Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. juni 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 115 — 21. juni 1991 Fyrivarni verður tikið fyri broytingum Fríggjadagin kl. 21.25: Polarskipið Seks mans úr seks ymiskum londum hava verið kanningarferð til gongu tvert- ur um Antarktis. Ferðin vardi sjey mán- aðar. Endamálið við ferðini var at gera vart við týdningin av at Antarktis verð- ur verandi eitt eki, har altjóða samstarv er, so at bæði náttúran og umhvervið verður varðveitt. Miðalhitin er minus 40 stig Fríggjadagin kl. 20.30: Loynidómur Sahara 7:7 Jarðfreðingurin Jordan hevur framt og funnið útav nógvum — og ofta hevur hann verið í lívsvanda. Men enn er nógv eftir, hann leitar eftir seinasta loynid6mi- num í talandi fjallinum — man hann finna hann í hesi seinastu sending? Mong eru tey, ið royna at verða áðrenn hann. Andie McDowell, Michael York og Itaco Nardulli. Leygardagin kl. 22.45 Eitt frålikt summar Amerikanskur filmur frå 1985. Skemtarin John Candy spælir strongd- ur familjupåpi i hesum leikinum, sum snyr seg um, hvussu lætt tad er at alt gongst illa, tá ið frítíðin skal verða i ein- um leigaðum summarhúsum á einum vælumtóktum frítíðarplássi. Ætlanin var, at hetta skuldi vera ein væleydnað frítíð, og hon byrjar væl.. Ótrúligt, men satt. Leygardagin kl. 20.50: Kinesiskt sirkus Kinesiskt sirkus er millum heimsins bestu, og kinesiski sirkusbólkurin Wu- han er elitan. Framferslan er úr París, og vit kunnu gleða okkum at síggja artistar- nar. Sunnudagin kl. 20.45: Tað ljósareyða kortið Tað ljósareyða kortið er eitt kontrollkort hjá kvinnum, sum hava havt krabba- mein. Vit skulu síggja fýra kvinnur, sum hava hjálpt og stuðlað hver aðrari aftan á skurðviðgerðir og kemoterapi. Tær hittast framvegis, og lívsmótið hava tær. Tær hava eitt motto: Ein skal liva, áðr- enn ein doyr. Jytte, Bodil, Kirsten og Lisa. Sunnudagin kl. 22.55: Dag eftir dag — mánað eftir mánað, ár eftir ár, stein oman á stein. Tvær pólskar tviburdasystrar greiða frá 35 ára langa lívi sum húsabyggjarar. Lagt til rættis Ella Smith Clementsen Hittist á tif. 156 16 Piet Hein. Týsdagin kl. 22.55: Piet Hein Hin 85 ára gamli yrkjarin og uppfinnarin Piet Hein tosar við Anette Wolff um lív sítt, eisini um hvussu hann hevur tað við konufólk og kærleika. Hann var giftur fýra ferðir og eigur fimm bern. Vit hoyra eisini um vinarlag hansara við Einstein, Niels Bohr og Charlie Chaplin. Hósdagin kl. 21.50: Høgguslokkurin 1:4 Fyrsta sendirødin um høgguslokkin varð send í 1986. Cattanis bardist móti mafi- uni, ein bardagi, hann uppgav, tá ið dótt- ir hansara varð rænd. Og í framhaldinum eru trupulleikar hansara ikki minni: Hjúnalagið er rokið, innan legregluna er hann ikki væl dámdur, og hann er kroyst- ur at avdúka mafiuna. Michele Placido. Sunnudagin kl. 13.00: Frítíð og náttúra Túrur til størstu urdina í Føroyum Urðin eystanfyri á Nólsoynni man vera stersta í Feroyum. Páll Thomsen hevur verið ein túr suðuri á Urð við útvarps- manninum Jóhann Mortensen. Páll greiðir frá túrinum og sigur frá stoðum og segum. Fleygasessirnir eru 12 í tali og áður hevði Urðin stóran týdning fyri nólsoy- ingar, men eins og so nógva aðrastaðni er lundin minkaður nógv í Urðini. Trøllakamparnir eru fleiri í tali og teir prýða væl í urtagarðinum. Kristianna og Mads Jensen í Kvívík siga frá trella- kampunum og teimum báðum feroysku runnunum, Pálmapíli og Rósurunninum. Vit ganga ein lítlan túr fram við Fjarð- ará saman við Michael Pattingson, og Kári Olsen sigur, hvat er best at krúpa í, tá tú liggur í tjaldi. Jóhann Mortensen leggur til rættis. Nógva staðni siga tey, at bæði ravnurin, krákan og másafuglarnir fjølgast nógv í tali. Í Fritid og náttúru seinast greiddi Michael Pattingson frå, at ravnurin ger seg inn å heidafuglin, og at hann ein dag- in hevði sæð ein ravn klippa hálsin av tjaldri av. Her er tjaldrið! Morgunlestrar i Utvarp Føroya 24.—29. juni Hesa vikuna lesur Jón Gulak Jac- obsen í Hvalba Mánadagur 24. juni nr. 550 >Nú rennur sólin fríða Jóhs. 3,30 Týsdagur 25. juni nr. 396 >Komi ríki títt við megi< Jóhs. 4,50 nr. 278 Tú, eina tú, o Harra Krist« Mikudagur 26. juni nr. 555 >Nú skínur sólin bjarta« Matt. 10,8 nr. 284 „Mítt ljós í myrkri, Jesus Krista Hósdagur 27. juni nr. 159 »Gud sjálvur hevur plantad« Mark. 4,28 nr. 357 »Guå, tút tín akur må signa og verja« Friggjadagur 28. juni nr. 521 »Hvør føgur skal Guds kirkja stå« Mark. 4,32 Leygardagur 29. juni nr. 20 »ØII vit við gleði halleluja kvøda« Opinb. 5,11 nr. 2 »Lovsyng tínum Harra«