Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mars 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 20. mars 2003 23 Seinasta vikuskiftið vann Stjørnan FM-heitið fyri gentur 10 ár. Tað var spenningur til seinasta umfar, og tá avtornaði vóru Stjørnan og Neistin A ájøvn í stigatali. Stjørnan hevði tó betri málmun, og kann tí kalla seg FM- vinnara fyri gentur 10 ár fyri kappingarárið 2002/03. Sosialurin ynskir Stjørnuni hjartaliga tillukku við meistaraheitinum phj Gallaveitsla á Hotel Føroyum 5. apríl TÍÐINDASKRIV Flogbóltssambandið ferð leygarkvøldið 5. apríl at skipa fyri stórari Galla- veitslu í Havn fyri nevnd- um, leikarum í øllum deildum (aldursmark 18 ár - ella leikt í meistaradeild- ini), og øðrum. Byrjað verður kl. 19,30 á Hotel Føroyum, og heitt verður á fólk um at møta stundis- liga. Ætlandi verða hurðarnar stongdar kl. 20.00. Á skránni verður millum annað val av besta 1 Føroyska álopsleikara 2 Føroyska blokkleikara 3 Føroyska verjuleikara 4 Føroyska hevara 5 Føroyska stjørnuskot 6 Føroyska ársins leikara 7 Ársins venjarar (kann bæði verða útlendingur ella útlendingur) 8 Besti útlendingur Tað verða meistaradeildar- leikararnir hjá ymsu feløg- unum, sum skulu stemma um hvørjir teir einstøku vinnararnir vera. Hesir fáa steyp til ognar. Góður matur verður til matna við trimum rættum eins og dansur verður aftaná. Hetta er triðju ferð at hetta tiltak verður roynt innan flogbóltin, og veitsl- an seinasta ár stendur enn í minninum á fleiri. Tilmelding Veitslan verður fyri allar vaksnamannaleikarar, nevndir, umboðsfólk, hall- arvørar, sponsorar og onn- ur, sum tit meta standa flogbóltinum nær. Tí verður heitt á tykkum um at seta tykkum í samband við hesi fólk, fyri at kanna eftir, um tey eru áhuga at luttaka. Endaliga talið á luttakarum verður at ringja til FBF á tlf. 45 75 31 (Trygvi) ella 31 59 92 (Niclas) ella far- telefon 21 87 66 (FBF). Tilmeldingin skal vera FBF í hendi í seinasta lagi mánakvøldið 24. mars kl. 20,00, eins og peningurin fyri luttakararnar Kr. 250 pr. persón skal vera inngoldin á konto nr. 9181-120.042.0 í Føroya Sparikassa í seinasta lagi mánadagin 24. mars. Vinar- ligst gjaldið pr. lið, og ikki sum einstaklingar - og so senda vit atgongumerkini. Tað er sera umráðandi, at inngjaldingin fer fram til tíðina, tí hetta er eitt sera kostnaðarmikið tiltak, tí matur og annað er 1.-floks. Tað kann tykjast eitt sindur dýrt kanska, men ætlanin er at kvalitetur skal vera vørumerki á hesi veitsluni. Til sammetingar kann sigast at aðrar Galla- veitslur hava ein prís upp á kr. 300 pr. persón. Íroknað prísin er sjálv- andi 3 rættir, dansur og undirhald v.m. Drykkjuvør- um - sodavatn, vín ella øl - kunnu keypast á staðnum, og ferð hetta fram beint áðrenn farið verður til borðs. Matarskráin verður: Vælkomsdrykkur, royktur laksur við asparges, salati og heimabakaðum breyði, lambssteik við grønmeti og sós av soðnum, íslagkøka, kaffi. Tað verður ikki loyvt at hava drykkivørur við sjálvi. Bestu leikarar - stemmur Meistaradeildarfeløgini fáa tilsendar íalt 12 stemmu- seðlar. Heitt verður á tykkum um at útfylla hesar og senda hesar til FBF Boks 1021 FO-110 Tórshavn soleiðis at vit hava hesar í boksini í seinasta lagi mánadagin 24. mars 2002. Tit kunnu eisini geva einum at nevndarlimunum hjá FBF hesar. Allir seðlar eru nummureraðir. Vinarligst yvirhaldið tíðarfreistirnar. Klæði Sum tað liggur í navninum á veitsluni, vilja vit aftur í ár heita á tykkum um at vera væl klødd, soleiðis at tað sær út til, at hetta skal