Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mars 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 55 - 20. mars 2003 Nr. 55 - 20. mars 2003 3 Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðing- ar hevði um viku- skiftið aðalfund. Ann- að árið í trý ára setuni er farði afturum bak, og sigur felagið, at árið farna árið hevur verið hendingaríkt og spennandi. Millum annað broytti felagið eisini navn í oktober mánaði í fjør AÐALFUNDUR Ingrid Bjarnastein Um vikuskiftið hevði Fel- agið Føroyskir Sjúkrarøkt- arfrøðingar aðalfund. Hetta var fyrsti aðalfundurin við nýggja navninum, og annað árið í trý ára setuni hjá nevndini í felagnum. Eini hundrað limir vóru møttir upp á aðalfundinum, og metir felagið hetta vera sera gott, av tí, at talið á virknum limum er 585. Havast skal so eisini í huga, at limirnir arbeiða jú døgn- ið runt, hvønn dag í vikuni og eru kring allar Føroyar, so tað ber ongantíð til at savna allar saman. Felagið sigur, at farna árið hevur verið hendinga- ríkt og sera spennandi og krevjandi ár. Nýggja sjúkrarøktarfrøð- ingaútbúgvingin, navna- broytingin og sáttmálasam- ráðingar hava fylt ein stór- an part av árinum. Útbúgvingin Felagið Føroyskir Sjúkra- røktarfrøðingar metir, at nýggja útbúgvingin er eitt stórt framstig, helst tað størsta hjá sjúkrarøktini í nýggjari tíð, og samstundis eisini ein stór avbjóðing. Eftir nýggju lógini er útbúgvingin nú fýra ár til longdar og er býtt sundur í lestrarhálvur. Hon endar við eini bachelorverkætlan, og soleiðis fær tann sjúkra- røktarfrøðingalesandi bachelor heitið, tá prógvið er lokið. Sjálv útbúgvingin fer fram á Sjúkrarøktafrøð- iskúla Føroya í samstarvið við Fróðskaparsetur Før- oya, sum skal tryggja vís- undaliga støði í bachelor útbúgvingini. Við nýggju lógini verður útbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði í Før- oyum viðurkend sum aka- demiskt disiplin, og tað fegnast tey í felagnum um. Í oktober mánaði í fjør fekk felagið, sum áður æt Sjúkrasystrafelag Føroya, nýtt heitið. Avgjørt varð á eykaaðalfundi, at nýggja navnið skuldi vera Føroys- kir Sjúkrarøktarfrøðingar. Felagið sjálvt fegnast um nýggja heitið, og við tað, at orðið »systir« ikki longur er við, so verður eisini latið upp fyri monnunum, so spennandi er at vita um teir nú fara at gerast fleiri í tali. Hendingaríkt ár Í nevndini hjá Felagið Før- oyskir Sjúkrarøktarfrøðingar eru: Jana H. Dalsgaard, forkvinna, Óluva Lómstein, næstforkvinna, Anna Maria Simonsen, nevndarlimur, Æna Rienert, nevndarlimur, Hervør Eidesgaard, nevndar- limur, Turið Zachariassen, nevndarlimur, Elsa Vest, nevndarlimur og Anna Samuelsen, tiltakslimur Mynd: Eirikur Lindenskov Gott 100 limir møttu upp til aðalfundin um vikuskiftið Mynd: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Fundur um brúkaramál í Norðurlandahúsinum Mánakvøldið skipar Brúkararáðið fyri almennum fundi við danska brúkaraumboðsmann inum. Eisini verður pallborð við umboðum fyri brúkarar í Føroyum, vinnu, landsstýri og politisku flokkarnar BRÚKARAMÁL Tíðindaskriv Mánakvøldið tann 24. mars 2003 kl. 19.30 skipar Brúk- arasamtakið fyri almennum pallborðsfundi í Klingruni í Norðurlandahúsinum um evnið: Er brúk fyri nýggjari brúkaralóggávu og brúk- arastovni í Føroyum? Hvussu kunnu vit skipa brúkaravernd í Føroyum? Høvuðsrøðari verður