hósdagur 20. mars 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 55 - 20. mars 2003
Nr. 55 - 20. mars 2003
7
Jóannes Eidesgaard,
løgtingsmaður, hevur
skotið upp fyri
tinginum upp at
brúka saltsiloina á
Drelnesi til sjósavn,
ella sjódepil, sum
hann nevnir tað
ÚTJAÐARAMENNING
Edvard Joensen
Sjódepil á Drelnesi við
akvarium og skipasavni
kann vera ein gott ískoyti til
útjaðaramenningina, tosað
verður so nógv um, heldur
Jóannes Eidesgaard, løg-
tingsmaður, sum hevur
skotið upp fyri Løgtingin-
um at gera eitt slíkt savn í
gomlu saltsiloini á Drel-
nesi.
– Hugskotið kom frá
stjóranum á Feðraráðnum,
Hera Niclasen, sigur Jóan-
nes Eidesgaard. Sjálvur
havi eg so borið tað niðan í
Løgtingið.
Tað, sum hugskotsstillar-
arnir kundu hugsað sær, er
ein depil har eitt nú skipa-
søga og akvarium saman
við møguleikum fyri ment-
anarligum tiltøkum eru.
Eisini ber til at hava mat-
stovu á staðnum, vísir
Jóannes Eidesgaard á.
Hann
nevnir,
hvussu
gjørt verður aðrastðani og
undrast á, at einki sjósavn
er í Føroyum.
– Taka vit Danmark sum
dømi, hava tey har ein
rúgvu av slíkum støðum,
hóast tað, at fiskivinnan í
mun til samfelagið annars
bara er ein heilt lítil partur,
og ikki sum hjá okkum
næstan alt, sigur hann.
At tað kann tykjast onkr-
um at liggja avsíðis, heldur
hann ikki vera nakran
trupulleika.
– Tað er bara ein spurn-
ingur um at innstilla seg.
Tað er at fara umborð á
eina nýggja ferju og ferðast
hálvanannan tíma ella so.
Alt er á sama staði, sum
ferjan leggur at. Og so
verður kortini møguleiki at
ferðast víðari í oynni.
Suðuroyggin hevur ligið
frammalaga í fiskivinnuni,
og eitt nú í slupptíðini var
hon mestsum alt. Einki
hava vit varðveitt at kalla
frá teirri Tíðini, sum jú er
grundarlagið undir samfel-
ag okkara í dag. So upplagt
hevði tað verið at havt eitt
slíkt savn júst her, vísir
Jóannes Eidesgaard á.
Eisini er sjálvur bygning-
urin nakað fyri seg. Fólk
við skili fyri slíkum siga, at
hendan konstruktiónin við
boðaðum betongelement-
um er sera sjáldsom. Fáir
slíkir bygningar eru til yvir-
høvur, og her hjá okkum er
bara tann eini. Tí er hann
eisini áhugaverdur og eigur
at verða varðveittur.
Men slíkt skal eisini
fíggjast, og tað má so gerast
ein landsuppgáva. Og júst
her er tað so at útjaðara-
politikkurin kemur uppí. Tí
ein slíkur depil hevði verið
upplagdur at drigið ferða-
fólk til Suðuroynna, vísir
Jóannes Eidesgaard á.
Avgjørt er at gera
fleiri kanningar,
áðrenn rættiliga
verður farið undir at
bora tunnil millum
Øravík og Hov
TUNNILSGERÐ
Edvard Joensen
Fleiri kanningar skulu ger-
ast av undirlendinum, áðr-
enn farið verður undir at
bora tunnilin í Suðuroy,
sigur landsverkfrøðingurin.
Tað eru ymsar meiningar
um, hvar best er at leggja
nýggja tunnilin millum
Øravík og Hov. Landsverk-
frøðingurin
hevur
eina
linju, meðan annað felag,
NCC, heldur at betri er at
leggja tunnilin aðra leið.
Oyvindur
Brimnes,
landsverkfrøðingur, sigur,
at reint ferðslutekniskt er
tann leiðin, sum NCC
heldur vera ta røttu, betri at
leggja tunnilin.
At hann so ikki bara utan
nakað
hóvasták
verður
lagdur har, kemst av, sigur
Oyvindur
Brimnes,
at
landsverkfrøðingurin hevur
fingið greiðar ávarðingar
um, at jarðfrøðiliga er tann
linjan verri enn hin, sum
landsverkfrøðingurin hel-
dur, at tunnilin skal hava.
Tí er gjørt av at biða eitt
norskt serfrøðingarfelag,
O.T. Blindheim, um at gera
nýggjar kjarnuboringar fyri
at staðfesta, hvussu lendið
er, sigur landsverkfrøðing-
urin.
– Vit meta tað óforsvar-
ligt bara uttan víðari at fara
undir at gera tunnilin aðra-
staðni, enn ætlað. Tí hava
vit gjørt av at gera nýggjar
kanningar, sigur Oyvindur
Brimnes.
