hósdagur 20. mars 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 20. mars 2003
15
Irakski leiðarin, Sad-
dam Hussein, kann
finna upp á alt, verð-
ur hann kroystur upp
í ein krók, sigur ein
fyrrverandi irakskur
embætismaður.
KRÍGSHÓTTAN
Árni Joensen
George W. Bush, forseti
kravdi týsnáttina, at Sad-
dam Hussein og synir hans-
ara skuldu fara úr Irak.
Dagin eftir boðaði Bagdad
frá, at hvørki Saddam ella
nakar av synum hansara
fóru at gera eftir amerik-
ansku kravboðunum.
Tvørturímóti
ávaraði
elsti sonur forsetans, Uday
Hussaein, amerikanska for-
setan:
- Konur og møður hjá
teimum amerikansku her-
monnunum fara ikki at
gráta við tárum, men við
blóði. Teir skulu ikki kenna
seg tryggar, hvørki í Irak
ella aðrastaðni, segði tann
39 ára gamli Uday Hussein.
Sjálvur
var
Saddam
Hussein at síggja í her-
mannabúna týsdagin, og
tað er sjáldan, at hann
gongur í tí búnanum, men
ivaleyst var hetta fyri at
vísa irakska fólkinum, at
eisini forsetin er búgvin til
bardaga at verja landið.
Samstundis royndu amer-
ikanarar at finna útav, um
irakski leiðarin ætlar sær at
nýta evnafrøðilig og lív-
frøðilig vápn ímóti amerik-
ansku og bretsku hermonn-
unum, men eingin veit,
hvat hann hevur í hyggju.
- Hann hevur eini sjáld-
som evni til at fjala sínar
tankar og sínar ætlanir. Tað
er kanska hansara størsti
eginleiki. Meg minnist, at
Uday
einaferð
segði:
"Høgri skjúrtulummi hjá
faðiri mínum veit ikki, hvat
er í vinstra lumma", sigur
Hamad al-Jubouri, sum
fyrr var limur í iraksku
leiðsluni, men sum nú býr í
London.
Alt bendir á, at Saddam
Hussein ætlar at fjala seg
einastaðni millum tey fimm
milliónir fólkini í Bagdad -
ikki á einari herstøð ella í
einari av borgum sínum, tí
har fara amerikanarar at
bumba. Nei, hann fer held-
ur at fjala seg á einum staði,
sum amerikanararnir ikki
tora at bumba t.v.s. á einum
sjúkrahúsi, í einum skúla
ella í einum vanligum hús-
um.
Semja er um, at Saddam
Hussein er bangin. Ikki
bara fyri krígnum, tí hann
hevur verið bangin alt lívið.
Hann lítur ikki á nakran
uttan seg sjálvan. Tí veit
eingin, hvar hann svevur
um næturnar, tí eingin skal
vita, hvar hann er. Ein av
hansara fyrrverandi her-
yvirmonnum hevur greitt
frá, at forsetin javnan fjalir
seg á herstøðum undir jørð.
Tey einastu, sum vita, hvar
hann er, eru hansara per-
sónligu lívverjar, sum eisini
eru næstu skyldmenn hans-
ara.
Saddam Hussein ber ikki
bitan í munnin, fyrr enn alt
er røntgenkannað og kann-
að á annan hátt. Hann er
bangin fyri, at onkur hevur
eitrað matin. Tí veit eingin,
nær og hvar hann ætlar sær
at eta.
Avrættaði 66 felagar
Seinastu mongu árini hevur
hann beint fyri øllum, sum
kundu hugsast at vilja
honum til lívs ella at gera
uppreistur ímóti honum.
Ein
heilsumálaráðharri,
sum einaferð mælti Sad-
dam Hussein til at leggja
frá sær av heilsuávum, varð
skotin alt fyri eitt. Saddam
skjeyt hann sjálvur.
Á einum fundi, sum varð
hildin, stutt eftir at Saddam
hevði tikið við valdinum í
Irak í 1979, skuldsetti hann
66 av sínum feløgum fyri at
hava eggjað til eina saman-
svørjing ímóti sær. Allir 66
vórðu skotnir, og Saddam
gav boð um at taka avrætt-
ingarnar upp á sjónband, so
hann kundi vísa øðrum,
hvørja lagnu teir fingu,
sum settu seg upp ímóti
forsetanum.
Longu áðrenn hann tók
valdið, droymdi Saddam
Hussein um at gera Irak til
tað mest nútímans og sterk-
asta landið í tí arabiska
heiminum, og júst stremb-
anin eftir hesum gjørdi
hann til tann mest harð-
renda leiðaran. Lhidhir
Hamaz, sum eitt tíðarskeið
stóð á odda fyri iraksku
kjarnorkuverkætlanini,
hevur sagt, at Saddam Hus-
sein ætlaði at gera seg til
leiðara yvir øllum økinum í
Miðeystri.
