Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mars 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 55 - 20. mars 2003 Nr. 55 - 20. mars 2003 13 Tveir nýggir førara- hundar fara skjótt at leita sær leiðina til Føroya. Tveir eru her frammanundan, og hevur John Pedersen frá Førerhundordn- ingen hjá Dansk Blindesamfund verið í Føroyum seinastu dagarnar og kunnað um hetta HJÁLPITÓL Ingrid Bjarnastein Fyri at fáa ein førarahund skalt tú ikki kunna brúka sjónina hjá tær. Men tú skalt klára at ganga runt í býnum við hvíta stavinum og klára teg á tann hátt. Ja, krøv fylgja við um tú skalt hava ein førarahund, sum kostar 140.000 krónur, eins nógv og ein hampuligur bilur. Førarahundarnir, sum koma til Føroya eru úr Danmark, og er tað Fører- hundordningen hjá Dansk Blindesamfund, sum syrgir fyri tí. John Pedersen hevur seinastu dagarnar verið í Føroyum fyri at kunna um hundarnar, tí tveir hundar eru væl á veg til Føroya. – Hann er komin her bæði tí tað er bíligari hjá teimum at koma upp í eina viku enn at senda tvær fam- iljur til Danmarkar til kunn- ingar, og so eisini tí vit eru nógv onnur, sum ynskja meira vitan um førarahund- ar, sigur Karin Kass, leiðari á Blindastovninum. Tað er nógv sum skal roynast ígjøgnum. Tann, sum skal hava hundin skal royna at ganga við einum hundi, og so verður farið niðuraftur at kanna, hvat fyri hundur er best egnaður til viðkomandi. Ein førarahundur kostar, sum sagt, 140.000 krónur, men hetta kemur undir játt- anina til hjálpitól, og tí er tað ikki ein upphædd, sum ein familja skal út við, um ein familjulimur hevur tørv á einum hundi. – Vit onnur, sum síggja, eiga eisini at hava fyrivarni fyri hundunum. Tað er munur á, nær hann er til ar- beiðis, og nær hann ikki er. Um hildið verður í boylan- um, so er hann til arbeiðis, og tá skulu onnur ikki fara yvir at klappa honum ella rópa á hann, greiðir Karin Kass frá. – Nógv halda, at tað er hundurin sum sær alt, og stýrir øllum, men tað er tann blindi, sum skal gera tað. Bíðitíðin hjá Førerhund- ordningen er í løtuni á tveir til tríggjar mánaðar, og meta tey, at hetta er lítið í mun til onnur lond, har bíðitíðin er nógv longri. Førarahundur sum hjálpitól Kvark er førarahundur og hann hevur verið í Føroyum í tvey ár Mynd: Álvur Haraldsen John Pedersen frá Førerhundordningen hjá Dansk Blindesamfund hevur seinastu dagarnar verið í Føroyum og kunna um førarahundar Mynd: Álvur Haraldsen Næstan 1.000 fólk verða til ábyrgdara- fundin hjá Norðoya Sparikassa fríggja- kvøldið í KÍ høllini. Tað er tað mesta nakrantíð ÁBYRGDARAFUNDUR Solby A. Eliasen Klaksvík: Freistin at tekna seg til fundin var úti seinasta fríggjadag klokkan fýra. Í døgunum uppundir gjørdist tað greitt, at talan fór at verða um ta størstu undir- tøkuna nakrantíð. Hetta gav teimum í Sparikassanum eitt sindur av høvurbrýggi, tí ikki var greitt, um tað fór at verða møguligt at fáa so mong at passa inn í høllina fríggjakvøldið. Síðani freistin var úti, hava tey so arbeitt við ymiskum møgu- leikum til at loysa henda trupulleikan. Tá tey nærum 1.000 fólkini sessast til borðs í høllini verða tað gott 800, sum koma at sita til borðs á gólvinum, með- an restin kemur at sita á einum palli, sum verður gjørdur tvørturum áskoð- araplássini niðan