Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 117 — 25. juni 1991 ( Lesarabrøv ) Viðmerking til Jákup Mikkelsen, býráðslim, Klaksvík Onki keyp ella nakað skeyti er avgreitt uppá nakað grundstykki á eki- num við Borðoy avík, sum er ætlað til handil, ídnað og tilhoyrandi tænastu- virksemi. Ein fyritøka, sum hevur sitt hevuðsvirksemi í Tórshavnar kommunu, og meguliga eisini uttan- lands, hevur sekt um eki har og fingið bræv sam- bært viðteku frá Byggi-og býarskipanarnevndini tann 5. februar 1991. Hon ynskti eitt ávíst eki, men var hetta ætlað eðrum. Hon fekk tí boðið annað. Henda fyritøka hevur goldið fyri grundstykkið, men hevur ikki fingið nakað skeyti uppá tað. Sjálvandi hevur hon ikki áhuga í tí, sum onki byggiloyvi fæst. Tað er hetta, sum býráðið skal tak steðu til týskveldið, eisini Jákup Mikkelsen. Um byggiloyvi ikki verð- ur givið, so verður tann upphæddin, ið er goldin, flutt aftur til fyritekuna. Eg havi ikki ætlanir um at »béndafanga« nakran. Heldur ikki havi eg nek- ur sum helst áhugamál at rekja í samband við um- redda felag. Havi bert heilsað uppá ein av ánar- unum og prátað eina letu við hann, sum heilt sikk- urt. Ikki er avgerandi fyri hann, um hann ynskir at byggja handil í Klaksvík ella ikki. Byggimálið sum so hevur Tekniska Deild og starvsfólkið har tikið sær av uttan mína uppi- legging, og eftir mini meining hevur henda við- gerð verið objektiv, og tí nektandi fyri meg. Sum býráðslimur skal eg tí bert taka steðu til eitt byggimál, sum eg, eft- ir at hava útvega mær all- ar teir upplýsingar, sum eru neyðugir í slíkum máli, og mannagongdina annars viðvíkjandi øki- num við Borðoyavík, eri komin til tað úrslit um, lýkur byggisamtyktina fyri ekið, og tí atkveði eg fyri tí. Hartil haldi eg eisini, at handil av slíkum slag, sum ætlanin er at byggja her, er serliga vælhóskan- di á slíkum eki, sum helst skal verða so fjelbroytt sum gjerligt. Harafturí- móti hevur ongantíð verið ætlanin, at loyva slíkum handlum inn í hjartað á býnum (í Miðbýnum). Hetta er tað, sum er av- gerandi fyri meg. Um bý- ráðslimir so hava aðrar grundir fyri at siga ja ella nei til at umredda fyritøka skal fåa byggiloyvi ella ikki, er sjålvandi upp til teir. Tað er ein stór mis- skiljing, um nakar heldur, at undirritaði hevur nekur serlig áhugamál í hesum byggiloyvi. Einasta áhugamál er, at eg saman við fleiri øørum í býnum kundu hugsað okkum at fingið gongd á aftur privatu handils- og vinnubyggingina, og at vit fáa kapital uttanifrá, tí annars eru vit bangin fyri, at lítið verður til hand- verkarar og aðrar at gera við tí avmarkaða kapitali, vit hava her í býnum. Eini 5-10 varandi arbeiðspláss gevur hetta kanska eisini. Grundgevingin hjá Ják- up Mikkelsen, at hetta er ein handil úr Havn, er so langt úti, at neyðugt er at biðja felagið, sum sekt hevur um ekið, um umber- ing. Tíverri hava vit per- sónar av hasum slagnum enn, annað er ikki at siga. Tað næsta verður væl, nú vit hava rottufangara og skulu hava hundafangar, at uppskot kemur frá Jákup