hósdagur 20. mars 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 55 - 20. mars 2003
Nr. 55 - 20. mars 2003
11
Samgongusjónleikur
Orðið sjónleikur hevur verið eitt nógv nýtt orð av for-
manni Tjóðveldisfloksins. Ikki er ilt at síggja, hví hesin
altíð illteinkir onnur fyri sjónleik og spæl fyri gallarínum
ol. Tað tykist sum um, at tað longu í síðstu viku var greitt,
at Tjóðveldisflokkurin fór at svølgja alt, og at samgongan
skuldi halta víðari. Hvat var so endamálið við viku-
skiftisfundunum? Var endamálið bert at manipulera tað, ið
skuldi koma í fjølmiðlarnar? Tað er lemjandi fyri trúvirðið
hjá størsta samgonguflokkinum, tá hesin soleiðis letur
almenningin halda, at tað langt frá er vist, at samgongan
yvirlivir, um flokkurin longu frammandundan hevði
avgjørt at bakka, ið hann so mangan hevur gjørt fyrr.
Føroyskur politikkur hevur í so máta verið rættiliga
óspiltur. Tilrættislagdar lesarabrævkampanjur, framman-
undangjørd manuskript fyri fjølmiðlaspæl oa. hevur
tíbetur verið fremmandur fuglur í Føroyum. Nú sær tíverri
út til at vent er í holuni.
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum kom m.a. fram uppá
at fortelja føroyingum um stórar danskar konspiratiónir,
við duldum dagsskráum. Rættiliga ironiskt at júst hann
tykist at vera dottin í grøvina, har sjónleikur verður spæld-
ur fyri fjølmiðlunum, meðan avgerðirnar langt síðani eru
tiknar handan leiktjøldini. Nú sigur flokkurin, at hann
fyrireikar seg til allar støður. Hesin hevði staðið seg betur,
um hann fortaldi Føroya fólki, nær avgerðin, um at verða
verandi í samgongu veruliga var tikin. Eisini kundi hann
hóskandi víst okkum orðingar í arbeiðsskjalinum, ið tók
hædd fyri, ikki framhaldandi samgongukreppu, men
samgongusliti. Hetta er ivaleyst eisini í brævinum sent til
allar tinglimir og floksstjórn – ella hvussu?
Hattin av fyri SvF
Oftani verður sagt, at fjølmiðlarnir eru 4. statsmaktin men
at teir røkja ikki altíð hesa uppgávu nóg væl. Ikki eru
umstøðurnar hjá miðlunum tær bestu. Teir eiga tó eisini
at taka í egnan barm og viðganga, at ofta er talan um
mikrofonhaldarí, har politikarar og stýrandi hava ov lætt
spæl. Nú kom so sjónvarpið við eini søgu, sum eftir tað
verður tillátursgjørd av formanni Tjóðveldisfloksins. Men
hattin av fyri sjónvarpinum. Tíðindi vístu sannleikan í tí,
ið vit í oddagrein í gjár nevndu glantrileikin, ið helt fram.
Skjalið SvF hevur fingið innlit í prógvar hetta.
Hvussu hetta enn verður snarað, hevur tað nakað við
manipulatión at gera, ið er eitt tað vandamiklasta fyri
fólkaræðið. Tað er ikki so langt síðani, at tað kom fram
eisini av óvart, at fólk, ið stóðu leiðsluTjóðveldisfloksins
nær, buðu sær til at skriva lesarabrøv við tí fyri eygað at
finnast at løgmanni. Var tað ikki eisini ein formur fyri
manipulatión. Í hesum føri hevur SvF víst mans mót, tá
tað fekk fatur í skjalinum og valdi at vísa tað. Tað kundi
jú eisini hent, at tað var farið aftur við borðinum.
