Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. juni 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 115 — 21. juni 1991 Arni Olafson um EF samráðingarnar Royna at minka | UM 0semjurnar - og hækka ásettu útflutningsnýgdirnar Tað er ikki av tilvild at embætisfólk 0.0., sum um- boða EF og Føroyar hittast å fundi å Hotel Borg i hes- um døgum. Talan er um samråding- ar, sum nú hava verið í eitt tvey ára skeið, og sum væntandi verða lidnar inn- an 1. januar 1992, tá Før- oyar fær handilsavtalu við EF. Hetta er 6. samráðing- arumfar. - Eftir stendur at gera eina handilsavtalu við EF, sum líkist henni, ið EFTA londini gjørdu. Enn standa partarnar eitt sindur langt frá hvørjum gðrum, men vónandi eydnast tað á hes- um fundi í Føroyum, at gera endaliga lógartekstin til handilsavtaluna við EF. lógarteksturin Árni Olafsson, serkønur í føroyskum málum i danska uttanríkismálaráð- num, sigur við Sosialin, at fundurin hesaferð snýr seg um at fáa gjørt endaliga lógartekstin, sum síðani skal leggjast fyri EF nevndina til góðkenningar. Ivamálini eru, hvørt EF vil lata okkum tolllætta til útflutning av øllum fiska- verum, sigur Árni Olafson. Her er trupulleikin at EF bert vil geva okkum 300 EF lond, og at teir vilja gera frávik í tolllættta við- víkjandi laksi stum flaki og øðrum fiskavør- um, ið eru meira ulgjørdar verur. - Føroyingar vilja ikki góðtaka ásettu nøgdina, av tí at vit halda at nøgdirnar eru ov smáar. Líta ikki á reglu Árni Olafsson: - Rætt er tað at ein regla í sáttmál- anum sigur, at EF kann víðka um nøgdirnar, um brúk verður fyri ú. Vit líta bert ikki á hesa reglu, og stúra fyri, at tað síðani verður ein moralskur og politiskur spurningur, um vit fáa stórri útflutnings- kvotu til EF marknaðin. Talan er kortini um vør- ur, sum hava fingið toll- lætta í mong ár, frå tí vit fingu handilssáttmála við EF á fyrsta sinni í 1974, men nú vil EF seta av- markaðan toll á meira til- gjørdar vørur, umframt at teir seta tøl á, hvussu nógv vit kunnu útflyta. Grundgeving teirra er, at vit higartil ikki hava útflutt meira enn 150 - 200 tons, og at tað tí er tíkið hædd fyri at víðka um nøgdirnar við at seta stórri tal, enn vit higartil hava havt brúk fyri. Hósdag fyrrapart, tá vit osaðu við Arna Olafson, ór samrådingarnevndin indir at rættlesa enska lógartekstin, sum eru nak- rar og 30 greinar, umframt fylgiskjøl o.a. til endaliga sáttmálan. Ætlanin er at náa fram til eina semju við umboðini fyri EF og umboð fyri felagsmarknaðarlondini og føroysku samráðingar- nevndina í hesu viku. I føroysku nevndini sita: Andreas Hedgaard, sendi- ráðharri, Arni Olafson, Jalgrím Hilduberg, Leivur Gregersen, Bjarni Olsen og Trúgvi Johansen. Seinasta samráð- ingarumfar Hetta er 6. og seinasta samráðingarumfar, men enn standa partarnar langt Be frå hvørjum ødrum. Ti verður eisini roynt í hesum umfari at minka um ósem- jurnar, og at fáa endaliga skjalið liðugt. Tá enski teksturin er undirskrivaður av Hede- gaard, sendiráðharra og EF tnevndini, verður teksturin umsettur til øll mål innan EF og føroyskt. Sidani skal såttmålin leggjast fram i Løgting- inum og Europa tinginum, til góðkenningar áðrenn hann kemur í gildi 1. jan- uar 1992, sigur Arni Olaf- son at enda. Dagny Árni Olafson og Bjarni Olsen í forhøllini á Hotel Borg. Tað var ikki gjørligt at frætta, hvor kvinnan á myndini er - umberið! B på Árni Olafson, serkønur í føroyskum málum í danska uttanríkismálaráðnum: - Hetta er 6. og seinasta samráðingarumfar, og nú vantar bert at fáa eina handilsaftalu við EF, sum kann setast í verk sum ætlað 1. januar 1992. Umleið 25 fólk hava fundast hesa vikuna, um handilsavtaluna vid EF. Í gjár vóru nøkur teirra á útferð, meðan foroyska nevndin arbeiddi við lógartekstinum, sum enn bert er á ; enskum måli. A myndini, Arni Olafson, Andreas Hedegaard, danskur sendiharri, Leivur Gregersen, Bjarni Olsen og Trúgvi Johansen