Mikkelsen, um at seta eitt slag av fangara umborð á Ternuna, ið kann kanna, hvat fólk hava í viðferi um Lorvíks- fjørd. Hann hevur annars upp- skot um at åleggja 1000 kr. i sekt å tey, sum hava leysgangandi hundar, so ein klaksviksingur, sum hevur tikið sær tann rætt at ganga leysur og handla í Havn, kemur væl at gjalda fleiri ferðir so nógv sum leysgangandi hund- arnir í Klaksvík. Ikki at tala um heilsølubilarnar, sum koma úr Havn. Teir verða gull verdir, tí so kann hann lata hesa sekt sum studning til heilsølu- bilarnar, sum fara úr Klaksvík, og eitt sleg til tey, sum fara í vinnu utt- an fyri Klaksvík. Eru ætlanirnar hjá Ják- up Mikkelsen um, at vit her í Klaksvík skulu hava eitt slag av genetiskari kanning av fólki, um tey eru úr Norðuroyggjum ella ikki, áðrenn tey fáa loyvi at virka her, ein partur av vinnulívspoli- tikki Fólkafloksins, ella er tað bert Jákup Mikkelsen, sum ikki einaferð? Vit fáa at síggja. Loyvt má verða at spyrja, tí hann fær nógv rúm í sínum floksblað fyri sínum skaðiligu sjónar- miðum. Keðiligt um slíkar kann- ingar skulu til, tí so skulu vit til at taka steðu til, hvenn bólk Jákup hoyrir til. Eg kann gott hugsa mær, hvat var lættast at fáa stóran meiriluta fyri í býráðnum. Klaksvík, tann 23.6.91 Óli EI Heinesen, býráðsformaður Fornøvn fyrst í telefonbókina Fornevnini skulu skrivast fyrst, síðani eftirnevnini, í nýggju telefonbókini, tað er tað einasta rætta. Óvanin at skriva (og viðhvert eisini siga?) eftir- navnið fyrr og eftirnavnið aftan á, er púra evugur. Tað liggur jú í orðinum eftirnavn, at tað eigur at verða skriva/sagt eftir ella aftan á fornavnið, ið na- túrliga eigur at standa fyrr. Eitt er vist: Tað verður avgjert ikki verri at nýta telefonbókina tá, heldur lættari, um nakað, tí, før- oyingar nýta og kenna yv- irhevur betur fornavnið enn eftirnavnið á fólki. Nýggj navnalóg kemur skjótt. Og at seta fornevn- ini fyrr, og eftirnevnini Tilmelding til Olavsøkukonsert Bólkar ið ætla sær at luttaka á Olavsøku- onsertini 27. juli 1991, kunnu tekna seg á f. 19889 til 5. juli 1991. Føroya Undirhaldstónleikarafelag seinni, í nýggju telefon- bókini, ið kemur í heyst, hevði verið ein góð fyri- reikan, ella yrjan, til ta nýgju føroysku navnalóg- gávuna. Ísland t.d. nýtir henda hátt, við frálíkum úrsliti. Feroyamálsdeildin/- Fróðskaparsetrið og Tele- fonverkið hava fingið skriv hesum viðvíkjandi. Hetta er ein sjálvsegd, ein neyðug ábót á telefonbók- ina. SJ FI AN 7) Atlantsflog DÐANUR ICELANDAIR SAF Faroe Travel Tlf. 12600 Bygging å idnadarøkinum Vidmerking til grein i Norðlýsinum og Dag- blaðnum um bygging á Iånadarøkinum. Søgan um fdnadarøkid við Borðoyarvík er í stuttum henda: Tá hetta býráðið tók við, lá ekið eins og tað liggur óliðugt, men nú er steðan tó soleiðis at byg- gjast kann á økinum. Upprunaliga skuldu stykkini leigast út, men av tí at eingin fígging kundi fáast til liðugt erð, samtykti býráðið, at stykkini skuldu seljast fyri kr. 300 pr. fermetur. Eftir hesa avgerð fingu allir 22 umsøkjararir til- boð