Annars eigur at verða rópt varskó, nú samgonguflokkar
vilja leggja bond á demokratiið og frælsið hjá ting-
monnum at siga sína hugsan. Fyri at varðveita samgongu
skal setast inn eitt eftirlitsfiltur millum Løgting og
Landsstýri. Nú skal einki út, sum kann seta spurnartekin
við samgongu. Tvs. bond skulu leggjast á tað mest heilagu
skylduna hjá fólkavaldum, nevniliga hana at kunna siga
sína meining og eisini kunna finnast at sínum egnu. Tað
er eins stórur vandi fyri demokratiið sum manipulatión!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Høgni Hoydal
Í Degi og Viku í gjár-
kvøldið var høvuðssøgan,
at
Tjóðveldisflokkurin
hevði fyrireikað seg til at
leggja fram sínar niður-
støður
um
samgongu-
samstarvið.
Hendan sera skemtiliga
søga bygdi á eitt pappír, har
Tjóðveldisflokkurin hevði
skrivað niður sínar niður-
støður um samgongusam-
starvið. Á hesum pappírin-
um varð eisini lagt upp fyri
og fyrireikað, at um sam-
gongukreppan stóð við ella
versnaði, so mátti Tjóð-
veldisflokkurin eisini í
felag greiða frá sínum nið-
urstøðum á einum tíðinda-
fundi.
Ja, tað skulu vit erliga
viðganga. Vit høvdu fyri-
reikað okkum til allar
møguleikar. Tað gera vit
altíð. Tað finnast óteljandi
arbeiðspappír í Tjóðveldis-
flokkinum, og hetta var eitt
av teimum, sum SvF hevur
funnið onkustaðni.
Men at SvF við hesum
vil gera eina søgu um, at
niðurstøðan av samgongu-
fundinum varð gjørd upp á
forhond,
er
beinleiðis
skeivt og íspunnið.
Undirritaði fór á fund við
samgonguflokkarnar
og
legði tær niðurstøður fram,
sum flokkurin var komin
til. Júst sum vit høvdu lov-
að at gera, áðrenn vit søgdu
nakað alment. Eina útgávu,
av hesum "misteinkiliga"
pappíri, hevði eg við mær á
fund. Um fundurin millum
samgonguflokkarnar hevði
gingið illa, so hevði verið
ynskiligt hjá Tjóðveldis-
flokkinum at greitt frá støð-
uni beinanvegin.
Men tað gjørdist ikki
aktuelt og tí heldur ikki
skilagott at halda nakran
tíðindafund um støðuna.
Kortini gleðast vit um, at
tað eru stórtíðindir hjá SvF,
at Tjóðveldisflokkurin eftir
langa viðgerð hevur skrivað
niður sínar niðurstøður á
pappír.
Vit gleðast um, at tað eru
stórtíðindir hjá SvF, at
Tjóðveldisflokkurin eisini
hevði fyrireikað seg til ein
tíðindafund, um samgongu-
kreppan stóð við.
Vit gleðast um, at tað eru
stórtíðindir hjá SvF, at
undirritaði enntá munnliga
hevur endurgivið burturúr
teimum niðurstøðum, sum
flokkurin hevði skrivað.
Kanska kundu vit ynskt
okkum, at SvF hevði spurt
okkum, hvør samanhangur-
in var, men so var sjálvsagt
ongin søga.
Og ja. vit fyrireika okk-
um í Tjóðveldisflokkinum
til ymsar støður og tosa um,
hvat skal sigast. Vónandi
gera onnur tað eisini.
(Eg skal gera vart við, at
hesar reglur vórðu skriv-
aðar, áðrenn tær vóru
sendar, og at eg kanska
kann finna uppá seinni
munnliga at siga setningar
burturúr hesum. Um nú
SvF skuldi havt brúk fyri
nýggjum høvuðstíðindum).
Ja, Tjóðveldisflokkurin fyrireikar
seg til allar støður
Hans Pauli Strøm
javnaðarmaður
Sannføri,
Sakligheit,
»Klokkuklárar
manna-
gongdir«,
»Treytaleyst
nærlagni« og tílík slagorð
skuldu
vera
søluvøru-
merkið hjá Høgna Hoydal á
leið hansara til maktina,
fyrst í Tjóðveldisflokkinum
og síðani í fullveldisríkin-
um Føroyar. Og hann
spardi ikki uppá krútið at
leggja sínar mótstøðumenn
undir júst tað øvugta, ósak-
ligheit, lygn og manipula-
tión.
