Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mars 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 55 - 20. mars 2003 Nr. 55 - 20. mars 2003 9 Nýggi landsantikvar- urin angar ikki, at hann søkti starvið og kom til Føroya, hóast nógv rok hevur verið um setanina. Men hann vildi fegin verið sloppin undan rokin- um SAMRØÐA Heri á Rógvi – Nei, eg angri ikki, at eg søkti, sigur Steffen Stum- mann Hansen. Svarið gevur kanska seg sjálvt, tá hann nú situr yvir- av okkum í besta kontórin- um hjá Føroya Fornminnis- savni í frálíka vøkru náttúr- uni í Gomlu Hoyvíkini. Hann byrjaði í starvinum mánadagin. Men føroying- ar kenna hann longu. Hann hevur verið at kalla mest umtalaði maður í føroysku fjølmiðlunum seinastu mánaðirnar. Hann roynir heldur ikki at fjala útyvir, at hann fegin vildi sloppið undan at verið so nógv í yvirskriftunum. Men í Føroyum er gott at vera, heldur Steffen Stum- mann Hansen, sum ein stóran part av áttatiárunum búði í Føroyum í sambandi við útgrevsturin við Tofta- nes í Leirvík. Og hann býr nú aftur í Leirvík. Hann hevur leigað sær eini hús, og hvønn morgun ferðast hann teinin úr Eysturoynni til Havnar. Hóast tað er ein tími at koyra, so hugsar Steffen ikki, at hetta er nakað at hugsa stórvegis um. – Eg kenni væl Leirvík frá útgrevstrinum í áttati- árunum, og mær dámar eisini væl í Leirvík, sigur Steffen Stummann Hansen. Sostatt fær nógva rokið ikki Steffen Stumman Han- sen at halda seg burtur. Hann virkar eisini rætti- liga lítið ávirkaður av rok- inum, tá hann situr yvirav okkum og svarar spurning- um. Hvussu hevur hesin danski fornfrøðingurin so upplivað at standa ovast á breddanum næstan uttan íhald? – Lat meg siga, at tað hevur ikki verið stuttligt. Tá eg havi verið í Danmark, so havi verið eitt sindur vekk frá øllum og havi sostatt ikki lisið alt, sum er skriv- að, men eg eri sjálvandi vitandi um alt rokið, sigur Steffen Stummann Hansen Og tað skal ikki vera nakar ivi um, at Steffen Stummann Hansen fegin vildi verið sloppin undan øllum rokinum. – Eg søkti jú bara eitt starv sum onnur. Hetta er tað einasta, eg havi gjørt. Tann nógva umtalan er komin aftaná, og tað er nakað, eg fegin vildi verið sloppin undan, sigur Steff- en Stummann Hansen. – Alt hetta stríðið hevur verið slítandi fyri allar partar, sigur Steffen. Tá vit spyrja hann, um hann allatíðina hevur verið líka vísur í at taka av tilboð- num, so hvørt sum stríðið um hansara setan vaks, er hann ikki so skjótur at svara. – Tað er ringt at siga, hvat eg havi hugsað alla hesa tíðina, men eg tók jú eina avgerð, tá eg søkti starvið, og eg haldi fast við mína avgerð, sigur Steffen Stum- mann Hansen. Hann er fluttur úr Dan- mark og búsett seg í Før- oyum við einum sáttmála fyri fimm ár. Áðrenn hann kom til Føroya starvaðist hann hjá Nationalmuseumet í Keyp- mannahavn, har arbeiddi við at gera bøkurnar um útgrevsturin á Toftanesi lidnan. Hann hevur eisini tvær aðrar bøkur klárar at geva út við støði í eldri útgrevst- rum í farnu øld. Lærdi háskúlin í York fer seinni at útgeva eina bók hjá honum um víkinga- tíðina, og hvussu hetta var við at skapa eitt føroyskt samfelag. Hann skilur tað mesta av føroyskum, og hann ætlar sær at leggja eftir at fara at tosa hetta sama mál sum skjótast. – Mær dámar ógvuliga væl í Føroyum, og so er hetta eisini fakliga avbjóð- andi, sigur Steffen. Hann hevur enn ongi greið boð um, hvussu tað fer at merkjast, at nýggjur stjóri er komin á Føroya Fornminnissavni, men hann vil fegin eitt nú gera sam- bandi við bygdasøvnini betri og gera savni í Hoyvík meira sjónligt. –Hesa næstu tíðina fari eg at nýta at seta meg væl