hósdagur 20. juni 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
RK
[fr
Nr. 114 — 20. juni 1991
Vinnulívið kann
ikki liva vid høga
el-prisinum
Landsstýrið eigur at áleggja SEV at útvega
vinnuni elorku fyri ein prís, sum kann sammet-
ast við prisin í grannalondunum, sigur Føroya
Idnaðarfelag sum eisini heldur, at oljugjaldið
skal takast av
Momsur — yvir-
gangsskipan
Tað er longu greitt, at eitt
av krevunum hjá EF í
samband við eina handils-
avtalu er, at vit ístaðin
fyri núverandi tollskipan,
innfera eina MOMS-skip-
an, sum ikki ger mun á
feroyskari framleiðslu, og
verum, framleiddar í EF.
Ein slík skipan flytir toll
og avgjeld frá framleiðslu-
liðnum beinleiðis til enda-
liga brúkaran av veruni.
Sum er, gjalda virkir
toll av m.a. iløgum og
eykalutum. Eftir at
MOMSUR er innferdur, í
seinasta lagi 1. januar
1993, fellur hesin tollur
burtur, og fleiri virkir
verða soleiðis betri kapp-
ingarfer.
Tey virkir, sum gera
ílegur nú, noyðast at
gjalda toll av hesum íleg-
um, meðan tey, sum bíða
til eftir 1. januar 1993,
sleppa frá. Vandi er tí fyri,
at ílegur og menning av
vinnuni steðgar upp hetta
tíðarbil, og tað hevur
vinnan ikki ráð til. Bráð-
neyðugt er tí, at Lands-
stýrið longu í heyst finnur
fram til eina yvirgangs-
skipan frá núverandi toll-
skipan til MOMS-skipan,
g kunnar vinnuna um
hesar ætlanir.
Afturrindan av
tolli
Ein stórur partur av iløg-
unum í vinnuna er gjørdur
í seinnu helvt av áttati-ár-
unum, og 100-tals millión-
ir goldnar í tolli av hesum
ílegum. Hesar eykabyrðar
tyngja munandi um kapi-
talkostnaðin hjá føroysku
vinnuni. Havast skal í
huga, at vinnan í Feroy-
um nú kemur at kappast
við virkir í EF, sum ikki
hava goldið ein slíkan toll.
Tað verður tí neyðugt,
at ein partur av hesum
tolli verður afturgoldin
vinnuni á einhvenn hátt,
meguliga úr oljugrunni-
num, sum vinnan eigur
sín bróðurpart av. Hugsað
eigur at verða um hetta í
komandi fíggjarlóg, og ein
ætlan eigur at verða gjørd
í heyst, soleiðis, at vinnan
veit, hvussu hon skal dis-
ponera.
Oljuavgjaldið
Ídnaðarfelagið hevur fyrr
gjert vart við skeivleikar-
nar í lógini um serligt av-
gjald á olju. Onga aðra-
staðni í okkara parti av
heiminum rindar framleið-
andi vinnan avgjald av
olju. Vit fara tí at heita á
landsstýrið um at bera so í
bandi, at henda lóg verður
broytt soleiðis, at vinnan
sleppur undan hesum
gjaldi, men fær meguleika
at keypa olju fyri sama
prís, sum vinnan í granna-
londum okkara.
El-prísir
El-prísirnir í Feroyum eru
millum teir hægstu í
heiminum, samstundis
sum góðskan er vánalig.
Sleppur SEV undan olju-
avgjaldinum og undan at
gjalda toll av eykalutum
og ílegum, kann prísurin
kanska lækka eini 17-20
oyru pr. kwh. Hetta mun-
ar kortini lítið, og feroy-
ska vinnulívið fer fram-
vegis at hava ein el-prís,
sum er 3-4 ferðir hægri,
enn vinnan í EF-londun-
um, sum gerast okkara
týdningarmestu kapping-
arneytar. Í Feroyum er
lítil munur millum el-prís-
in hjá privata brúkara-
num og vinnulívinum,
meðan hesin munurin van-
liga er munandi sterri í
grannalondunum, har
statskassin samstundis
fær munandi inntekur av
privatu elnýtsluni.
Í samgonguskjalinum
verður havt á munni, at
føroyska vinnulívið ikki
skal hava hægri orkuprís-
ir, enn vinnulívið í teimum
londum, vit kappast við.
Hegu orkuprísirnir eru ein
tung eykabyrða hjá føroy-
sku vinnuni og beinleiðis
lemjandi fyri ávísar partar
av ídnaðinum. Ídnaðarfel-
agið fer at heita á ráðandi
myndugleikar um at fera
skilagóðu orðini í sam-
gonguskjalinum út í lívið.
