hósdagur 20. mars 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 55 - 20. mars 2003
Nr. 55 - 20. mars 2003
5
Ulf Nordlund er
dirigentur hjá Klaks-
víkar Hornorkestri,
sum fer at hava
konsert saman við
næmingum úr Tón-
listaskúlanum leygar-
dagin klokkan tvey.
Ulf heldur, at børnini
verða sum teirra
umhvørvið sær út
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Klaksvík: – Tykkara skúlar
síggja sum heild ræðuligir
út, er eitt tað fyrsta Ulf
Nordlund sigur, tá hann
sessast við borðið. Hann er
púra ovfarin, at skúlarnir
eru í so vánaligum standi.
Og hann sigur, at tað er
sanniliga ikki bara í Klaks-
vík. Hann hevur verið fleiri
staðir runt í landinum og
undirvíst í tónleiki, og hann
heldur, at í teimum allar-
flestu støðunum er tað sera
týðuligt, at nærum onki
hevur verið gjørt við skúl-
arnar seinastu mongu árini.
– Tað er ein katastrofa
fyri framtíðina hjá føroy-
ingum, at skúlarnir síggja
soleiðis út, og at onki verð-
ur gjørt fyri at menna teir,
sigur Ulf.
Hann sigur, at tað er onki
at ivast í at tað er lætt hjá
føroyingum at fáa eyga á
gullið, sum er í høvunum,
men hann heldur, at vit
duga ikki at síggja gullið
sum er á landi. Nevniliga
børnini.
– Tey verða forsømd við
teimum skúlunum, sum tit
hava í dag, heldur Ulf
Nordlund. Og hann spyr
samstundis
hvørji
fólk
yvirhøvur – tað veri seg
landsins myndugleikar ella
kommunupolitikkarar
–
høvdu funnið seg í at verð-
ið sett til arbeiðis á einum
staði, sum sær so illa út og
hevur ligið á láni í so mong
ár.
Ulf Nordlund tosar eisini
um, at mong vaksin eru ill
um, at tey ungu dálka so
illa, men tað heldur hann
onki er at siga til.
– Hygg at skúlunum,
sigur hann.
Serliga harmast hann eis-
ini um, at tað letur til at tón-
leikurin ikki fær nakað
pláss í fólkaskúlunum í
dag.
– Børnini í skúlunum í
dag syngja so at siga ikki,
og tey fáast sum heild lítið
við tónleik yvirhøvur.
Ulf sigur samstundis, at
tað nyttar onki at leggja
eftir lærarunum í hesum
førinum, tí tað er sanniliga
ikki teirra skuld, at støðan
er, sum hon er í dag.
– Tað er ikki uppgávan
hjá einum lærara at syrgja
fyri, at fysisku karmarnir
eru í lagi. Tað má vera upp
til myndugleikarnar og
politikararnar.
Børn skulu gera tað
teimum dámar
Ulf hevur í mong ár fingist
við at arbeiða við børnum
innan tónleikin. Hann hev-
ur í dag tilsamans 36 næm-
ingar undir sær í Klaksvík-
ar Tónlistaskúla. Og hann
hevur nú tikið stig til at
næmingarnir fara at hava
konsert saman við Klaks-
víkar Hornorkestri í Ósá-
skúlanum
leygardagin.
Børnini fara at spæla sam-
an við sjálvum hornorkestr-
inum. Millum annað verður
ein kanon á skránni við
Dovni Jákup.
Ulf leggur seg eftir at
finna løg, sum børnini
kunnu fyrihalda seg til. Tað
vil siga, at tað skulu vera
løg, sum tey kenna og har-
við hava tey tað stuttligari,
meðan tey spæla.
Hann vísir eisini á, at tað
samstundis verður lættari
hjá barninum at fáa for-
eldur ella systkin at fyri-
halda seg til teirra ítriv við,
at tey eisini kenna løgini
aftur.
Tá prátið fellur inn á
annan tónleik, til dømis
Prix Føroyar, tá heldur Ulf
ikki, at tað hjálpir so nógv
upp á børnini.
– Alt gott um Prix Føroy-
ar, men tað fær ikki børnini
at spæla meiri tónleik, hel-
dur hann.
Ulf hevur skrivað eina
bók, sum eitur Orkester-
skolen, har hann nágreini-
liga greiðir frá, hvussu ar-
beiðast kann við at fáa børn
at spæla upp á instrumentir.
Hann hevur eina tónleika-
test, sum hann fer kring
skúlarnar við og út frá
henni
verður
staðfest,
hvørji børn eru egnað til at
spæla upp á ljóðføri. Hann
greiðir frá, at tað er av
alstórum týdningi at børn-
ini sleppa at gera tað, sum
teimum dámar.
