hósdagur 27. juni 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 119 — 27. juni 1991
tíðindablaðið S0Stalurin
-Tað hevur stóran skund at
fremja broytingina frá 1.
hjálparlæknum til yvirlæknar,
sigur Høgni Joensen, sjúkra-
hússtjóri sum heldur tað vera
meiningsleyst, at senda málið
aftur í figgjarnevndina. -
Hvussu í allari víðu verð skulu
vit planleggja tá politiski
myndugleikin liggur á
málinum, spyr hann
Tær 14 umsóknirnar til tey
9 yvirlæknastørvini við
Sjúkrahúsverk Føroya
liggja enn og bíða. Nakrar
av umsóknunum eru fak-
liga ummældar og sendar
landsstýrinum, og týsdagin
fara aftur nakrar gjøgnum
fakliga nálareygað og
síðani til landsstýrið. Men
so hendir ikki meira fyri-
bils. Málið um at broyta
tey 11 1. hjålparstørvini til
9 yvirlæknastørv skal í
figgjarnevndina til við-
gerðar og so aftur í lands-
stýrið. Tá verður helst
greitt hjá landsstýrinum at
gera av, hvør skal setast.
Tað hevur víst seg at
vera ógvuliga trupult at
finna politiskar loysnir tá
tað snýr seg um sjúkra-
húsmál. So hevur eisini
verið í hesum føri.
Undanfarna landsstýrið
samtykti at góðtaka ta
broyting innan læknastørv,
at leggja burtur tað sum í
dag eitur 1. hjálparlækna-
Høgni Joensen, sjúkrahússtjóri er ótolin eftir at
yvirlæknarnir verða settir...
størv og í staðin seta yvir-
læknar. Eisini hetta lands-
stýrið hevur samtykt broyt-
ingina, men síðani stungu
Spurningar seg upp hvussu
hendan broytingin fer at
ávirka tey bæði smærru
sjúkrahúsini.
Samgongufundur var
herfyri um málið og har
var álagt landsstýrismann-
inum í sjúkrahúsmálum,
Yvirlæknarnir skulu
helst setast í summar
Jóannesi Eidesgaard, at
finna eina loysn, sum
tryggjar smærru sjúkrahús-
unum kvalifiseraða lækna-
manning. Og hesum ar-
beiðir landsstýrismaðurin
við í løtuni. Jóannes
Eidesgaard vónar, at hava
málið um yvirlæknastørv-
ini greitt f summar, so
størvini kunnu setast.
...og Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður vónar at
kunna seta størvini í summar
Síða 3
Sjúkrahússtjórin
ótolin
Høgni Joensen, sjúkra-
hússtjóri er ótolin. Hann
spyr hvussu í allari víðu
verð skal hann sita og
planleggja loysnir fyri
sjúkrahúsverkið tá ikki
færri enn tvey landsstýri
hava samtykt eina ávísa
broyting, men at einki
hendir kortini. Hann
heldur tað vera meinings-
leyst at senda málið í
figgjarnevndina nú.
Sjúkrahússtjórin sigur, at
tað hevur sera stóran
skund at seta yvirlækna-
størvini, tí læknatrot er, og
Ogjørligt er at fáa hendur á
1. hjálparlæknum. Hann
sigur, at tey hava havt eina
lýsing í donskum læknariti
í meira enn eitt hálvt ár
eftir einum 1. hjálparlækna
í medisini, men ikki ein
einasta umsókn er komin.
Um vit vilja ella íkki
Tað er eingin spurningur
um vit vilja ella ikki
broyta skipsanina frå 1.
hjålparlæknastørvum til
yvirlæknastørv, sigur
sjúkrahússtjórin. Í fyrsta
lagi tí skipanin longu er
broytt uttan um okkum, og
at tað ti er Ogjørligt at fáa
fatur á 1. hjálparlæknum.
Men hann sigur nýggju
skipanina eisini hava fleiri
fyrimunir.
Eftir gomlu skipanini
tekur tað einum lækna eini
líggju ár at nema sær tann
kunnleikan sum krevst at
verða yvirlækni. Eftir
nýggju skipanini verður
útbúgvingartíðin stytri og
meira effektiv. Ein bågi
við gomlu skipanini fyri
læknan sjálvan er, at hann
má flyta millum mong
arbeiðspláss.
9 yvirlæknastørv
ístaðin fyri 11 1.
hjålparlæknar
Ein annar fyrimunur er
fyri sjálvan sjúklingin,
sum eftir nýggju skipanini
í fyrstu atløgu kemur i
samband við yvirlækna,
sum stendur fyri sjúkra-
viðgerðini. Nýggja skipan-
in ber eisini í sær, at
sjúkaviðgerðin verður
skjótari og betri.
Spurdur um hann íkki
skilur, at smærri sjýkrahús-
ini Óttast fyri at verða við
skerdan lut sigur sjúkra-
hússtjórin, at hetta er
6grundadur ótti.
-Vit skulu fata sjúkra-
húsini sum eina eind. Eitt
sjúkrahúsverk í trimum
deildum, har til ber at
senda allar yvirlæknar runt
eftir tørvi, sigur Høgni
Joensen, sjúkrahússtjóri,
sum bíðar í ótolni eftir
politisku myndugleikun-
um.
tór.-
Tr
Bleyt song, vid morgun
mati:
1 fólk 285,- 2fólk385,- |
Síðani matgera tit sjålvi
ella eta úti sum hugur
in er
Sjónvarp og køliskår |
hverjum kamar |
TELEFON 12242
TELEFAX 10657
JEKARAGOTA 8
FR-110 TÓRSHAVN
L pe]