fríggjadagur 14. juni 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 110 — 14. juni 1991
Síða 11
Europameistari
ur Kollafirði
Kollafjarðar Talvfelag fær hetta vikuskiftið vitjan av europa-
meistaranum í talvi fyri unglingar, sum eitur Rúni Djurhuus, býr
í Noregi og er hálvur kollfirðingur. Hann fer á Sundalagsstevn-
uni at telva fýra talv móti landsliðstelvaranum Torbirni Thomsen
Tann 21 ára gamli Rúni
Djurhuus gjørdist 2. januar
í ár europameistari í talvi
fyri unglingar.
Heitið vann hann í kapp-
ingini, sum varð hildin í
Hollandi, har honum eydn-
aðist at fáa átta stig av 11
møguligum og gerast vinn-
ari við hálvum stigi meira
enn næsti maður.
Var hetta bert ein vanlig-
ur europameistari í talvi,
hevði kanska ikki verið
nøkur serlig grund at nevnt
nakað um hetta í blaðnum
í dag, men nú er nakað
serligt við Rúna.
Kappast við Torbjørn
Hann er nevniliga hálvur
kollfirðingur.
Pápin, Snorri Djurhuus,
er av Djurhuus-ættini í
Tinggarðinum í Kollafirði,
bróður Sverra og Tummas
Napoleon Djurhuus, sála.
Orsgkin til, at skrivað
verður um europameistar-
an Rúna Djurhuus júst nú,
er at hann hetta vikuskiftið
er á vitjan í Føroyum, og
at hann nú á Sundalags-
stevnuni skal telva móti
einum av okkara frægastu
telvarum, 30 ára gamla
Torbirni Thomsen úr
Kollafirði, sum millum
annað var við á OL-lands-
liðnum, sum í vetur kláraði
seg so væl.
Tíverri kom ein stórri
villa at sníkja seg inn í
hesa grein í leygardags-
blaðnum, har tað stóð, at
tað var undanfarna viku-
skiftið, Rúni kom til Før-
oya, men tad skal sum sagt
vera hetta vikuskiftið.
I altjóða høpi hevur Tor-
bjørn ratingtalið 2255,
meðan Rúni hevur rating-
talið 2400 og harumframt
eisini er altjóða meistari,
IM.
Ymiskligir telvarar
Teir báðir skulu nú á
Sundalagsstevnuni telva
fýra talv ímóti hvørjum-
ødrum í kappingini, sum
verður altjóða ratað, og
verður tað fyrsta telvað í
Kollafjarðar skúla í kvold.
Hildið verður fram í
morgin og sunnudagin frá
kl. 16 til 20, og mánadagin
frá kl. 18 til 22.
Hgvið verður hjá al-
menninginum at síggja
kappingina millum hesar
báðar so ymiskligu telvar-
arnar. Rúni er álopstelvari,
meðan Torbjørn er meira
verjukendur.
Samstundis sum teir báð-
ir kappast, fer eisini ein
onnur kapping fram.
15 ára gamli Pól Martin
Hansen, sum í 1990 vann
bæði FM í talvi hjá
dreingjum og unglingum,
og í ár aftur vann FM hjá
dreingjum, skal telva móti
60 ára gamla Hans Jacob
Johannesen, sum í mong ár
telvaði á 1. deildarliði
Kollafjarðar Talvfelags, og
millum annað var við til at
vinna FM-heitið við lið-
num í 1973/74.
Pól Martin og Hans Jac-
ob hava sostatt gjørt vart
við seg sum telvandi koll-
firðingar í hvør síni tíð.
Viðmerkja talvini
Hvønn heilan tíma fara
at verða gjørdar viðmerk-
ingar til talvini av nøkrum
av okkar kønu telvarum.
Runi gjørdist longu sum
bert 15 åra gamal Noregs-
meistari fyri unglingar, og
hevur honum stórt sæð
gingist væl síðani, og er
hann bæði fyrsti norðmað-
ur og fyrsti føroyingur, ið
vinnur EM-heitið fyri
unglingar.
Týsdagin kl. 15 telvar
Rúni simultan móti børn-
um 14 ár og yngri, og kl.
19 sama dag fer hann at
telva simultan móti ørðum
áhugaðum.
Allar kappingarnar fara
fram í Kollafjarðar skúla.
hj.
Svenska >Scania 100<-kappingin:
Danir við
Danmark-Italia 0-2 (0-0)
(Dysturin vard avgjørdur i
umdystinum 2 X 15 min.)
0-1 Ruggiero Rizzitelli (107.)
0-2 Gianluca Vialli (108.)
Mikukvøldid spældu Dan-
mark og Italia fyrsta dystin
i svensku EM-upphitingar-
kappingini »Scania 100«,
sum verdur spæld i Mal-
mø.
Hesin fyrsti dysturin
endaði við 2-0 sigri til tað
italska landsliðið, sum tó
ikki fekk spælt seg fram til
avgerðina fyrrenn í um-
dystinum, eftir at fyrstu 90
minuttir vóru farnir aftur-
um málleysir.
Talan var ikki um tað
heilt stóra spælið í dyst-
inum, og teir fyrstu 90
minuttirnar vóru ikki so
nógvir upplagdir mál-
kjansir, hóast Italia hevði
yvirvág í spæli.