- Tað eru hvørki politisk-
ar hugsjónir ella islam, sum
draga hann. Pengar leggur
hann heldur einki í. Men
hann vil vera kendur, og
hann vil, at fólk skulu hava
virðing fyri honum og líða
boð hansara, sigur tíðinda-
maðurin Mark Bowden,
sum í mong ár hevur kann-
að framferðina hjá irakska
leiðaranum.
Kanska er tað júst tí, at
hann sýtir fyri at líða boð
frá George W. Bush? Tí
hann ætlar sær at koma í
søgubøkurnar sum maður-
in, ið tordi at seta seg upp
ímóti amerikanska forset-
anum.
Stalin og Churchill
Tey, sum kenna Saddam
Hussein, siga, at hansara
stóru fyrimyndir eru Josef
Stalin og Winston Chur-
shill. Tveir menn, sum
veruliga hvødu vald.
Con Coughlin, sum hev-
ur skrivað eina bók um
Saddam Hussein, sigur, at
tann einasti munur á út-
reinsingunum hjá Stalin og
Saddam er, at í Irak vóru
ongar arbeiðslegur. Tí offur
Saddams
høvdu
ongan
møguleika at yvirliva.
Tað sigst, at Saddam
Hussein fekk sína fyrstu
hugsjónarligu ávirkan av
einum farbróðuri, sum var
nazistur. Tað ljóðar eisini,
at Saddam útinti sítt fyrsta
"bragd" sum nýggjur limur
í Baath-flokkinum, tá hann
beindi fyri einum kommun-
istaleiðara í heimbýnum
Tikrit.
Higartil er irakski leiðar-
in sloppin livandi burtur úr
øllum kreppum. Sum smá-
drongur misti hann pápan,
fosturpápin bukaði hann
javnan, og í skúlanum varð
hann illa happaður. Men
Saddam dugdi at verja seg.
Hann hevði eina jarnstong
við sær í skúla.
Seinastu
tíðina hevur hann sagt, at
irakar eru til reiðar at verja
seg við stavi og steini.
Men at nýta somu verju-
vápn ímóti teirri nútímans
hernaðarmaskinuni
hjá
George W. Bush, sum hann
nýtti ímóti happarunum í
al-Ouja, munar neyvan.
Saddam kann finna upp á alt
15
14
Nr. 55 - 20. mars 2003
UTTAN ÚR HEIMI
USA gav skeivar
upplýsingar
Ein av ST-vápna-
eftirlitsmonnunum í
Irak sigur, at amer-
ikansku myndug-
leikarnir góvu bæði
umheiminum og
vápnaeftirlitsmonnu
num skeivar upp-
lýsingar.
KRÍGSHÓTTAN
Árni Joensen:
-Amerikanski uttanríkis-
ráðharrin, Colin Powell,
segði ikki sannleikan, tá
hann kunnaði ST-trygdar-
ráðið um viðurskiftini í
Irak.
Tað sigur norðmaðurin
Jørn Siljeholm, sum var
ein av ST-vápnaeftirlits-
monnunum í Irak. Hann
sigur við Dagbladet, at
tað, sum Colin Powell
segði um iraksk hópoyð-
ingarvápn, var misvís-
andi.
-Vit hava fingið nógvar
ófullfíggjaðar og vánalig-
ar upplýsingar frá amerik-
anarunum, og tað ávirkaði
samstarvið. Nógv av tí,
sum
amerikanararnir
søgdu um hópoyðingar-
vápn í Irak, vísti seg at
vera beinleiðis ósatt, sigur
Jørn Siljeholm. Spurdur,
um hann heldur, at amer-
ikanararnir
beinleiðis
lugu fyri vápnaeftirlits-
monnunum, svarar Jørn
Siljeholm, at lygn er eitt
sterkt orð at nýta, men
upplýsingarnar, sum Col-
in Powell gav trygdar-
ráðnum um kjarnorku-
verkætlanirnar hjá irak-
um,
vóru
beinleiðis
ósannar, sigur hann.
Sjálvur heldur norski
vápnaeftirlitsmaðurin, at
krígsavbjóðingin hjá Ge-
orge W. Bush var eitt slag
í andlitið á vápnaeftirlits-
monnunum,
og
hann
heldur, at grundarlagið
undir amerikansku av-
gerðini um at leypa á er
veikt. Hann ivast í, at am-
erikanararnir fara at finna
nøkur hópoyðingarvápn í
Irak. Finna teir okkurt, er
talan um so smáar nøgdir,
at tað er eingin hernaðar-
lig hóttan, sigur Jørn
Siljeholm, sum fór úr
Bagdad fyri einari viku
síðani eftir at hava verið í
Irak í tríggjar mánaðir.
USA fer at leypa á
Irak, sjálvt um
Saddam Hussein fer
av landinum.
Amerikanarar fara at gera
innrás í Irak, sjálvt um
irakski forsetin, Saddam
Hussein,
ger
eftir
kravinum hjá George W.
Bush, forseta um at fara
úr Irak innan klokkan eitt
í nátt. Tað var annars
treytin hjá Bush, tá hann
boðaði
frá,
at
fara
Saddam Hussein og synir
hansara ikki úr Irak innan
klokkan eitt í nátt, fer
USA at leypa á landið.