Hann sigur, at ætlandi
vera kanningar, projekter-
ing og annað slíkt fyrireik-
ingararbeiði liðugt í summ-
ar ella heyst, so bjóðast
kann út seinni í ár. Miðað
verður eftir at fáa ein fast-
príssáttmála, sigur hann.
Men alt hongur á løg-
tingsmonnum. Tí anleggs-
lógin er ikki samtykt enn,
og eingin veit heldur,
hvussu verður við sam-
ferðsluhavnini á Drelnesi,
sum tosað hevur verið um
at brúka grót úr tunlinum
til.
Um vikuksiftið
kemur fólk frá
felagsskapinum
Focolare í Keyp-
mannahavn til
Føroya at vitja.
Møti verða hildin
sunnudagin
VITJAN
Fólk frá tvørkirkjuliga
felagsskapinum Foco-
lare koma til Føroya um
vikuskiftið.
Fundir
verða hildnir her sunnu-
dagin.
Focolare, sum merkir
fýrstaður,
er
altjóða
kristiligur felagsskapur,
sum arbeiðir við at at
sameina fólk uttan mun
til trúarligan, sosialan
ella politiskan uppruna,
sum Jesus sjálvur ynskti
tað, verður sagt í tíð-
indaskrivi frá felags-
skapinum.
Lida van Dijk og Elma
Streit frá Focolare í
Keypmannahavn fara at
siga frá royndum og
upplivingum sínum við
at bera evangeliið fram í
gerandisdegnum. Tær
fara eisini at siga frá um
samskifti við fólk úr
ymsum kristiligum sam-
komum eins og fólk úr
øðrum trúalærum.
Tær bjóða fram ein
lívsstíl, sum kann geva
ískoyti til frið í nærum-
hvørvinum og við tí eis-
ini í heiminum øllum,
verður sagt í tíðinda-
skrivinum.
Sunnudagin 23. mars
verður møti klokkan
14.30 og andakt klokkan
17.00. Drekkamunnur
verður at fáa, siga fyri-
reikararnir í Føroyum.
Tiltøkini verða í Mariu-
kirkjuni í Havn.
ej
Sjódepil á Drelnesi
Uppskot er nú komið í
Løgtingið um at gera ein
sjódepil í saltsiloini á
Drelnesi
Mynd: Edvard Joensen
Lív er í fýrstaðnum Fleiri tunnilskanningar
Nakrar kanningar skulu gerast enn, áðrenn hovbingar sleppa at koyra gjøgnum fjallið til
Øravíkar
Mynd: Edvard Joensen
Hvørt orð skal vigast
Enn er Birita á Løg-
mansbø Bláhamar
millum tey 14, sum
eru eftir í Robinson
aspiranterne hjá TV3.
Fýra vikur av upptøk-
um í Danmark eru
eftir, áðrenn funnið
verður útav, hvør
sleppur út á oydnu
oynna. Útlitini sóu
døpur út mánakvøld-
ið, men longu nú er
sólin komin undan
kavi aftur, og Birita
hevur sjálv góðar
vónir
ROBINSON
Ingrid Bjarnastein
Tey, sum sóu Robinson
mánakvøldið, vita, at út-
litini hjá føroysku Biritu á
Løgmansbø Bláhamar sóu
døpur út. Hon fekk 11 at-
kvøður av 15, og gjørdist tí-
skil ein av tveimum, sum
varð løgd í hendurnar á
hyggjarunum. Hon og ein,
sum eitur Kenneth sótu í
heitu stólunum mánakvøld-
ið, tá hyggjararnir skuldu
gera av, hvør teirra skuldi
sendast heim. Birita yvir-
livdi hesuferð, tí donsku
hyggjararnir vildu, at hon
skuldi fáa ein møguleika
afturat.
– Nú gongur fínt. Up-
ptøkurnar hava gingið væl,
og stemningurin er nógv
broyttur síðani mánakvøld-
ið, sigur Birita Bláhamar í
telefonini, tá Sosialurin
fekk fatur á henni á hotell-
inum í Keypmannahavn.
Birita fekk mánakvøldið
ógvuliga harða mótstøðu
frá sínum liðfeløgum. Hørð
orð vórðu slongd út í luft-
ina, og alt var heldur ikki so
pent, sum liðfelagarnir
vildu vera við.
– Eg havi tosað við Niels
og nøkur av hinum, og tey
hava tikið væl ímóti mær
aftur í bólkinum. Kritikkur-
in var harður, men tað nytt-
ar onki at spæla firtin. Nú
eri eg vald innaftur, og tað
ber ikki til hjá mær at halda
meg aftur, sigur Birita.
Gingið væl
Birita sigur, at tað hevur
ikki so nógv at siga fyri
seg, hvat hini siga um hana.
– Kappingin hesuferð
gekk væl fyri mítt viðkom-
andi, og hetta hevur eisini
gjørt, at liðfelagarnir hava
sæð meg á ein annan hátt.
Eg havi eisini roynt at vera
meira við í bólkinum,
greiðir Birita frá, sum í
seinastu sending kundi
tykjast at halda seg í so
nógv fyri seg sjálva.
