Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 117 — 25. juni 1991 erðamannavinnan fjetrað - Síða 13 i sjálvgjorduum hafti Tað fyrr so nógu umtalaða privata initiativið í føroyskum vinnulivi er eftir ollum at doma ryggbrotið og niðurgrivið fyri langari tíð síðani. Nógu lættari er at geva ti al- menna og ødrum skuldina fyri at okkurt gongur illa Mikudagin 19.06.91 var evnið í kjaksendingini Fimmaranum ferðaman- navinnan í Feroyum. At hesin spurningur er áhugaverdur og týdning- armikil, má væntast eftir tí umreðu at døma, ið hes- in sami spurningur fær í fjølmiðlum okkara. Er ein messa onkustaðni, sum føroyska ferðamannavinn- an er við á, ja, so eru blød- ini full av myndum av, samreðum við og frásagn- um frá foroysku lutteku- ni. Einki orð verður grett um, hvat onnur hava at bjóða, men nógv verður í føroysku fjelmiðlunum gjørt burtur úr tí, sum fer- oyskir feroyingar í Feroy- um hava at bjóða. Henda umreða má sjálvani sigat at verða góð hjá teimum føroyingum, sum ikki vita um sandin í Leynum, ikki vita av at Mykines er í Feroyum, ella ikki eru greiðir um, at koyrast kann úr Sandvík til Sum- biar, men eg hugsi tó ikki, at tað verða hesir feroy- ingar, sum fara at gera føroysku ferðavinnuna lenandi (í øllum førum beta teir ikki um føroyska gjaldsjavnahallið). Fremsta mál við hesi vinnu — hevði eg hildið — átti at verið, at fingið út- lendingar at komið hend- anvegin, og her leggja nakað av peningi eftir seg. Hevði áðurnevnda PR-ar- beiðið, sum gjert verður í føroyskum fjelmiðlum, ístaðin verið gjert í út- lendskum fjølmiðlum, hevði hetta kanska eisini borið til. Tástaðni kundu vit tosað um eina vinnu, sum búskaparliga sæð kundi verið gagnlig fyri føroyska samfelagið. Mitt í 70'unum funnu føroyingar út av, at nú skuldu Feroyar seljast. Ikki til japanarar, sum nú hevur verið upp á tal, men harafturímóti til útlend- ingar, sum høvdu hug at koma hendavegin at sígg- ja landið. Hetta var tengt at Smyrli, sum um somu tíð fór undir sigling sína millum londini í Norðurat- lantshavi. Smyril sjálvan átti tað almenna (t.e. Strandferðslan), men tað virksemi, sum av sigling- ini gjerdist meguligt fyri eitt nú gistingarhús, var privat. Her var t talan um eina skilagóða ílegu frá alm« nnari síðu. Føroy- ingar fingu ein annan møguleika at ferðast land- anna millum, enn við ein- um donskum flogfelag, sum ongan pening legði eftir seg her í landinum. Samstundis gav siglingin føroyingum meguleika at vinna pening við at verða um teir útlendingar, sum komu í land her, antin tí teir skuldu víðari til Ís- lands, ella fyri at halda frí í Feroyum. Hetta seinna fordi við sær eina útbygg- ing av gistingarmøguleik- unum í landinum, við tað at fleiri smá gistingarhús komu, sum ikki framman- undan hevdu havt nakran meguleika at fingið ein rakstur at malið runt. Í 80'unum varð so Smyrla- rutan privatiserað. Smyril varð tikin úr millumlanda- sigling, og skuldi nú nýt- ast til sigling ímillum oyggjar ístaðin. Flestu føroyingar mundu halda Norrenu vera frægari skip til sigl- ing í Atlantshavi enn Smyril hevði verið. Men við hesum stásiliga skipi tóktust eisini framsóknir- nar hjá tí, sum