mikudagur 26. juni 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 118 — 26. juni 1991
ARBEIDI FYRI SUMMAR HENDUR. Kann
Síða 7
ing visir at
200 ungfólk eru
ARBEIÐSLEYS
Talið verður munandi stórri í heyst, batnar stóðan á arbeiðsmarknaðinum ikki
munandi, sigur Fóroya Ungómsráð í sambandi við kanning,
arbeidsstøduni og -møguleikunum millum ungfólk
ráðið hevur gjórt av
orsøkin til
Tað er sera trupult hjá ungfólki at finna læruplåss í
hesum døgum, vísir kanningin, ið Føroya Ungdóms-
ráð hevur gjórt
290 ungfólk í aldrinum
15-20 ár vóru arbeiðsleys
í viku 21. Tað svarar til
7,4 prosent av teimum
ungu í hesum aldurs-
bólki; fleiri av teimum,
sum høvdu arbeiði, høvdu
tað ikki fast, men bert
stytri skifti. Hetta vísir
ein kanning, sum Føroya
Ungdómsráð gjørdi í
mai-månada; 420 ungfólk
fingu spurnarblað send-
andi, 215 sendu tað inn-
aftur.
Verri í heyst?
Arbeiðsloysið er stórri
millum gentur enn mill-
um dreingir: ávikavist
60% og 40%. Samanber-
ing við tel frå Almana-
stovuni kundu bent á, at
genturnar í stórri mun
nýta møguleikan at fáa
forsorgarhjálp við tilvís-
ing til arbeiðsloysi; ein
hetta kann
vera, at fleiri teirra
longu í ungum aldri hava
fingið ella eru við barn.
Nøkur av teimum, sum
vóru arbeiðsleys í mai,
síga eisini, at tey eru
sloppin inn á skúla eftir
summarfrítíðina. Harvið
minkar metingin av sam-
talda arbeidsloysinum
niður i 200 ungfólk ella
5,1%; Men lítil uggi er í
hesum fyri onnur enn
tey, sum eru sloppin inn,
metir FUR. FUR-kann-
ingin er gjørd, áðrenn
skúlagongdin var av; út
frá hesum verður mett,
at batnar stødan á ar-
beiðsmarknaðinum ikki
munandi, so fer arbeiðs-
loysi millum ungfólk at
økjast munandi í heyst
Fleiri av teimum spurdu
hava eisini svarað, at tey
vita ikki, hvat tey skulu
taka sær til eftir frítíð-
ina.
Í skúla av neyð
Hóast útbúgving er høgt
í meleiri av teimum, sum
fara í skúla, fara tað av
neyð: tey kundu heldur
hugsað sær at lært okk-
urt, men tað er sera, sera
trupult at fáa lærupláss,
vísir kann-ingin.
FUR-kanningin vísir
eisini, at hugurin millum
tey ungu at fara av land-
mum og royna okkurt
nýtt, er stórur. Føroya
Ungdómsráð metir, at
hetta er ein nærliggjandi
loysn, tá eingin annar
møguleiki er.
ówh
Bakkast fyri føroyska bókaútgávu:
Bokamidsølan
mist 600.000 kr.
Hóast trotabúgvið eftir
H.J. Bókasgluna, ið fór í
likvidatión um páskirnar,
ikki er endaliga uppgjørt,
so er greitt, at forløgini,
ið brúka Bókamiðsgluna
sum millumlið til bóka-
handlarnar hava mist
millum 600.000 og
700.000 krónur; talan er
um umleið 140 stór og
små forløg, ið hvørt hev-
ur mist umleið 70.000
krónur ella minni.
Bókamiðsglan hevur
um hendi samskiftið við
bókahandlarnar vegna
flestu føroysku forløg-
ini. Fyri hetta arbeidid
fær B6kamidsølan 10%
av ti, bøkurnar kosta frå
forløgunum.
