mikudagur 19. juni 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Ítróttur
Nr. 113 — 19. juni 1991
Norðmaðurin og
SVIIn stungu
okkum í ryggin
Einasti, ið til fulnar bakkar fóroysku stadion-
ætlanina upp, er skotin Earnie Walker, ið eisini
er tann einasti frá UEFA, ið hevur veruliga sæð
ætlanina og verið á Svangaskarði. Hann er for-
maður í stadionneyndini í UEFA, og boðaði
eftir Fóroya-ferðina skrivliga frá, at alt var í
lagi, og at vøllurin fór at verða klárur til teir
tríggjar seinastu EM-dystirnar í heyst
Avgerðin í EM-fyrireik-
ingarnevndini hjá UEFA
varð tíkin mánadagin, eftir
at nevndin hevði havt
fund við eitt umboð frá
FSF, Mortan Poulsen, og
eitt umboð fyri Tofta Ítr-
óttarfelag, Jórgen Lilholm
Pedersen, ið hevur teknað
tekningarnar í sambandi
við stadionætlanina á
Svangaskarði.
A fundinum, har eisini
stadionnevndin í UEFA
var við, løgdu føroyingar-
nir ætlanina fram og
greiddu gjølliga frá, hvat
var gjørt, og hvat fór at
verða gjørt.
Á fundinum var tað bert
formaðurin í stadion-
nevndini, skotin Earnie
Walker, ið tók undir við
føroyingunum, meðan
restin av teimum hjáver-
andi ikki tók undir við
nøkrum av ti, føroyingar
Stjórnin i FSF skal i dag á fund at viðgera tað
seinasta, sum nú er hent viðvíkjandi ætlaða
heimavølli okkara á Svangaskarði, sum verður
liðugur í góðari tíð til eftirverandi dystirnar
Fyrrapartin í gjár bórust
tey skelkandi tíðindi, at
tann vælmannaða EM-
fyrireikingarnevndin hjá
UEFA hevur kolldømt
Svangaskarð sum kapp-
ingarstað hjá føroyska
landsliðnum.
>Hesi tíðindi koma dátt
við hjá fótbóltssamband-
inum og sjálvandi okkum
øllum somlum,< sigur
Torleif Sigurðsson vid So-
sialin. »Men ringast er
hetta fyri toftamenn, sum
vid sinum dugnaskapi og
dirvi vildu ofra seg fyri
føroyskan fótbólt á
hendan hátt, fyri at geva
okkum ein meira enn
kærkomnan heimavøll til
teir triggjar EM-dystirnar í
heyst.«
Tad eru nevniliga ikki
færri enn 10 milliónir
krónur, ið standa uppeftir
enda í tí stóra prosjekt-
inum á Svangaskarði, sum
nú er komið so langt, at
tað júst bert kundu vera
nakrir UEFA-skrankapáv-
ar, ið kundu forða fyri, at
tað gjørdist veruleiki.
Nú kann hetta eftir øll-
um at dóma gerast eitt
stórt arbeiðs-, orku- og
pengaspill.
Eftir sita vit so við ein-
um stadion, sum UEFA
hevur noytt okkum at
byggja og gera, men ikki
vil loyva oikkum at brúka.
>Tað, sum er hent øll
hesi árini, vit í fyrsta um-
fari stríddust fyri at fáa
limaskap, og síðani at
koma við í kappingar, er
at vit alla somlu tíðina
hava tillagað okkum eftir
teimum krøvum, UEFA
hevur sett okkum, « sigur
Torleif.
»Fyrst skuldu vit ikki
sleppa at spæla heimadyst-
irnar i Føroyum — heldur
ikki fyribils — ti vit bert
høvdu graslikisvallir, og
tå vit so lagað okkum eftir
tí og fáa einn fínan
grasvøll, skulu vit heldur
ikki sleppa at spæla á
honum.<
Sum skilst á Torleifi, er
hann sera vónsvikin av
viðferðini, kappingar-
nevndin í UEFA nú hevur
givið føroyskum fótbólti.
»Eg veit ikki, hvussu
hetta kann bera til,< sigur
hann. >Men eg dugi at
síggja, at vit óivað bara
ikki hava verið vinir við
teir réttu persónarnar í
UEFA.«
Uttan at hann sigur tað
við einum einasta orðið,
so lúra undirtónar aftan-
fyri um, at UEFA helst er
so mikið illa farið av
korruptión, at >trýst< frá
teimum réttu persónunum
til rætta tíð kann fáa
topparnar í fel-
agsskapinum at taka tær
avgerðir, ið passa >vinun-
um« best.
hj.
førdu fram.
Hvussu ósaklig og rotin
viðgerðin frá UEFA hevur
verið, sæst best av, at
Earnie Walker — umframt
føroyingamar — var tann
einasti á fundinum, ið
sjálvur hevur verið á
Svangaskarði og sæð um-
stødurnar, eins og hann í
skrivligari frágreiðing eftir
kunningarferð sína her,
eisini greiddi frá sínum
sjónarmiðum um, at hann
fult og fast trúði, at ætl-
anin fór at halda, og at eitt
fulldugandi og gott
stadion fór at verða klárt
til dystirnar.
Millum teirra, ið á hes-
um fundi royndust sum
sannir svíkar, vóru sviin
Lennart Johansson, ið er
formaður í UEFA, og for-
maðurin í norska fótbólts-
sambandinum, Per
Omdal.
Tann fyrri, sviin Lennart
Johansson, segði ikki eitt
orð á fundinum — >tann, ið
tegir, hann samtykkir< —
hóast hann enntá hevur
verið í Føroyum, og her
er vorðin trakteraður bæði
upp og niður við besta
gestablídni, føroyingar
kunnu vísa fólki.
Hann hevur annars borið
orð á sær at vilja steðgað
allari korruptión og mis-
nýtslu av persónligum
kennskapi í UEFA, men
hesa hugsjón sína man
hann við hesum so dyggi-
liga hava blakað fyri borð.
Hin seinni, norðmaðurin
Per Omdal, tók á fund-
inum orðið, har hann tal-
aði ímóti ætlan føroyinga
um stadion á Svanga-
skarði.
Ein dáragerð frá okkara
sokallaðu brødratj6dum,
ið vit als ikki longur
kunnu rokna við — ella
tíansheldur fyri nakað sum
helst.
Hesir menn hava verið
millum teir fremstu at
stungið Føroyar og: før-
oyskan fótbólt í ryggin.
Skamm fái teir fyri
tað!!!
hj.