leygardagur 22. juni 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: Krisjan Dahi
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
ljósmyndari. Kalmar Lindenskov
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith -
Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen -
Hilmar Jan Hansen - Jústínus Eidesgaard
Utgevari P/f Sosialurin
Uppseting: P/f Sosiaturin
Prent: P/f Pressan 1981
Bústaður: Argjavegur 26
Telefon
Postadressa: Postsmoga 76
110 Tórshavn
14720
Argir
11820 Telefax:
Ikki bara ringt
Tað er ikki smávegis, vit á
blaðnum dagliga hava fingið
oman yvir okkum frå uppøst-
um viðskiftafólki hjá Bygda-
leiðum og Strandfaraskipum
Landsins um ikki at gera nóg
nógv burturúr »hurlivasanum«
øllum í ferðaætlanini — ella
tørvandi ferðaætlanini. Eisini
er komið fyri, at bussførari
hevur ringt til okkara fyri at
kæra sína neyð um, at heldur
ikki hann visti, hvussu koyrast
skuldi.
Sjálvsagt er hetta ólag órógv-
andi fyri bæði flutningsmann-
ing og okkum brúkarar. Heldur
ikki er vón um, at útlendingar,
sum nú koma higar í stórum
tali, kunnu væntast at klára
seg vegin fram út um landið.
Trupulleikarnir eru ikki heilt
nýggir, men hesuferð kanska
stórri av sparingunum, broytta
túratalinum, sum — politisk
semja er um må fremjast.
Øll skulu vit spara, ikki minst
landskassin og almennu
stovnar okkara, og árinini av
hesum sparingum merkja vit
kring landið alt. Siga vit — og
tað gera vit — at sparingarnar
eru neyðugar, átti tað kanska
ikki at undrað okkum so nógv,
at stígur eisini kom í annað lið
innan samferðslu okkara, enn
bert broytt túratal o.l.
Sjálvsagt raka hesar ógvisligu
rembingar eisini umsitingar-
liga partin, sum Samferðslu-
skrivstovuni viðvíkjandi virkar
undir vánaligast hugsandi
manningarkorum. Manningin
er »neydars« try og eitt hålvt
fólk, sum bæði skulu gera
*erðaætlanir, fyri ikki um at
“ala broytingar, avrokna, hava
eftirlit, skipa fyri leigutúrum
umframt alt samdøgurid á
tamb at vera tok til at svara øll-
um hugsandi spurningum um
ferðasambond okkara innan-
lendis — fyri ikki um at tala
altíð at vera tok til at lata seg
skelda heiður og æru frá um
tað, sum kanska ikki riggaði,
men mangan eisini ógrundað.
Kanska var frá byrjan mett
rætt um starvsfålkatørvin hjá
Samferðsluskrivstovuni, men
eingin, sum í dag vitjar henda
fyri okkum øll so týðandi
stovn, ivast eina løtur longur i,
at hesi fólk so fáment og ov-
byrjað tey eru, veruliga ar-
beiða fyri teirra løn, og væl
tað.
SO ER
Á NT N ,
Hvørji ynski stovnsleiðslan
hevur havt um hækkanir av
starvsfólkatalinum ella um
aðrar hentleikar, sum bøtt
kundu um ómenniskjansligu
arbeidsvidurskiftini, vita vit
ikki, men ringt er at hugsa
sær, at verandi manning orkar
at halda áfram uttan lættar av
onkrum slag.
Verður grenj okkara so nógv,
at hesi, sum hóast alt hava
besta skil og drúgvar royndir,
góðar sum verri, innan hesa
týðandi og yvirhøvur vælskip-
aðu samferðsluumsiting —
kasta frá sær, verður tað
seinni dagur, til vit fáa nakað
eins frægt ístaðin — og als ikki
við trimum og einum hálvum
fólki.
Mong geva ilt av sær um
lækkaða, men tó forsvarliga
tænastustødid yvirhøvur, men
fleiri skilja tibetur eisini åneyd-
irnar fyri sparingum, håast
semja ikki kann væntast
millum politikarar og økini sín-
ámillum, hvar sparast má.
Ikki minst hetta seinasta er
stórur báti fyri miðvísari og
skjótari gerð av ferðaætlan-
um, tí sum alment tænastu-
undirgivið politiskum
fólk,
myndugleikum, sum mangan
av —> lokalpolitiskum ávum
ganga beint tvørtur ímóti til-
ráðingum teirra, sum reka
stovnin og kenna trupulleikar-
nar — má úrslitið eisini verða
hareftir.
Samanumtikið kunnu vit ikki
annað enn fegnast um frálíka
buss-, skipa- og tyrlusamban-
dið oyggjanna millum og veita
bæði politikarum og teimum,
sum so fyrimyndarliga hava
røkt hesa tænastu, størstu
tøkk fyri hetta valaverk. Eitt
ferðasamband, sum í hesum
trongtíðum tó eisini er vorðið í
so fíggjarkrevjandi, men, sum
neyðugt skert, kortini setir
okkum millum fremstu lond í
so máta.
