Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 114 — 20. juni 1991 vórðu hentar. Annars var tað hugnaligt við teim mongu pingvinunum. Vit gjørdust heilt væl. Eg var ikki á veiðuferðum. Nóg- mikið av provianti var umborð. Eisini gjørdi eg nakrar vísundaligar kann- ingar fyri vísundafólk heima i Brasilia. Eg eri ikki visundamadur, men passaði bert tólini, sigur Amir. --Veðurlagið á sudur- pólsleiðini er ójavnt. Tað kann verða blikalogn og stilli og so knappliga herj- ar stormurin við kulda og kavaroki. Eg minnist tá eg helt leiðina frá Suður- pólinum, tá kom eg í ódnarveður og eg fekk ikki seglini niður, at var fryst. Eg hevði vindin undan og báturin gekk við rúkandi ferð norðureftir heilt til eg kom í ísfrían sjógv, sigur Amir. Amir sigur, at tað ikki so kalt har hann helt til um veturin. Hitin lá fyri tað mesta millum minus 15-20 stig, tó onkuntíð var kaldari. Báturin er serliga bygdur til polarvetur, so gott var at vera umborð. Til Cape Town Tá Amir fór frá Ant- Síða 7 Ovara myndin: Amir situr her við einum eintaki av bókini, sum hann skrivaði aftaná at hann hevði róð um Atlantshavið. Niðara myndin: Úr hesum rúminum hevur Amir tamarhald á øllum seglunum og her kann hann eisini stýra. arktis helt hann leiðina til Cape Town. Hann helt ikki tað verða ráðiligt at halda leiðina fram norður gjógnum Atlantshavið, uttan fyrst fáa bátin uppá sleipistød til kanningar. Í Capetown varð báturin drigin upp og hann hevði ongan skaða fingið í ísinum. Siglingarleiðin frá Antarktis og til Suður- afrika var 4500 fjórðingar. 12. apríl helt Paratii leiðina úr Sudurafriku og móti Føroyum. Tá Suður- afrika var úr eygsjón så hann ikki land aftur fyrr enn Føroyar dagaðu í havsbrúnni. Óttist Trøllhøvda Tá Amir var komin á føroyska landgrunnin, seti hann kós móti vestur-- síðuni á Suðuroynni. Hann var eitt sindur í iva hvgrja leið hann skuldi taka, men avgjørdi so at sigla norður móti Trøllhøvda og síðan gjøgnum Skopunnarfjørð til Havnar. --Siglingarteinurin hjá mær úr Cape Town og til Føroyar var um 6000 fjórðingar. Taka vit túrin frá Antarktis, so hevði eg siglt 10.500 fjórðingar og bert vitjað eina havn. Men fyrstu ferð eg veruliga var bangin á hesum langa túri var, tá eg kom útfyri Orð: Jústinus Eidesgaard Myndir: Kalmar Lindenskov Trøllhøvda. Eg kom í ein strong, tað rak uppí ættina og báturin bóltaði ført. Mær dámdi hetta onki. Men tíbetur eg slapp burturúr ófgrinum, sigur Amir. Bilsin av Føroyum -Eg hevdi næstan einki hoyrt um Føroyar áðrenn eg kom higar. Ein skyldmaður hjá mær hevði vitjað her, og hann rósti landinum. Eg haldi Før- oyar er eitt sera vakurt land. Aðrenn eg kom hevði eg hugsað mær, at oyggjarnar vórðu lágar, tí gjørdist eg rættuliga bilsin, tá eg sá reystu fjøllini, sigur Amir --Ég eri eisini sera væl móttikin. Fólk eru vinsæl og Føroyar hava ein góðan infrastruktur. Vegasambandið er gott. Skipaflotin er sera væl åtgjørdur og allastaðir er tekin um vælferð, sigur Amir. -Eg havi hoyrt um, at Føroyar eru í búskapar- ligari kreppu i løtuni. Sjálvur eri eg búskapar- frødingur og eg haldi, at eitt samfelag av og á hev- ur gott av eini búskapar- kreppu. Tá verður lív- reimin spent nøkur hol inn, men er eitt samfelag so væl útbygt, sum tað føroyska, so eru tað góð kort at hava á hondini, tá ein hugsar um framtíðina. Eg dugi ikki at síggja, at føroyska framtíðin er so døpur, serliga tå ein hugsar um londini úti í heimi. Eitt nú í mínum heimlandi, har er fátækra- dómi, ein veruligur trupu- leiki, sigur Amir. Gentan higar Í dag kemur gentan hjá Amir til Føroya. Hana hevur hann ikki sæd i négvar månadar. Eisini Fekk trovggju frå Kaj Leo Amir hevur als ongan áhuga fyri fótbólti. Men tað hava milliónir omaná milliónir í hansara heimlandi. Ein av hansara stavrsfeløgum er garvillur í fótbólti, og tå hann hoyrdi, at Amir skuldi til Føroyar legði hann honum eina við, at fáa eina troyggju, sum hevði samband við landsliðið. --Eg havið gingið runt í Havnini og roynt at fingið hendur á eini tílíkari royggu, men til fánýtis. Men nú ein dagin bar betri til. Eg var farin á eitt vaskari at vaska klæðir. Inni stóð ein ungur maður og fylti maskinurnar. I klædnarúgvuni hjá honum sá eg eina fótbóltstroyggju. Eg skundaði mær at spyrja um eg ikki kundi keypa hana, og royndi at steðga honum, so hann ikki koyrdi hana í vaskimaskinuna. Hann játtaði og skrivaði navn á troyggjuna. Troyggjuna átti málmaðurin Kaj Leo, sigur Amir. kemur ein systur Amir. Hann roknar við at vera eina viku i Føroyum, og so heldur hann einsamallur leiðina fram til Svalbard. -Eg ætli mær inn i Ny Ålesund og eisini ein tår til Magdalenu-vikina, har skal eg hitta maningina å einum hålendskum segl- båti, sum eg kenni. --Undan Svalbard verður kósin sett móti Íslandi og eg ætli mær at vera nakrar dagar í Reykjavík, áðrenn eg seti leiðina heim til Brasilia. Eg ætli ikki inn nakrarstadir å vegnum, sigur Amir. Serskøltur Tú siglir einsamallur i hesum stóra báti. Dámar tær at vera einsamallur? -Eg eri ikki nakar einari, og mær dámar væl at vera saman við fólki, men tá eg sigli, tá vil eg vera einsamallur. Annars kann eg nevna, at hetta verður seinastu ferð, at eg geri eina so langa ferð einsamallur, sigur Amir. Róði um Atlantshaviå Tað er ikki bert Ovi, sáli, sum hevur róð ein- samallur langar teinar Amir róði fyri nøkrum árum síðan frá Brasilia til Afrika, einsamallur ein einum lítlum báti á stødd við bátin hjá Ova. Og hann hevur eisini hoyrt um Ova. Í novembur vera tað 23 mánaðar síðan Amir fór úr Brasiliu og tá hann kemur heimaftur fer hann aftur til arbeiðis. Fígging til bátin fekk hann við at skriva eina bók um rógvingar- túrin um Atlantshavið. Hon varð seld í yvir 500.000 eintøkum. Hann er enn ikki heilt greiður yvir, um hann fer at skriva nakað um hesa ferðina.