Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. juni 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 At stara seg blindan Misvísandi - í 50 milliónatollinum er Tað avgerandi er ikki, um vit sleppa undan at gjalda 40-50 milliónir í tolli til EF. Tað avgerandi verður, um EF vil hækka loft og kvotur so mikið, at fóroysk virki sleppa at framleiða tað tey ynskja, sigur Oli Samró, búskaparfróðingur Í uppskotinum til frihand- ilsavtalu, sum fyriliggur, er EF sinnad at geva Før- oyum eina kvolu uppå 1000 tons av bordklårum vørum; her verdur fyrst og fremst hugsad um vørur, id eru raspadar ella hava fingið aðra líknandi við- gerð. Hetta eru tær so- kalladu kapitul 16-vørur- nar. Tey 1000 tonsini eru meira enn tad, vit hava útflutt tey síðstu árini, fyrst og fremst til Finn- lands og Svørikis; ul EF hava vit stórt sæð einki itflutt av borðklárum vør- um. Ein kvota vil siga, at tollurin er null fyri eima ávísa nøgd (í hesum føri 1000 tons), meðan fullur tollur (20%) verður rokn- aður fyri nøgdirnar oman- fyri kvotamarkið 1000 tons er ov lítið - Verður kvotan fyri borð klárar verur ikki stórri enn 1000 tons, so verður tað skjótt, at føroyski útflutn- ingurin rennir seg í hetta markið, og tað fer at darva framleiðslumenningini al- mikið, sigur Óli Samró. Skulu iløgur gerast í slíka framleiðslu, má framleið- ast munandi meira enn 1000 tons, men somu løtu tollurin er 20%, so fer tad snøgt sagt ikki at loysa seg at framleida hesar vørur. - Tí er tað misvísandi at stara seg blindan i teimum 40-50 milliónum, vit sleppa undan at gjalda. Tað avgerandi verður, um EF vil hækka loft og kvotur so mikið, at føroysk virki sleppa at framleiða tað tey ynskja, sigur Óli Samró. Eisini misvísandi EF, ið heldur seg vera sera lagaligt, vísir til søgulig viðurskifti, tá tað ikki vil fara hægri enn 1000 tons: Føroyar síðstu 20 árini ikki hava útflutt slíkar vørur, hóast tollurin hevur verið lágur. Tí vil tað treydugt geva hægri kvotu. Hvert skal siga, at tað er sjålvgjørt, at EF ikki vil fara hægri. Hetta sjón- armið tykist eisini alt meira at vinna frama í Føroyum. - Nakað kann vera um hetta, men eisini hetta er rættiliga misvisandi, sigur Oli Samró, ið hevur fingist nógv við samskifti Føroya við EF. Lestrarárini skrivaði hann triggjar ritgerðir um hesi viðurskifti. Í sam- bandi við EF-samráðing- amar hevur hann gjøgn- umarbeitt stóran part av taltilfarinum; saman við EF-arbeiðsbólkinum hevur hann gjørt metingar um, hverja ávirkan EF-tollurin hevur í dag og hvørja ávirkan hann kann hugsast at fáa fyri føroyska út- flutningin. Onnur viðurskifti - Men, sigur Óli Samró, tað eru onnur viðurskifti enn tollstøðið, ið hava ver- ið avgerandi fyri útflutn- ingssamansetingina, og tað eru distributións mynstrið í EF, stuðulskip- aninar í Føroyum og fjar- leiki Føroya til marknaðin. Óli Samró sigur, at tað er rætt, at tollurin á borð- klárum fiskavørum hevur verið sera lágur í mun til tollin á øðrum fiskavørum, vit hava útflutt, og eisini munandi lægri enn tann tollur, kappinganeytar okkara í Íslandi og Noregi hava goldið fyri somu verur. Teir hava goldid 10 ella 20% í EF-tolli, alt eftir hvat vøru, talan hevur verið um, meðan vit hava goldið 3 ella 4%. - Tí kann tað kann vera eitt sindur margháttligt at líta aftur á, at vit hava útflutt stórar nøgdir av farsi, ið hevur havt ein EF- toll uppá 15%, meðan vit so gott sum ongan fiska- fingur hava útflutt hesi 20 árini, hóast EF-tollurin bert hevur verið 4%, men tað er í roynd og veru ikki fyrrenn síðstu árini, at veruligir møguleikar hava framleiðsl Forðingar - Av tí at tað er onnur viðurskifti og ikki tollurin, sum hava verið høvuds fordingarnar, so er tað