Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. juni 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Uppgávan ov stór: Nógvir stóðu ikki royndina Fyrsta uppstillingin visti lítið sannførandi foroyskt spæl, bæði tá tað ræður um verju- og álopsleik. Utskiftingarnar eftir steðgin bottu um hetta Oyggjaleika liðið er tikið út. Eftir hópinum at dema er steðið langt ífrá bara tikið í dystinum hóskveld- ið, og tað er rímuligt. Próvtekan í Gundadali fyrrakvoldið var mest átek henni hjá heimaskip- arunum i alisfreði: nógvir vóru uppi, og fleiri stóðu ikki royndina. Teir, sum stóðu royndina við ein glans, vóru Gl'arnir Jón Sigurd Gleðisheyggj og Anton Skoradal. Hevuðsfrágreiðingin var eisini hin sama sum á sjómansskúlanum — upp- gávan var meiri trupul enn roknast kann við, at ungu menninir megna. At t.d. Jón Pauli Olsen, Bergur Magnussen og Niels Pauli Jacobsen eru úttiknir skal meiri siggj- ast í ljósinum av, hvat teir vanliga standa fyri. Ikki ti, teir vístu móti svium. Stutt sagt: sviarnir vóru ov góðir, serliga hvat skiotleiki og styrki viðvík- ur, men eisini tá tað ræður nýtsluna av un vallar- breidd og -dypd og stød- um á vellinum. Hvat bólt- kunnleikanum viðvíkur var ikki tann stóri munur- in. Eingin miðvellur Stersti svíkurin var mið- vellurin. Øll Vágs'trioin reyk, um bert hesin dyst- urin skal takast sum grundarlag. Rúni og Jón Pauli eur bestir, tá teir í stóran mun hava bóltin og stýra. Tað komu teir ong- antíð til. Jan Allan verður van- liga roknaður sum næstan bara framm rættaður leikari. Hesaferð sóust hann og Jens Erik meiri enn einaferð royna at byggja upp heilt úr botni. Tað skuldu hinir vágbing- arnir gera, serliga Rúni. Hinir báðir spæla við so smáum marginalum, at tú situr við hjartanum í hálsinum, tá teir á aftasta manni eru bóltferandi. Lítið avgjerdir Uppgávubýtið í verjuni var langt frá so skipað, sum vit kenna tað frá A-- liðnum, og tað er ikki so undarligt, tí menninir eru ikki samanspældir. Bæði málini í 1. hálvleiki stóð- ust av verjumistøkum. Fyrst verður mist í høgru á veg í ålop. Sviar spæla ping pong i vinstru brotsteigar síðu, eingin fer á leysan mann, sum smekkar flatt innfyri, har Grímur er óheppin at seta tánna á. Helst var hetta við til at seta dám á verjuleikin. Miðverjarnir vóru stutt sagt óvanliga ótryggir, og í uppspælinum til 2-0 selur ein teirra seg við glíðandi tackling uttar- laga í brotsteiginum, með- an næsti lítið avgjerdur fylgir eftir Patrick And- ersson, sum plaserar. Útskiftingar hjálp- tu Rútman og trygdin bleiv sterri eftir steðgin, tá fleiri útskiftingar vóru. Nr. 111 — 15. juni 1991 Kanska legdu sviar ikki so nógv fyri hesa letuna, men einki er at taka seg aftur i, at Gl'arnir vístu sína styrki: Jón Sigurd vísti myndugleika sum miðverji, og Anton bland- aði seg í nógv á miðvelli- num við stórum hepni. Anton var móti dystar- enda við í hálvum mål- meguleika! Ta løtuna, hann inni, stóð Eyðfinn David- sen á hegra vongverja seg væl, og hóast hvergin teirra er tikin út, so styrk- tu Jákup Eli Olsen á vinstra vongverja og Jens Christian Hansen á mið- vellinum um sína steðu. At seta Johnny Skibe- næs sum álopsleikara er tað sama sum at taka meguleikan frá honum. Hann er ikki álops- men miðvallarleikari við skap- andi evnum, og kendi seg ongantíð til rættis sum fremsti maður. var Evnini røkka til meiri Tað vóru veikleikar í øll- um reðunum móti svium: Málverjarnir fingu báðir meguleikan. Tá sæð verð- ur burtur frá málunum, vóru teir ikki settir á tær stóru royndirnar, men hvergin teirra var full- komuliga sannferandi. Tveir min. eftir fyrsta málið roynir svii seg úr 22 metra fjarstødu. Jákup stendur sum negldur og letur bóltin fara. Hann smellur í stólpan! Evnini eru til landsliðsmálverja, men skal klaksvíkingurin koma so langt, so má ster- i myndugleiki vísast. Peikanin og veipanin, sum er við til at geva kensluna av, at brotsteigin eigi eg, hon má koma fram. Stersta styrkin hjá KI'- aranum er neyvleikin í út- spælinum. Bjarni Johannesen, VB, stóð seinasta hálva tíman. Á jørdini visti hann stóra trygd, men útspælinum bilti við. Soleiðis var tað óneyvt útspæl, sum førdi til 3. málið. Feroyingar eru á veg fram, sviar fáa bóltin, ið verður spældur í foroysku miðverjuna. Bæði Petur Amond og Jens Christian fara í mannin, og so er púra op- ið. Broytt uppstilling Einki at ivast i, at Føroy- ar fara at standa seg rættuliga væl, tá farið verður til Oyggjaleikirnar, hóast liðið hesaferð langt í frá er komið so langt í fyri- reikingunum sum í 1989: Fótbóltssteðið verður nógv lægri enn tað, sviar vístu, og nakrir A lands- liðsleikarar fara at pynta um uppstillingina. T.d. er ikki óhugsandi, at Kurt Mørkøre kemur i miðverjuna saman við Jón Sigurdi og Niels Paula ella Petur Amond. Óhugsandi er heldur ikki, at Ari verð- ur vinstri og Eyðfinn hegri vongverji og at Magni og Anton styrkja um miðvellin saman við Jan Dam. Bergur, Jens Erik og Jan Allan eru upp- løgd evni til álopsplássini, so alt í alt er talan um eitt gott feroyskt lið. Góða eydnu á Álandi. Tit náa langt, tí mótsteð- an verður ikki hin sama sum móti svium, og eingin aftasti maður í Oyggja- leikunum verður so skjót- ur, sum Joachim Bjerk- lund hjá svium vístist at vera! -nn-