– Tað nyttar lítið at trýsta
eitt barn til at gera ella
spæla okkurt, sum tað ikki
dámar. Tí ræður um at
finna útav, hvat ljóðføri tí
dámar best, og hvat hóskar
best til barnið, sigur Ulf,
sum er útlærdur trompetist-
ur, men kortini fæst mest
við at spæla upp á vald-
horn.
Við at taka næmingar í
Tónlistaskúlanum við í
eina tílíka konsert, heldur
Ulf, at tað er eitt stuttligt
upplivilsi hjá næmingunum
at sleppa at sita og spæla
saman við teimum eldru í
hornorkestrinum.
Tað verða tó ikki bara
næmingar hjá Ulf, sum
verða við á konsertini. Eis-
ini næmingar hjá Høgna
Klakstein, sum lærir tey at
spæla upp á ymisk slagljóð-
føri.
Á konsertini leygardagin
verða solistar: Magnus
Mikkelsen á trombone og
Rani Hansen á euphonium.
Tað gevur konsertini eina
vissa breidd afturat børnun-
um.
Konsertin byrjar klokkan
tvey.
Ljótir skúlar smitta børnini
Ulf Nordlund er dirigentur
hjá Klaksvíkar Hornorkestri,
og hann er skelkaður av,
hvussu vánaligum standi
flestu fólkaskúlarnir í
Føroyum eru í
Mynd: Jens K. Vang
Eilif, Sámal og Julius eru tríggir næmingar hjá Ulf, sum skulu spæla við leygardagin
Mynd: Ulf Nordlund
Hesir næmingarnir eru allir byrjaðir í Tónlistaskúlanum innan fyri teir seinastu fýra mánaðirnar
Mynd: Ulf Nordlund
Rosalie hvørvur í mjørkanum
Málið um filipinsku
Rosalie Thomsen,
sum er víst av land-
inum, er um at hvørja
í einum mjørka av
tagnarskylduni, sum
allir partar goyma seg
aftanfyri. Men tað
tykist greitt, at hon
noyðist av landinum,
tí hon ikki søkti um
uppihaldsloyvi, hóast
hon upprunaliga varð
skeivt kunnað av
danska útlendinga-
stýrinum
ÚTVÍST
Ingi Rasmussen
Far av landinum innan 10.
apríl. Annars kanst tú fáa
hálvt árs fongsul.
Hørðu boðini til filip-
insku mammuna at einum
nýføðingi og einum seks
ára gomlum dreingi, sum
eru í Føroyum, standa við.
Tað gongur striltið at fáa
viðmerkingar frá myndug-
leikunum um málið við
Rosalie, sum er víst av
landinum, tí hon ikki hevur
uppihalds- og arbeiðsloyvi í
Føroyum.
Rosalie Thomsen er gift
Heina Thomsen, sum er
føddur í Føroyum. Hon
hevur filipinskt pass, men
hevur varandi uppihalds-
loyvi í Danmark, tí tey hava
verið gift í átta ár. Tá tey
fluttu til Føroya í septem-
ber í fjør, varð henni upp-
lýst, at hon kundi fara til
Føroya uttan serligt visum.
Men síðan er komið fram,
at hon varð skeivt kunnað,
tí danska útlendingastýrið,
sum er myndugleiki á økin-
um, ikki helt, at hon ætlaði
sær at flyta til Føroya við
familjuni.
Ivi um 14 dagar
Í skjølunum, sum liggja við
málinum, verður sagt, at
Rosalie Thomsen persón-
liga var á skrivstovuni hjá
útlendingastýrinum 6. sep-
tember 2002, har hon vísti
sítt pass og varandi uppi-
haldsloyvi í Danmark. Hon
upplýsti, at hon og maðurin
skuldu til Føroya. Sambært
útlendingastýrinum í 14
dagar. Stýrið upplýsti í hes-
um sambandi, at hon kundi
fara til Føroya uttan før-
oyskt innferðarloyvi. Tað
var skeivt viðgongur út-
lendingastýrið.
»Det var imidlertid ikke
styrelsen bekendt, at du
havde til hensigt at bosætte
dig og eventuelt arbejde på
Færøerne. Styrelsen har
således ikke vejledt dig om,
at en opholds- og arbejds-
tilladelse ikke var for-
nøden«.
Í hesum stendur orð
ímóti orði. Rosalie Thom-
sen og maður hennara
Heini Thomsen siga tað eis-
ini vera skeivt, at hon upp-
lýsti, at hon bert skuldi til
Føroya í 14 dagar.
Av tí, at føroyska løgregl-
an seinni kemur fram til, at
hon onki uppihaldsloyvi
hevur, verður hon víst av
landinum stutt eftir, at hon
hevur átt eina dóttir.