Tá búgvið verður enda-
liga gjørt upp um árs-
skiftid, verdur valla
meira enn til lønaråognir
hjå fyrrverandi starvs-
fólkum i H.J. B6kasøl-
uni umframt til samsyn-
„ ing til grannskodara og
advokat.
Békamidsølan
stóran tydning
Tær reidiliga 600.000
krónurnar, sum Bókamið-
sølan hevur mist, stava
frá teimum bókum, sum
seldar eru; tær óseldu
fekk Bókamiðsglan aftur,
áðrenn partafelagið H.J.
Bókasglan fór i likvida-
tión.
Tollakur Djurhuus, ið
situr í nevndini fyri
Bókamiðsgluna, sigur, at
bókahandlarnir hava fing-
ið tríggja mánaða gjalds-
freist uppá bøkumar. Tað
fekk H.J. B6kasølan eis-
mmi.
H.J. einki øårvisi enn
aðrar békasølur
H.J. B6kasølan avgreiddi
jólasglu og bókaútsglu,
áðrenn hon fór í likvi-
datión við eini skuld
uppá reiðiliga 600.000 til
Bókamiðsglua. Men
Tollakur Djurhuus hevur
onga viðmerking til
spurningin um, hvert
hetta kann vera gjørt við
beráddum huga.
- Tað kann eg einki vita
um. Øll vita, at eitt
stórt umskifti er farið
fram í fíggjarviðurskift-
unum í Føroyum síðstu
tíðina, og tað hevur gjørt
tað trupult hjá handils-
lívinum, sigur Tollakur
Djurhuus, ið leggur aftr-
at, at nevndin í Bók-
amiðsgluni ikki hevur
hildið seg havt serligar
grundir fyri at hava eitt
vakið eyga við júst HJ.
Bókamiðsgluni.
- Vit hava fyri ein part
stríðst við at fáa gjalds-
freistina uppá teir triggj-
ar mánaðirnar hildna,
sigur Tollakur Djurhuus,
ið leggur aftrat at húsa-
gongdin hjá H.J. Bóka-
søluni er slíkt, sum
roknast kann við í trong-
um tíðum, og at tað
sjálvsagt er stórt spell
fyri tey forløg, sum
missa.
Eingin peningur
at koma eftir
Samstarvið millum Bók-
amidsøluna og forløgini
er soleidis lagt til rætt-
is, at tað eru ognirnar hjá
forløgunum og ikki sínar
egnu ognir, hon umsitir.
Kortini roknar hann tað
fyri óhugsandi, at forløg
fara at reisa endurgjalds-
krav ímóti Bókamið-
søluni.
- ØL forløg kenna
tvinnar veruleikar: annar
tann, at Bókamiðsglan
als ikki er før fyri at
svara nøkrum endur-
gjaldskravi, - hon hevur
bert úl dagin og vegin,
sum hann tekur til. Hin
veruleikin er, at Bóka-
miðsglan er ein avgerandi
liður í útgávuvirksem-
inum, ið hevur gjørt, at
forløgini hava havt eina
stórri sølu, enn tey
annars høvdu havt.
I hesum vidfangi nevn-
ir hann, at ikki minst tað
at hava ein bókahandil i
SMS hevur havt stóran
týdning fyri bókatalið, ið
selt verður.
Tollakur Djurhuus sig-
ur at enda, at Bókamið-
sølan sum vera man er
farin at vera meira varin
í samskiftinum, nú tað
táttar í figgjarliga.
ówh
Au pair pige
søges til Danmark
af fmilie i Århus. Birgitte
og Finn (sygeplejerske/
journalist) samt Kristian,
Marianne og Lise (6, 3 og
1 år) søges fra august en
ung pige til børnepasning
og let husholdning. Du
skal være positiv, kreativ
og glad for børn.
Skriv/ring til Dalgárd,
Kærbyvej 10, DK 8200
Arhus N. TIf. 086244059.