Dirkaðu verjuna upp
Men í seinna hálvleiki av
tí hálvan tíma langa um-
dystinum eydnaðist italiu-
monnum í tveimum førum
at dirka donsku verjuna
upp og skjóta tvey mál
innan fyri tveir minuttir.
Fyrst var tað Ruggiero
Rizzitelli, sum setti hol á,
og bert ein góðan minutt
undirlutan
seinni økti Gianluca Vialli
um ta italsku leiðsluna til
2-0.
Eitt italskt tap i hesum
dystinum, sum sendir Italia
í finaluna sunnudagin og
Danmark i dystin um 3.
plássið leygardagin, hevdi
verið sera tungt at borið
hjá liðnum, sum fyri bert
einari viku síðani tapti 2-1
móti Noregi og harvið
gjørdi sær kjansimar um at
koma vid til EM i 1992
enn verri.
Schmeichel til United
Á danska liðnum spældi
nýggi Manchester United-
málverjin Peter Schmeich-
el ein góðan dyst. Hann
verður av Brøndby fyrsta
dagin seldur enska felag-
num fyri góðar 12 millión-
ir krónur, og kann framyv-
ir væntað sær eina årsløn
uppá 1,4 milliónir krónur.
Tveir nýbyrjarar vóru
við á danska liðnum — Per
Pedersen og Claus Christ-
ensen frá Lyngby — og
stóðu báðir seg væl.
I gjårkvøldid spældu
Svøriki og Sovjet, men tað
úrslitið eydnadist okkum
ikki at fáa við, áðrenn
blaðið fór til prentingar.
hj.
Hesir rógva um kapp
á Sundalagsstevnuni
57 bátsmanningar vera við í tí næsta FM-róðrinum leygardagin
Róðurin á Sundalagsstevn-
uni verður tann fyrsti, sum
verður uttan vanliga luta-
kastið, sum altíð plagar at
verða gjørt frammanund-
an, so bátarnir kunnu
verða lagdir eftir, hvat tal
teir fáa.
Nú verður farið fram eft-
ir somu reglum, sum mill-
um annað eisini eru gald-
andi í svimjing.
Tað vil siga, at bátarnir
nú verða lagdir eftir,
hvussu teir hava klárað seg
í seinasta undanfarna róðri.
Tað vil siga, at vinnarin
frá Norðoyastevnu fyrst
verður lagdur í miðjuni,
síðani nummar tvey høgru-
megin hann, nummar trý
vinstrumegin, nummar
fýra aftur høgrumegin og
so framvegis.
Kíla-formatión
Um so er, at vinnandi
bátarnir veruliga eru teir
bestu, skuldi hetta møgu-
liga ført við sær, at bátar-
nir í róðrinum koma at
liggja sum ein kíli á øk-
inum, meðan róð verður.
Einasti vansin við hesum
kann kanska vera, at út-
varpsbáturin so noyðist at
liggja heldur meira í aftara
endanum, og at útvarping-
in tí kanska í ávísum før-
um verður darvað av hes-
um.
Hinvegin skuldi hetta
givið rættvísari róðrarúrslit
og -umstødur, sum hóast
alt munnu vera eitt sindur
meira týðandi, enn at á-
skoðararnir fáa sína út-
varping, hóast hon undir
ongum umstødum skal
verda forsmåad.
Róðrarsambandið vónar,
at misskiljingar ikki vera
av hesum millum mann-
ingarnar og útvarpsbátin.
Niðanfyri hava vit yvirlit
yvir tær 57 manningarnar,
sum hava boðað frá lut-
tóku til fyrsta FM-róðurin
á Sundalagsstevnu.
hj.
5-mannafør, gentur:
1. Hulda
2. Bylgjan
3. Beinta
4. Fipan Fagra
S. Firvaldur
6. Hvassi
7. Dúgvan
8. Sílið
9. Ørnin
10. Båran
11. Svanur
12. Erla Kongsdóttir
13. Blikur
14. Fortunan
5-mannafør, dreingir:
1. Hulda
2. Ternan
3. Svanur
4. Sílið
5. Junkarin
6. Tjaldrið
7. Kollur
8. Blikur
9. Firvaldur
10. Tarvurin
6-mannafør, kvinnur:
1. Riddarin
2. Lómur
3. Sølmundur
4. Gongurólvur
5. Jambardur
6. Leirvíkingur
7. Strálan
8. Norðurstovu Dánjal
6-mannafør, menn:
1. Hósvíkingur
2. Lómur
3. Kollfirðingur
4. Gongurólvur
5. Leirvíkingur
6. Sølmundur
7. Strálan
8. Norðurstovu Dánjal
9. Jambardur
8-mannafør:
. Nevid Reyða
. Gullbrandur
. Midvingur
. Knørrur
. Kvivikingur
. Ørvur
. Sørvingur
. Vikabåturin
10. Toftabåturin
NO 00 1 ON OM ÞIÐ ÞJ =
10-mannafgr:
1. Vágbingur
2. Suðringur
3. Havnarbáturin
4. Vestmenningur
5. Nólsoyingur
6. Skálabáturin
0 80
su