Fyrst og fremst við at
áleggja SEV at útvega
vinnuni elorku fyri ein
prís, sum kann sammetast
við prísin í grannalondun-
um í EF og við at avtaka
oljugjaldið.
Játtanin til
Menningargrunnin
Játtanin til Menningar-
grunnin er í galdandi
fíggjarlóg skerd við 5 mill.
kr. í mun til fíggjarlógina
fyri 90. Tað er kunnugt, at
tíðindablaðið
Síða 5
Kappingarføri hjá før-
oysku vinnuni må betrast
og umfatandi rationali-
seringar mugu gerast fyri
at vit kunnu standa okkum
í kappingini við útheimin.
Hetta heldur Føroya
Idnadarfelag sum hevur
sent politisku myndugleik-
unum skriv har felagið
ger vart við ymiskt, sum
landsstýrið, eftir felagsins
hugsan, eigur at taka
hædd fyri í samband við
fíggjarlógina fyri 1992.
El-orkuprísurin í
Føroyum er alt ov høgur,
heldur Ídnaðarfelagið
alivinnan, sum seinastu
árini er vaksin við risafet-
um, hevur brúkt ein stór-
an part av orku Grunn-
sins, og tí er ikki nógvur
peningur tekur til aðrar
vinnutættir. Vinnan sær,
sum longu nevnt, stórar
broytingar fyri framman,
og Ídnaðarfelagið metir,
at skilagott hevði verið at
vaksið játtanina til Menn-
ingargrunnin, soleiðis, at
tekur peningur aftur varð
til aðrar partar av vinnu-
lívinum til menning og
rationaliseringar.
Hjálpargrunnurin
ímóti
alkoholmisnýtslu
Gjørt verður kunnugt, at umsóknir um
stuðul fyri fyrra hálvár 1991 úr Hjálpar-
grunninum ímóti alkoholmisnýtslu skulu
sendast landsstýrinum nú.
Endamål grunsins er at veita stuðul! til
tiltøk, sum verða mett egnað at minka
um alkoholmisnýtslu ella kunna linna
um árin av alkoholmisnýtslu hjá viðkom-
andi sjálvum og hjá avvarðandi. | und-
antaksførum kann misnýtsla av ødrum
evnum javnstillast vid alkoholmisnytslu.
Sum dømi kunnu nevnast:
1) gransking av alkoholmisnytslu og
årin hennara, og um vidgerå av
alkoholmisnytslu,
2) rakstur av varnadi virksemi til studul
og vegleidingar,
3) kanning av vidurskiftum i Føroyum
ella i serligum førum uttanlands,
4) eftirútbúgving av fólki, ið starvast á
økinum,
5) upplysingarvirksemi.
Umsóknarblað og reglugerð fyri Hjålp-
argrunnin ímóti alkoholmisnýtslu fæst
við at venda sær til:
Landsskrivstovuna
Postboks 64,
110 Tórshavn
Tlf. 11080
Seinasta freist at søkja er hin 1. august
1991.
Landsskrivstovan, 17. juni 1991
S&akK
Limafundur
verður
í skrivstovuhølum
felagsins, Traðarvegur 20, 24.6.91 kl.
19.00.
Fundarskrá: 1.
Frágreiðing frá sátt-
málanum.
2. Ymiskt.
Samanumtikið
Broytingarnar, Ídnaðar-
felagið her hevur nevnt,
kunnu kanska tykjast at
minka um inntekur
Landskassans í fyrsta um-
fari. Men hesin peningur
kemur ivaleyst fleiri ferðir
aftur, tí grundarlagið und-
ir einum og hverjum sam-
felag er eitt sunt og kapp-
ingarfert vinnuliv, sum
virkar eftir teimum regl-
um, marknaðarbúskapur-
in setur.
Bráneyðugt er, at farið
verður til verka nú, so
NEVNDIN
vinnan kann brúka tað
stuttu tíð, eftir er til 1.
januar 93, at umstilla seg
til nýggju treytirnar at
virka undir. Ídnaðarfelag-
ið heitir á okkara politik-
arar um at lata hugtakið
kappingarferi liggja sera
frammalaga í huganum,
nú fíggjarlógin fyri 92
verður viðgjerd, og kósin
sett móti sterri kapping
og tættari samskifti við
grannalondini, skrivar
Føroya idnaðarfelag til
legting og landsstýri.