fríggjadagur 14. juni 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 110 — 14. juni 1991
Sakarmál fyri afturlatnum
hurðum
Hin 14. maí í ár var sakar-
mál fyri afturlatnum hurð-
um í Oslo. Rætturin
skuldi avgera, um mynd-
ugleikarnir hava rætt til
at flyta eldri fólk, sum eru
farin á ellisheim, á annað
ellisheim nærindis, ið
verður rikið privat, og utt-
an at spyrja búfólkið.
Maður, sum umboðaði
fólkið á ellisheiminum,
segði, at tey hildu tað vera
óforskammað at bera seg
so at og so harafturat at
nokta, at umboð fyri bú-
fólkið, ið er annar parturin
í málinum, fær atgongd til
rættarhelið og at fylgja
við rættarviðgerðini.
Sakferarin fyri myndug-
leikarnar segði, at hetta
var eitt prinsippmál, og at
hetta er fyri at spara, at
tey eldru fólkini skulu
verða flutt á eitt heim, ið
liggur tætt hjá, tí á hesum
heimi fer tað at kosta 100
kr. minni um dagin fyri
hvert fólkið at búgva á
privatrikna ellisheimin-
um.
Fyristoðukvinnan á
ellisheiminum er samd við
búfólkið og heldur, at
myndugleikarnir í minsta
lagi áttu fyrst at havt
vent sær til búfólkið, tí
heimið er 19 ára gamalt og
hevur hesi 19 árini virkað
væl.
Maðurin fyri búfólkið
segði, at heimið tey búgva
á, verður rikið fyri skatta-
pengarnar hjá teimum,
sum búgva í Oslo, og at
tey vildu ikki finna seg í
soleiðis at verða slongd
aftur og fram og uttan at
verða spurd eftir.
Dómur í
málinum
Hin 29. mai fall dómur í
málinum. Demt varð, at
búfólkið fyri fyrst skal
verða verandi á heimin-
um, og at avgerð seinni
skal verða tikin um, at tey
skulu verða flutt á annað
heim.
Maður fyri búfólkið og
fyristoðukvinnan søgdu
við ein munn, at um av-
gerð fer at verða tikin um
at flyta búfólkið, so fara
tey at leggja málið fyri
hægri rætt at taka stødu
til.
Hetta ber boð um, at
eldra ættarliðið, sum hev-
ur verið við til at lagt
grund undir sokallaða
vælferðarsamfelagið, let-
ur sær ikki alt lynda og
veit, hvussu eitt rættar-
samfelag er bygt.
X
A
Framhald av síðu 4
síðsta útveg at fera eina
sak fyri FDM-limirnar. So
er tað blaðið Motor, sum
kemur út 22 ferðir um
árið, og er eitt tað mest
lisna bilblaðið í Danmark.
Har kann ein lesa um
royndarkoyringar av øll-
um nýggjum bilum, sum
koma á marknaðin, um
brúktar bilar og hvussu
bilarnir fara at síggja út í
framtíðini. Har er tekn-
iskur og legfreðisligur
brævkassi við lesarabrev-
um. Eisini frásegur um
frítíðarpláss kring allan
heimin, adressur og tele-
fonlistar á ellum FDM
munni.
Bi
omar,å havnalagið
Ø/l eru hjartaliga vælkomin.
virkjum,
Avslåttur fyri limir
FDM hevur gjørt avtalur
um avslåttur å t.d. hotell-
um, ferðamannaskrivstov-
um, ferjum, camping-
plássum og slíkum í Dan-
merk.
Auto Class
Teir FDM limir, sum vilja
hava eina eyka trygd, tá
teir koyra uttanlands,
hava eisini meguleikan
fyri at gerast limir í Falck
og harvið koma teir í Auto
Class, tá kunnu teir njóta
allar teir fyrimunir, sum
FDM og Falck kunnu
Føroysk meti í Hirtshals
Um Gud vil, so byrja sonevndu >Skagerak-
fundirnir« á matstovuni hjá Cosmos Trawl
20. juni og halda á til 1. august.
Fundirnir verða hvert héskvøld kl. 20.
Aftan á er ein hugnal
Sjómansstovan »Malta«
Hirtshals
Vótaverkstaðið Cosmos Tram liggur á havnaøkinum eystaru megin, beint
yvirav auktionshøllmi. Ferðandi til Hirtshals skulu fylgja vegskiltum, ið visa
Matta, Vinkelvej 2, 9850 Hirtshals, Tlf. 098944370.