inn í tingini og manna- gongdir her á stovninum, sigur Steffen Stummann Hansen, sum eisini hevði fingið nøkur blomstur á borðið hjá sær, hóast frá- boðanir vóru um eina kalda móttøku. Til tað, at starvsfólkini á Fornminnissavninum fram- vegis ynskja starvsetanina ógildaða, hevur Steffen ikki so nógvar viðmerkingar og sigur bert, at hann er komin at gera arbeiðið, hann er settur til at gera. Navn: Steffen Stummann Hansen Aldur: 48 ár Starv: Landsantikvarur Ùtbúgving: Mag.art í forsøguligari fornfrøði Royndir: Umframt at hava lisið fornfrøði og eitt sindur av søgur, hevur Steffen Stum- mann Hansen luttikið í eini røð av verkætlanum – bæði í Føroyum, Grønlandi og aðrastaðni. Hann hevur eisini útgivið fleiri verk, og tvær bøkur eru á veg. Fakta Steffen Stummann Hansen: Tað hevur ikki verið stuttligt Landsstýrismaður in í mentamálum ætlar at virða av- gerðina hjá Løg- tings umboðs- manni, men tað er ikki líkt til, at hetta fær nakra ávirkan á sjálva setanina SETAN Heri á Rógvi Nógv umrødda málið um setanina av nýggj- um landsantikvari varð eisini viðgjørt í sam- bandi samgongusemj- una. Høgni Hoydal sigur, at hann greiddi frá sín- ari støðuni í málinum, og málið hevur eisini verið uppi og vent á landsstýrisfundi týs- dagin. Magistarafelagið hevur boðað frá, at felagið leggur málið fyri umboðsmannin í vikuni. – Vit eiga at virða avgerðina hjá umboðs- manninum, sigur Høgni Hoydal. Hetta skal skyljast á tann hátt, at avgerðin hjá umboðsmanninum fer at siga nakað um viðgerðina av málin- um, men setanin verð- ur neyvan ógildað. – Viðgerðin av hes- um málinum hevur verið fullkomiliga hysterisk, sigur Høgni Hoydal. Hann vil ikki svara upp á hypotetiskar spurningar um, hvat hann fer at gera, alt eftir svarinum frá Løg- tingsins umboðs- manni. Tjóðveldisflokkurin fer í næstan at velja sær nýggja landsstýris- mann. Flokkurin hevur enn ikki viðgjørt spurningin, meðan samgongustevið hevur verið til viðgerðar. Virða av- gerðina Steffen Stummann Hansen er farin til verka, og alt bendir á, at hann eisini kann vera sitandi hesi fimm árini, um hann vil. Sjálvur er hann glaður fyri at vera í Føroyum, men nógva rokið vildi hann fegin verið sloppin undan NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Dagurin 20. mars. Gordius, deyður umleið 300. Rómverskur hermaður, sum gjørdist kristin og varð tikin av døgum. Sjúrður Fróði Olsen professari Dr.med. Sjúrður Fróði Hansen úr Havn varð 1. februar útnevndur til pro- fessara í epidemiologi við "Det Sundhedsvidenskab- lige Faktuelt" á universitet- inum í Aarhus. Sjúrður hevur kannað hvønn týdning maturin hevur fyri kvinnur, sum eru við barn. Í kanningun- um hevur hann sammet matvanar í Føroyum og Danmark. Í samstarvi við Perinatal-Epidemiologisk Forskningsenhed á sjúkra- húsinum í Skejby hevur hann gjøgnumført eina stóra evropeiska kanning við at geva tilskot av fiska- olju til kvinnur, sum eru við barn. Í løtuni er hann við leggja ætlanir um eina kanning av kvinnum, sum eru við barn í Kina, har tær ikki eta nógvan fisk. Hend- an kanning skal vísa um tilskot av fiskaolju minkar um vandan fyri, at børnini verða ov tíðliga fødd og minka um vandan fyri trupulleikum hjá ov tíðliga føddum børnum. Tey seinnu árini hevur Sjúrður arbeitt við donsku verkætlanini "Bedre sund- hed for mor og barn", har 100.00 kvinnur, ið eru við barn, luttaka. Hetta er størsta kanningin av sínum slagi í heiminum. Sjúrður samstarvar við fleiri altjóða granskingarstovnar. Sjúrður, sum er 45 ára gamal, bleiv í 1984 cand. med á universitetinum í Keypmannahavn, og í 1987 bleiv hann M.Sc. í epidemi- logi á London School of Hygiene and Tropical Medicine. Á universitetin- um í Aarhuus vardi hann sín doktararitgerð í 1993 og sína ph.d.