Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. juni 1991síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 110 — 14. juni 1991 Hulduhyggjarar áa vitjan av SvF - verður sjónvarpsgjaldið ikki goldið, tekur lógreglan sær av málinum Tað fellur mongum fyri bróstið, tá tað á skíggja- num - áðrenn tíðindini koma stendur at fólk, sum ikki gjalda SVF gjald - eru lógarbrótarar Veruleikin er tann, at umleið ein tridingur av teimum, sum hava sjón- varp í stovuni, gjalda ikki lógarbundna sjónvarps- gjaldið til SvF. Arni Gregersen, program- leiðari í SVF sigur, at fólk á teimum stóðum, har SvF ikki sæst í Føroyum, kort- ini ikki eru við í hesum sambandi. - Tey stødini eru skrásett og vit krevja ikki, at fólk Skulu gjalda fyri sending- ar, sum tey kortini ikki síggja. - Tú kanst eisini við- merkja, at vit í SvF eru ógvuliga ónggd við, at sendiviðurskiftini ikki eru meira útbygd, men hetta hevur Telefonverkið á- byrgdina av. Hvussu ætla tit at finna fram til hulduhyggjarar- nar? Vitja í bygd og bý - Vit fara um stutta tíð at taka eitt grannalag fyri og annað eftir, í bygd og bý - pikka upp á hurðina hjá fólki og spyrja, um sjón- varp er í stovuni. Svara tey noktandi, og vit hava varhugan av, at tað er Ósatt, verður við- komandi meldaður til løg- regluna, sum so tekur sær av málinum. Heldur tú ikki at tað er heldur harðrent soleiðis at skýra fólk lógarbrótarar í SvF-lýsingini? - Eg haldi at lýsingin er í lagi. Tey, sum ikki gjalda fyri at síggja SVF, eiga skyldina fyri, at tey sum gera sínar skyldur, noyðast at gjalda meir enn tað, sum tey veruliga eiga. Verður SvF gjaldið sett eftir, hvussu nógv fólk gjalda? 4 - 5 mió. krónur - Vit áseta ikki gjaldið, tað ger Landsstýrið, men umframt hetta fær SvF 3,5 mió. krónur úr landskassa- num. - Um talan er um eini 5000-6000 haldaragjald, so hevði SVF fingið eini 4 - 5 mió. krónur meira inn, og tað kundi ført við sær, at SvF varð strikað á fíggjarlógini. Tað hevði eg einki havt ímóti. Hinvegin, um øll rindadu SVF gjaldið, so kundu vit kanska sett hyggjaragjald- ið niður, og havt møgu- leika at gera betri sending- ar. Skilir tú at fólk eru ónógd við SvF lýsingina og at ME verða skýrd lógarbrótar- | ar? - Um fólk hava sæð SvF í sjey ár, uttan at gjalda fyri tað, so er talan um beinleiðis stuldur. SvF Hulduhyggjarar eru tey, sum als ikki gjalda SvF í Føroyum, hóast hyggjara umstóðurnar eru í lagi. Tú rindar bert eitt SvF gjald, hóast fleiri tól eru í húsinum - eitt nú hetta lítla tólið, sum tá Kalmar tók myndina, sendi tíðindi úr BBC gjaldið er peningur, sum vit skulu gera sjónvaps- sendingar fyri, og tað er heldur einki dulsmál, at tað er kostnaðarmikið at gera slíkar sendingar. | Sum dømi vísur Arni Gregersen á, at tá hann var í Belfast og sendi frá fót- bóltsdysunum, var hann einsamallur maður fyri SvF, meðan sjónvarpsliðið hjá BBC taldi 25 mans. Kostar 10 -15 ferðir so nógv - Eg plagi at siga, at tað er 10 - 15 ferðir dýrari at gera sjónvarpsendingar enn t.d. útvarpssendingar, og tað er ikki heilt skeivt mett, tí til sama dyst í Belfast vóru bert tveir BB- C útvarpsmenn. Tilsamans 30 fólk arbeiða í SVF. Um tit fáa SVF gjaldið inn sum vantar, fáa tit so fleiri fólk í arbeiði, ella kunnu tey somu fólkini gera betri sendingar? - Eg hugsi ikki at tað veruliga kann koma upp á tal í løtuni, at fáa sett fleiri fólk í SvF, men hugsandi er at vit kanska kundu ver- ið strikadir á fíggjarlógini. Umframt inntøkur frá SvF gjaldinum og landskassa- num, fær SVF eisini inn- tøkur fyri at senda lýsingar í sjónvarpinum. Í fjór var upphæddin fyri lysingainntøkur 1,7 mió. krónur. Dagny Vikarstarv sum serlærari hjá småbørnum í Norðoyum Lýst verður eftir serlærara við serligum atliti at veita børnum undir undirvísing- arskyldugum aldri sernámsfreðiliga hjálp. Arbeiðstíðin verður í skúlaárinum 1991/92 12 tímar um vikuna. Umframt mennandi stuðul/venjing fyri smábern fevnir virksemið eisini um at ráðgeva pedagogum og foreldrum i sambandi við, at sernåmsfrødiligur stuðul verður veittur. Starvið verður skipað undir sernåmsfrødiligu rådgev- ingini hjá Landsskúlafyrisitingini, og virkað verður í neyvum samstarvi við ráðgevan í Norðoyum. Ynskjandi er, at tann, ið settur verður, umframt pedagogútbúgving/læraraút- búgving eisini hevur serlæraraútbúgv- ing. Pedagogur, ið hevur aðra sernáms- froðiliga eftirútbúgving ella hevur áhuga við skeidluttøku at tilogna sær slíka, kann kortini eisini søkja starvið. Lon og setanartreytir v.m. verða ásettar sambært avtalu millum viðkomandi fak- felag og Føroya Landsstyri. Tann, ið settur verður, fær eina sam sýning fyri ferðaútreiðslur í tann mun, sum útreiðslur verða neyðugar í sam- bandi við serlærarauppgåvur í fleiri støðum Umsókn, avrit av próvskjólum og við- mæli verða at senda til Landsskúlafyri- sitingina, Postrúm 379, Falkavegi 6, 110 Tórshavn í seinasta lagi 1. juli 1991. Landsskúlafyrisitingin osialur