móti Bøgøtu. Pallurin kemur at verða um hálvan annan metur høgur árakað tey ov- astu áskoðaraplássini. – Vit hava arkitektar og aðrar við í hesi ætlanini, greiðir Gunnar Nolsøe frá. Hann er samskipari av øll- um tiltakinum. Hann sigur eisini, at so- leiðis sum tilgongdin er í ár, so verður tað helst lítil ivi um, at næstu ferð ábyrgdarafundur verður, verða tað tveir fundir í staðin fyri ein. Ein orsøkin til, at tað verða so mong til fundin í ár, er helst, at danski skemt- arin Finn Nørbygaard fer at standa fyri undirhaldinum. Norðoya Sparikassi hevur um 1.800 ábyrgdarar, og talið er voksið støðugt sein- astu árini. 1.000 fólk til ábyrgdarafund Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa, kann fegnast um at tann størsti ábyrgdarafundurin sum hevur verið nakrantíð, verður fríggjakvøldið í KÍ høllini Mynd: Jens K. Vang Tað, sum Føroya fólk hildu vera eina sam- gongukreppu var ikki annað enn eitt fjøl- miðlashow hjá Tjóð- veldisflokkinum til tess at flokkurin kundi halda fram í samgonguni uttan at missa andlit, kom farm í Degi og Viku týskvøldið, eftir at sjónvarpið hevði fingið fatur á einum handriti hjá Høgna Hoydal FJØLMIÐLASHOW Eirikur Lindenskov – Tjóðveldisflokkurin kendi niðurstøðuna av samgongukreppuni longu áðrenn málið varð loyst, tí formaður Tjóðveldisfloks- ins, Høgni Hoydal hevði planlagt alt út í smálutir. Hetta avdúkaði Dagur og Vika mánakvøldið, tá tey høvdu fingið fatur á manu- skriptinum hjá Høgna Hoy- dal, har hann í smálutir hevði fyrireikað tað, sum skuldi henda, og hvat skuldi sigast. Samgongukreppan, sum stóðst av, at Anfinn Kalls- berg, løgmaður koyrdi Annlis Bjarkhamar úr starvi sum landsstýris- kvinna, vardi í ellivu dagar. Tað ljóðaði alla tíðina, at Tjóðveldisflokkurin tosaði saman um hetta málið, áðr- enn samgongufelagarnir fingu nakað at vita. Eina- ferð lak út, at Tjóðveldis- flokkurin fór at seta Fólka- flokkinum og løgmanni nøkur hørð krøv fyri at halda fram í samstarvinum, men tað er hetta, sum Sjón- varp Føroya mánakvøldið skírdi sum eitt fjølmiðla- show, tí at Høgni Hoydal alla tíðina visti, hvussu málið fór at enda, men at hann bara mátti fáa tað at síggja út sum um, at tað var Tjóðveldisflokkurin sum kom út sum sigursharrin og at flokkurin nú hevði fortalt Fólkaflokkinum, hvar skápið skuldi standa. Høgni Hoydal hevði millum annað skrivað, at »Tjóðveldisflokkurin er fullsamdur um at geva tí (samstarvinum, red.) ein seinasta kjans…«. Og at »málini um landsantikvarin og um fiskivinnupolitikkin eru bert dropar í einum størri bikari…« Og tá fundurin endaði mánamorgunin segði Høgni Hoydal júst hesi orð við tíðindafólkini. Annars hevði Høgni Hoydal ætlað at skipa fyri einum tíðindafundi í hølin- um hjá Tjóðveldisflokkin- um á Apotekinum mána- dagin seinnapartin, vísir skjalið, sum sjónvarpið fekk fatur á – men tað skuldi vera áðrenn Dagur ogVika fór í luftina kl 20. Í manuskriptinum hjá Høgna stendur víðari: »Tá fundurin millum for- menninar eru liðugur, so biða vit fjølmiðlarnar koma niðan til okkara, har flokk- urin kann standa samlaður og leggja fram.