Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mars 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 55 - 20. mars 2003 Bil- og Maskin- verkstaðurin á Sandi varð stovnaður í 1970. Í 1996 yvirtóku brøðurnir Rólant og Karl Vidtfeldt fyri- tøkuna, sum umframt at vera ein Statoil- støð, m.a. hevur mjólkarbil og bussar FYRITØKA Magnus Gunnarsson Bil- & Maskinverkstaðurin á Sandi varð stovnaður í 1970 av Ásmundi Johanne- sen. At byrja við var talan um ein verkstað, men miðskeiðis í 70-unum fingu teir Esso olju og bensin- pumpur. Umframt at um- væla bilar og maskinur hava teir øll árini eisini arbeitt nógv umborð á bátum og skipum. Land- búnaðarmaskinur eru ein partur av teirra virksemi, og umboðað teir New Holland traktorar, ið er ein samstarv millum Ford og Fiat. Eisini hava teir mjólk- arflutningin fyri MBM í Sandoynni, í Hesti og í Suðurstreymoynni. Í 1996 yvirtóku brøðurnir Rólant og Karl Vidtfeldt fyritøk- una. Karl kom har sum ørindadrongur í 1970 og lærdi til bilmekanikara frá 1973-77. Síðan hevur hann arbeitt í fyritøkuni. Um- framt mjólkarbilar røkja teir eisini busskoyring fyri Bygdaleiðir og eru parta- eigarar í Sp/f Bil Sandoy. Á Bil- & Maskinverkstaðnum gera teir eisini eftirlit av øllum bilmerkjum. Í dag arbeiða 12-15 fólk í fyri- tøkuni, ið eisini er ein nútímans Statoilstøð. Bil- og Maskinverkstaðurin á Sandi Karl Vidtfelt er dagligur leiðari á Bil- & Maskinverkstaðnum á Sandi. Karl er eisini kendur innan føroyska fótbóltsheimin Seat Cordoba, ið júst nú er komin á før- oyska og danska marknaðin, er í veru- leikanum ein Seat Ibiza sedan við stór- um viðførisrúmi. Í dag eru sponsku Seat bilarnir VW bilar við sjálvstøðugum mo- dellum og búmerkj- um BILAR Magnus Gunnarsson Sponsku Seat bilarnir eru ætlaðir sum sportligar út- gávur av tilsvarandi VW bilum. Við tað at VW kon- sernin eigur Seat verk- smiðjuna, er talan um VW bilar við sjálvstøðugum modellum og búmerkjum. Eins og Seat Ibiza hevur Cordoba eina framkomna undirvognsskipan, ið gevur bilinum sportligar koyri- eginleikar og fast vegtak. Elektrohydrauliska servo- stýringin gevur bilinum eina sera stútta og beinleið- is stýring. Sama er galdandi innan, har setrini og in- strumentborðið eisini eru í sportligum stíli. Lasersveisingarnar av heilgalvaniseraða karossa- ríinum gera sítt til, at bilurin virkar stabilur at koyra, og samlikvaliteturin er í topp. Innan tekniska menningina er Cordoba ein sera framkomin bilur. Plássið innan er tað sama sum í Ibiza, men Cordoba hevur eitt viðførisrúm upp á heilar 485 litrar, ið størri enn vanligt fyri bilar í hesum klassanum, men hann er eisini 33 cm longri enn Ibiza. Minnir um Alfa Bilurin er væl ljóðdoyvdur og lítið hoyrist til motorin inni í kabinuni. Tað at Cordoba minnir um italsku Alfa Romeo, kemur av at kendi bildesignarin, Walter de Silva, sum t.d. teknaði Alfa 156, seinastu trý árini hevur starvast hjá Seat. Cordoba fæst við trimum bensinmotorum frá 64 til 100 hk og trimum diesel- motorum frá 64 til 130 hk. Talan er um ein væl út- gjørdan bil við t.d. ABS bremsuskipan við elektron- iskum bremsukraftdeilara, airbag framman og í síðun- um, fjarstýrt sentrallás, el- síðurútum framman, el- síðuspeglum við hita, rattið kann stilast allar vegir, hita í sprinklaradysunum, for- lyktavaskarar og hita í for- setrunum. Nr. 55 • hósdagur • 20. mars 2003 • 77. árg. Seat Cordoba 1,4 16V Motorurin: 1.4 litur 4 syl. bensin 101 hk 0-100 km/t: 11,5 sek Bensinnýtsla: 15,2 km/l Dekkstødd: 195/55-15 Stødd og vekt: Longd: 428,0 cm Breidd: 170,0 cm Hædd: 144,0 cm Eginvekt: 1075 kg Viðførisrúm: 485 litrar Prísur: kr. 152.000. metallakk + (3.000) Søluumboð: Bilasølan v.Øssur Johannesen Vegurin Langi FO-110 Tórshavn Tel. 315354 www.audi-vw.net Seat Cordoba – størsta viðførisrúmið í sínum klassa Opið leygardagin Leygardagin 22. mars frá kl. 10-14 verður opið á Bilasøluni hjá Øssur Johannesen í Hoyvík. Um- framt Seat Cordoba sýna teir eisini "kam- pagnumodellið" VW Golf DK fram. Golf DK eru væl útgjørdir við m.a. aircondition, sportratti leður girknøtti, kopphaldarum aftan og framman og kromringum um instrumentini á instrument- borðinim. Hurðahandtøkini og síðulistarnir hava sama lit sum bilurin. Seat Cordoba er sami bilur sum Seat Ibiza, við størri akslafrástøðu og viðførisrúmi Innan er alt í sportsligum stíli Cordoba fæst við trimum bensin og trimum dieselmotorum C M Y K 17 16 BMW 320 CI árg. Aug.2001 km.19.000 Til sølu um hóskandi boð fæst Nýprísur: kr. 365.000 17 dekk á alu-felgum fylgja við Tel. 211208