Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. juni 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 111 — 15. juni 1991 Orð £ myndir: Hilmar Jan skallanum. »Eg fór beinanvegin at bløda rættiliga illa, so tað sá sera Ógvisligt út hjá teimum, sum komu til,< greiðir Frants frá. >Men til alla lukku vísti tað seg, at skaðin ikki var so stórur. So ikki ivist eg minstu løt- una í, at tað var eitt satt Guðs undur, at eg slapp við lívinum frá ti heila. Fleiri av teimum, sum vóru millum tey fyrstu at koma til, hava sagt, at tey ivaðust ikki í, at maðurin var deyður, tá tey sóu bilin. Merkir einki nú Men tað vildi gðrvísi til, og í dag merkir Frants einki til nakað sum helst frá óhappinum. Róðrið á bilinum hjá Frants trýsti fast niður á beinini á honum, so hann sæt rimmarfastur í bil- inum. Tí bar ikki til at fáa hann leysan, fyrrenn menn høvdu skorið takstólpan av framman í vinstru síðu. Ta fyrstu løtuna fekk eg ikki staðið, og hartil bløddi eg illa,< sigur Frants. >Sjúkrabilurin var skjótur á staðnum, og allan vegin til Havnar helt tað fram við at bløda, til eg á landssjúkrahúsinum kom undir viðgerð og varð seymaður aftur í tí stóra sárinum í høvdinum.« Fyrstu dagarnar aftaná hevði Frants eisini ilt í beinunum, men tað varð kortini skjótt yvirstaðið við tí, og hevur hann nú sum sagt eingi mein av hesum álvarsliga biló- happinum, sum lættliga kundi kravt lív hansara. »Eg dugi bara at síggja tað, at her hevur Harrin verið við og hjálpt mær, tí tá eg hugsi um, hvussu bilurin sá út aftaná, kann eg skjótt siga mær sjálvum, at eg akkurát tað sama ikki hevði verið sloppin við lívinum,< sigur Frants. »Um eg var komin upp å kantin å gongubreytini, sum eg ikki slapp uppá, hevði grevið komið beint inn á síðuna á bilinum, og so hevði einki verið, ið kundi tikið fyri og vart meg.« Beint eftir óhappið bløddi Franis sera illa, og ikki fyrrenn hann kom undir viðgerð á landssjúkrahúsinum og varð seymaður aftur, helt uppat at blýða. fo 20 98) SR eng viku-. SKITTIÓ Jan Kløvstad sýnir her fram lutir, ið eru við á framsyningini: Eitt gamalt logg og ein kumpasrósa, sum teir gomlu nýttu á hvalaveiðu Framsýningar um oyggjarsamfelgg Framsýningin um Írland og Okrnoy er er eitt nátt- úrligt framhald av fram- sýningini um føroyska båtin og "Vinland-suitan," sum varð sýnd herfyri, og sum er ein roynd at lýsa oyyggjarsamfelgg. Framsýningina um Írland hava Olov Isakson, rit- høvundur og Søren Hall- gren, fotofragur gjørt, i samband við myndabókum Írland, sum teir góvu út fyri nøkrum árum síðan. Heir báðir góvu eisini úr myndabókina "Føroya- myndir" fyri 10 árum síð- an. Henda framsýning gevur í myndum og teksti innlit í søgu landsins og nútíðar samfelagið. Framsýningin "Orknoyar 5.000 ár" er sett upp i Klingruni i Nordurlanda- húsinum. Partar av hesari eru frá einari umfevnandi søguliga framsýning, sum Pier Arts Centre í Stromm- ness, hevur fingið loyvi at nýta sum ferðasýning. Framsýningin í Norður- landahúsinum um oygg- jarsamfeløgini Orknoyar og Irland er opin til 30. juni. Dagny il Tekniskur assistentar lokið prógv Byggningsassistentar: Birita Egilstróð. K. Eyðgerð Guttesen, Annelisa M. Hammer. Dania S Hansen, Sámal 1. Hansen, Petur H. Jacobsen, Poul Jensen, Paula Olsen og Olavur Thomsen. Maskinassistentar: Johan Anthoniussen, Jónleif Hansen, Heðin E. Olsen. Tróndur S. Ol Tora E. Simonsen [Sen