Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. juni 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 118 = 26. juni 1991 OYGGJALEIKIRNIR Å ÅLANDI Væl hevur gingist mans- liðnum i flogbólti i teim- um báðum dystunum, sum higartil eru spældir. Mánadagin var mót- stødulidi norska oyggin Frøya, og tann dysturin varð vunnin 3-0. Settini vóru 15-7, 15-2 og 15-11 til føroyska liðið, sum harvið beinan- Svimjing: 5 Svimjikappingin hevur eisini gingið væl týsdagin, og vit komu við í 8 finalur, so vónirnar til medaljur eru goðar í skrivandi stund. Í kappingini 100 m frí fyri kvinnur gjerdist Du- rita Dahl Djurhuus nr. 3 í innleiðandi umfarinum við tíðini 1.03,12. Besta tíðin var 1.01,98. Eisini Martin Venned gjørdist nr. 3 í 100 m frí fyri menn. Hann hevði tíð- ina 54,97, meðan tann besti í innleiðandi kapp- ingini hevði tíðina 53,9. Í 100 m fyrvaldasvimj- ing fyri kvinnur gjørdist Kristina Danielsen nr. 8 i innleidandi umfarinum vid tíðini 1.14,02, meðan besta tíðin var 1.09,4. Hetta gav sostatt pláss í B-finaluni. Ian Skylv Hansen kom eisini í B-finaluna í 100 m firvald fyri menn. Hann gjørdist nr. 5 í innleiðandi kappingini og rakk so- statt ikki finaluni. Tíðin hjá honum var 1.02,1, meðan besta tíðin var 59,83. Í 200 m medley fyri kvinnur eru vit eisini við í finaluni. Tað er Annika Olsen, sum við tíðini 2.34,64 gjørdist nr. 4 í inn- leiðandi kappingini. Besta tíðin var 2.30,7. Elmar Ósá gjerdist nr. 2 í innleiðandi kappingini í 200 m medley fyri menn við tíðini 2.15,98. Besta tíðin í hesi kapping var 2.15,95, sum er nýtt oyggjaleikamet. 200 m ryggsvimjingin fyri kvinnur gekk eisini væl hjá feroysku luttakar- unum. Durita Dahl Djur- huus gjerdist nr. 2 í inn- leiðandi kappingini við tíðini 2.31,37 og kom so- statt í finaluna. Rúna vegin slapp sær upp í kappingina um ovastu plássini í samlaðu kapp- ingini. Mansliðið í flogbólti spældi so aftur í gjár, og gjørdist tað tá til enn ein sigur — hesaferð á Jersey. Eisini her var talan um ein sannførandi og lættan sigur uppá 3-0 við settúrslitunum 15-4, 15- 5 og 15-1. I dag skal liðið so Móta einum av teimum allarbestu liðunum, nevniliga tí álendska, sum hesaferð hevur heimavøll. Eydnast Føroyum at vinna hendan dystin, er oddasessurin i bólkinum tryggjadur, og harvid skal føroyska liðið i semifinaluni spæla ímóti næstbesta liðnum úr hin- um bólkinum. ; Men dysturin móti Á- landi verður Givad tor- førur, so enn ber ikki til at siga, hvussu fer at gangast í semifinaluni. Poulsen náddi akkurát ikki finaluna. Hon gjerd- ist nr. 5 við tíðini 2.34,44 og verður við í B-finaluni. Besta tíðin í innleiðandi kappingini varð 2.31,07. Liðkappingar Í liðkappingini 4 x 50 m. fri gjørdust Føroyar nr. 3 í innleiðandi umfarinum vid tidini 1.58,83. Besta tíðin varð 1.56,86. Menninir gjørdust nr. 2 við tíðini 1.42,16, meðan besta tíðin varð 1.41,47. Í blandaðu kappingini 8 x 50 m fri gjørdust Feroy- ar nr. 1 í innleiðandi um- farinum við tíðini 3.41,08. Atta finaluplåss Høgni T. Hansen vann eitt gullheiðursmerki i svimjing månakvøldid Alt i alt våru urslitini i innleidandi umfarinum stak g68 tysdagin, og spenningurin er størur millum føroyingarnar nu áðrenn finalurnar. sj. ur || Fr ninir vunnið alt Kvinnurnar Flogbóltur: Føroyska kvinnuliðið, sum spælir flogbólt á Alandi í hesum døgum, hevur í sínum báðum dystum higartil roynt seg bæði sum vinnara og tapara. Mánadagin varð fyrsti dysturin spældur móti Eysyslu, sum vann rættiliga greitt við settmuninum "-1. Settini endaðu 15-8, 5-15, 15-7 og 15-5 til Eysýslu, sum eftir ti sæst, at føroysku kvinnurnar stóðu seg sera væl í ti eina settinum. | Tað vísti seg, at tær í fyrsta setunum høvdu í so stóra virðing fyri hinum liðnum, men í næsta settinum mentu lær seg, og spældu sera væl. Men hinar funnu útav føroyska spælinum, og so var aftur yvirvåg i teimum báðum eftirver- andi settunum. Yvirhøvur var liðið frá Eysýslu nógv betur, og tað stavar helst eis- og vunnið Ítróttur ini frá, at flogbóltur er rættiliga sterk ítróttar- grein í Sovjet, sum | millum annað eigur | heimsmeistarar í flog- | bólti. Undir trý korter | Seinnapartin í gjár spældu kvinnurnar aft- ur, og hesaferð gekst munandi betur, og tær vunnu 3-0 á Jersey í einum sera stuttum dysti, ið bert vardi 42 minuttir! Settini endaðu 15-3, 15-2 og 15-2, so her var ongantíð talan um nakra serliga mótstøðu Við hesum hava før- oysku kvinnurnar so møguleikan at koma væl fyri í kappingini, um vunnið verður á Á- landi í dag. Og úr Mariehamn frættir Sosialurin, at verður góða spælið í ødrum seiti móti Ey- sýslu funnið fram aftur, skuldu møgulcikar ver- ið fyri at komið víðari. | hj. | Borðtennis: — Góð byrjan Mariehamn: Borðtennis- kappingin byrjaði væl hjá føroyska liðnum. Fyrsti dysturin í lið- kappingini var móti Het- landi, og hendan dystin vunnu feroyingar 7-0. Á feroyska liðnum vóru Petur Niclasen, Birgir Carlsson, Anna Petersen, Dagbjartur Hammer og Rannvá Magnussen. Í einstaklingadystunum spældu Petur Niclasen, Birgir Carlsson og Anna Borðtennis Áland - Isle of Man Hetland - Feroyar | Isleof Wight - Gotland Grønland - Prince Edward Island Petersen, i tvimansleiki Birgir Carlsson og Dag- bjartur Hammer og i blandaðum tvímansleiki Birgir Carlsson og Rann- vá Magnussen. sj. OOÅM as ] -I 0 VW