Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. juni 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 - Eftir at hava verið í Íslandi og sæð teirra eldraíbúðir, eri eg púra sannførd um, at vit eru á rættari leið, sigur Katrin Dahl, forkvinna í neyndini fyri íbúð- arbyggingini Nevndin fyri íbúðarbygg- ingini á Skålatrød í Havn, býráðslimirnir Katriin Dahl, Kristianna Rein og Páll Petersen, hava júst verið í Íslandi saman við ráðgevanum Albert Isfeld og kannað, hvussu eldra- politikkurin har er. Tey vóru í Reykjavík og í eini minni grannakommunu og sóu íbúðarbygging ul eldri fólk. - Endamálið harer at eldri fólk skulu klára seg sum longst sjálv heldur enn bara at hava ellis- og røktarheim sum einasta alternativ, sigur Katrin Dahl. Tey sóu ymiskar bygg- ingar. Einastaðni var ellis- og røktarheim við í somu bygging, og tá tey gomlu ikki kunnu klára seg longur í íbúðini, kunnu tey fara á tey heimini. Men fyri tað mesta var einki beinleiðis sam- band milum eldraíbúðir og nakað ellis- og røktarheim. Katrin Dahl er ovfarin av, so nógv verður gjørt í Ís- landi fyri tey gomlu. Ikki tann ovurdýra byggingin, men reint og hampiligt og sera hugnaligt allastaðni. Øll byggingin var privat, býráðið hevur latið nakað av stuðuli. Í Íslandi eru annars nógvir felagsskapir, ið hava hjålpt ul við at fáa íbúðirnar bygdar. VANLIGT I ÍSLANDI Nógv verður bygt av eldraíbúðum í Íslandi. - Har er tað vanligt, at eldri fólk vilja sleppa úr sínum stóru húsum fyri í staðin at sleppa í minni íbúð at búgva. Tey høvdu bæði eigara- og leiguíbúðir. Nógv av tí var vardar íbúðir. Íbúðirnar lógu millum 50 og 100 fermetrar, 65 fermetrar var tó tað mest vanliga. - Tað vóru hjún so væl sum einlig, sum búðu í hesum íbúðum. Tey sóu nógvar fyrmunir við at sleppa úr sínum stóru og ópraktisku húsum, sum tey illa orkaðu at halda, børnini eru farin heimanifrá fyri langari tíð síðan, tey sóu seg ikki før fyri longur at halda urtagarðin o.s.v. Í staðin fluttu tey í íbúð, innrættað til fólk í teirra stóðu, ongar trappur 0.s.v. EIN LÆTTI - Tey greiddu sjálv frá, hvussu stórur lætti tað var at fáa ein bústað, ið var meira hóskandi til teirra, bæði í stødd og innrætting. Nógv kláraðu seg sjálv men við heimahjálp, sum bara vask- aði fyri tey, sigur Katrin Dahl. At tað er eisini soleiðis í Føroyum veit Katrin Dahl væl um frá tí tíðini, hon arbeiddi sum heimasjúkrasystir. Tað verður ofta tosað um, at eldri fólk sita nógv einsamgll, men tað var ikki neyðin hjá teimum, sum búðu í eldraúbúðunum í Íslandi. I húsunum vóru smá rúm, har tey kundu hittast til at práta, spæla kort o.a. Eisini vóru ymiskir verk- staðir, tey kundu fara í at arbeiða, antin vinnuliga ella sum ítriv, og ítróttartilboð vóru eisini. Katrin Dahl sigur, at hon spurði tey, hvussu tað kend- ist at fara úr húsum, tey høvdu búð í í fleiri ár. I fyrstuni hildu summi, tað var sárt, men tá samanum kom vóru tey fegin um at hava valt loysnina at koma í eldraíbúð. Í nógvum fórum eru tað børini, sum yvirtaka húsini hjá foreldrunum, so tey siga ikki húsunum heilt farvæl. - Her hjá okkum fara summi kanska at halda tað vera møtimikid at fara úr sínum egnu húsum. Vit hava lyndi til atkrókja okkum so nógv í okkara