vera Ársins Flogbóltsgalla- veitsla 2003. Seinasta ár luttóku um 190 persónar. Gerið ein innsats og fái fleiri við. Eru fyrispurningar eru tit altíð vælkomin at ringja til FBF. Kappingin um pláss á Brøndby-liðnum verður nú enn harð- ari hjá føroying- inum ÚTISETAFELAG Páll Holm Johannesen Leygardagurin var ein stórur dagur hjá føroyska landsliðsleikaranum, Jón Róa Jacobsen. Hann leikti sín fyrsta dyst á meistara- liðnum Brøndby. Jón Rói leikti vinstribakkur í 70 minuttir í dystinum ímóti Viborg á Brøndby Stadion. Vanligi vinstribakkurin í Brøndby, litavin Auri Skarbalius, var so óhepp- in at gerast skaddur dag- arnar undan dystinum ímóti Viborg. Týsdagin var Auri aftur so mikið frægur, at hann fekk vant við fullari ferð. Brøndby møtir um viku- skiftið Silkeborg á heima- vølli, og líkt er til, at kappingin verður enn harðari hjá Jón Róa at vinna sær pláss millum teir fyrstu ellivu. Kappingarneyt in hjá Jón Róa klárur aftur Stjørnan føroyameistari í gentum 10 ár Stjørnan er føroyameistari hjá gentum 10 ár fyri kappingarárið 2002/03. Her eru FM-vinnararnir úr Klaksvík avmyndaðir á keiini í Klaksvík Mynd: Símun á Høvdanum 23 22 Nr. 55 - 20. mars 2003 TÍÐINDASKRIV FM í borðtennis fyri yngri deildir hevður verið í Havn um vikuskifti. Kappingin byrjaði kl. 9 leygarmorgun í Eysturskúlanum og helt fram líka til kl. 8 sama kvøldið. Tað vóru átta deildir, sum skuldu avgreiðast í ein - og tvímansleiki, meðan bert ein vinnari skuldi finnast í blandaðum tvímansleiki. Lagt var fyri við smápinku og smápiltum har TBF hevur verið einaráðandi síðani deildirnar vóru settar á stovn. Vanta var at kappingin fór at standa ímillum Jónhard Ferjá og Jákup Thomasen, men so var ikki. Teitur Justinusen tók øll á bóli og vann á Jón- hardi, so at finalan stóð ímillum Jákup og Teitur. Dysturin var sera spennandi og endaði við 3-2 til Jákup, fimta sett 11-9. Tvímans- leikin vunnu Jónhard og Jákup greitt ímóti Teitur og Rógva. Í smápinkum gjørdist sum vanta Rakul Mikkjalsdóttur vinnari. Hon leikti finaluna ímóti Rannvu Jacobsen og vann trygt 3-0. Pinkunar vóru bert sjey og leiktu tær allar í einum bólki, har TBF eisnini var greiður favorittur. Susie Midjord gjørdist vinnari við seks sigrum á rað. Brónsu fekk Sheila Strøm, sum tapti sín dyst um 2. pláss ímóti Rakul Mikkjalsdóttur, ið gjørdi bart og vann sær enn eitt heiðurs- merki í pinkudeildini. Men ikki nokk við tí, tí Rakul vann eisini finaluna í tví- mansleiki saman við Susie ímóti Sheili og Joan. Í piltadeildini var sera spennandi um Reidar Luid fór at endurvinna FM heiti frá í fjør, ella um dreingirnir av Tvøroyri kundu gera nakað við hann. Tá ið komið var til hálvfinalurnar vóru Reidar Luid úr Tór, Gilli Sørensen, Fróði Jensen og Jónhard Ferjá allir úr TBF enn ósigraðir, so nú var tað "vinn ella forsvinn". Fyrra hálvfinalan stóð millum Reidar og Jónhard, men ikki var Reidar lættur at sifta og vann sera trygt 3-1. Tað seinnu vann Gilli í einum sera jøvnum og tøttum dysti, sum Fróði eisini kundi havt vunnið, men sáplaði burtur. Í finaluni var Reidar ein alt ov stórur biti til Gilla og vann hann heili 3-0. Dystin um 3. pláss vann Jónhard 3-1 á Fróða. Í tvímansleiki vunnu Gilli og Fróði ein sera undir- haldandi dyst ímóti Reidar og Róa. Nú var so komi til smá- gentur har kappingin kom at standa ímillum Streym og TBF. Og sum ikki einaferð, so endaðu Anntóra Láadal og Marin í Dali í finaluni, har Marin tey seinastu árini hevur verið tann stinnara. Ei heldur broyttist støðan hesu- ferð, og vann Marin ein ruddiligan 