danski Brúkaraumboðs- maðurin Hagen Jørgensen. Hann fer at greiða frá, praktiska týdninginum av danskari brúkaralóggávu í nýggjari tíð, samanbera við norðurlendsk og altjóða viðurskifti og harumframt greiða frá sínum luti sum brúkaraumboðsmaður í Danmark. Hereftir fáa umboð fyri brúkaran, vinnuna, lands- stýrið og politisku flokkar- nar á løgtingi høvi at fram- føra síni sjónarmið, um tey halda tað er brúk fyri nýggjari brúkaralóggávu og brúkarastovni í Føroyum, og um hvussu tey halda vit kunnu skipa brúkaravernd í Føroyum. Skráin fyri pallborðs- fundin verður hendan: 19.30 Fundurin verður sett- ur, 19.45 Danski Brúkara- umboðsmaðurin Hagen Jørgensen heldur røðu, 20.30 Framløgur frá pall- borði: Brúkarasamtakið, Vinnuhúsið, Landsstýris- maðurin í Vinnumálum, 20.40 Steðgur. 20.55 Fram- hald við framløgum frá pallborði: umboð fyri teir 6 politisku flokkarnar á løg- tingi, 21.15 Orðaskifti við pallborðsluttakararnar og brúkaraumboðsmannin, 22.00 Liðugt – Fundurin er almennur, og vónandi verður undir- tøkan stór, so brúkarar kunnu nýta hetta høvið at koma til orðanna og gera vart við støðu okkara og tey krøv, sum mugu setast fyri at bøta um viðurskiftini hjá brúkarum í Føroyum í dag. Tí hava eisini limirnir í Brúkarasamtakinum, allir tinglimir, umboð fyri vinn- una og fjølmiðlar fingið serstaka áheitan um at verða við, sigur Brúkara- samtakið í tíðindaskrivi. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at góða systir okkara Elsebeth C. Kristensen kallað Ebba, fødd Weihe á Selatrað andaðist í Keypmannahavn sunnudagin 16. mars, 89 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Brøndby Øster kirkju fríggjadagin 21. mars kl. 12.00. Fyri tey avvarðandi Lena Hans Pauli Strøm, skrivari, Ingun Simonsen, formaður og Gunnleivur Dalsgarð, nevndarlimur í Brúkararáðnum Tað hevur ikki verið neyðugt hjá fólki í Sunda kommunu at keða seg í hesum árinum. Nógv tiltøk hava verið á skránni, og helmað verður ikki í fyrr enn 28. juni VÁRTILTØK Vilmund Jacobsen Í Sunda kommunu eru fleiri feløg, bæði ítróttarfeløg, ungmannafelag, og har eru eisini skótar, umframt bókasavnsnevnd og kirkju- ráð. Bæði børn og vaksin eru limir í hesum feløgum, og nógv eru sjálvsagt limir í meira enn tí eina felagnum. Varpa ljós… Uppundir endan av seinasta ári tóku fólk í kommununi stig til at »varpa ljós á kommununa…«, sum tey rópa tað. Á fundi varð avgjørt at seta eina nevnd við einum umboði úr hvørjum av hesum feløgum, nevndum og ráðum, og Sunda komm- una fekk tvey umboð í nevndina. Umboðini hjá kommun- uni eru tvær kvinnur, Thor- dis Dahl Hansen og Hans- ina Johannesen. Endamálið hjá nevndini var at savna saman ymisk »vártiltøk« í eina skrá, sum røkkur heilt fram til jóan- søkubálið, ið Sunda Róðr- arfelag skipar fyri við báta- hylin á Oyrabakka, 28. juni. Jóansøkubálið er eitt afturvendandi tiltak hjá róðrarfelagnum. Her plaga tey eisini at selja pylsur og búffar, eins og børnini sleppa at ríða á hestbaki. Drúgv skrá Tiltøkini í Sunda kommunu byrjaðu longu í januar, tá ið Freydis Poulsen í barna- skúlanum á Oyrabakka greiddi frá brotum úr Norð- skála søgu. Í februar helt Knút Simonsen fyrilestur um streym og sjóvarfall, og aftur í februar greiddi Freydis Poulsen frá brotum úr Svínáar søgu. Skipað hevur eisini verið fyri bingo, barnadansi, dansi, føroyskum