Robinson ekspeditiónin
er hesuferð broytt í mun til
undanfarnu fimm ekspedi-
tiónir. Hesuferð innleiðandi
umfør, um ein so kann siga,
fram í Danmark, áðrenn tey
útvaldu verða send út á eina
oydna oyggj onkrastaðni í
Asiu.
– Hetta er ikki so stutt-
ligt, sum eg hevði væntað.
Tað er strævið, langar upp-
tøkur og uppreklamerað.
Kappingarnar eru stuttligar,
men restin er alt á lágum
støði.
Hvønn mánadag koma
aspirantarnir, sum tey verða
kallað, til góðsið har tey
búgva. Ur og telefonir
verða tikin frá teimum, so
tey vita onki um, hvør tíð á
døgninum tað er. Hetta alt
fyri at gera trýstið harðari.
– Viðhvørt fáa vit onki at
eta, so vit fara í holt við
upptøkurnar við tómum
maga. Hetta verður gjørt
fyri, at vit skulu vera meira
irriterað og sinnalagið eitt
sindur ringt, greiðir Birita
frá.
Týdningarmikið
Birita hevur áður sagt, at
tað var av tilvild, at hon
teknaði seg til Robinson.
Og hetta er tí ikki eitt av tí
týdningarmesta, sum hon
ætlar sær at útynna her í
lívinum.
– Hini ganga ógvuliga
høgt uppí spælið. Teir vilja
gera, hvat tað skal vera fyri
at sleppa við út á oynna.
Tað er munurin á okkum.
Eg taki hetta ikki eins og
tey. Fyri tey er hetta uppliv-
ilsið, sum tey skulu fortelja
fyri ommu- og abbabørnun-
um, og tí gera tey nógv
meira burturúr og tað gerst
ekstremt. Eg eri púra køld
yvirfyri tí.
Um danirnar sigur Birita
annars, at tey eru »ræðuliga
droy«. Liðið er ikki saman-
sett av persónum, hon sjálv
hevði funnið uppá at valt at
verið saman við.
– Fólkini eru følsk. Tey
baktala teg, stemma uppá
teg, og so aftaná, so koma
tey yvir til tín og siga, at tey
eru kedd av, at tey stemm-
aðu uppá teg. Eg orki ikki
fyri tí. Tú kanst ikki líta á
nakran!, sigur føroyski lut-
takarin.
Birita fortelur annars, at
tá hon er til upptøkur má
hon ansa væl eftir, hvat hon
sigur. Hvørt orð má vigast
væl og virðiliga áðrenn tað
verður sagt.
– Eg kann til dømis ikki
siga, at mær leingist eftir
børnunum hjá mær, tí so
blaka tey meg út og fara at
siga, at eg longdist alla tíð-
ina.
Óbehagiligt
– Meginpartin av tíðini er
tað als ikki stuttligt. Tað er
óbehagiligt, fólk baktala og
eru følsk, sigur Birita.
Stórur munur er eisini á
hesuferð, tí nú fáa luttakar-
nir møguleika at síggja
sendingarnar so hvørt sum
tær eru gjørdar. Tað kundu
tey ikki í undanfarnu eks-
peditiónum.
– Hetta ger stóran mum.
Úti á oynni kundi tú siga
tað, tú vildi og ongin fekk
tað at vita fyrr enn fleiri
mánaðir aftaná. Nú síggja
vit alt, sum øll siga um
okkum. Tað er rættiliga
hart. Sum til dømis mána-
kvøldið. Tá stóð nógv á, og
tú mást bara royna at hava
eitt pokerfjes, men tað kann
vera ringt. Men sum eg
segði í sendingini, so verð-
ur tú bara sterkari av mót-
gangi.
Sum fleiri helst hava lagt
til merkis, so kundi Birita
tykjast, sum hon helt seg
nógv fyri seg sjálva í mána-
kvøldssendingini.
– Eg valdi sjálv at halda
meg aftur. Eg klári ikki, tá
fólk eru følsk. Men alt
gongur longu betri nú. Út-
litini eru góð, og ljóskast-
arin er vendur frá mær nú.
Eg gjørdi ein lítlan innsats
hesuferð, og beinanvegin
vendi ljóskastarin ein ann-
an veg, fortelur Birita.
– Soleiðis broytist tað
allatíðina. Eg sat har í gjár,
og var ein hataður persónur,
og hesuferð gekk tað nógv
betri. Nú eru bara fýra vik-
ur eftir av upptøkum, so nú
byrjar tað at gerast spenn-
andi, sigur Birita á Løg-
mansbø Bláhamar at enda
úr telefonini úr Keyp-
mannahavn.
Birita á Løgmansbø Bláham-
ar, sum er við í sendingini
Robinson hjá TV3, dámar
ikki so væl, sum henni hevði
væntað. – Meginpartin av
tíðini er tað als ikki stuttligt.
Tað er óbehagiligt, fólk bak-
tala og eru følsk, sigur hon
Mynd: TV3
C
M
Y
K
7
6