3-1 sigur. Í tví- mansleiki kann Marin eisini kalla seg FM vinnara, tí har vann hon eisini finaluna saman við Mariann, í einum sera spennandi dysti ímóti Anntóru og Rudi. Hjá smádreingum var Tór leikarin Sigurð Carlsson mettur at verða einaráðandi. Men ikki gjørdist tað lætt, tá hann longu í bólkaspælinum tapti ímóti silvurvinnaranum í piltadeildini Gilla Søren- sen. Men eftir hetta tók hann sær um reiggj, og spældi seg sera trygt fram til finaluna, har hann møtti Fróða Jensen, ið frammanundan hevði bast Gilla í hálvfinaluni. Finaluna vann Sigurð fult uppiborið 3- 0. Brónsudystin vann Gunn- ar í Dali ímóti Gilla. Gunnar gjørdi eisini bart í tvímans- leiki og vunnu hann og Sjúrður Ferjá finaluna ímóti Reidar og Róa. Streymur hevður altíð havt sera sterkar leikarar í gentu- deildini og einki undantak var hesuferð. Rakul Magnus- sen og Mildrid Djurhuus vóru uttan iva greiður favorittar til at kalla seg FM vinnarar, men eisini kundi Marin í Dali, geva teimum harða kapping. Og so var. Marin vann finaluna ímóti Rakul, men í einum sera spennandi og jøvnum dysti. Ístaðin vunnu Rakul og Mildrid tvímansleikin á Marin og Mariann. Dreingjadeildina vann Sigurð Carlsson eisini, men tað var í hørðum dysti við Ragnar Egilsson, sum strídd- ist væl í einum sera spenn- andi og vælleikandi 5 settara. Brónsu fekk Hanus Stór- hamar. Tvímansleikin vunnu finalistarnir Sigurð og Ragnar ímóti Brian og Tór- finn. Blandaður tvímansleikur var skipaður soleiðis at um eitt par tapti, so reyk tað út. Skjótt gekk at avgreiða 16 pør, men ikki nóg skjótt, at finalan kundi spælast áðrenn Smyril sigldi suður leygar- kvøldið. Men pørini í final- uni vóru bæði úr TBF, so finalan var ístaðin spæld mánakvøldi í skúlahøllini í Trongisvági. Í finaluni leikti Hanus Stórhamar og Marin í Dali ímóti Gilla Sørensen og Susie Midjord. Hanus og Marin vunnu 3-1, men tá ið hugsa verður um, at tað eru tvær deildir á muni ímillum pørini, so má tað verða gott klára av Gilla og Susie. Nú er bert FM fyri eldri deildir eftir í ár, og verður tað leikt í ítróttarhøllini í Trongisvági vikuskifti 29. og 30 mars. FM í borðtennis Dreingir, einmansleikur: 1. Sigurð Carlsson, TÓR, 2. Ragnar Egilsson, TÓR, 3. Hanus Stórhamar, TBF Dreingir, tvímansleikur: 1. Sigurð Carlsson og Ragnar Egilsson, TÓR Gentur, einmansleikur: 1. Marin í Dali, TBF, 2. Rakul Magnussen, Streymur, 3. Mildrið Djurhuus, Streymur Gentur, tvímansleikur: 1. Rakul Magnussen og Mildrið Djurhuus, Streymur Smádreingir, einmansleikur: 1. Sigurð Carlsson, TÓR, 2. Fróði Jensen, TBF, 3. Gunnar í Dali, TBF Smágentur, einmansleikur: 1. Marin í Dali, TBF, 2. Ann Tóra Láadal, Streymur, 3. Mariann Mikkjalsdóttir, TBF Smágentur, tvímansleikur: 1. Marin í Dali og Mariann Mikkjalsdóttir, TBF Piltar, einmansleikur: 1. Reidar Luid, TÒR, 2. Gilli Sørensen, TBF, 3. Jónhard Ferjá, TBF Piltar, tvímansleikur: 1. Gilli Sørensen og Fróði Jensen, TBF Pinkur, einmansleikur: 1. Susie Midjord, TBF, 2. Rakul Mikkjals- dóttir, TBF, 3. Sheila Strøm, TBF Pinkur, tvímansleikur: 1. Rakul Mikkjalsdóttir og Susie Midjord, TBF, 2. Joan Thomassen og Sheila Strøm, TBF Smápiltar, einmansleikur: 1. Jákup Thomassen, TBF, 2. Teitur Justinussen, TBF, 3. Jónhard Ferjá, TBF Smápiltar, tvímansleikur: 1. Jón- hard Ferjá og Jákup Thomassen, TBF Smápinkur, einmansleikur: 1. Rakul Mikkjalsdóttir, TBF, 2. Rannvá Jacobsen, TBF Smápinkur, tvímansleikur: 1. Rakul Mikkjalsdóttir og Rannvá Jacobsen, TBF Smádreingir, tvímansleikur: 1. Sjúrður Ferjá og Gunnar í Dali, TBF C M Y K 22