dansi og føstulávintstiltaki. Lestur var í Norðskála kirkju, 5. mars, og føstu- gudstænasturnar eru eisini við í skránni. Vikuskiftið, 8. og 9. mars, var stór talvkapping í Eydnuni, har allir luttakar- arnir fingu skreytblað sum minnið um, at teir vóru við í kappingini. Í dag, 20. mars, fer Freydis Poulsen aftur at greiða frá. Hesaferð fer hon at siga frá brotum úr Oyra søgu. Sunnudagin, 23. mars, verður judokapping og framsýning av judo í Fel- agsskúlanum á Oyrabakka. Gallaveitsla 29. mars er eitt serstakt og sera áhugavert tiltak á skránni; tá verður galla- veitsla í Eydnuni. Hetta verður ikki nøkur vanlig veitsla, men ein veitsla við rættiligum »stíli« yvir sær. Birgir Enni verður kokk- ur, og hann fer at borðreiða við alskyns sjógæti úr Sundalagnum, eitt nú fiski, skeljum, rækjum, humm- ara og øllum tí, sum annars er hugsandi at finna í Sundalagnum. Við sær hevur Birgir ein vinmann úr Íslandi, sum eisini er kokkur og eigur matstovu í Reykjavík Um kvøldið verður dans- ur, har GHM fer at spæla. Atgongumerkini kosta 250 krónur og kunnu keyp- ast fram til, 22. mars. Av- markað atgongd er til hesa forkunnugu og spennandi veitslu, so skilagott er hjá teimum, ið ætla sær at verða við, at keypa sær at- gongumerki sum skjótast. Ætlanin er at fáa nøkur ung úr kommununi at skipa fyri skemti á gallaveitsluni. Onnur tiltøk Vikuskiftið, 5. og 6. apríl, verður patchwork- framsýning í skótahúsinum á Oyri. Her fara nakrar kvinnur, ið hava gjørt patchwork lutir, at sýna fram tað, sum tær hava seymað burtur úr ymiskum snøklum av toyi. Í døgunum, 11.-16. apríl, verður teldutreff í Eydnuni á Oyrabakka. Tá kann ein og hvør, sum hevur hug, taka telduna í bilin ella trillubøruna og seta hana upp í Eydnuni til spæl, chatt og alt tað, ið hugsast kann. Flaggdagshald verður, 25. apríl, har skótaliðið, Knúkur, skipar fyri. Skikka veðurgudarnir sær væl, verður tiltakið úti. Annars verður tað í eydnuni á Oyrabakka. Ætlanin er at hava eina listaframsýning, 3. og 4. mai, í skálanum í barna- skúlanum á Oyrabakka. Málið er at fáa fólk, sum arbeiða list í kommununi, at sýna fram. 12. mai verður musik- andakt í kirkjuni á Norð- skála. Kór Glyvra kirkju fer at syngja undir leiðslu av Meinhardi Bjartalíð, presti. Emil Olsen, prestur, verður eisini við. Heldur veðrið sær, verður ein stórur marknaðardagur á skúlaplássinum við Fel- agsskúlan, 16. mai, har ymiskir lutir verða seldir. Viðrar ikki, verður markn- aðurin í Eydnuni í staðin. Seinastu tiltøkini í hesum umfarinum verða 17. mai, tá ið Sunda Byrsufelag fer at skipa fyri skjótikapping og 28. juni, tá ið Sunda Róðrarfelag skipar fyri jóansøkubálinum. Kórvenjing Hvørt týskvøld, síðan skráin yvir vártiltøk í Sunda kommunu fór av bakkastokki, hevur kór- venjing verið í barnaskúl- anum á Oyrabakka. Venjingarnar byrjaðu, 4. februar, og tað er Hans olivur Joensen, sum er ætt- aður úr kommununi, men býr í Havn, ið hevur tikið sær av hesum. Sum skilst, hevur hetta tiltakið fingið rættiliga góða undirtøku. Ætlanin er, at kórið skal framføra sang á flaggdags- haldinum, 25. apríl, og møguliga á gallaveitsluni, 29. mars. Hópur av tiltøkum í Sunda kommunu Ein hópur av tiltøkum hava verið í Sunda kommunu í hesum árinum, og helmað verður ikki í fyrr enn, 28. juni, tá ið Sunda Róðrarfelag skipar fyri jóansøkubáli C M Y K 3 2