Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. juni 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 118 — 26. juni 1991 Havnagkið í Vik Her stinkar Alararnir og teir sum leiga fiskavirkið í Vík fáa í næstum boð frá bygdaráðnum um at rudda havnaøkid, sigur Atli Fossadal. bygdaráðsformaður Tað er íkki tespiligt á havnagkinum í Haldórs- vík. Fiskaavnot og onnur óhundska frá Vikavirk- inum, stendur í bingjum uttanfyri. Deyður fiskur frá alivinnuni stendur ofta í vikuvís í bingjum og rotnar, tá nógv avfall er, so flýtur yvir og evjan ger havnalagið til eina stink- andi hálkubreyt. —Vit hava ikki fingið fráboðan um hetta óskil, men longu í dag verður ein maður sendur at kanna málið, sigur Marjun Han- usardóttir, leiðari á Heilsufrødiligu Starvs- stovuni. --Bygdarráðið hevur einki við fiskavirkið at gera, tað er Føroya Banki sum hevur leigað virkið út. Eg veit um fyrr at rotin fiskur hevur ligið á havnalagnum. Men ver- andi stóðu keni eg ikki rættuliga til, sigur Atli Fossadal. -T6 stendur tað á skránni hjá bygdaráðnum, at fara til alararnar og biðja teir um at rudda havnagkið. Har er alt ovfantaligt sum er, sigur Atli Fossadal. Atli Fossadal leggur afturat, at tá Víkavirkið varð rikið sum eitt vanlligt flakavirkið, tá vóru Mannamunur ongantíð trupuleikar av óhundsku. Økid kring eitt virkið, har matur verður hag- reiddur, skal lúka treyt- irnar, sum Heilsufrødiliga Starvsstovan setur. Víkavirkið er útleigað til 1. august. jústinus Ymiskar treytir til ruskbingjur Bygdirnar skulu gera dý sleppa undan Lógirnar kunnu verða torskildar. Skal ein kom- muna hava eitt alment byngjupláss til ruskið, so eru treytirnar harðar. Fyri tað fyrsta so skal plássið verða gyrt, lendið skal verða stoypt og frárensl er eitt treyt. Eisini skal vatn liggja til eitt tílíkt pláss. Eitt ruskbingjuplåss kostar yvir 100.000 krón- ur, og hjá smærru kom- mununum er hetta tyngj- andi útreiðsla. Ein heimildarmaður, Sosialurin hevur tosað við, heldur ikki at nakað skeivt er í, at bygdirnar hava skipaði ruskbingjupláss. --Men tað er løgid, at meðan kommunurnar skulu spandera nógvan pening, so eru ongar treyt- ir fyri, um ein privatur leigar sær eina rusk- byngju. Hendan kann standa hvar tað skal vera, og ongar reglur eru fyri hvussu lendið skal verða háttað, har bingjan stend- ur, sigur hann. --Tað er heilt vanligt, at virkir, skip og handlar r góðkend bingjupláss, meðan privat leiga sær eina byngju frá brennistødunum, sigur hann. Ikki okkara borð Vit hava spurt Marjun Hanusardóttir, leiðara á Heilsufrødiligu Starvs- stovuni, hví ikki reglur- Framhald á síðu 14 Flóttarmaðurin Politiskar orsekir --Sagen blir behandlet som en hastesag, sigur Hans Viggo Jensen, skrivstovustjóri í dan- ska lógmálaráðnum Tað vórðu politiskar orsøkir, sum fingu 28 ára gamla Nikolaj Krupov at flýggja av sovjetiska skip- inum Sevryba herfyri. --Vit eru lidnir við at avhoyra mannin og tilfarið er nú sent til danska løg- málaráðið, sigur Finn Ou- gárd, varafúti. -Selv om den gamle udlændingelov fra 1952 stadigvæk gælder på Fær- øerne, så blir flygninge- sager påa Færøerne be- handlet som hastesager, sigur Hans Viggo Jensen, skrivstovustjóri í danska løgmálaráðnum. Nýggja danska útlend- ingalógin frá 1983 hevur heilt greiðar reglur um hvussu leingi ein flóttar- maður kann sita inni, áðrenn hansara mál er avgreitt. Í gomlu lógini er ongin tíðaravmarkan. Hans Viggo Jensen er ikki serliga tíðindafróður lå tað snýr seg um sov- jetiska flóttarmannin. Hann vil als ikki úttala seg um mannin, men tosar bert um hvussu vanliga mannagongdin er Skal ein flóttarmaður tuKa nakrar eriigar treytir fyri at kunna kallast politiskur flóttarmaður Det er meget vanskeligt at svare pá. Der blir taget stilling í hver enkelt sag, sigur Hans Viggo Jensen --Nikolaj Krupov hevur fyri okkum sagt, at hann ynskir at koma til Dan- markar, so nú er bert eftir at vóna, at løgmålarådid arbeiðir skjótt, sigur Finn Ougárd. Og meðan danska løg- málaráðið arbeiðir, situr Nikolaj Krupov á politi- stødini í Havn og bíðar. Í Nólsoyarfirði liggja tvey 10.000 tons stór móður- skip, sum kunnu taka hann heim aftur til Sovjet, fær hann ikki politiskt frið- skjól í danska konga- ríkinum. jústinus Alment skip Yvirskot Nónhamar kemur í dag heim við 600 tonsum, túrurin hevur bert vart í tveir mánaðar Saltfiskatrolarin Nón- hamar, sum J.F. Kjølbro reiðir út, kemur á Klaks-- vík í dag við fullari last. 600 tons av saltfiski. Og Nónhamar hevur bert verið tveir mánaðar burtur. Nónhamar hevur einaferð fyrr havt yvir 600 tons, tá landaði hann 631 tons, men tann túrurin vardi munandi longri. Hesuferð hevur verið fiskað so skjótt, at lastin, hóast hon er full, ikki er sjúnkað eins nógv og áðurnevnda túr. Nónhamar hevur eisini á dekkinum. Nónhamar hevur hendan túrin fiska eins væl og teir stóru nýggju kjølbrotrol- ararnir. Men eitt drúgv tidarskeid av fingu teir næstan helvt um helvt av toski og hýsu, og Nón- hamar hevur ikki eins og nýggju trolararnir frysti- last og flakalinjur umborð. Og kann tí íkki taka hýsuna til vara. 32 mans eru við Nón- hamri og hann leggur veiðuna upp í Klakksvík. Landstýrið eigur Nón- hamar og hetta man vera einasta skip hjá ti al- menna, sum gevur yvir- skot. Úr Klaksvík verður sagt, at innan Klakk eru Ester og Nónhamar í lgt- uni einastu skip sum bera seg. jústinus