øta vid einum drekka-
veita tilsamans.
Ferðamannaskriv-
stovur og trygdar-
utgerå-sølubud
Tad eru 35 FDM ferða-
mannaskrivstovur við
selubúð í Danmark, har
kunnu allir upplýsingar
fáast og tilboð viðv. ferða-
seðlum, útferðum, ferða-
meguleikum og har kann
ein keypa øll kort, sum
man fær brúk fyri á túrin-
um og alla FMD trygdar-
útgerð til bilin.
Síða 13
LL
Skrá fyri
Sundalagsstevnuna 1991
sum í ár verður
í Kollafirði
Fríggjadagin 14. juni
18.00-20.00 Todneshúsini (húsini hjá Peri) eru opin.
18.00-22.00 Talvkapping í skúlanum, 1. umfar av 4 talvum millun
europameistaran fyri unglingar, Rúna Djurhuus úr Noregi og
Torbjørn Thomsen, K.T
19.00-24.00 Tivoli vid båtahylin.
20.00 Stevnuteitid verdur framført i bygdarhusinum
22.00- Dansur i tjaldinum, Hjarnar spæla.
22.00- Gamlamannadansur i bygdarhusinum, 20 åra aldursmark,
Sputnik spælir.
Leygardagin 15. juni
14.00 Stevnan verður sett. Thomas Arabo, landsstýrismaður, flytur
fram rødu. Norðstreymoyar harmoniorkestur spælir. Skótar
og ítróttarfólk ganga skrúðgongu frá bygdarhúsinum og út í
skúlagarðin.
15.00 Kappróður. Beint eftir róðurin verða steypini handað á
róðrargkinum.
16.00-20.00 Talvkapping í skúlanum, 2. umfar.
17.30-21.00 Framsýning í skúlanum av ymiskum arbeiði, ið
pensionistarnir hava gjørt í dagtilhaldinum í bygdarhúsinum.
17.30-21.00 Listaframsýning í skúlanum.
18.00-20.00 Todneshúsini (húsini hjá Peri) eru opin.
18.00-22.00 Matsøla i bygdarhúsinum.
18.00-24.00 Tivoli við bátahylin.
20.00 Stevnuteitið verður framført i bygdarhúsinum.
22.00 Dansur í tjaldinum, Hjarnar spæla.
22.00- Gamlamannadansur í bygdarhúsinum, 20 ára aldursmark,
Sputnik spælir.
23.00 Midnáttarsamkoma við felagssangi, guitarspæli og legubåli.
Terji Davidsen, løgtingsmadur, flytur fram rødu. Skótarnir
skipa fyri sølu av bollum og kakao.
Sunnudagin 16. juni
11.00 Gudstænasta i Kollafjardar kirkju, Marjun Bæk, prestur,
prædikar.
13.30 Sunnudagsskúli í missiónshúsinum.
14.30 5 km. renning byrjar á Signabø. Rennararnir koma á mál við
skúlan. Tey, ið skulu renna, meta upp í skúlanum kl. 13.30.
15.00 Hondbóltur í skúlagarðinum.
KIF — Neistin dr. 10
KIF — Neistin dr. 12
KIF — Neistin dr. 16
18.00 KIF — Neistin 1. deild menn
15.00-20.00 Todneshúsini (húsini hjá Peri) eru opin.
15.00-20.00 Framsýning av ymiskum arbeiði, ið pensionistarnir hava gjørt
í dagtilhaldinum í bygdarhúsinum.
15.00-20.00 Listaframsýning í skúlanum.
15.00-24.00 Tivoli við bátahylin.
16.00 Flogbóltur í fimleikarhøllini.
KIF— VIF 1. deild kvinnur
KIF — Nøvin 3. deild kvinnur
16.00 Køkutombola i skålanum.
16.00-20.00 Talvkapping í skúlanum, 3. umfar.
17.00 Skemt í skúlagarðinum. Bygdaráðslimir úr Kollafirði og
Sundalagnum dystast.
18.00-22.00 Matsøla i bygdarhúsinum.
19.00 Møti i missiónshúsinum.
20.00 Stevnuteitid i bygdarhusinum.
20.30 Sangløta og opið hús i missiónshúsinum.
22.00 Dansur í tjaldinum, Black Panters spæla.
Mánadagin 17. juni
18.00-22.00 Talvkapping í skúlanum, 4. umfar.