Nú er hann tikin í at hava
skapt og hildið lív í eini
stjórnarkreppu og lagt eina
leikskrá til at manipulerað
fjølmiðlarnar við og fuppa
Føroya fólk - alt fyri at fjala
út yvir sína totalu politisku
kapitulatión.
Tað er onki galið í tí at
ein politikari og floksfor-
maður fyrireikar seg og
planleggur, hvat hann skal
gera og siga, at hann ger
sær eitt manuskript og er
klárur, tá hann skal greiða
frá síni støðu og sínum
avgerðum.
Men tað álvarsliga og
óhugnaliga er tað, at hetta
var eitt nágreiniligt leikrit
at draga fjølmiðlarnar upp
á tráð í eini tilætlaðari
roynd at villleiða Føroya
fólk.
Tað hevur verið hugstoyt-
andi seinastu árini at síggja
henda áður so stolta Tjóð-
veldisflokkin við progress-
ivum tjóðskaparligum og
s a m f e l a g s p o l i t i s k u m
traditiónum,
nú
undir
leiðslu Høgna Hoydals
verða traðkaðan niður og
drignan gjøgnum fólka-
flokssvansið
(sí
m.a.
Fregnir frá síðsta vikuskifti
um Fólkafloksins politisku
korruptión).
Fyri hvat? Nú tá saman-
um kemur, fyri onki, uttan
nakað úrslit - bert fyri at
vera endaður í ein sjálv-
stýrispolitikki, sum enntá
liggur aftan fyri Sambands-
flokkin, og á øðrum økjum
í einum nýkonservativum
fólkaflokspolitikki.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur tó seinastu mánaðirnar
havt fleiri møguleikar at
reisa seg úr fólkafloks-
flóðrinum og rætta ryggin
m.a. við ítøkiligum sam-
starvi við Javnaðarflokkin
á fleiri økjum. Í míni býtt-
heit trúði eg upp á møgu-
leikarnar fyri einum pro-
gressivum samstarvi mill-
um hesar báðar flokkar. Tí
er tað bæði hugstoytandi og
flóvisligt at uppdaga, at ein
sjálvur eins og alt Føroya
fólk er hildið fyri tað turra
spott av væltalandi og orð-
fagra formanni Tjóðveldis-
floksins.
Tjóðin hildin fyri spott av fjølmiðla-
tølaranum og fólkavillaranum
Nýggi Smyril skal eita
Smyril. Tað hevur
landsstýrismaðurin
gjørt av. Kjølurin var
strektur í gjár
NÝGGJUR SMYRIL
Kjølurin er nú strektur á
nýggja suðuroyarskipinum.
Skipasmiðjan í San Fer-
nando í Suðurspania, har
nýggja
suðuroyarskipið
verður bygt, hevur seinastu
mánaðarnar skorið stál til
nýggju ferjuna, og í dag,
mikudagin 19. mars, var
komið so mikið langt, at
kjølurin kundi strekkjast.
Hetta varð hátíðarhildið á
lítlari samkomu á skipa-
smiðjuni í San Fernando,
har landsstýrismaðurin í
vinnumálum, Bjarni Djur-
holm, luttók saman við um-
boðum frá Strandfaraskip-
um Landsins, Vinnumála-
ráðnum
og
ráðgevandi
fyritøkuni Knud E. Hansen,
sum hevur prosjekterað
skipið.
– At strekkja kjølin á
hesum skipinum er eitt
týðandi stig á leiðini at fáa
eitt dagført ferjusamband
til Suðuroyar. Byggingin er
nú av álvara byrjað, og tað
er av alstórum týdningi, at
neyvt eftirlit verður í allari
byggifasuni. Eg eri tó sann-
førdur um, at Strand-
faraskip Landsins saman
við ráðgevum sínum fer at
megna hesa uppgávu, segði
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður, sum var hjá-
staddur í San Fernando í
Spania.
