Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. juni 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 113 — 19. juni 1991 Síða 11 UEFA: Hevur góðtikið ætlanina á Toftum Avgerðin hjá kappingar- neundini kom sum ein bum- ba fyri Tofta Itrottarfelag Toftamenn hava livað í tí trúgv, at UEFA hevur góðtikið = ætlanina á Svangaskarði og at tískil einki skuldi verið, ið var til ampa fyri at teir tríggir heimadystirnir í heyst kundu vera á Svanga- skarði. Álitið á UEFA hevur Tofta Ítróttarfelag bygt á brævaskiftið partanna millum: Earnie Walker, formaður í stadion nevnd- ini, var á Toftum í februar í ár. Á fundum millum FSF, Tofta Ítróttarfelag og UEFA varð greitt frá ætlanini, og fundarfrá- segn varð send UEFA, har toftamenn segdu, at teir roknaðu við, at avrád- da ætlanin varð tikin til eftirtektar, um teir onki hoyrdu aftur. Bræv kom skjótt aftan á frá UEFA, sum váttaði at hava fingið frásegnina, takkaði fyri blíðskapin og ynskti góða eydnu! Avrátt varð á fundi- num, at vellurin skuldi vera klárur tveir mánaðar undan fyrsta dystinum, tvs. 11. juli. Á Toftum verður upplýst, at sjálvur vellurin verður klárur komandi týsdag, og at alt grasekið, tvs. vellur við uttan um eki verður liðug lagt undir gras 1. juli. Tá FSF og Tofta Ítrótt- arfelag nú vórðu boðsend til fundar í Sveríki, varð roknað við, at talan var um eina formliga staðfest- ing av avtaluni, ið varð hildin at vera komin upp á pláss. Hevið var, at UEFA toppurin var saml- aður í Sveríki í sambandi við fýra landa kappingina, rópt undan EM«. Mortan Poulsen, starvs- nevndarskrivari, metti fyri FSF, og Jergen Lil- holm Petersen, danski ráðgevin hjá toftamonn- um, metti fyri toftamenn. Teir vóru fullkomiliga ov- farnir av leysu grundgev- ingini hjá UEFA. Heldur áfram Tað var ein farri av snópni yvir arbeiðsmonnunum á Svangaskarði, tá teir í út- varpinum kl. 10.00 í gjára- morgunin hoyrdu um UEFA avgerðina. Felags- leiðslan kallaði til fundar eftir degurða, og har góvu allir lógvatak um at halda á sum um einki var hent. Tofta Ítróttarfelag hev- ur fígging til byggiætlan- ina. Um fyritreytirnar verða so eðrvísi, sum tað vísti seg í gjár, fara teir beinanvegin undir arbeið- ið at skapa annað fíggjar- ligt grundarlag undir aft- urgjaldingini. Tað verður Earnie Walker, t.v., er tann einasti UEFA- maðurin, ið hevur ver- ið á Toftum og sæð stadionøkid, sum er í gerð. Hann er eisini tann einasti í UEFA, sum stuðlar ætlanini. Mynd: Hilmar Jan ikki sum at siga tað, men arbeiðið verður gjert liðugt. Tíggju milliónir standa nú uppeftir enda í ætlanini um stadion við grasvølli á Svangaskarði, sum UEFA nú hevur saboterað á skammi- ligasta hátt. Mynd: Hilmar Jan