hósdagur 27. juni 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sød
spskalurih
Upp til okkum
sjálvar
Semja er um, at vit við nýggja
sáttmálanum við EEC hava
fingið so nógv betri sømdir á
hesum marknaði enn higartil,
og at vit, hóast teoretiskar
kvotur og útflutningsloft, nú
bara hava eitt at gera — fram-
leiða og meirvirka av grimd
tær vørur, ið mest fæst fyri.
Er tað nakað, vit hava brúk fyri
í hesum tilfeingisfátæku tíð-
um, so er tað fjøltåttadan av
framleiðslu okkara og at hava
sum mest eftir í landinum av
teirri virdisøking, løgd verður i
meiri framkomna veruútvalið.
Sjálvsagt eru tað tey vinnu-
fólk, sum siga, og eisini av
ávísum royndum, at meirvirk-
ingin higartil ikki hevur givið
teir stóru pengarnar, men
beinleiðis undirskot av hesum
hevur ongin tó víst á.
Tað kann vera tað tað er, men
kunnu vit við meirvirking fáa
fleiri hendur ð arbeiði til at
virka tað »sindrid« vit hava at
gera nakað burturúr og ikki
missa pengar, er væl vunnið.
Aðalmálið má sjálvsagt eisini
vera, at vinna okkara skal fáa
Ábyrgdarblaðstjóri: Krisjan Dahi
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
nóg mikið burturúr, so hon
umframt tann dagliga rakstur-
in eisini kann leggaj uppfyri til
tær teknisku broytingar og
endurnýggingar, sum altíð
verða, skal hon megna at fylg-
ja við.
Stuðulin ella afturberingin,
sum vit kenna hann í dag, er
politisk semja um at minka og
tíbetur hava landingarprísirnir í
seinastuni eisini verið so fræg-
ir, at hetta fer at bera til. Um
prísirnir fara at halda sær, vita
vit ikki við vissu. Flakavirkini
og sølulidid siga í øllum fórum,
at hesir liggja einar 2 til 3 krón-
ur ov høgt, men keypt verður
kortini og í harðari kapping
virkjanna millum.
Landsstýrið, sum alla tíðina
hevur lagt dent á meirvirking-
ina og at finna útvegir fyri
keypi av ískoytisfiski uttaneft-
ir, hevur boða frá vilja tess til
at stuðla iløgum til útgerð og
royndir, ið kunnu fáa gongd á
hesa meirvirking í Føroyum.
Hvørji, ið tikið hava av hesum
tilboð, vita vit ikki, men einki
er at ivast í, at fråliki såttmålin,
vit nú hava fingið vid EEC, ikki
kann annad enn eggja idnad-
arfélki enn meira til at fara
undir »alternativar« framleidsl-
ur.
Blaðtólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith -
Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen -
Hilmar Jan Hansen - Jústínus Eidesgaard Prent:
Útgevari: P/f Sosialurin
Uppseting: P/f Sosiaturin
P/f Pressan 1981 Telefon
Skuldu tær ikki stadid seg
einsamallar, skuldi marknadar-
røktin fyri hesum vørum verið
tyngrið enn mett frá byrjan,
hevði — um talan framvegis
skal vera um studning — helst
verið skilabetri at lagt stórra
partin av studninginum í út-
flutningsliðið, sjálvsagt treyt-
að av, at skipini fingu teirra
part av vónaða meirvirðinum,
fingu tann prís virkini í toluliga
fríari kapping megnaðu at
bjóða.
Vit vita tíanbetur um fiska-
virki, ið ganga rættuliga væl,
eisini um fiskavirki, sum sam-
an við egnum togarum hava
fingið væl meira í »studningi«,
enn tað stóra og so óvuliga
nógv umrødda »hålvalmenna«
arbeiðsplássið, ið fall fyri
hamaranum í fjør og sum av
øllum »rætthugsandi« libera-
listum varð framhildid sum tað
ræðuligasta ræðuliga dømid
um almannavinnu. Men hóast
ætlaðu politisku broytingarnar
av hesum skeivleikum, ivast
vit ikki í, at júst hesi virki hava
besta møguleika at standa seg
í kappingini bæði um fiskin og
marknaðin.
Hetlendingar, orknoyingar og
aðrir útoyggjabúgvar Bret-
lands eru til fiskiskap munandi
Bústaður: Argjavegur 26
Postadressa: Postsmoga 76
Argir 110 Tórshavn
11820 Teiefax: 14720
verri staddir sum limir í EEC,
enn vit uttanfyri. Avmarkada
fiskimark teirra verður avtikið
skamt eftir aldarskiftið og alt
yframtíðarítriviða hjá hesum
annars dúgligu veiðimonnum
verður á leið tað, europeiska
yvirvaldið metir teir frægast
til.
Tibetur er stóða okkara gðrvísi
og betri, men verður sáttmáli
okkara við EEC ikki beinan-
vegin tikin i ålvara sum størsta
vinnuliga avbjédingin síðan
farid vard av båti upp å skips-
dekk, hava vit hann næstan
ikki uppibornan.