« Formaður Tjóðveldis-floks- ins hevði eisini lagt til rætt- is, hvør skuldi verða við á tíiðndafundinum, og hvør skuldi siga hvat. Listin sær soleiðis út: »Tórbjørn um sjálvstýris- mál Heini um fiskivinnupol- itikk Kristian um íløgur og skúla Páll um sosialmál og pensjón Karsten um almanna bygnaðin« Niðurstøðan hjá sjónvarp- inum var, at endamálið við leikritinum hjá Høgna Hoydal var at finna ein út- veg hjá Tjóðveldisflokkin- um at halda fram í sam- gonguni uttan at missa and- lit, og prógva, at Tjóðveld- isflokkurn ikki stendur í skugganum av Fólkaflokk- inum. Sambært sjónvarpinum, so hava hvørki Tjóðveldis- flokkurin ella Fólkaflokk- urin hug at slíta sam- gonguna. Um so var, at samgongan slitnaði, so hevði uttan iva annar av flokkunum endað í andstøðu. Eygleiðarar vilja vera við, at ein nýggj samgonga so hevði verið skipað við trimum av teim- um fýra stóru flokkunum. Ilt er at siga, hvør hevði staðið uttanfyri, men rættu- liga hugsandi er, at annað- hvørt Tjóðveldisflokkurin ella Fólkaflokkurin høvdu staðið uttanfyri. Havandi orrustuna í summar í huga, tá stríð var um trúvirðið hjá løgmanni, so kundi tað illa verið hugsandi, at Javnað- arflokkurin ella Sambands- flokkurin fóru í samgongu við Anfinn Kallsberg sum løgmanni. Eisini eigur at verða havt í huga, at Fólka- flokkurin er hin minsti av teimum stóru flokkunum. Men ræðslan hjá Tjóð- veldisflokkinum og Fólka- flokkinum er helst at fara á oyðimarkarferð í andstøðu, har Javnaðarflokkurin hev- ur verið í skjótt sjey ár. Ein politiskur glantrileikur Høgni Hoydal sigur, at tey í Tjóðveldis- flokkinum fyrireika seg til allar støður FJØLMIÐLASHOW Eirikur Lindenskov – Eg má bara flenna eftir hasum, segði Høgni Hoydal við útvarpið í viðmerking til tað, sum kom fram í degi og viku týskvøldið. Hann sigur, at hann tímir ikki meira við hesum persóns- málunum. – Um vit ikki koma víð- ari við politisku málunum, so er samgongan farin, segði Høgni Hoydal. Men er tað so rætt, at Tjóðveldisflokkurin hevur lagt alt hetta til rættis? – Ja, tað skulu vit erliga viðganga. Vit høvdu fyri- reikað okkum til allar møguleikar. Tað gera vit al- tíð. Tað finnast óteljandi arbeiðspappír í Tjóðveldis- flokkinum, og hetta var eitt av teimum, sum SvF hevur funnið onkustaðni, sigur Høgni Hoydal m. a. í við- merking, sum er prentað í fullari longd á síðu 10 í blaðnum í dag. – Men at SvF við hesum vil gera eina søgu um, at niðurstøðan av samgongu- fundinum varð gjørd upp á forhond, er beinleiðis skeivt og íspunnið, sigur formað- ur Tjóðveldsfoksins. Hann sigur víðari, at hann fór á fund við sam- gonguflokkarnar og legði tær niðurstøður fram, sum flokkurin var komin til. – Júst sum vit høvdu lov- að at gera, áðrenn vit søgdu nakað alment. Eina útgávu, av hesum »misteinkiliga« pappíri, hevði eg við mær á fund. Um fundurin millum samgonguflokkarnar hevði gingið illa, so hevði verið ynskiligt hjá Tjóðveldis- flokkinum at greitt frá støð- uni beinanvegin. Men tað gjørdist ikki aktuelt og tí heldur ikki skilagott at halda nakran tíðindafund um støðuna, sigur Høgni Hoydal. – Vit fyrireika okkum altíð Um vit nú ikki koma víðari við politikkinum, so slitnar samgongan, sigur Høgni Hoydal, sum sigur seg ikki tíma meira hetta persóns- stríðið, sum hevur eyðkent politikkin seinastu tíðina Glantrileikur ella politikkur? Sjónvarpið fekk innlit í skjal, har Høgni Hoydal í smálutir hevði fyrireikað, hvussu stríðið skuldi enda C M Y K 13 12