Landsstýrismaðurin hev-
ur avgjørt, at nýggja suður-
oyarskipið skal eita Smyril,
og at heimstaðurin hjá skip-
inum verður Tvøroyri.
Stjórin á Strandfaraskip-
um Landsins, Kristian Da-
vidsen, var eisini vælnøgd-
ur.
– Eg eri sera fegin um, at
gongd er komin á bygging-
ina, og at tíðarætlanin hig-
artil heldur. Tað er av al-
stórum týdningi fyri møgu-
leikarnar hjá SL at veita
viðskiftafólkunum
eina
nøktandi tænastu, at gomlu
strandfaraskipini verða út-
skift við nýggjari materiell.
Harumframt
hevur
tað
týdning, at arbeiðsumstøð-
urnar hjá starvsfólkunum
verða betri, segði Kristian
Davidsen.
Nýggja suðuroyarskipið
fer at taka 976 ferðafólk og
uml. 200 persónbilar. Sam-
bært byggisáttmálanum við
spanska skipasmiðjusam-
takið IZAR skal skipið
latast landinum í seinasta
lagi 12. oktober 2004.
– Tók Høgna Hoydal
11 dagar at skriva
Johan Dahl
Løgtingsmaður
Tað er heilt ótrúligt sum
cand.commarin hjá tjóð-
veldinum má halda at
Føroya Fólk verða bláoygt.
Sum vit øll sóu í Degi og
Viku týskvøldið, so var
manuskriptið lagt til rættis í
detaljur, við replikkum,
høvuðsleikarum og statist-
um og øðrum marionets-
dukkum, sum á ymsan hátt
skuldu proklamerað »end-
urføðingina« hjá tí, sum
einaferð bleiv nevnd full-
veldissamgongan.
Enn einaferð hava hesir
gjørt seg til láturs í eygum
fólksins, men tað sær ikki
út til at rína á teimum, alt
verður sligið upp í glens og
bagateliserað, og sjónleik-
urin Sirkus Tinganes held-
ur áfram fyri opnum teppi -
soleiðis sum Annfinn og
vinmenn (altso sangarin
Anfinn & vinmenn, so
beinrakið sungu fyri árum
síðani).
Ikki tí, neyvan nakar
hevði væntað annað, enn at
Fólkaflokkurin enn eina-
ferð fór at draga tjóðveldis-
garduna eftir hárunum upp
á pláss
Klípurnar báðar - Mið-
flokkurin og Sjálvstýrarin
hava ikki tað stóra at skulu
hava sagt annað enn at
verða tað reina kitt, makka
rætt, goyggja eitt sindur av
og á fyri at tilfredsstilla
baklandið og fjølmiðlar, og
so er alt sagt - teir halda at
nú stendur væl til aftur í
føroyskum politikki.
Landsantikvarurin
og
onnur »pínlig« samgongu-
mál skulu nú tigast og
gloymast burtur, og Heini
O. Heinesen man ivaleyst
eisini ein av næstu døgum
taka sítt mál um brotying í
§ 8 í lógini um vinnuligan
fiskiskap afur og so er aftur
»fryd og gammen« og
syngjast kann »bíða bara
inntil næstu ferð, inntil
næstu fer í vit klórast«.
Tann einasti sum njótir
gott av øllum hesum hurli-
vasa er Fólkaflokkurin -
hetta leggur eitt roykslør
yvir teirra »politikk«.
Show hava vit fingið
nokk av og tað skortar ikki
upp á undirhaldarar í sam-
gonguni - men politikkur er
ikki til at fáa eyga á - tað
mugu sjálvt teir grammastu
fullveldisveljarirnir ásanna.
At veljarin fær tað sum
nevnist »politikara-leti« tað
sigi eg teir ikki ringar fyri,
tí tað sum fyrigongur seg á
politisku arena’ini er stór
skomm og niðurbrýtur alt
álit á politisku skipanina.