Men amerikanarar fara
at leypa á kortini. Tað
segði talsmaðurin hjá
Bush, Ari Fleischer, í gjár.
Samstundis
boðaði
Colin Powell, uttanríkis-
ráðharri frá, at hann ætlar
sær ikki á fundin hjá ST-
trygdarráðnum seinni í
dag, sum týski uttanríkis-
ráðharrin, Joschka Fisch-
er, hevur tikið stig til.
- Eg dugi ikki at síggja
nakra orsøk til at fara á
fundin, og eg vænti, at
okkara
ST-sendiharri,
John Negroponte, fer at
taka
sær
av
okkara
áhugamálum, segði Colin
Powell.
Leypa á
kortini
Anders Fogh Rasmus-
sen, forsætisráðharri
noyddist fyrradagin
at sanna, at allir danir
eru ikki líka fegnir
um avgerðina hjá
stjórnini at senda eitt
herskip og ein kavbát
til Persaflógvan at
stuðla amerikanska
álopinum á Irak.
KRÍGSMÓTSTØÐA
Árni Joensen:
Seinnapartin
týsdagin
kunnaðu Anders Fogh Ras-
mussen og Per Stig Møller,
uttanríkisráðharri uttanrík-
ispolitisku nevndina hjá
Fólkatinginum um avgerð-
ina hjá stjórnini. Teir vóru
júst komnir av fundinum, tá
tveir ungir menn troðkaðu
seg fram at teimum og
sprændu reyða máling eftir
teimum. Serliga forsætis-
ráðharrin fekk nógva mál-
ing oman yvir seg og kvik-
aði sær inn á skrivstovu
sína. Uttanríkisráðharrin
var eitt sindur hepnari.
Teir báðir ungu menninir
vórðu alt fyri eitt tiknir og
koyrdir á eina løgreglustøð.
Talsmenn hjá bæði sam-
gongu og andstøðu for-
dømdu tilburðin, og trygd-
arleiðarin á Christiansborg
segði, at í framtíðini verður
betur ansað eftir, hvør
sleppur fram at politikar-
unum.
Felagsskapurin "Globalar
røtur" skipaði fyri atgerðini
ímóti teimum báðum ráð-
harrunum, og felagsskapur-
in boðaði seinni frá, at hann
fer at halda fram við tiltøk-
um til tess at mótmæla, at
Danmark stuðlar álopinum
á Irak.
Fogh oystur undir í máling
Anders Fogh Rasmussen kvikar sær burtur, eftir at tveir ungir menn høvdu sprænt reyða
máling á hann og Per Stig Møller, uttanríkisráðharra
45 lond styðja USA
30 lond hava sambært
amerikanska uttan-
ríkisráðnum alment
boðað frá, at tey taka
undir við álopinum á
Irak og lata amerik-
anarunum ymsan
stuðul. 15 lond hava
fyribils biðið um at
vera ónevnd.
KRÍGSHÓTTAN
Árni Joensen
30 av teimum 45 londunum
hava sambært Colin Po-
well,
uttanríkisráðharra
boðið sær til at hjálpa
amerikanska hervaldinum á
ymsan hátt. Eitt nú hava
summi lond játtað amerik-
anskum stríðsflogførum at
flúgva í teirra luftrúmi,
onnur hava játtað hjálp til
flutning, og uppaftur onnur
hava játtað at senda herfólk
ella útgerð til økið við
Persaflógvan.
Hini 15 londini, sum hava
játtað at stuðla USA í
álopinum, hava biðið um at
vera ónevnd fyribils. Hvørji
tey eru, verður almanna-
kunngjørt, tá tíðin er búgvin
til tess, sigur Colin Powell.
Tey 30 londini, sum sam-
bært Powell stuðla álopin-
um beinleiðis ella óbein-
leiðis, eru Afghanistan, Al-
bania, Aserbajdjan, Bret-
land, Bulgaria, Colombia,
Danmark, El Salvador,
Eritrea, Etiopia, Filips-
oyggjarnar, Georgia, Hol-
land, Italia, Japan, Kekkia,
Letland, Litava, Make-
donia, Nicaragua, Póland,
Rumenia, Slovakia, Suður-
korea, Turkaland, Ungarn
og Usbekistan.
Frakland hevur verið
harðasta mótstøðulandið
ímóti einum álopi á Irak,
men franski sendiharrin í
Washington,
Jean-David
Levitte, segði við sjón-
varpsstøðina CNN í gjár, at
at Frakland fer at taka undir
við álopi á Irak, um so er, at
Saddam Hussein ger av at
nýta evnafrøðilig ella lív-
frøðilig vápn.
Levitte var franskur ST-
sendiharri, til stjórnin í
París gjørdi av at flyta hann
úr New York til Washington
í fjør. Hann verður roknað-
ur sum ein, ið hevur stóra
ávirkan á franskan uttan-
ríkispolitikk.
Hesir amerikanararnir á herstøðini í Kuwait sita bert og bíða eftir, at teir fáa boð um at trýsta
á knøttarnar á teldunum. So byrjar álopið
C
M
Y
K
14