-ritgerð í 1994. Nøvn í vikuni Kennir tú onkran … Kennir tú onkran í familjuni, á arbeiðsplássinum, í grannalagnum ella hvar tað skal vera, ið hevur ein merkisdag sum t.d. rundan føðingardag, brúdleypsdag, starvsdag ella onkran, sum hevur fingið nýtt starv ella annað, so sig okkum frá. Tú skal bara skriva navn og bústað og um gjørligt aðrar upplýsingar eisini um tann persónin tú heldur eigur at koma í blaðteigin "Nøvn í vikuni", so taka vit okkum av restini. Tú er eisini vælkomin at senda okkum nøkur orð og um møguligt mynd. Annars hava vit góðar journalistar og fotografar til slíkar uppgávur. Navn:..................................................................................................................... Bústaður:............................................................................................................. Bygd/býur:..............................................................Tel:..................................... Evt. arbeiðspláss:.............................................................................................. Merkisdagurin er: ............................................................................................ Innsendari: ....................................................................Tel:............................... Sendið lepan, í brævbjálva, til: • Postboks 76 • FO-110 Tórshavn • "Nøvn í vikuni" Eisini ber til at støkka inn á gólvið, ringja, faxa ella senda teldupost til redaktiónir okkara kring alt landið: Høvuðsstaðarøkið: tel. 311820/216135, fax 314720, teldupost: maggi@sosialurin.fo Norðoyggjar: tel. 458686, fax 458687, teldupost: solby@sosialurin.fo Eysturoy: tel. 447820, fax 449520, teldupost: vilmund@sosialurin.fo Suðuroy: tel. 375364, fax 375464, teldupost: aki@sosialurin.fo Vágar: tel. 333820, fax 333720, teldupost: edvard@sosialurin.fo Høgni Mikkelsen á ting Týsdagin tók Høgni Mikk- elsen, byggimeistari í Havn, sæti á tingi fyri Lisbeth L. Petersen. Tey vóru bæði uppstillað á sam- bandslistanum í Suður- streymoy. Sambandsflokkurin hevi eitt gott val seinast, og flokkurin fekk trý fólk vald á ting. Lisbeth Petersen gjørdist størsti atkvøðu- slúkarin við 1394 atkvøð- um. Næstur henni var Heð- in Mortensen við 409 og Kaj Leo Johannesen við 264 atkvøðum. Høgni Mikkelsen var næstur við 201 atkvøðu, og fall tað tí í hansara lut at taka sæti sum varamaður á tingi. Høgni Mikkelsen hevur ikki sitið á tingi fyrr, og tí skuldi løgtingið fyrst kanna atkvøðubýtið, áðrenn tingmenn kundu at- kvøða fyri, at Høgni Mikk- elsen kundi taka sæti. Høgni Mikkelsen varð eisini valdur í Tórshavnar Býráð í november 2000. Hann er útbútgvingin timb- urmaður og hevur egið byggivirki í Havn, har hann mest fæst við at byggja hús og íbúðir. Høgni Mikkelsen er son- ur Karl Johan og Katrinu Mikkelsen í Havn. Sigmar Hansen til Arbeiðseftirlitið Mánadagin 17. mars var Sigmar Hansen á Velbastað settur í starv sum eftir-lits- maður á Arbeiðseftirlitin- um í Havn. Sigmar, ið er 43 ára gamal, er føddur og uppvaksin í Havn. Eftir at hann hevði lært til elektr- ikara hjá Einar Michelsen, fór hann á maskinskúla og tók útbúgving sum maskin- istur. Hann arbeiddi í nøkur ár sum servicumaður innan hvítvørur. Í 13 ár sigldi hann sum maskinmeistari við grønlendskum rækju- skipi. Seinastu 4 árini hev- ur hann siglt sum maskinstjóri við donskum og norskum skipum. Upp- gávurnar hjá honum á Arbeiðseftirlitinum verða at hava eftirlit við trukkum, kranum, billyftum, persón- lyftum v.m. mg C M Y K 9 8