hava
fyrimunir við FDM
FDM er ein privatur og
ópolitiskur felagsskapur
av bileigarum, sum ar-
beiðir saman við tilsvar-
andi felagsskapum í flest
ollum londum til døms
NAf í Noreg, AA í Bret-
landi osfr. Við einum tali
yvir 200.000 limir í Dan-
merk og Feroyum má
FDM sigast at vera ein
stórur felagsskapur. |
Føroyum er limatalid um
1500 og her stendur FMD
fyri Føroyskir Danskir
Motoreigarar.
Í samband vid at ferða-
mannaskipini eru byrjað
summarsiglingina, og
nógv fólk fara av landin-
um við egnum bili, hevur
FDM nógv góð tilboð, ið
føroyskir bileigarar kunnu
fáa nyttu av í Danmark.
Tað gula heftið
At fara uttanlands at
koyra, uttan tað gula heft-
ið hjá FDM, svarar til at
ein letur eykahjólið liggja
eftir heima, tí gongur alt
gott sum ætlað, er alt í
lagi, men verður ein
óheppin, so kann tað
koma illa við at brúka
feriupeningin til at gjalda
eina verkstaðsrokning. Í
tí gula heftinum eru áogn-
arbrev at gjalda við, so
fær ein rokningina frá
FDM tá ein er heimaftur
komin. Heftið kostar ein-
ans kr. 85,00 fyri limir.
Kassabilakappkoyring og annað undirhald í Leirvík:
Lasse og Signar skulu
Í morgin seinnapartin fara
KFUM-sk6tamir í Runa-
vík, Fugalfirði og Lerivík
at skipa fyri einum rætti-
liga originalum tiltaki í
Leirvík.
Skótarnir ætla millum
annað at hava kassabila-
kappkoyring, kondibingo
og hvørjum-ødrum-résandi
politikarar á skránni.
Ætlanin við gllum tiltak-
inum eru sum ikki einaferð
at savna fólk saman til
nakað, tey ikki eru von
við, men kortini óivað
saktans kundu hugsað sær.
Og tað eru ikki ókend
motiv fyri skótatiltókum.
Skulu koyra um kapp
Sum fyrireikararnir eisini
siga tað so sera beinrakið:
Skótavirksemi er tað, sum
flest øll fólk halda vera
stuttligt at gera, men bert
skótar gera.
Byrjað verður í morgin
kl. 13.30 við kappkoyring í
kassabilum, sum er fyri
skótar úr Runavík, Fugla-
firði og Leirvík. Roknað
verður við, at einir níggju
bilar vera við í hesi koyr-
ingini.
Hálvanannan tíma seinni
verður aftur kappkoyring
við kassabilum, men hesa-
ferð verða tað ikki skótar,
men hinvegin bý- og
bygdarådslimir úr nevndu
stóðum, sum skulu koyra
um kapp.
Eftir hesa seinnu kapp-
koyringina verður møgu-
ligt hjá fólki at royna ymist
skótavirksemi, so sum at
baka pannukgkur, steikja
pylsur á báli, koyra kassa-
bil eftir ferðslureglum og
reiggja í stórari reiggju.
Við ødrum orðum kunnu
fólk her royna alt møgu-
ligt.
Aftaná skótavirksemið
verður eitt slag av einum
fólkafundi kl. 17, har eyst-
uroyartingmenninir Lasse
Klein og Signar Hansen
skulu flyta fram rødu.
Takan verður tó ikki um
rødur við tí vanliga inni-
haldinum, tí teir báðir hava
nevniliga fingið at vita, at
teir skulu taka tær positivu
síðurnar fram hjá hvgrjum
ødrum og greiða frå sam-
arbeiði teirra millum.
A fólkafundinum verður
eisini nakað av sangi og
skemti.
Farið verður síðani niðan
í bygdarhúsið kl. 17.30,
har kvøldseta við einum
nátturðabita og onkrum til
undirhalds verður, um-
framt at virdislønimar fyri
kappkoyringina verða
handaðar tá.
Av ti at øll hesi nevndu
tiltøk eru ókeypis, verður
rósa hverjum gørum
ON
skipad fyri kondibingo å
vegnum nidan til bygdar-
húsið, so nakað av peningi
eisini kann fáast at fíggja
Royndarstødir
Fyri tey, sum ætla sær av
landinum i summar, eru
góðir møguleikar at bi-
leggja sær tid å einari
FDM-Royndarstød, tær
eru 19 i tali um alt Dan-
mark. Har eru ymisk sløg
av royndum at velja imill-
um, alt velst um, hvat ein
vil hava gjørt, tad kann
verða t.d. ein feilur vid bil-
inum, sum er ringur at
finna, onkur vil hava
motorin justeraðan, ella
fáa eina Feriuroynd, har
allur bilurin verður gjøgn-
umgingin frá A til Z og ein
fær at vita akkurát hverj-
um standi bilurin er í.
Ókeypis fyri limir
Tá ein teknar seg sum lim
í FDM, fær ein ókeypis at-
gongd til t.d. Tekniska
Tænastu, har ber til at
ringja og spyrja ymiskar
spurningar viðv. bilinum,
ella um bilurin skal skift-
ast út so fæst ráðgeving
hjá teimum. Eisini veitir
FDM legfreðisliga hjálp
viðv. keypi og selu av bil-
um, ella tað at FDM limur
er komin illa fyri, og mein-
ar at hann er órættvíst
viðfarin sum bilkeypari
ella seljari, so er FDM-
limurin vælkomin og fær
vegleiðing um tey rætt-
indi, ein hevur, ella sum
Framhald á síðu 13
Umframt kappkoyring við kassabilum, verður eisini eitt
siaz av einum fólkafundi leygardagin, har eysturoyar-
tingmenninir Lasse Klein og Signar Hansen skulu siga
okkurt um tær postivu síðurnar hjá hvørjum ødrum. So
spennandi verður at síggja, um tað nú verða tveir fá-
mæltir ella orðmiklir politikkarar, fólk fáa at síggja har
tiltakið við.
Eftir ætlan verður liðugt
har umleið kl. 19.30.
hj.