mikudagur 19. juni 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—".."
Nr. 113 — 19. juni 1991
„Vit =
lært”
tjórin á Vaktar og Bjargingartænastuni
—og tílíkt skal ikki koma fyri aftur, sigur Jóhan
Ziskasson í viðmerking til tá sovjetiski flótta-
maðurin royndi at finna friðskjól umborð á
Tjaldrinum
Leiðarin á Vaktar og
Bjargingartænastuni, Jó-
han Ziskasson heldur, at
vaktartænastan og mong
onnur i Føroyum hava
lært av hendingini i Vågi.
--Hetta var ein lærupen-
ingur, og hetta skal ongan-
tid koma fyri aftur, sigur
hann.
Hava tit nú gjørt eina
reglugerð fyri hvussu
manningarnar á vaktar-
skipunum skulu fyrihalda
seg, tá ein persónur kemur
umborð og vil hava frið-
skjól?
--Nei, tað hava vit ikki,
men vit hava lært av
hendingini í Vági, sigur
Jóhan Ziskasson.
Marinistødin skilur
Meðan mong fólk eru
rættuliga uppgst inná
skiparan á Tjaldrinum,
Eyðbjórn Lervig og ynsk-
ja hann har piparið grør, tí
hann lat sovjetisku yvir-
mennirnar fáa flótta-
mannin Nikolaj Krupov
aftur, er leiðarin á Marinu-
stødini ikki so avgjørdur.
--Hann segði í útvarp-
inum í gjårkvøldi, at hevdi
flóttamaðurin komið um-
borð á eitt danskt sjó-
verjuskip, so hevði hann
verið latin til politiið
beinanvegin. Men hann
skilur skiparan á Tjald-
rinum, sum var í eini
truplari og óvæntaði
stóðu.
Eftir hvat Sosialurin
frættir fær hendingin í
Vági ikki avleiðingar fyri
skiparan á Tjaldrinum,
Eydbjørn Lervig.
jústinus
Heim av roktúri *
Kjólbrotrolararnir hava havt góðan fiskiskap
Skálaberg og Sundaberg
sigla heim úr Barentshav-
inum við yvir 900 tonsum
hvgr. Teir hava havt
góðan fiskiskap síðan teir
fóru úr Føroyum hålvan
mars.
Helvtin av fonginum er
skorin til flak og hin
helvtin er saltfiskur. Vest-
urvón og Enniberg fara at
sigla heim fyrstan dagin.
Skeiv meting
Fiskifrødingarnir fingu
ikki rætt, tá teir fyri nøk-
rum árum síðan boðaðu
frá, at toskastovnurin í
Barentshavinum var
héttur og næstan
uppfiskaður.
Seinastu tíðina hevur
verið ørgrynni at fingið Í
Barentshavinum.
Føroysku trolararnir
hava fiskað á gráu leiðini
av kvotuni frá Sovjet.
jústinus
Seinasta um Nikolaj Krupov
Ikki avhoyrdur enn
Sovjetiski flóttamaðurin, 28 ára gamli Nikolaj
Krupov, situr enn í varðhaldinum á politistødini
í Havn.
—Vi har endnu ikki afhørt
manden, hann sidder stad-
igvæk på politistationen,
sigur M. Nepper Christen-
sen, fúti.
Hvorfor har i ikke afhørt
manden?
-Det er ikki nogen
spesiel grund til det, hann
blir afhørt snart, sigur
fåtin.
Tað er ikki lætt at fáa
neyvar upplýsningar um
sovjetiska flóttamannin.
Men keldur vilja vera við,
at 120 ikki er sovjetiska
samfelagsskipanin hann
vil flýggja frá, men
vánaligu umstýðurnar um-
borð á móðurskipinum,
Sevryba, har hann var 4.
stýrimaður.
Fútin vildi týsdagin
hvørki våtta ella avsanna
um maðurin var politiskur
flótti, men segði bert at
hann hevði "søgt om asyl"
Tad er ikki sannlikt, at |
ein styrimadur å cinum
10.000 tons stórum sov-
jetiskum móðurskipi verð-
ur politiskt forfylgdur
heima. Serliga ikki tå
hugsað verður um
risabroytingarnar í Sov-
jetsamveldinum. jústinus
Síða 5
Joansøkan
Í morgin
Tvøroyri verður karmurin um Jóansókuna í ár
Í morgin byrjar
Jóansgkan. Klokkan 19:00
verður ein skemtidystur
millum flakakonur av
Tvgroyri og flakakonur úr
Hvalba. Kvinnurnar fáa
"medalju" aftaná dystin.
Tað eru serliga ítróttar-
feløgini á Tvøroyri sum
skipa fyri tiltøkunum á
stevnuni.
Friggjadagurin byrjar
vid at tivoli opnar i
midbynum. TB og Fløtt
skipa fyri. Frobiar S6knar
Róðrafelag letur upp mat-
sølu í miðbýnum. Ein
steypadystur í fótbólti
verður leiktur á Sevmyri.
Dysturin er millum TB og
VB old boys. Togtugan og
steypatóming verður í
nýggja skúlagarði. Og um
tíggjutíðina byrjar dans-
urin. Andaliga fødi fær ein
eisini fríggjadagin. Tá
skipar heimamissiónin
fyri útimgti í miðbýnum
og aftaná verður opið hús
í Missiónshúsinum.
Leygardagin verður
stevnan sett. Byrjað verð-
ur við skrúgongu, Tvør-
oyrar Hornorkestur spælir.
Klokkan 14:00 setur Kaj
Nolsøe, (Kaj hjá Óla)
stevnuna. Klokan 15:00
kappróður og
steypa handan aftaná.
Klokkan 16:00 letur ein
listaframsyning upp í fim-
leikarhøllini í Tvøroyrar
skúla. Hesum skipar Lions
fyri. Klokkan 17:30
varðir
verour
verdur ein steypadystur í
fótbólti millum TB og
Sumba 1.deild.
Um kveldið verða meti
og dansur og á midnått
heldur Sigrun Joensen
midnåttarrødu og aftaná
verður fyrverkari.
Skráin sunnudagin byrj-
ar við guðstænastu í
kirkjuni, Jónsvein Bech
prædikar. Ein
steypadystur millum
fyrstudeildarliðini hjá TB
og VB verður leiktur.
Eisini verður svimjikapp-
ing og teir ymisku átrún-
aðarbólkarnir skipa fyri
fundum og metum.
jústinus