Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. juni 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 116 — 22. juni 1991 Síða 11 ( Lesarabrøv ) Uttøkan til OYL-landsliðið Endaliga úttekan til OYL- landsliðið í fótbólti er av — úttikni spælarahópurin var til próvteku í Gunda- dali móti einum svenskum OL-landsliði hvers styrki (tekniskt, taktiskt, skjót- leiki), var á einum hægri staði enn føroyskur fót- bóltur er í dag. Úrslitini vóru sostatt eisini hareft- ir, og somuleiðis úttekan til OYL-landsliðið. Sum vant gera fjølmidl- arnir nógv burtur úr slík- um tiltaki sum hesum í Gundadali, og Páll, lands- liðsvenjari, verður trá- spurdur um bæði eitt og annað hesum viðvíkjandi. Tað sum eyðkennir henda tíðindaflutning, bæði í útvarpi, sjónvarpi og blødunum — hann er kritikkleysur um ein håls. Tú kanst taka ítróttar- skrivingina í bleðunum viðvíkjandi landskapping- ini — nær lesur tú um kri- tikk av okkara landsliðs- leikarum (teir hava ikki bara rós uppiborið, dyst fyri dyst í landskapping- ini — vrri enn so. — Orsøkin er aloftast tann, at teir sum fáast við ítróttarskriving ikki í ava skil á hvat fyriferst, og ikki fylgja við frá dysti til dyst, — tak Hilmar Jan á Sosialinum sum goti, demi. Viðv. úttekuni til OYL- landsliðið: Eg haldi fast við, at Jón Johannesen er ein av okkara bestu spæl- arum, og hoyrir heira á OYL-landsliðnum. Páll, landsliðsvenjari åsannar tað jú sjálvur í útvarpi- num, men at Páll tosar um at Jón bleiv skaddur móti Íslandi, og at hann er byrjaður ov skjótt at spæla aftur, tað skilji eg ikki rættiliga, samstundis sum hann úttekur spælar- ar sum eru skaddir, og spælara (Bergur Magnus- sen), sum hevur verið skaddur, meira ella minni síðan OYL-leikirnar 1989 — og higartil í ár bert hevur spælt 'tríggjar landskappingardystir. Eg kundi eisini hugsað mær, at nevnt Rúna Nol- see úr V.B. — ungur evna- ríkur leikari — úttikin til Sjónvarpið ongan áhuga fyri Oyggjaleikunum Í sambandi við vantandi áhuga og vilja frá Sjón- varpi Feroya at gera nak- að burturúr Oyggjaleikun- um á Álandi, skulu vit gera vart við fylgjandi: at hetta er stórsti ítrótt- arhópur, vit nakrantíð hava sent av landinum, at hópurin umboðar heilar 11 ítróttargreinar, at hetta er fyrstu ferð, vit luttaka uttanlands í fleiri greinum, at vit í hesum hepi hava staðið okkum sera væl, serliga í svimjing, flog- bólti og fótbólti, og at Feroya fólk á bæði ein og annan hátt helst aldri hava stuðlað nøkrum ítróttartiltaki so væl sum hesum! Ásannandi, at Sjónvarp Føroya gjørdi eitt megnar arbeiði til seinastu Oygg- jaleikirnar, er tað sam- stundis átaluvert, at als einki verður gjert hesa- ferð. Skilligt er, at Sjón- varp Feroya ikki kann gera so nógv burtur úr ell- um, men harfrá og til als einki at gera er eitt langt lop. Somuleiðis åsannandi, at Sjónvarp Feroya hevur gjert eitt megnar arbeiði viðvíkjandi sendingum í sambandi við fótbólt, og serliga landsliði okkara, so kann ásannast, at pri- oriteringin hjá Sjónvarpi Feroya er alt ov einspor- að. At nakrar sendingar av Álandi eru ov kostnaðar- miklar er ein umbering, vit ikki kunna góðtaka. Er tað trupulleikin, og hevur Sjónvarp Feroya havt hesa fatan í longri tíð, so kundi ÍSF havt fingið eina fráboðan um tað, og ÍSF kundi saman við lands- stýrinum óivað havt funn- ið eina fíggjarliga loysn á A-landsliðið móti svenska OL-liðnum, (av fjølmidlum útpeikaður sum avloysari fyri Abraham — sum gevst við landsliðsfótbólti í ár), men ikki góður nokk til OYL-landsliðið???? Til Jákup Simonsen, lið- leiðara: Hvenn leiklut spælir tú í úttekuni??? Til Páll og Sverra: Ferð- ist meira runt oyggjarnar til dystir (nær t.d. hava tit seinast verið í Suðuroy ??) Góðan túr til Álands og gott úrslit. Hans Pauli Holm, Tveroyri ti spurninginum. Her skortadi helst bert