fríggjadagur 21. juni 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Scansat/TV3
Fríggjadagin kl. 21.00:
Woody Allen og Mia Farrow.
Amerikanskur filmur frá 1982 eftir
Woody Allen, sum hevur gjert eina paro-
di til leikin hjá Ingmar Bergman »Som-
mernattens leende«. Ein ríkur børsmekl-
ari í Wall Street bjóðar nógvum ymisk-
um gestum á slottið hjá sær, summar-
húsið á Long Ísland. Og har hendir,
mangt og hvat.
Fríggjadagin kl. 22.35
Løgregluliv
Guddóttir Burnside, Tracey, liggur á in-
tensivdeildini, tí hon hevur tikið ov nógv
narkotika, og eftirsum foreldur hennara
eru í Australien, noyðist Burnside at
taka sær av hesum.
Samstundis kemur eitt brúðarfylgi á
løgreglustødina, tí har hevur verið bar-
cagl
Leygardagur kl. 19.15
Heima hjå abba
Gus verður boðsendur á rættin, ti Kris er
uppi í eini ferðsluvanlukku, og trygging-
arfelagið fastheldur, at hon hevði sín
part av skuldini. Hin bilferarin ásannaði
fyrst, at hann hevði skuldina, men
broytti meining...
Leygardagin kl. 21.00
The Horror of
Dracula
Amerikanskur ræðufilmur frå 1952. Tá ið
Van Helsing professari kannar deyðsum-
steðurnar hjá vini sínum Jonathan Hark-
er, finnur hann eina dagbók, sum ferir
hann til Dracula greiva. Eftir at kona
Harker verður álopin av einum vampyri
fara beiggi hennara og konan Mina at
hjálpa Van Helsing í hernað móti ódjóri-
num.
Sunnudagin kl. 20.00
The Challenge
Spennandi ensk/australsk sendireð frá
1987 um sigur Australiens í Americas
Cup í 1983. Hetta var fyrstu ferð í kapp-
Mynd úr Challenge.
ing í 132 ár, at USA ikki vann, og kapp-
ingin var sera spennandi, har nógv óvan-
ligt hendi.
Hetta er fyrsti partur av seks.
John Diedrich.
Sunnudagin kl. 21.00
Dogs Of War
Am. filmur frá 1981 bygdur á kendu bók-
ina hjá Frederick Forsyts. Jamie Shan-
non er leiðari hjá nøkrum leiguhermonn-
um, sum kríggjast allastaðni, bara teir
fáa pening fyri tað. Ein multinational
fyritøka hýrir teir til Afrika. Fyritøkan
vil hava núverandi stjórn frá og eina aðra
til.
Nr. 115 — 21. juni 1991
Mánadagin kl. 20.00
Kojak
Kojak roynir at loysa eina morðgátu
saman við starvsfelagi sínum Nick
Ferro, men veit ikki, at Ferro er tann
seki. Hesin heldur seg hava framt eitt
„perfekt< brotsverk, og alibi hansara er í
lagi. Ein annar verður handtikin, men
uttan at vita tað, vísir Ferro sjálvur á
tann seka
Mánadagin kl. 21.15
Sayonara
Oscarlentur amerikanskur/japanskur
filmur frá 1957, bygdur á skaldsegu hjá
James A. Micherners við sama heiti.
Hetta er ein romantisk sega um krígs-
flogskiparan Lloyd Gruver, sum arbeiðir
á eini japanskari flogsteð undir Korea-
krígnum. Tað er komandi verpápi hans-
ara, Webster herovasti, sum hevur út-
vegað honum arbeiðið. Leiðslan er mis-
negd við, at ein annar, Joe Kelly, ætlar at
trúlovast við einari japanskari gentu.
Hjúnarlag millum amerikanarar og japa-
nesarar er alment bannlýst fyri herovast-
ar, men Kelly berjist fyri síni sek. Eitt
kveldið fer hann við Gruver til eitt Kabu-
kiteatur, har teir síggja dansarinnuna
Katsumi. Gruver verður hugtikin av
henni, og tað eydnast honum at hitta
hana. Tey verða góð, men hvussu gongst
hjá teimum...
Leikarar: Marlon Brando, Red Buttons,
Ricardo Montalban, Miyoshi Umeki, Pa-
tricia Owens, Kent Smith, James Gar-
ner, Martha Scott, Milka Taka.
Týsdagin kl. 21.15
A Summer Place
Amerikanskur filmur frá 1959, bygdur á
skaldsøgu hjå Sloan Wilson. Bart og Syl-
via Hunter reka saman við soninum
Johnny, eitt gistingarhús á Pine Island í
Maine. Hagar kemur gamli vinmaður
teirra, Ken Jorgenson at vitja saman við
ráðaríku konu síni, Helen og dóttrini
Molly. Ken og Sylvia vóru góð sum ung,
nú hittast tey aftur, og kenslurnar eru
tær somu sum fyrr....
Mikudagin kl. 21.15
Kvinnan
Í vindeyganum
Am. filmur frá 1944 bygdur á skaldsegu
hjá J. H. Wallis. Richard Wanley profess-
ari í sálarfreði og fyri tíðina graseinkju-
maður, hittir ta vekru, men gátuferu
Alice Reed. Hon bjóðar honum heim í
íbúð sína, at síggja alt hon hevur vunnið í
kappingum. Meðan hann er har, kemur
drongur hennara, og hann er í ødini av
Joan Bennett og Edward G. Robinson.
evundsjúku. Hann loypir á Richard Wan-
ley. Wanley slær aftur, men so óheppið,
at hin doyr. Eftirsum hverki Wanley ella
Alice halda, at legreglan fer at trúgva
teimum, gera tey av at flyta líkið...
Hósdagin kl. 21.15:
Dodsworth
Am. filmur frá 1936. Sam Dodsworth er
ein hampamaður, giftur við einari sjálv-
glaðari konu. At gera henni til vildar sel-
ur hann fyritøku sina, so at tey kunnu
gera eina ferð til Europa. Men á ferðini
fjeppast hon við eðrum, og at enda sigur
hon Sam at hon hevur hitt ein barón og
vil skiljast. Einsamallur fer Sam til
Italiu, har hann á Capri hittir fráskildu
Edith Cortright, sum fyrr hevur ferðast
við sama skipi, sum hann og konan. Tey
verða góð, men seinni vil hon hava hin
mannin hjá sær aftur...
Hósdagin kl. 23.05:
The Fear
Nýggj sendirød í fimm pertum. Carl Gal-
ton er brotsmaður, sum ikki fer av veg-
num fyri nekrum, og hann er ríkur, men
hann vil hava meira.
Beiggi Carl, Mark, verður álopin av
Jimmy Chalker, son hjá brotsmannaleið-
aranum Bobby Chalker. Mark verður illa
skaddur, og fer á sjúkrahús, har hann
doyr. Carl ger av at hevna seg, og lurtar
ikki eftir konu síni og besta vini sínum,
sum biðja hann sissa seg.
;
Jerome Flynn, Mario Kalli, Sam Smart,
lan Glen og Stephen Persaud.