Saktans er samfelagið enn í
ávísari kreppu, enn hevur ikki
eydnast okkum at livga øllum
teimum, sum kanska treingja
mest og enn kunnu vit ikki vid
sjålvsøgdum rætti siga, at
neyduga gongdin aftur er fing-
in å samfelagid. Men glottar
sum hesir, alsamt batnandi
fiskaprísir, nógv betri útflutn-
ingstreytir og týdningarmest
av gøllum — útlitini fyri at fáa
fleiri í vinnu, kunnu ikki annað,
enn birta upp undir ávíst bjart-
skygni — eitt bjartskygni sum
eisini aftur må til, skulu vit øll í
sínum lagi gera útstungna
vinnupolitikkin til okkara — og
tað skulu vit. Hava ikki annað
val.
mm sosigaley
|
Sparingar fyrst
Í Dagblaðnum skrivar
Jógvan Sundstein, fíggj-
armálaráðharri millum
annað um hallið á fíggjar-
lógini:
— Eitt annað týdn-
ingarmikið mál sum
má loysast, er at fáa
stóra hallið á figgjarlóg-
ini burtur. Hetta gerst
fyrst og fremst við spar-
ingum, men sum frálíð-
ur økjast inntøkurnar
aftur i framleidsluvin-
nuni og meiri skattur
fæst inn við at meiri ar-
beiði verður, og har har-
við sterri samlað lønar-
innteka.
— Væl er komið áleið-
is við at broyta føroy-
sku búskaparmyndina
til tað betra, men enn er
sjálvandi langt á mál
áðrenn vit eu komin
„
burtur úr tí dýpi, vit
komu í seinast í áttati-
árunum.
Uppgivin
frammanundan
Oyggjatíðindi skriva um
dálkingina frá Tórshavnar
Skipasmiðju. Av Heilsu-
freðiligu = Starvsstovuni
varð blaðið biðið um at
ringja til Teknisku Deild
Tórshavnar Býráðs, men
hetta heldur blaðið ikki
vera ómakin vert:
Beint áðrenn blaðið
fór til prentingar, fingu
vit fatur á Marjuni Han-
usardóttir, og hon
kundi bara geva okkum
rætt í, at hetta var nak-
að svinart. Hon segði tó,
at tey høvdu gjørt nógu-
ar kanningar, bæði í
Havnini og úti á bygd,
Q 7
NY S D NU
<Y ; <A,
> í (0 SS
gs É
N
j RF x
og tey høvdu ikki funn-
ið tað stóru dálkingina.
Men annars bað hon
okkum ringja til Tek-
nisku deild í Býráðnum
í Havn, ti tey høvdu eis-
ini gjørt eina líknandi
kanning.
Men vit kenna någ
mikið til Tørshavnar
Býráð, so har tymdu vit
ikki at ringja.
Uppvartadi
Oyggjatidindi heldur, at
føroysk ítróttarfólk eru í
so nógv uppvartaði:
At ítróttarfólk í Før-
oyum eru nærtikin er
einki nýtt. Tey hava í
áravís verið vartaði upp
av landsins myndug-
leikum, samanborið við
alt annað ungdómsvirk-
semi, uttan undantak.
Hendan
uppvarting
hevur gjørt at tey ikki
tola at nakar sigur teim-
um ímóti, at nakar torir
at seta spurnartekin við
eina avgerð.
Tá feroyingurin so
felir seg raktan, so renn-
ir hann til grannan, og
so er eisini við ítróttar-
felogunum. Í staðin fyri
at koma beinleiðis til
ítróttarskrivarin á
Oyggjatíðindum, so fer
hann í hini blødini fyrst,
og meguliga sendir
hann so aftaná avrit til
rætta viðkomandi.
At enda eini ráð til
feroyingin sum felir seg
traðkaðan á: Syrg fyri
at venda tær til rætta
viðkomandi, heldur enn
at draga inn ósek, bert
fyri at vísa hvat fyri eitt
hampafólk tú ert!
Hvar er nú
kappingin?
Reypið um hálovaða
privata initiativið, fríu
kappingina, og eins fríu
marknaðarkrefturnar
røkkur sjáldan niður um
hálsvglin. Tá tey, sum
rópa harðast merkja
hesa hálovaðu kapping
á egnum kroppi, minkar
knappliga kapping-
arhugurin. Tá verður
talan um at verja tað
sum er.
Tað vísir seg
nevniliga, at so leingi
sokallaða kappingin er
til egnan fyrimun er
kappingin í lagi, men er
vandi fyri, at onnur fáa
fyrimun, so verður rópt
um hjálp.
Júst hetta hendi á
býráðsfundinum í
Klaksvík, tá ein
meiriluti í býráðnum
sýtt eini handilsfyritøku
——i—iiðwiwieewe———
at byggja handil.
Handilin segðist enntá
at koma úr Havn - fy,
fy! Hvar er nú tosið um
kappingina?
Óli Heinesen,
býráðsformaður, skal
hava herðaklapp fyri
stóðu sína. Serliga tá
hann sigur, at gera
onnur hetta ímóti
okkum, sum vit hava
gjørt móti teimum,
kann tað koma okkum
aftur um brekku.
Vónandi fara onnur
ikki at bera seg so at,
sum Óli Heinesen óttast
fyri. Tíbetur ganga ikki
gll í eins smáum skóm.