nú æt »feråamannavinnan« at vaksa alsamt. Stórar iløg- ur vóru gjerdar í gisting- arhús og matstovur í øll- um herðashornum land- sins. Men nakra samskip- an av hesum ílegum var ikki talan um. Tað var bara t fáa sum mest burt- urúr hver í sínum lagi, so leingi hetta bar til. Til endans bar ikki til longur. Hóast gulltíðir í Feroy- um annars, so fór at sansa at í ferðamannavinnuni. Hon fór so smátt at lata illa at viðurskiftunum sum heild. Eitt nú varð sagt, at tað í føroysku lóg- gávuni vóru viðurskifti, sum beinleiðis legdu fót fyri eini skilagóðari ferða- mannavinnu. Tískil mátti tað almenna nú vera við til at taka um endan, ella eisini mátti tað taka við ábyrgdini fyri, at alt fór í hundarnar. Og nú byrjaði ruðuleikin av álvara. Ferðaráð, ferðamanna- miðsteð, nevndir og annað gott komu undan kavi, sum svar uppá knarrið frá ferðamannavinnuni. So- leiðis gingu liberalistarnir í landsstýri og legtingi við til at fara undir almenna stýring av marknaðar- kreftunum, og sosialistar- nir gingu við til at gjalda út almennan pering, til tess at tryggja privaikapi- talismuni í landinum ráð- geving. Síðani hava um- boð fyri hesar somu insti- tutiónir javnan verið at hoyrt í útvarpi og sæð í sjónvarpi, men nakran framburð innan ferðaman- navinnuna hava vit bæði hoyrt og sæð lítið til. Tað einasta, sum nú verður tosað um, er hvussu vit fáa hesa floktu almennu umsitingina av ferðaman- navinnuni at virka. Í sama Fimmaranum, sum nevndur er í byrjan- ini, ringdi ein gistingar- húseigari úr Suðuroy og kærdi sína neyð. Hann segði, at alt og ell endaðu í Havn, og at suðuroyingar fingu ongan bita av køku- ni. M.a. brigslaði hesin sami umboðnum fyri Smyril Line, at hesin ikki gjørdi eitt sindur meira fyri at marknaðarfera Suðuroynna í arbeiði sín- um. Umboði fyri Smyril Line svaraði aftur, at hansara starv var innan- fyri flutningsvinnuna og ikki innlendis ferðaman- navinnuna í Feroyum. Hetta hevði gistingarhús- eigarin ilt við at góðtaka. >Havnin fær alt“ var loysunarorðið hjá honum. So sjálvt ikki tá tilfeingið verður borið honum upp í hendurnar — tað er bara at flyta tað um Suðuroy- arfjørå — er nóg gott. Hetta haldi eg avspeglar lyndið í vinnuni sum heild, í hvussu so er aftan- á at ferðamannavinnan av álvara hevur fingið sam- felagsbúskaparligan áhuga. Tá ein hevur offrað nakrar milliónir uppá eitt gistingarhús, so setur hann seg niður hendur í favn og bíðar eftir at ferðamaðurin fer at leita eftir sær. Tá hetta ikki eydnast, so má tað vera tí at onkur annar saboterar virksemið, og tað má sjálvandi vera hann, sum dugir at fáa pening burt- urúr. Tað fyrr so nógv um- talaða privata initiativið í føroyskum vinnulívi er eftir ollum at døma rygg- brotið og niðurgrivið fyri langari tíð síðani. Nógv lættari er at geva tí almen- na og eðrum skuldina fyri at okkurt gongur illa. Té orðið vinna verður nýtt í sambandi við at ferðafólk leita sær til Fer- oya, so átti tað at verið tí, at ætlanin er, at fáa nakað av peningi burturúr hes- um somu fólkum. Men her sláa vit hevdið í. >Taka pening frá fremmanda- fólki fyri at vísa teimum eitt sindur av blíðskapi. Hevur tú hoyrt so