So syrgiligt tað kann vera at
taka bussar úr rutu ella minka
túratal, má tó vónast, at hetta
ikki verður gjørt, um ikki kann
livast við hesum niðurskurð-
um, men bara verri gerst tað,
síggja vit ikki til at umsitingin,
sum mangan gerst tyngri av
slíkum broytingum, veruliga
fær arbeidsumstødur til at fáa
sum best burturúr. Slíkar um-
støður hevur samferðsluum-
siting okkara ikki í dag.
Vánalig
umbering
Íkki ráð
Oyggjatíðindi skriva, at
sjónvarpið hevur ikki ráð
at senda eitt lið til Álands
at senda frá Oyggjaleiku-
num:
Mánadagin byrja
Oyggjaleikirnir á
Álandi. Hesaferð hevur
Sjónvarp Feroya ikki
sent fólk við Fyri
tveimum árum síðani
heuði sjónvarpið send-
ingar frá ellum tiltoku-
num, sum vóru í Feroy-
um.
Itrøttarsambandid er
sera misnøgt við at
Sjór arr Feroya ikki
hevur boðað frá luttøku.
Í skrivi ver ÍSF vart við
at hetta er størsti ítrótt-
arhópurin vit nakrantiåd
hava sent av landinum,
at vit luttaka í 11 grein-
um og hava sera góð úr-
slit at verja, serliga í
svimjing, flogbólti og
fótbólti.
ÍSF heldur at sjón-
varpið er alt ov einspor-
að í útveljing síni.
Jógvan Asbjørn
Skaale, Sjónvarpsstjóri,
sigur í viðmerking, at
Sjónvarp Feroya hevur
ikki ráð at senda fólk til
Álands.
Lítil tiltrúgv
Dagblaðið hevur lítla til-
trúgv til almennu góðsku-
metararnar:
So er tað hin reaktiónin
hjá hesum marxismun-
ar bakbeistum: Teir fáa
teir sær almenna ka-
sjett og sleppa sær í eitt
eftirlitsstarv. Hesir
kommiserar, væl kendir
frå Vladivostok til Ha-
vana, lumpa sær løn frá
skattgjaldarunum og
ganga við lógini í
lummanum inn og út av
virkjum til at góðsku-
meta arbeiðið, arbeiðs-
fólkið ger.
Tá tað ikki eydnaðist
teim at beina fyri foroy-
skum vinnukvi við at
tjóðartaka tað, byrja
hesir keltringar eina
snúltitilveru á sama
virðisskapandi tátti í
búskapinum. Nú er eitt
orðið, og annað er „fri
— fimm ferðir um vikuna!
marknadarskipan«.
(Hugsið tykkum um
Berlin-múrurin var rapl-
aður hin vegin, og Dag-
blaðið rósti marxismu-
ni!). Men Alisfreðisliga
Skaðastovan sleppur
kanska at vaksa og
snúlta seg til krabba-
svell í tí vinnukvi, sum
stendur og fellur við
góðskukrevum á mark-
naðinum, og ikki við
teim góðskumetingum,
hålvstuderadar ónyttur
undir kaskett fyri al-
menna len, gera á virkj-
unum. Hesir kommiser-
ar sleppa altíð undan at
fáa sítt »arbeidi«
góðskumett av tí skatt-
gjaldara, sum er tving-
aður at gjalda teim løn.
Sjónvarp Føroya fer
ikki at senda frå
oyggjaleikunum 1991,
sum verða settir á
Alandi í morgin og
halda fram komandi
vikuna.
Sjónvarpsstjórin
hevur fyri bløðunum
sagt, at sjónvarpið
hevur ikki ráð at senda
fólk yvur. Eisini verður
Sagt, at senda teir
filmirnir til Føroya við
posti, verða teir tveir
dagar seinkaðir, og
hetta er ov vánalæig
tænasta. Verður sent
yvir fylgisvein fer
sjónvarpið rættiliga á
húsagang.
Uttan at hava neyvt
innlit í figgjarstødu
sjónvarpsins tykir okk-
um hesar umberingar at
vera heldur láturligar
og bert at rokna sum
undanførslur.
Orsøkin til, at vit
halda, at eisini sjón-
varpið eigur at senda
frá oyggjaleikunum av
Alandi er, at hetta er
størsti hópur av
ítróttarfólki, Føroyar
nakrantíð hava sent av
landinum. Haraftrat
umboðar hesin hópur
ikki færri enn 11
ítróttargreinir.
Tað kann tykjast
løgid, at tá sendast skal
frá einum einstókum
fótbóltsdysti er einki
Oført, men er talan um
aðrar ítróttargreinir
tykisk sum ikki at bera
til.
Tað er ivaleyst dýrt
at senda yvir
fylgisvein, men áður
hevur borið til at
sponsorera flogfar til
Føroya við sendingum,
men hevur sjónvarpið
so frægt sum hugsað
um hendan
møguleikan?
-Ein vånalig priori-
ering av ítróttar-
tilfarinum.