vilji. Vit høvsu verið fegin um nakrar sendingar, um tær so komu fleiri dagar aftaná. Og tå vit við fólk- sins hjálp hava megnað at sent stórsta ítróttarhóp nakrantíð av landinum, so megnaðu vit helst eisini at sent nekur sjónvarpsfólk, um bert Sjónvarp Feroya hevði havt víst minsta viljan. Ítróttarsamband Feroya Heðin Mortensen, form. Javnaðarflokkurin hirdi ikki at hitta fakfeløg Manningin hjá Javnaðar- flokkinum í landsstýri- num gerst „betri og betri«. Tað er vorðið heilt greitt, at flokkurin hevur treytaleyst undirlagt seg Fólkaflokkin, og tað er so- leiðis Óli Breckmann sum nú dikterar hverja steðu Javnaðarflokkurin hevur til fakfeløgini. Tað seinasta er, at Javn- aðarflokkurin ikki hirðir at hitta umboð fyri fakfel- egini. Hetta hendi miku- dagin, tá Fiskivinnu- Starvsnevndin hevði fund við landsstýrið. Biðið varð um at umframt landsstýr- ismannin í fiskivinnumál- um, eisini at umboð fyri Javnaðarflokkin kom við á fund, so nevndin við egnum oyrum kundi hoyra hverji sjónarmið flokkurin hevur til tey iva- mál, sum eru í starvs- nevndini. Javnaðarflokk- urin hirdi ikki at meta og gav tey boð, at John Pet- ersen umboðaði Javnaðar- flokkin í hesum máli, sum viðvíkur viðurskiftini millum m.a. sterstu fak- feløg í landinum og lands- stýrið. Kapitulatiónin yvirfyri Fólkaflokkinum er total. Javnaðarflokkurin umsit- ir ein part av fiskivinnuni, sum eisini hevur við starvsnevndina at gera. Hóast hetta letur Javnað- arflokkurin seg umboða av einum Fólkafloksman- ni, sum alment hevur boð- að frá, at um vim.ufeløgini fáa viðhald í rættinum um at, lógin um Fiskivinnu Starvsnevnd skal skiljast sum hon er skrivað, so fór hann at arbeiða fyri at nevndin varð avtikin. Fólkaflokkurin kann saktans. Fyri tað fyrsta er Javnaðarflokkurin lopin frá sínum kravi, samb. So- sialin, at ell uppskot um kunngerðir fara til ummælis í Starvsnevnd- ini. Og hann gongur beint ímóti landsfundarsam- tykt hjá egnum flokki í hesum máli. Og tað sein- asta er, at javnaðarmenn ikki hirða (ella tora) at meta umboðum fyri fak- feløgini. Oli Jacobsen Skomm og skendsil Svinari Hvat dåmar tykkum hesa myndina? Hon er tikin seinasta leygardag úti i ti vakra friðaða økinum i Havnardali. Ein føroysk familja er farin út har við 10 stórum fullum plastposum og eðr- um kjallararuski, og hev- ur blakað tað við ta reinu ánna — blæður fullar av lorti, óhumska og keks- rusk hvert um annað. Set myndina í blaðið, um tit vilja. Skomm og skendsil kann hon eita. Harmur Norðurlandahúsið og føroyskur sjónleikur Í Sosialinum tann 15. juni í ár verður í greinini »Graslikisvøllurin umaft- ur< skrivað, at Norður- landahúsið er »orsøkin til at sjónleikarar ikki hava ráð at arbeiða i egnum feløgum, ti hesin stovnur veitir teimum løn i venj- ingartíðini, eins og at- gongumerkini eru so bílig — at sjónleikarhúsini ikki hava ráð at seta leikir upp, móti slíkari kapping... Hetta er sum so mangt annað í blødunum nú á degum púra skilaleyst. Til dømis veit eg fyri vist, at Norðurlandahúsið hevur gingið eini áheitan á meti um at hava somu prísir sum leikhús okkara. Tað er bara glaðiligt, at onkur hevur ráð at lata føroyskum sjónleikarum (yrkisleikarum) len. Tað er ikki tað nógva, teir/tey fáa — minni enn so at nakar livir av tí, so tað skuldi ikki forðað nekrum í at spælt sjónleik (áhugaleik), men heldur verið ein av- bjóðing — sum tað eisini er. MáF fer at nýta hevi til at takka Norðurlanda- húsinum fyri gott sam- starv øll árini og einki er tað versnað undir núver- andi stjóranum — heldur tvertur ímóti. Sjónleikalívið er vorðið ríkari og fjelbroyttari seinastu árini. Leikpallur Feroya og Meginfelag áhugaleikara Feroya hava gjørt sitt til tess, men partur Norðurlandahúsins liggur sanniliga ikki eftir! , Meginfelag Ahugaleikara Feroya Sverri Egholm, (form.)