skaft. Nei, føroyingar hava altíð verið blíðir fyri einki«. Nakað soleiðis ljóðar okk- um í oyruni, tá tosað verð- ur um at taka pening frá ferðafólki fyri lætnar tæn- astur, aðrar enn at geva teimum innivist og mat. Tað skuldi ikki verið ann- að enn rímuligt, at ferða- fólk sum komu higar við bili, guldu fyri at sleppa at koyra á føroysku vegun- um. Tað er eingin meining í, at hendan koyring skal vera ein útreiðsla fyri okk- um, sum búgva her. Tað skuldi ikki verið annað enn rímuligt, at ferðafólk guldi fyri at sloppið á land í eitt nú Mykinesi. Tað lík- ist ongum, at ferðafólk ganga og reika sum teim- um lystir í be og haga. Heldur skuldu tey fingið eina rundvísing frá stað- kendum fólkum, sjálvsagt afturfyri gjald til teirra, sum vístu runt. Og tað lík- ist ongum, at ferðafólk sleppa at seta tjeld síni uppá hvamsvís í be og haga fyri einki. Alt hetta líkist ongum um so er, at føroyingar ikki hava vilj- að hava tað orð á seg, at teir eru ov býttir til at fáa pening burturúr einum so sjálvsagdum tilfeingið sum ferðafólk eru, (hugsið um kredittvirðið). Vit kunnu saktans vera blíð fyri tað. Eg veit einki um, at hverki norðmenn ella íslendingar eru óblíðir við fremmandafólk, sum vitj- ar teir, men blíðskapurin kostar pening, og tað má hann, skal nøkur meining vera í eini tænastuvinnu sum ferðamannavinnan — eisini i Føroyum — átti at verið. Sum er, er øll ferðaman- navinnan sum hon er ein greytur av almennari fyri- siting og rådgeving, og privatum fyritaksemi. Skal ferðamannavinnan ikki endad sum ein onnur studningsvinna, sum vit kenna so væl, er neyðugt at tað almenna antin nú kvettir á stokkinum, og letur privatu marknaðar- kreftirnar stýra sær sjálv- um til vinnings, ella at tað almenna yvirtekur allan rakstur við vinningi og halli, uttan privata uppí- legging. Mær dámar betur tað fyrru loysnina, og - Øll ferðamannavinnan er ein greytur av almennari fyrisiting og ráðgeving, skrivar Jóanes N. Dalsgaard m.a… Hann ávarar ímóti, at ferðamannavinnan ikki má enda sum studningsvinna vænti eg nógvir feroying- ar við mær, men vinnan má sjálv leggja í vaði, skal henni vera lív lagað. Mein- igi føroyingurin hevur nóg NORRØNA CRUISE: Térshavn-Lerwick-Térshavn 01.07—03.07 Tórshavn-Bergen-Tórshavn 01.07—03.07 BUSSFERÐIR: Til París PAKKAFERÐIR: Danmark: mikið at dragast við fram- manundar, skal ikki eisini ferðamannavinnan fíggj- ast yvir skattin. 21.06.21 Joanes N. Dalsgaard Tidarskeid Kostnaður Ur kr 1.424,- (v. gisting) 1.040,- 26.07—05.08 —3.995,- Vigsø Feriecenter. Summar- hus í 7 dagar (6 fólk) 28.06—08.07 2945, fyri hvønn Agger Tange. Íbúð í 7 dagar (5 fólk) Noreg: Hardanger Feriesenter. Summarhús í 7 dagar (6 fólk) 01.07— 10.07 Hetland: Summarhús í 8 dagar (6 fólk) 01.07 — 10.07 Á hotelli í 8 dagar 28.06—08.07 2.750,- fyri hvønn 2.385,- fyri hvønn 1.761,- fyri hvønn 3.625,- fyri hvønn 01.07 — 10.07 »SERTILBOD« Bilpakki!!! (Upp til 4 fólk í einum bili) Tórshavn-Bergen-Tórshavn lágárstíð háárstíð 3.990,- 4.990,- NYTT — NYTT — NYTT FLUGV & SIGL Føroyar-Danmark-Føroyar úr kr. 2.200,- SMYRIL LINE THE NORTH ATLANTIC LINK J. Broncksgøta 37 - Box 370 - Tlf. 15900 - FR 110 Tórshavn