fríggjadagur 14. juni 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ES SOSÍalUTin
Nr. 110 — 14. juni 1991
Síða 5
Nagy -fundurin
Árligi NASCO fundurin
verður hildin í Edinburgh
í hesi vikuni. NASCO er
ein felagsskapur av lond-
um kring norðuratlants-
havið, sum antin veiða
laks á opnum havi, ella
hava áhuga fyri laksinum í
áunum.
Fýra umboð fyri før-
oysku mynduleikarnar eru
við á fundinum, sum end-
ar í dag. Hjalti í Jákup-
stovu, leiðari á fiski-
rannsóknarstovuni. Sofus
Poulsen, føroyskur um-
boðsmaður í Bretlandi,
John Petersen, landstýr-
ismaður í fiskimálum á
sjónum og Kjartan Hoy-
dal, fiskivinnustjóri i
Tinganesi.
-Á NASCO-fundinum
er altíð ein tvídráttur
millum londini sum veiða
laks á víðum havi, og tey,
sum vinna pening burturúr
at leiga áir til ríkar
frítíðarfiskimenn. Og
soleiðis er eisini í ár. Enn
er ongin endalig avgerð
fallin um kvotabýti, hetta
verður helst ikki avgreitt
fyrr enn í kveld, segði
Kjartan Hoydal úr
Edinburgh í samrødu við
Sosialin fyrrapartin í gjár.
—Vit halda fast við at fáa
somu kvotu sum í fjør,
550 tons. Støda verður
ikki tíkin til hvussu vit
Ósemja um laksin
skulu nýta hesa kvotu, um
vit selja hana, ella veiða
hana sjálvir, sigur Kjartan
Hoydal.
--Heldur ikki er sam-
arbeiðið í NASCO bind-
andi. Verður ikki semja
um okkara kvotu, og hini
londini atkvgða í móti, at
vit fáa 550 tons, so kunnu
vit altíð taka okkum
burtur úr samarbeiðinum,
sigur Kjartan Hoydal.
--Men ágangurin á okk-
ara laksaveiðu hevur verið
harður, sigur Kjartan
Hoydal.
jústinus
Laksaveiða í áunum,
serliga í Skotlandii og
Íslandi er ein hóttan
móti laksaveiðu á
víðum havi. Hendan
myndin sýnir tó
føroyskar veiðumenn.
Aftaná omanlopið
Trygt
Í Hundsarabotni Hunda-
Bilverjan fór, tá grót
Seinastu vikuna hava menn frá landsverkfr ødinginum arbeitt leyp oman í Hunds- Oskil
við at reinsa brúnna niðanfyri grótbr otið í i H unds sarabotni. arabomi: Myndi Kal
Í seinastu viku varð
sprongt við niðara borð í
grótbrotinum í Hunds-
arabotni og tá leyp grót úr
brúnni og omaná vegin.
Vegurin fór nakað, men
ongin mannsskaði hendi.
—Hvørja ferð vit spreing-
ja, so verður hugt eftir, um
nakað stendur til at leypa,
sigur Óli Petersen frá
skrivstovuni hjá lands-
verkfrødinginum í Havn.
--Seinastu vikuna hava
teir eisini sprongt nakað
av grótið niður, sum
hóttafall var av. Nú skuldi
aftur verið trygt at koyrt,
sigur Óli Petersen
Tá sprongt verður, verð-
ur vegurin altíð stongdur
framvið stórsta grót-
brotinum í landinum. Óli
Petersen sigur, at triggjar
milliónir tons er tíkið úr
grótbrotinum, síðan sett
varð á seinast í seksti-
árunum. Serliga í áttati-
árunum varð nógv grót
tikið úr brotinum. Í dag
verður grót úr Suðri nýtt
Gøtu er hundaóskilið
Mr batnað síðan nýggja
lógin um hundar kom í
gildi. Í seinastu viku var
politiið í Eysturoynni
boðsent, tí fólk óttaðust
til asfaltblanding, hetta
grótið er betri egnað enn
grótið í Hundsarabotni.
--Nú er ikki long tíð
eftir, at bilar fara at koyra
fram við grótbrotinum í
Hundsarabotni. Um eini
tvey ár, so er tunnilin
Signabø/Kalbaksbotn lið-
ugur, og tá verður lítil
ferdsla á Oyggjavegnum
sigur Oli Petersen.
jústinus
leysgangandi hundar.
Stødleidarin, Frimodt
Poulsen sigur, at teir ikki
vanliga taka sær av, at
heinta leysgangandi hund
ar og tað hendur ógvuliga
sjáldan, at politiið avlivar
teir. Hetta má vera upp
eigaran, verður ein hundur
avsagdur. Hann hevur
fingið tað ålagt.
jústinus