verðsligu ognir. Men eitt betri lív má telja meir. Og eg ivist ikki i, at verða hesar íbúðirnar bygd- ar, so verður skjótt tørvur á fleiri eldraíbúðum. Katrin Dahl er sannførd um, at hetta er rættin måtin at gera tað meira liviligt hjá teimum eldru. Tí á hend hátt kunnu tey klára seg longur sjálv. Ellis- og rgktarhim skulu bara vera fyri tey, sum ikki orka sjálv, og tað kann heldur ikki vera meiningin at byggja slík heim til øll eldri fólk. Bæði menniskja- ligaog samfelagsliga má tað vera betri við eldraíbúðum, sigur Katrin Dahl, sum á vitjanini í Íslandi fekk sannað, at tað var rætt av býráðnum at taka stig til eldraíbúðir, sum tær í nú skulu byggiast á Skålatrød. randi Nr. 118 — 26. juni 1991 Biligari enn mett Fyri góðum ári síðan kunngjórdi Katrin Dahl sum forkvinna í neyndini ætlanina um eldraíbúðir á Skálatróð. Síðan er lítið frætt um ætlanina, men nú fer nevndin at taka stóðu til tilboðini uppá at gera arbeiðið Tilboðini uppá arbeiðið at byggja eldraíbúðir á Skålatrød í Havn eru væl bíligari enn kostnaðarmetingin. Katrin Dahl, forkvinna í neyndini fyri íbúðarbyggingina, hevur tí góðar vónir um, at byggingin verður av álvara Sjey byggifeløg í Havn vórðu boðin at bjóða upp á arbeiðið at byggja eldra- íbúðir á Skålatrød. Mána- dagin vóru tilboðini latin upp. Tað vóru góð tíðindini fyri nevndina fyri bygg- ingina, tí tilboðini vóru øll væl lægri, enn arbeiðið var mett at kosta. Kostnaðar- metingin gjørd fyri góðum ári síðan segði 29,6 mió. krónur. Men tilboðini nú liggja millum 23,9 og 27,9 mió. krónur. Tá skal við- merkjast, at lægstu tilboðini eru alternativ, tv.s. at byggifelggini bjóða fram eitt sindur ødrvisi loysnir, enn biðið varð um. Teknistovan hjá Albert Ísfeld hevur teknað íbúð- arbyggingina og er eisini ráðgevi. Longu í næstu viku ætlar Albert at hava tilráð- ing sína klára til nevndina fyri íbúðarbyggingina. Og so skjótt sum nevndin fær tilrådingina fer hon at taka støðu til tilboðini, sigur Katrin Dahl, forkvinna í nevndini fyri íbúðarbygg- ingina. Ætlandi verða 33 íbúðir í tveimum hæddum og leigu- mál til handlar, tænastur o.t.d. í nidastu hæddini. Hvør íbúðin verður 62,5 fermetrar, men tær kunu t6 gerast størri. Treytin fyri at fara i gongd vid byggingina er, at nógv nógv fólk, sum før eru fyri at gjalda, tekna seg framman- undan fyri íbúðirnar. Katrin Dahl væntar, at áhugaðir keyparir eru til íbúðirnar, tí nógv hava teknað seg og uppaftur fleiri hava spurt seg fyri um íbúðirnar. Og nú so lítið er at gera í byggivinnuni, skuldi ikki nakar vandi verið fyri, at byggingin bleiv dýrari. Soleiðis sum tilboðini síggja út, skuldi borið til hjá eldri folkum, at selt síni hús og í staðin keypt sær íbúð, Jg fingið eitt sindur av »engum burturúr at li va fyri makta at halda, og har tey aftrat. kunnu klára seg longur : Tað må vera hugaligari = heima, sigur Katrin Dahl. hjá fólki at fáa eina íbúð at búgva í, sum tey kunnu randi Fitt frítíðarhús til sølu Húsið er uppsett, men kann væl flytast í heilum líki. Viddin er 25 m? við yvirtektari terassu upp á ca. 9 m?. Selist ógvuliga bíliga. Nærri við at venda sær til tif. 87405 ella 47349 aftaná kl. 20.00. o ; r tin trygð fy" r Hetta € at:frarmKal! filmin TLF. 19820