um at keypa. Tá av- tornaði tók bert tann eini av hesum tilboði. Síðani varð viðtikið at lýsa hini 6 stykkini til selu alment. Her kom bert ein umsókn um keyp, og var tað P/F Skemman úr Tórshavn. Eftir at felagið úr Tórs- havn hevur goldið fyri ekið, kr. 566.400,- vakn- ar minnilutin við kaldan dreym, og sæst hetta m.a. í greinum frá Jákup Mikkelsen, býráðslimi: Óskil av Óla Heinesen, í Dagblaðnum. Dýnur, leikutoy og matverur niðan á ídnað- arøki uppi á Borðoyar- vík, Norðlýsinum. Um talan skal verða um óskil av Óla Heine- sen, má tað verða tað, at hann eins og í øllum eðr- um byggimálum, har als einki frávik er frá Byggi- samtyktirnar, ikki eftir vanligari = málsviðgerð bert hevur útskrivað byggiloyvi til P/F Skem- muna. At Jákup Mikkelsen kemur við slíkum er væl skiljandi. Hann sum er fólkaskúlalærari mátti vita hverjar trupulleikar alt Europa hevur í hes- um degum við at finna saman. Men roynir hann við sínum óndsinnaðu blaðgreinum at sáa split ímillum Klaksvík og Havnina — vorið sum nalvaskoðari. Vit eru jú von við, at Jákup Mikkelsen altíð er ímóti, tá tek skulu tak- ast, men at Jákup Mikk- elsen í hesum býráðnum hevur roynt at kradda sær atgongd til kommu- nal stykkir fyri at fáa gras er væl alment kent — vorðið sum politikari. At Jákup Mikkelsen fær ilt í eitt vist stað, er ikki nakað nýtt, tá við- víkir Klaksvíkar Byggi- virki, hann hevur ongan- tíð kunna góðtikið, at virkið, sum hevur virkað síðan 1948 er til enn í dag. Vónandi kann virk- ið halda á, og vil eg í øll- um førum gera mitt til at virki verður verðandi í Klaksvík. Jákup Mikkelsen legg- ur eisini eftir býarverk- frødinginum, sum er systursonur mín, men mátti fólkaskúlalærarin klára at lisið á teknings- hevdinum hver hevur teknað. Um so var, at eg hevði heitt á systursonin og biðið hann hjålpt mær við eini tekning, hvat ólógligt ella skeivt er í tí? Mær vitandi er hann í kommunalum starvi 8 tímar um dagin, og má hava rætt til at nýta sína frítíð eins og ell onnur, t.d. fólka- skúlalærarar. Man tað ikki verða meiri átalu- vert, mátin sum Jákup Mikkelsen brúkar sína tíð í skúlanum. Viðvíkjandi Miðbýar- ætlanini. Jákup Mikkel- sen sigur, at grundarlag- ið verður tikið undan Miðbýarætlanini, = um bygt verður á tí sonevn- da fdnadarøkinum. Til hetta er bert at siga, grundarlagið tá vit komu í býráðið var burt- ur. Fíggjarliga hevur nokk ongantíð grundar- lag verði fyri hesum er- vitisprojekti, og tí er hetta nakað av tí, sum hevur koyrt okkum í fíggjarligt óferi. At Jákup, sum fíggjar- nevndarlimur, heldur at Klaksvíkar Kommuna er ein tann sum stendur best í tí, má verða tí at Jákup ynskir at lúgva fyri fólki. Vón mín er, at fólk kunnu gjegnumskoða okkara Bigga. Hansara nalvaskoðan er ikki tað, sum kemur at reisa Klaksvíkina aftur. Eg meti, at tað skulu sterri politiskar avgerðir til fyri at greiða fíggjar- ligu fløkjuna, sum Ják- up Mikkelsen hevur ver- ið við til at føra Klaks- víkar Kommunu út í, enn eitt byggiloyvi til vanlingar feroyingar. Páll Josephsen býráðslimur