Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 i BS SOSÍaÍUPin| Mentunnargrunnur Studentafelagsns mist 64.000 kr. Mentunnargrunnur Stud- entafelagsins fer seinni í ár at geva út savn við greinum o.g. eftir Trónd Olsen; tað er Jóhannes Enni, ið hevur lagt til rættis. Í oktober kemur skaldsøga efur Jóannes Nielse Í skuffuna Men so er eisini liðugt hesumegin jól, tí húsa- gangurin hjá H.J. Bóka- søluni hevur í hvussu er fyribils beint fyri trim- um ætlaðum bókaútgáv- um, sigur Jógvan Isaksen, formaður forlagsstjóri. Mentunnargrunnur Studentafelagsins, ið hevur mist 64.000 krón- ur, hevur liggjandi trý handrit, ið eru so gott sum púra klár til útgávu. Talan er um myndlista- bók eftir Inga Joensen, yrkingasavn eftir Tórodd Poulsen og eitt yrkinga- savn, ið er komið nakað stytri. Endiliga reiðupening, men... - Men hetta er alt steðgað nú, sigur Jógvan Isaksen, ið sjálvur var millum bestseljararnar við krimisøguni Blid er summarnått landi. Jógvan Isaksen sigur, at grunnurin hevur al- oftast lán at dragast við, og má vanliga læna frá útgávu til útgávu. - Hesa ferð fegnaðust vit um, eina rára ferð at hava nakað av reiðum peningi at húsast við, men við hesum 64.000 krónum eru fleiri ársverk horvin við eitt vekk. á Føroya Forlagsstjórin sigur, at talan er ikki bert um hesar 64.000 krónurnar; tær kunnu t.d. fíggja undirskotið av fýra yrk- ingasøvnum. Tora ikki at leggja ætlaninir - Missurin hevur eisini vid sær, at fleiri ætlanir, sum vit arbeida vid, meir og minni detta nidurfyri, Fleiri ársverk eru horvin við eitt vekk tí vit tora ikki at leggja fastar ætlanir við teim- um avtalubindingum, tað hevur við sær. - Og ætlanir høvdu vit nógvar, sigur Jógvan Isaksen. Mentunnargrunnur Studentafelagsins heldur til í Keypmannahavn Grunnurin fær einki um løgtingsins fíggjarlóg, men noyðist í hverjum einstøkum føri at læna ella søkja um pening, og Jógvan Isaksen upplýsir, at serliga Mentugrunnur Løgtingsins hevur verið hollur. ówh Ein millión Forlagið, ið m.a. gevur út sálmabókina, hevur mist útvið 100.000 kr. í sambandi við HJ- húsagangin. Onnur for- løg, sum hava mist munandi, eru Skúla- bókagrunnurin, Fann- ir, Fróðskaparfelagið og Skúvanes. Uttan fyri Bókamið- søluna hevur t.d. Bóka- garður mist umleið 70.000 kr., Finnbogi Ísakson og Niels Juul Arge hava eisini mist fitt av peningi. Samtalt er missurin hjá forløgunum umleið eina millión krónur. Mortan Carlsen, Sjóvinnubankin Ég sigi einki enn... Í dag klokkan 14.00 verður tað í fútarætt- inum: Flakavirkið Borgin á Sandi skiftir eigara á tvingsilssølu. So mikið er so gott sum púra vist: fyrsti eigarin eftir klokkan tvey, verður Sjóvinnubankin. Eins vist er tað, at Sjóvinnubankin ikki verður verandi eigari. Í dag ella í morgin hevur virkið aftur fingið nýggjan eigara, tí Sjó- vinnubankin hevur fingið keypara til virkið. Hava pakkað saman... - Alt er avgreitt og taskan samanpakkað, sig- ur Mortan Carlsen úr Sjóvinnubankanum og vísir til, at allar avtalur við komandi eigararnar er endaðar. Hann vil einki upplýsa um nøvn ella prís. Bert eitt óvanliga gott tilboð frá onkrum gðr- um enn Sjóvinnubank- anum kann broyta hesar ætlaninir, men tað er lítið sannlíkt. Skuldin í virkinum, sum vart er gjørt vid, er 29,7 mið. krénur. Tå bodid er komid upp um 7,328 mió. krónur, hava tríggir teir fremst veð- havararnir fingið sítt: Kredittfelagið Danmark (6,4 mió. kr.), fiskarí- bankin (92.500 kr.) og statskassin (817.600 kr.). Bankin grindi | Tinganesi Restina av veðunum, sum eru í virkinum - góðar 22 mió. krónur - eigur Sjóvinnubankin; undantiknar eru smáar tvær mió. krónur, sum landskassin hevur krav uppá. Tær missir landskassin óivað. Umboð fyri Sjó- vinnubankan vóru fyrra- a partin í gjár í Tinganesi og skuldu tosa við Atla Dam. Sambært Mortani Carlsen var landskassa- missurin ikki evnið. - Vit vilja bert kunnað landsstýrið um, hvat gongur fyri seg í sam- bandi við eigaraskiftini innan fiskavirkisvinnuna í Sandoynni, sigur Mortan Carlsen. ówh í staðnum FSK LEA We Nr. 119 — 27. juni 1991 Ingrid Sondum, Bókadeildin Lærupengi Bókadeild Føroya Lær- arafelags hevur mist um- leið 56.000 krónur í sambandi við húsagangin hjá H.J. Bókasgluni. Fyri forlagið, sum árliga gev- ur út umleið 30 bøkur, fer missurin at hava við sær, at útgávuvirksemið verður skert. Skerd ulgåva Ingrid Sondum, id er for- lagsstjóri, sigur, at miss- urin fer at skerja út- gávuna í ár við einari tekst-bók ella tveimum myndabókum. Forlagsstjórin er sera harmur um tað, sum er hent. - Tað er strævið at geva út bøkur í Føroy- um, og tú skalt vera 'i báðum endum á eini bók', sum hon tekur til, og sipar til, at eitt forlag í Føroyum noyðist at standa fyri øllum i sambandi við útgávuna: ikki bert úrveljingini av, hvat skal gevast út, men eisini søluni o.g., sum tey eru minni kring til. Bókamiðsslan alstóran týdning - Tí kann tann leiklut- urin, sum Bókamiðsglan hevur fyri útgávuvirk- semið í Føroyum als ikki yvirmetast, sigur Ingrið Sondum. Bókamiðsglan er ryggurin í samskift- inum millum forløg og bókahandlarar, men játt- aninar til hennara boða ikki frá, at hon fær ta viðurkenning, hon hevur uppiborið. Ingrið Sondum sigur, at samskiftið við bóka- handlararnar í stóran mun hevur verið grundað á sínamillum vælvild og álit. Hava bókahandlarar ikki verið førir fyri at goldið bøkurnar eftir av- talu, so hava teir til eitt vist kunna farið útum gjaldsfreistina. Skálkin bak oyrað - Hendan hendingin hevur so lært okkum, at álit millum partarnar eigur ikki longur at verða tikið fyri givið í øllum før- um, og sostatt má væl- vildin framyvir má met- ast út frá hesum, sigur Ingrið Sondum. Ingrið Sondum, ið eis- ini er limur í nevndini fyri Békamidsøluna, leggur aftrat, at hetta má hava við sær, at Bóka- midsølan, ið árliga fær játtan á lggtingsins fíggjarlóg, fær sømdir, sum gera hana føra fyri at reka eina so harðari linju. 4 ówh