misvisandi at gera søgu- liga utflutningin til tad avgerandi, sigur Oli Sam- ró. Skulu vit tosa um toll- stødi sum handilsforðing, so skulu vit líta at salt- aðum brosmu-, upsa-, longu- og blålongufløkum; tollurin å hesum vørum hevur verid 16%. - Vit rindadu 15 milli- ónir í tolli av hesum vør- um til EF í 1990, og tað er tridingurin av teimum 45 milliónunum, vit saman- lagt rindaðu í EF-tolli í fjør sigur Oli Samró. Orsøkin til, at hesar vørur koma undir høga 3. landstollin er óivað søgu- lig ulvild: útflutningurin av hesum vørum var so gott sum eingin í 1974, og tí hevur neyvan verið lagdur dentur á frá før- oyskari síðu, at vinna teimum serligar tollsømd- ir. Tollfrælsi Uppskotið ul fríhandilsav- talu tekur fult og heilt av tollin á teimum neyndu saltfløkunum; í hesum liggur ein beinleiðis spar- ing ella inntøka uppá tær 15 milliónirnar, t.v.s. trið- ingin av EF-tollinum, sum vit hava í dag. Sama hendir við tollin- um á heilum fiski; hann hevur verið 8% (konga- fiskur), 12% (toskur) og 15% (onnur fiskasløg) og givið okkum eina toll- byrdu uppá umleið fimm milliónir í 1990. - Hesin tolllætti fer óivað at økja útflutningin av hesum vørum, og hóast tað er óheppið fyri ar- beiðið í landinum, kann tað vera gott fyri raksturin hjá skipum og virkjum, heldur Óli Samró. Stóru trupulleikarnir Teir stóru trupulleikarnir í gomlu avtaluni hava verið fesku fløkini og royktu fiskavørumar. Hesir vøru- bólkar hava havt ein toll- sats uppå åvikavist 18% og 14%. Høg: tollurin hev- ur gjørt serliga útflutning av royktum fiskavørum úr Føroyum til EF so gott sum ógjørligan, tí hesar vørur eru sera viðkvæmar í kappingini á altjóða marknaðinum. - T.v.s., at umframt trupulleikan við borðkláru vørunum, mugu vit seta okkara vón til, at toll- sømdimar fyri fesk fløk og royktar fiskavørur verða 5 susialurin FAROYAR — EUROPA EUROPA - EF visir til søgulig vid- urskifti, tá tað ikki vil geva hægri kvotur fyri borðklárar vørur. Men EF gloymir søgulig við- urskifti, ið hava havt nógv stórri týdning fyri føroyska útflutnings- mynstrið enn tollurin, sigur Óli Samró frægari enn í fyriliggjandi uppskotinum, sigur Óli Samró. Sambært SvF tyskvøld- ið vil EF loyva eitt loft uppá 2000 tons fyri fesk fløk; hetta er umleið 500 tons minni enn útflutning- ur okkara til EF í fjør. EF bjóðar - eisini sambært SvF - 1000 tons fyri roykt- Marknagilsvegur 77 FØROYA HANDILSSKÚLI ar vørur; hetta gevur ein møguleika fyri at útflyta royktan laks til EF, heldur Óli Samró, ti í dag er útflutningurin av royktum laksi til EF stórt sæð eing- in. Í næstu grein verður dentur lagdur á tær broyt- ingar, ið fara fram í EF í sambandi við innara Postsmoga 177 FR-110 Tórshavn Tlf. (042) 17177 Rokning og roknskapur Maskinskriving, etv og samskifti Dåtulæra Marknadarføring, Sela og Tænasta Roknskapur Roknskaparlæra rakstrarbuskapur Gevið gætur: Freistin at tekna farin ár. KVØLDUNDIRVISING HMX, HMX-stakroyndir og Hægri stakroyndir Treytað av myndugleika góðkenning og nóg stérari tilmelding verður undirvist í hesum lærugreinum á handilsskúlanum í Havn skúlaárið 1991/92: Staklærugrein á FHS stødi Hægri stakroynd á HH stødi månadag kl 20.15-21.45 mikudag kl 17.45-19.15 månadag kl 17.45-20.15 mikudag kl 19.20-21.45 týsdag ki. 17.45-20.15 månadag ki 18.30-20.15 mikudag kl 20.15-21.45 månadag ki 17.45-20.15 månadag kl. 17.45-19.15 mikudag ki 17.45-19.15 seg til kveldskúlaundirvísing er 26. juni, tvs. væl fyrr enn undan- Nærri upplysingar um lærugreinirnar og innskrivingarsedil fåast vid at venda sær til FØROYA HANDILSSKULA Postsmoga 177 - 110 Tórshavn - Tlf. 17177 Nr. 115 — 21. juni 1991 marknadin og tær avleid- ingar tær hava fyri Føroy- ar. ówh