Mál teirra er nú skjótast
tilber at fáa avgreitt øll
tingmál og fáa tingmenn
heim , tí so hava teir fáa
»arbeiðsfrið« og frítt slag
til ólavsøku og kanska 2-3
mánaðir framm afturat.
Eitt av aðalmálunum av
sera stórum týdningi fyri
samgonguna og sum má
loysast er uppskotið um hjá
Anfinn Kallsberg og hans-
ara monnum, enn einaferð
at royna at fáa eftirlønina til
landsstýrismenn
upp
á
pláss og avgreidda í hesi
tingsetuni, so kunnu teir
slappa av.
Annars er mín metan, at
Anfinn Kallsberg ivaleyst
man ætla sær at sleppa
endanum um ikki so langa
tíð - onkur fuglur hevur
sungið um stjórasess, sum
kanska verður fríur um ikki
so langa tíð orsakað av, at
sitandi stjórin er komin til
eftirlønaraldur - so hvat
hevði verið meira passandi,
enn at ein sitandi løgmaður
avloysur ein fyrrv. løgmann
– livst so spyrst.
The Show must go on –
fyri einhvønn prís fyri
Tjóðveldisflokkin, sjálvt
um teir eftirhondini eru
blivnir ikki sørt láturligir í
føroyskum politikki.
Manuskriptið til fullkomna sjónleikin
VIÐMERKINGAR
- Tað, sum vit
royna, er at fáa
fólk, sum ikki orka
at liva meira, at
hóma onkra loysn í
lívinum, sigur
Eyðun Joensen,
sálarfrøðingur
SÁLARMØÐI
Vilmund Jacobsen
Sunnudagin var Eyðun
Joensen, sálarfrøðingur,
úti í Nólsoy og greiddi
frá ymiskum orsøkum,
sum kunnu viðvirka til,
at summi fólk ikki orka
at liva meira.
- Eg haldi, at hetta var
ein góður fundur, sum
vardi hálvan triðja tíma
við einum kaffisteðgi.
Eini 60-70 fólk møttu á
fundinum, og tað er
nógv í eini so lítlari
bygd.
Eyðun sigur, at fólk í
bygdini
høvdu
reist
ynski um at fáa eitt
fakfólk út at tosa um
hesi viðurskifti.
- Tá ið slíkt hendir, eru
fólk skelkað og torført
kann vera at byrja van-
liga gerandisdagin aftur,
sigur hann.
Ein av treytunum, ið
Eyðun setti, var, at fund-
urin ikki skuldi lýsast
alment, tí fólk, sum hava
verið í slíkari vanlukkul-
igari støðu, havi ikki
uppiborið
at
verða
skemd á nakran hátt.
Eyðun sigur, at nógvir
spurningar vórðu reistir,
og endamálið hjá honum
við fundinum var at
ugga og fáa fólk at
skilja, at eingin megnar
at fyribyrgja slíkum, tá
ið ringast vil til – og
eingin er sekur í tí, sum
hendir.
- Sjálvt ikki vit, sum
eru ekspertar á økinum,
megna at fyribyrgja, at
slíkt ikki hendir.
Hann sigur, at á deild-
unum í Havn eru fólk
væl vard, og nógv fak-
fólk eru rundan um tey,
sum eru sjúk.
- Kortini hendir tað
syrgirliga, at onkur fer
burtur ímillum, sigur
hann.
Eyðun sigur, at hann
greiddi frá, hvussu roynt
verður at "lesa fólk av",
sum eru tyngd og ikki
orka at liva meira.
- Tað, sum vit royna,
er at fáa hesi fólk, sum
eru í eini vanlukkuligari
støðu, at hóma onkra
aðra loysn í lívinum, tí
tað eru altíð aðrir út-
vegir, sigur Eyðun Joen-
sen, sálarfrøðingur.
Sjálvt ekspertar
klára ikki at
fyribyrgja
sjálvmorði...
Eyðun Joensen, sálar-
frøðingur
Kjølurin strektur á nýggja Smyrli
Kjølurin til nýggja Smyril varð strektur í gjár
C
M
Y
K
11
10