Fekk kjansin
Tað kann tykjast eitt sindur
harðrent, at vísa Rosalie av
landinum. Serliga tí hon
hevur mann av føroyskari
ætt, júst hevur átt eina dótt-
ir, og tí at 6 ára gamli sonur
teirra eisini er í Føroyum.
Hevði tað ikki verið gjør-
ligt at givið teimum møgu-
leika fyri uppihaldsloyvi,
hóast tíðarfreistir, fastar
mannagongdir og annað er
brotið, ætlaði Sosialurin at
spyrja.
Danska útlendingastýrið
hevur enn ikki viljað gjørt
viðmerkingar, tí talan er um
eitt ítøkiligt mál, sum er
fevnt av tagnarskylduni.
Í Føroyum hevur Linda
Hesselberg, fulltrúi á Fúta-
skrivstovuni, havt málið um
hendi, og hon vísir eisini til
tagnarskylduna. Hon vísir í
somu vending á, at politiið
í Føroyum er at samanbera
við »eitt víðkað post-
kontór«, ið bara hevur at
fylgja teimum avgerðum,
sum danska útlendinga-
stýrið tekur.
– Vit hava viðgjørt málið
eftir bókini. Eg kann bara
siga, at tað varð gjørt Heina
Thomsen (maður Rosalie
Thomsen, blðm.) ógvuliga
greitt, at kona hansara
hevði ikki lógligt uppihald í
Føroyum. Og so skjótt, vit
vistu, at hon var her ólóg-
liga, fekk hann tað púra
greitt at vita, og eina freist,
so tey kundu søkja um
uppihaldsloyvi. Men tá
ongin umsókn verður givin,
noyðast vit sum almennur
myndugleiki í útlendinga-
málum at gera, sum vit vera
biðin og vísa tey av landin-
um, sigur Linda Hessel-
berg.
Sostatt er ongin vón.
Familijan Thomsen noyðist
úr føroyska mjørkanum aft-
ur til asfaltið í Keypmanna-
havn, hóast tey ætlaðu, at
børnini skuldu vaksa upp í
Føroyum.
Løg-
tingið
mót-
mælir
álopi
IRAK-KREPPA
Ingi Rasmussen
Alt bendir á, at USA
loypir á Irak í hesum
samdøgrinum. ST hevur
ikki
viljað
stuðlað
álophuginum hjá USA,
og tað hevur ført til
ósemju
kring
allan
heim. Eisini í Føroyum.
Seinnapartin í gjár veik
løgtingið frá tíðarfreist-
ini, so Uttanlandsnevnd-
in kundi leggja uppskot
til samtyktar aftur fyri
løgtingið innan evsta-
mark fyri álopi á Irak.
Sambandsflokkurin,
Javnaðarflokkurin,
Sjálvstýrisflokkurin og
Tjóðveldisflokkurin
vilja hava Føroya løg-
ting at staðfesta, at øll
tiltøk til tess at fáa Irak
og Saddam Hussein at
ganga undir ST-sam-
tyktirnar um avvápna
skulu góðkennast av ST.
Samstundis heitir løg-
tingið á løgmann um at
boða frá løgtingsins
støðu.
Uttanlandsnevndin,
har allir flokkar hava
umboðan, hevur við-
gjørt uppskotið. Og har
gjørdi sama býti seg
galdandi. Allir flokkar
uttan Fólkaflokkurin og
Miðflokkurin
stuðla
uppskotinum
sæst
í
álitinum. Ein minniluti í
nevndini, Jógvan við
Keldu, Jógvan á Lakjuni
og Jenis av Rana, mælir
í sínum áliti frá at sam-
tykkja uppskotið.
– Hvønn dag líða
menniskju undir úrslit-
um av ótaldum vápnað-
um stríðum. Tí eiga aðr-
ar atgerðir, ið kunnu
virka til frið, at stuðlast
– eisini heima hjá okk-
um sjálvum. Minnilutin
heldur ikki, at fyriliggj-
andi uppskot virkar til
frið, men óttast fyri, at
júst tað øvugta kann
gerast
úrslitið,
siga
Fólkafloksins og Mið-
floksins umboð í Uttan-
landsnevndini.
Sostatt fór løgtingið
helst
at
samtykkja
seinnapartin í gjár, at
løgmaður skal boða al-
tjóða samfelagnum frá,
at føroyingar ikki stuðla
einum álopi á Irak uttan
við samtykki frá ST.
Hvagar hann skal
venda
sær,
er
enn
ógreitt.
Familjan Thomsen noyðist aftur til Danmark. Bæði tí tey vórðu skeivt kunnað av útlendingastýrinum, og tí tey seinnu lótu vera við at søkja um uppihaldsloyvi
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
5
4