Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A ———————I Nr. 114 — 20. juni 1991 = tíðindablaðið Sorgarleikur fyri okkum Torben Skaaning, sum í 17 ár hevur arbeitt sum verkfróðingur hjá byggifelagnum Pihl & Søn, er nú farin år Fóroyum - og familjan fylgir við Tá Torben og Susan Skaan- ing í sínari tíð - fyri 17 árum síðan - komu til Føroya, søgdu tey Danmark farvæl. Tey vildu royna okkurt annað. Og væl var valt hildu tey. Bæði Torben, Susan og tey try børnini fullu beinanveg- in væl til, og eingin teirra hevur nakrantíð hugsað um at flutt aftur til Danmarkar at búgva. Men nú eru dagar teirra í Føroyum taldir. Pihl & Søn, sum hevur verid eitt tad størsta byggi- felagið í landinum, ikki meira enn anir longur, og tey flestu starvsfólkini hava verið noydd at finna okkurt annað at gera. Pihl & Søn arbeiðir tó í gðrum londum. - Eg fekk tilboðið at velja ímillum at fara til Afrika, í Fjareystur, til Grønlands ella til Tysklands. Og so valdi eg Týskland, sum frægastu loysnina, sigur Torben Skaaning. Í ROSTOCK Pihl £ Søn roynir at koma inn å matknadin at byggja gamla Eysturtyskland upp. Ein samstarvsavtala er Skrivstovufólk til Radioeftirlitið Sekt verður eftir skrivstovufólki at starvast hálva tíð á Radioeftirlitinum. Starvið fevnir um alt vanligt skriv- stovuarbeiði. Umsøkjarar skulu duga føroyskt og enskt til lítar og hava kunnleika til tekst- viðgerð. Fyrimun hevur umsøkjari, ið hevur kunnleika til radiosamskifti sum heild. Løn smbært sáttmála millum Føroya Landsstýri og Starvsmannafelagið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Radioeftirlitid á tlf. 12965 og tosa vid Don Petersen. Umsóknir við ummælum skulu send- ast til Telefonverk Føroya Løgtings, postboks 27, 110 Térshavn. Freistin at søkja starvid er 1. juli 1991 Telefonverkið gjørd við eina byggifyri- tóku í Týsklandi. Arbeiðs- fólkið er týskt, Pihl & Søn luttekur við vitan, serar- beiðarum og leiðarum við royndum. Í hesum arbeiði luttekur Torben Skaaning, sum fór til Rostock at arbeiða fyri hálvum ári síðan. Tað er stórarbeiði, tí byggingin har var 15-20 ár aftranfyri. Nógv er illa gjørt og ikki hildið við líka. Í fyrsta umfari fáast tey við at gera vegir, brýr og reinsi- skipanir. Arbeiðið sjálvt er ikki so galið, og tað er takksamt, tí har hevur alt higartil verið so vánalig. Men Torben Skaaning er alt annað enn fegin. - Tað er ein sorgarleikur fyri okkum, tí vit hava als ikki hug at fara úr Føroyum, her gll trý børnini eru vaksin upp. Men okkurt var at gera, nú einki arbeiði er í Føroy- um. FER UR GOÐUM STARVI Kona hansara Susan hevur drigid út at taka stóðu til at fara við manninum, tí hon hevur sítt starv, ið hon er fegin um. Men nú hevur hon so tikið avgerðini. Um ólav- Onkuntíð stóð væl til í byggivinnuni. Thomas Johannesen å Dimma- lætting tók hesa mynd- ina, tá Torbeen Skaaning stóð fyri flogvallarkann- ingunum hjá Tórshavnar býráð. Tá bar til at fróðast saman við Poul Michelsen søkutid flytir hon eisini - og tað er við tungum hjarta, tí tað verður neyvan lætt at fáa arbeiði í Týsklandi, har tvær milliónir fólk, sum tosa týskt, eru arbeiðsleys. - Eg dugi íkki at siga, hvussu hørm vit eru. Frá fyrsta degi kendu vit okkum væl móttikin í Føroyum og vildu helst verið her altíð, sigur Torben Skaaning. Um tey nakrantíð kunnu koma aftur til Føroya, er ilt at vita. Sum er, verður bara minni og minni bygt í Føroyum. Eg vænti, tað verður sein- ur dagur, til tað aftur verður stuttligt at vera entrepre- nørur í Føroyum. Vit vóna at fáa tað frægasta burturúr í Týsklandi. Men vit eru ikki tey einastu, sum noyðast at rýma úr Føroyum, ti alt er steðgað upp, sigur Torben Skaaning. randi Síða 3 Eisini 95 kr. Fysioterapeutar, terapeutar, ergo- laborantar, økonomur og ljósmóður hava nú eisini fingið nýggj- an sáttmála við landsstýrið Klokkan hálvgum tvey týsdagin endaðu Før- oyskir Fysioterapetur, Føroyskir Ergoterapeut- ar, Føroyskir Sjúkrahús- laborantar, Ljésmødra- felag Føroya og Økono- mafelag Føroya samráð- ingar sínar við lands- stýrið um nýggjar sátt- málar. feløgini hava havt felags samráðinggar men gera kortini hvør síni sáttmála. Nú er bara atreinskrivanýggju sátt- málarnir, so kunnu teir undirskrivast. Hesi fimm feløgini fingu 95 krónur um mánaðin í lønarhækkan, sum øll onnur alment lønt hava fingið. Men afturfyri at strika lægsta lýnarstigið 1. januar næsta ár, verður lønar- hækkanin ikki sett í gildi fyrr enn 1. oktober í ár. Økonomurnar fáa tó ikki strikad læsta lønarstig, tí tær eru settar eftir tæn- astumannaskipanini. Umframt Jlønrhækk- anina hava feløgini fing- ið við í såttmålarnar nøkur av teimum rætt- indum, ið onnur feløg frammanundan hava, Ld. at verða limirnir sjúkir í feriu, verða sjúkradagarnir góð- skrivaðir sum feriudag- ar. Laborantarnir = hava eisini fingið næminga- Tey fimm felggini hava gjørt tvey ára sátt- mála við rætti at sam- ráðast um lønina um eitt ár. randi Tjóvarnir roykja prince Týsnáttina var innbrot í matvøruhandlinum Smæruni í Havn. Ein hurð er brotin upp. Tikið er nakað av góð- gæti og prince- og prince light-sigarettum. Hvussu stór nøgdin var, er enn ikki uppgjørt. Sunnunåttina var brotið inn í ein kaffi- vogn í Kollafirði - aftaná stevnuna. Har eru horvin tvey kartong av prince- sígarettum og nakrir tendrarar. Herverk á båt Sjálvtum stilt er á vágni, liggja allir bátar íkki í friði. Allastaðni frættist, at herverk verður framt móti bátum. Týskveldið boðaði ein klaksvikingur løg- regluni frå, at onkur hevdi verið umborð á glastrevjabåti hansara, ið lá við eina av báta- brúgvunum í Klaksvík. Utgerdin var øll knúst, ekkolodd, pumpa 0.a. Fingu 10. kr. Teir, sum sunnunáttina brutu inn í gamla vask- aríið i Torsgøtu í Havn fingu litlan fong. Um- leið tíggju krónur í små- myntum var alt, teir funnu. randi